mikudagur 16. mai 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 16. maí 1990
Síða 13
EYÐKVÆMI
Stoðan vidv. sjúkuni eyðkvæmi (AIDS)
Talið av sjúklingum við
eyðkvæmi (AIDS) í Dan-
mark økist framvegis í
stórum. 1/4-1987 vóru
150 tilburðir og 1/4-1988
vóru 263. Nú, tvey ár
seinni (1/5-1990), eru 589
ilburði fråbodadir,
nógv teir flestu í Keyp
mannahavn. 456 vóru
samkyndir ella tvíkynd
ir (homoseksuellir/hjå
seksuellir) menn, 14
blødarasjuklingar og 33
kvinnur. 46 tilburðir
vóru elvdir av hetero-
seksuellum sambandi
(vanligari kynsligari
samveru millum mann
og kvinnu) og 11 av blóð-
gávu. 23 tilburðir vóru
millum fólk, ið vannýta
rúseitur. 316 fólk vóru
deyð av eyðkvæmi í
Danmark 1/5-1990.
Í Danmark hava tey
kunnleika um 2400 fólk
við eyðkvæmisandevni
(HIV-andevni) í blóði-
num (HIV=Human
Immunodeficiency
virus). HIV er tað virus,
ið elvir til eyðkvæmi.
(Serken meta talið av
fólkum smittaði við HIV
í Danmark í dag at liggja
um 5.000).
Í apríl 1987 vóru í
U.S.A. fráboðaðir 33.720
tilburðir av eyðkvæmi.
8/2-1988 vóru tilsamans
53.069 skrásettir til-
burðir í U.S.A. 31/3-1990
vóru 124.282 tilburðir
skrásettir. (Mett verður
at talið av fólkum smitt-
aði við HIV í U.S.A. í
dag er um 1.000.000).
Í Íslandi var talið á
fólkum, ið hevdu fingið
eyðkvæmi 1/1-1990 13,
og av hesum eru 5 deyð.
Í Føroyum er stødan
tann, at vit hava kunn-
leika um 8 fólk, ið hava
fingið ávíst HIV-and-
evni. Fyrstu ferð, at
HIV-andevni varð ávíst
hjá fólki í Foroyum, var í
september 1986. I Før-
oyum hava tvey fólk
fingið staðfest sjúkuna
eyðkvæmi síðani 1989.
Smittan er hend við
seksuellum sambandi
Hvat er
eyðkvæmi?
Eyðkvæmi er ein óvan
liga álvarsom sjúka
Gávurnar hjá manna-
kroppinum at verja seg
fyri ávísum ígerðarsjúk
um og fyri einum illkynj-
aðum vøkstri, ið nevnist
Kaposi's sarkom, minka
í stórum. Hetta
ikki hjá fólkum, har mót
sæst
Støduføri er, sum tað eig
ur. Mótsteðuferi okkara
verjir okkum móti ígerð
sjúkum og helst eisini
NOLI ummum VØKSLTT
um. Mótsteðuferi (órin
verjan), er ein rættiliga
floktur sínámillum leik
ur millum ymisk sleg av
hvítum blóðkroppum.
Sum nenvt er bilandi
mótsteðuferi í sambandi
við sjúkuna eyðkvæmi
íkomin. Hon er fingin og
sostatt ikki viðfedd. Í
dag vita vit, at ilandi
mótsteðuferi er elvt av
einum virus, ið sum áður
frásagt verður nevnt
HIV.
Virussjúkur gera, at
kroppurin framleiðir
andevni, sum royna at
gera av við smittuevnið.
Í flestum smittandi
sjúkum eydnast hetta,
og tá ið andevnini hava
gjert arbeiðið sítt, so
smittar ein ikki longur. g
í fleiri forum verður ein
tá ikki sjúkur aftur av
somu smittandi sjúku.
Tey, ið verða smittað
við HIV, framleiða næst-
an øll andevni móti hes-
um. Hetta merkir tó
ikki, at virus dioyr, og at
smittan heldur uppat,
sum vant er at vera við
virusígerðarsjúkum.
Hesar serligu umsteður
bera í sær, at ávísing av
HIV-andevni í blóði vísir
ikki bert, at fólkið er
vorðið smittað við HIV,
men eisini at hann ella
hon má sigast at kunna
smitta onnur. Smittufer-
ið er ymiskt, men varir
nógv ár, helst alt lívið.
Ígerðartíð
og sjúkutekin
Fyri bert tveimum árum
síðani varð mett, at um-
leið 30% av teimum, ið
fingu ávíst andevni móti
HIV í blóðinum, fingu
eyðkvæmi seinni, oftast
innan 5—6 ár aftaná.
Men amerikanskar kann-
ingar fyri stuttum hava
givið tað úrslit, at ser-
køn meta, at 50% av
teimum, ið eru smittaði,
fáa eyðkvæmi innan 10
ár eftir, at smittan er
hend, og at restin helst
fær sjúkuna seinni.
