leygardagur 17. mars 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 17. mars 1990
»
Sr S0SjalUrin
Sangurin man vera tann besti i føroyskum leiki. Hann er hugfangandi. Løgini eru eisini góð.
leggja nyfødingin í gass-
maskuna, verður mamma
teirra í ødini. Hon vil ikki
góðtaka, at kríggið gongur
í arv. Barnið (komandi
ættarliðið) skal í hvussu
so er liva uttan gassmasku
og ótta.
Måtvektn er tað roman-
tiserada bygdarlívið við ti
hugnaliga handlinum sum
miðdepli. Har ræður keyp-
maðurin Mikal (Ingålvur
Hansen), róligur, hóvligur
og góður í ráðum.
SKELKAÐUR
21 persónar eru í leikin-
um. Summir eru har bara,
tí leikmyndin skal rúma
so nógvum sum gjørligt
um kriggid. Men fyri
"Bardagabørn" sum sjón-
leik eru fyrst og fremst
tveir persónar Ómissandi,
Malan og Orri (Magni
Thomsen). Orri er ikki so
heilskapaður persónur sum
Malan. Tá kríggið byrjar,
er hann í ødini, tí hann er
føroyingur og ikki sleppur
í kríggj. Seinni, tá hann er
farin ul Klaksvíkar at
læra, upplivir hann stóra
bumbuálopið har og fær
sálarligt mein. Eina ferð,
hann ballast saman við
vinmonnunum, gerst hann
hugtungur. Hetta er beint
eftir, teir hava hitt Malunc
og Sinklar og Orri øsir
seg um hermenninar, sum
fara við føroysku gentun-
um.
Áskoðarin heldur, hjart-
asorg nívir Orra, tí onkur
ábending hevur verið um,
at hann kanska er góður
við Maluna. Men hjarta-
sorg er tað ikki, uttan
skelkurin, hann fekk í
Klaksvík. Hetta, at fólk í
Føroyum fingu sálarbrek
av bumbuálopunum og -
hóttanini, er ikki so ofta
frammi í øllum krigs
minnunum - áhugavert.
Men Maluna fær Orri so
kortini, uttan stórvegis
håvaståk. Tað hevdi undr-
að meg stóriiga, læt Mari-
anna Debes Dahl Maluna
fáa Sinklar aftur. Føroyskt
við stóra F skal tað jú
vera.
Haldi eisini, høvundurin
fær alt ov líuð burtur úr
Maluni, tí persóninum
flestu møguleikarnir eru i.
Ov lítil dramatikkur er í
øllum hesum partinum.
Betur liggur fyri at byggja
upp uttan um Niklåa
(Símun E. Rasmussen),
sum doyr frá konu og seks
børnum. Hann lovar, tå
hann fer, at hetta er sein-
asti túrurin. Askoðarin
veit tó betur. Hann hevur
fingið at vita, at lagnan
hjá Kolbirni, sum skal við
sama skipinum, er av-
gjørd: hann kemur ikki
aftur.
SANGURIN OG
LØGINI
Týðiligt er, at profession-
ellur leikstjóri hevur
stjórnað hesi uppsetingini
á Strondum. Birita Mohr
hevur sett krøv og fingið
úrslit, orsøk og avleiðing.
Tey spæla væl, summi
framúr væl. Sjónligu lyt-
ini, sum ofta gera áhuga-
leik til plágu fyri eygu og
oyru, finnast ikki her. Tey
tosa hart og avbera reint
og týðiliga. Rørslurnar eru
yvirhøvur náttúrligar, onk-
untid er tó yvirspælt.
Pallurin i Bygdarhusin-
um er lítil, men loysnin
við "viftuni" er snild og
neyðug, tí myndirnar
skifta í heilum. Tá er
eisini skjótt, okkurt mis-
tak kann henda. Hinvegin
riggar tað ikki at síggja
yvirskrift í Dimmalætting
undir krígnum, sum sigur,
at Miðvágur fær nýtt
havnarlag í 1991.
Sangurin eigur at nevn-
ast serstakliga. Hann er
framúr og eisini løgini.
Minnist ikki at hava hoyrt
so vakran sang í nøkrum
føroyskum sjónleiki. Fekk
at vita aftanå, at her eigur
Andrass Danielsen, sum
hevur gittarundirspælið,
heiðurin.
Løgini, Fríðhild Peter-
sen í Kollafirði hevur
gjørt ul yrkingar hjá Hans
A. Djurhuus, M.S. Við-
stein, Simun Petur Zac-
hariasen og Poul F., eru
merkisverd. Eg havi eina
ferd verid i Ebenezer og
tað er einastu ferð, kór-
sangur rættiliga hevur
hugtikið meg. Sama
kenslan nart meg miku-
kveldið á Strondum.
Tey sungu eisini tveir
slagarar frá stríðsárunum.
Símun E. Rasmussen hev-
ur gjørt orð til teir.
Ljóðeffektirnar riggaðu
eisini, flogførini, bumb-
urnar og Hitler. Tað eigur
at vera so - for frá, ótýdi-
igt.
Samanumtukid er mín
meining um "Bardaga-
børn” eftur frumframførsl-
una: bodskapurin er góð-
varni, tíðar- og samfelags-
lýsingin er góð, samfel-
agsrevsingin er í lagi,
men kundi verið harðari.
Hinvegin eru "Bardaga-
børn” veikt dramaverk.
Skal kanska ikki vera
sjónleikur, men bara leik-
mynd. Á skránni stendur
leikmynd.
Tey umleið 25 fólkini,
sum átóku sær at bera
HD Er
Síða 13
fram leikmyndina, átóku
sær ikki meira enn tey
orkaðu. Onki beinleiðis
veikt lið er.
Høgni Djurhuus
Friggjakvøldid í næstu viku, kl. 20.00, skipar FUT
fyri konsert i Sjónleikarhúsinum í Havn.
Konsertin er við Jóannesi Jakobsen. sum í
næstu viku gevur út fløgu og band "Hvat bagir
Jóannes eigur orðini, hann nú gev
Millum annað hevur hann týtt sangir hjá Bjør
zelius. Løgini eigur hann eisini nekur. Hini
ur u
A
ga
el
Finnur Hansen (yngri) og Bjørn Afzelius
Atgongumerki å 80,00 kr. til konsertina få-
ast i Kunningarstovuni og vid dyrnar ein tima framm
anundan.