leygardagur 24. mars 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 24. mars 1990
Ein dagur fyri
framtíðina
Hendan menningarhjálpin
er ødrvisi enn aðrar á tann
hátt, at her verður arbeitt
fyri pengarnar, sum skulu
latast.
Og landið og fólkið,
sum fáa hjálpina, eru ikki
fremmand og ókend, ti
upplyst verdur um tey, i
talu, myndum og skrift.
Landið eitur Bolivia,
fólkið er quechua-indiánar
í bygdini Tucsupaya, fá-
tækir bøndur. Mikudagin
4. apríl fara føroyskir
skúlanæmingar at arbeiða
fyri 40,00-50,00 kr. um
tíman. Øll inntøkan fer til
at byggja ein handverkara-
skúla i Tucsupaya. Tiltak-
10 eitur "Føroyskt Dags-
verk 1990"
Tað er ikki so, at nøkur
fólk í Føroyum hava av-
gjørt, at nú skulu tey 700
fólkini í Tucsupaya hava
ein handverkaraskúla. Nei,
verkætlanin er gjørd sam-
an við bygdarfólkinum og
Dagverksbólkurin hjá
LFU hevur havt serkøna
hjálp og vegleiðing: Egil
Hoydal, sum í trý ár,
1983-86, fekst við menn-
ingarhjálp í Bolivia.
BÍÐA SPENT
Í Tucsupaya bíða tey spent
eftir gåvuni úr Føroyum.
Tá Dagsverksbólkurin var
í bygdini í oktober í fjør,
segði skúlastjórin, Don
Walter Delgado, at bórnini
í barnaskúlanum hava
ongan góðan, tá tey noyð-
ast at gevast í fimta
flokki. Ongi tilbod eru
um víðari útbúgving.
Skjótt gloyma tey alt, tey
lærdu í skúlanum.
- Tað er ti tydningar-
mikið fyri lívskorini hjá
okkara býrnum at fáa ein
handverkaraskúla bygdan
her. Við tí lærdómi, tey
fáa í hesum skúla, kunnu
tey vinna sær so frægt, at
tey megna at uppihalda
einari familju. Hetta er
tað, vit vilja, og fyri at fáa
hetta framt, hava vit sam-
starv og hjálp fyri neyð-
ini.
Don Walter Delgado,
sum skal standa fyri bygg-
ingini og rakstrinum,
væntar at kunna útbúgva
90 ung, 15-20 ára gomul,
um árið.
Handverkaraskúlin í
Tucsupaya verður tann
einasti í Suður-Bolivia.
Ungfólk úr nógvum gðr-
tíðindablaðið
um plássum fara ti eisini
at skapa sær eina tryggari
framtíð í skúlanum og
hann verður fyrimynd fyri
aðrar skúlar, sum kanska
koma seinni.
- Vit í Tucsupaya bíða
spent eftir stuðlinum úr
Føroyum og eftir at fara
undir byggingina, sigur
ein takksamur skúlaleiðari
í lítlu bygdini, sum er
nakrar fáar kilometrar utt
an fyri býin Sucre.
KRÓNAN
RØKKUR
LANGT
Tå Norrønt Dagsverk var f
1985, komu inn í Føroy-
um 370.000 kr. Og tað
var nógv samanborið við
hini Norðurlondini. Pen-
ingurin tá fór ul minni
ment í Suður-Afrika.
Dagsverksbólkurin vón-
ar at eins nógvar krónur
koma inn í ár. 370.000 kr.
ljóðar ikki so nógv í
okkara oyrum. Ikki nógva
staðni í heiminum er hús-
abygging so dýr sum í
Føroyum.
Men i Bolivia røkka
370.000 krónur langt.
Grundstykkid i Tucsupaya
er longu klårt og bygdar-
fólkið letur byggitilfar og
arbeiðsmegi. Bygt verður í
stigum eftir, hvussu nógv-
ur pengar verða til taks. Í
fyrstu atløgu verða træ-
smiðja og klædnavirki
innrættað í handverkara-
skúlanum.
IKKI
LØTUVERK
Føroyskt Dagsverk er ikki
nakað løtuvcrk. Fyrireik-
ingarnar byrjaðu fyri hålv-
umtriðja ári síðani og hesa
seinastu vikurnar upp und-
ir sjálvan dagin, 4. apríl,
hava framsýningar, fyri
lestrar, tíðindafundir, lýs-
ingar, bólkaarbeiði, vitjan-
ir á skúlum og bóklinga -
útgáva bygt støðið.
Nú vónar Dagsverks-
bólkurin bara, at kreppan í
føroyska samfelagnum
ikki åvirkar innsavningina
4. apríl.
- Fólki nýust ikki at
stúra fyri, pengarnir hjá
teimum ikki fara til frå-
bodada endamålid, sigur
Dagsverksbólkurin. Teir
fara ikki ul bureaukrati.
Og Landsstýrið, sum eis-
ini hevur givið Dagsverki
Síða 13
Ld
! APRÍL 1990
Endamálið hjá Føroyskum
dagsverki
Virkið at styrkja samarbeiðið millum
føroyskan ungdóm og ungdóm í triðja
heiminum.
Virka fyri betri útbúgvingarmøguleikum
hjá ungdómi í triðja heiminum undir
heitinum "Ungdómur hjálpir ungdómi".
Eggja føroyskan ungdóm til at fáa sær
vitan um altjóða viðurskifti og brúka hana.
1990 síu vælsignilsi og
vidmæli, hevur áður brúkt
Egil Hoydal í Bolivia.
Hetta eigur at borga fyri,
tiltakið er í góðum hond-
um og, at fátæku fólkini í
Tucsupaya fáa føroysku
pengarnar ul tann livsne-
yðugu handverkaraskúlan,
sigur Dagsverksbólkurin.
Sjálvur leggur Egil
Hoydal dent á, at hendan
verkætlanin er gjørd sam-
an við teimum, sum skulu
hava pengarnar. Hetta er
rætt mátun, sigur hann.
Ofta geva felagsskapir
fólki í triðja heiminum
pengar til okkurt endamál,
uttan fyrst at spyrja tey
ella lurta eftir teimum yv-
irhøvur.
Slíkar gerðir, sum sjálv-
andi er ætlaðar at vera
góðar, kunnu skjótt gerast
ringar, ti grundarlagið er
Tað er skeivt at geva
olmussu uttan samarbeiði
við tey, sum taka móu
hennt, sigur Egil Hoydal
sum fer ul Tucsupaya, tå
skúlabyggingin byrjar
NORRØNT
DAGSVERK
Í 1991
Næsta ár verður aftur
skipað fyri Norrønum
Dagsverki og tað verður
ul frama fyri gøtubørn í
Brasilia og Chile, børn,
sum ongan góðan hava og
onki heim. Tey búgva á
gøltuni.
Tiltakid verdur gjørt i
samstarvi vid Neydhjålp
Fólkakirkjunnar
Í sambandi við últakið
fara nordurlendsku
ingafeløgini ai hava fr
Havn tann 20. april kom-
andi.
næm-
1r
17)
EDT
hd
Grundstykkið til handverkaraskúlan er klár!. tað er
við barnaskúlan. Á myndini håmasi eisini býur
har boltvianski hægstirættur é
r