HIV -ígerðarsteðan kann
standa við leingi — ofta
fleiri ár uttan sjúku-
Aðrenn sjúk
an eyðkvæmi
eyðkenni
verður
staðfest kunnu fleiri
sjúkutekin vera, ið hava
varað í fleiri máar, eitt
nú soppasjúka í munni,
ring meði, nógvur fepur,
ringur sveitti um nátt-
ina, ringt lívsýki (diarré),
lættnan uttan kenda or-
sek, hovnir eitlar, serliga
á hálsi og undir hondum.
Eitlarnir kunnu annað-
hvert vera eymir ella
ikki sárir. Seinni, tá ið
eisini koma avísar lívs-
hóttandi ígerðarsjúkur
og/ella Kaposi sarkom
ella annar illkynjadur
vøkstur, er tað, at sjúk-
an eyðkvæmi verður
staðfest.
Við einum heilivági,
nevndur retrovir, ber til
at seinka framkomuna
av eyðkvæmi hjá fólki
við HIV-andevni nakað.
Hvussu spreið-
ist virus?
HIV smittar við kynslig-
um sambandi og við
blóði og ávísum blóðúr-
dráttum. Smitta frá
móðir til barn kann
henda í lívmóðrini ella í
sambandi við feðingina.
Tann langa tíðin, sum
gongur frá tí at eitt fólk
er smittað og til sjúku-
eyðkennini fyri HIV-
smittu vísa seg, ber í
sær, at stórur vandi er
fyri, at smittandi, sum
kenna seg heilt frísk,
kunnu smitta onnur.
Tað hevur týdning at
leggja áherðslu á, at
smitta ikki verður borin
manna millum á annan
hátt enn her nevnt. Tí er
gott at vita hetta:
HIV smittar ikki av van-
ligari samveru manna
millum.
Ikki er vandamikið at
nerta við ein, ið er smitt-
aður.
Vandi er eingin av at
taka onkran lut, sum
smittað fólk hevur nom-
ið við.
Smittan verður ikki bor-
in gjøgnum luftina.
Smittan verdur ikki bor-
in vid mati.
Vit kenna ongar tilburð-
ir, har ið smitta er hend
við at drekka av sama
glasi.
Ongin verður smittaður
av at nýta sama toalett
sum hin sjúki.
Eingin verður smittaður
av baðivatni, sum sjuk
lingurin hevur verið í
Eingin kunnleiki er um,
at nakar er vorðin smitt
aður av at kyssa ein ann-
an á munnin.
Hvørji eru í vanda
fyri at verða
smittað við HIV?
Ávísir bólkar av fólki
eru serligum vanda fyri
at verða smittaðir. Tað
snýr seg um hesar bólk-
ar:
Samkyndir (homoseksu-
ellir) menn (menn ið hava
kynsligt samband við
menn).
Tvíkyndir (hjáseksuellir)
menn (menn ið hava
kynsligt samband við
bæði menn og kvinnur).
Fólk, ið vannýta rúseit-
ur við at spræna tað inn-
anæðra (»stiknarkoma-
nar«).
Fólk vid bleðarasjúku.
Fólk frá Haiti og afri-
kanskum londum.
Tey, ið kynsligt sam-
band hava við fólk í om-
anfyrinevndu bólkum.
Til teirra, ið hoyra
upp í onkran av
vandabólkunum
Tey, ið hoyra upp í onkr-
an av nevndu vanda-
bólkum, skuiu vita, at
vanda fyri smittu við
HIV slepst bara heilt
undan við at halda seg
frá kynsligum sam-
bandi, ið ber í sær sam-
band millum slímhinnur
og millum sáð og slím-
hinnur.
Eisini skal áherðsla
verða legd á, at vandin
fyri smittu kann gerast
minni á henda hátt:
Hav kynsligt sam-
band við so fá fólk sum
gjørligt. Best er í kyns-
lívinum bert at halda seg
til eitt fólk. Serliga týdn-
ingarmikið er ikki at
hava tilvildarlig kynslig
sambond.
Nytsla av hit. Tað er
greitt, at HIV ikki kann
fara igjøgnum veggin í
eini hit, og rett nýtsla at
hit minkar ti í stóran
mun um smittuvandan
Samlega gjøgnum gat
ð (baktarmin) eigur ikki
Tey, ið vannýta rúseit
innspræningar
mugu ongantíð býta
sprænur ella nálir sind-
millum.
Fólk, ið hoyra upp í
vandabólkarnar, mugu
ikki geva blóð, sáð ella
yrkisgøgn (organ).
Teimum, ið leita
samband við
prostituerað
(mannfólk og
konufólk, sum
bjóða seg til):
Halt teg frá samlegu við
prostituerað.
Nýtið ið hvussu er al-
tíð hít.
Til teirra, ið ferð-
ast uttanlands:
Hav kynsligt samband
við so fá fólk sum til ber
og ið hvussu er ikki við
onnur enn tey, ið tú
kennir ógvuliga væl.
Nýt altíð hít. Mest ræð-
ur um at vera varin á
ferðum til afrikansk lond
og til Haiti, har sjúkan
serliga ofta kemur fyri. Í
nógvum stórbýum er
eyðkvæmi serliga van-
lig, eitt nú í Keypmanna-
havn. Av teimum 589 til-
burðunum, ið vóru skrá-
settir 1. mai 1990 í Dan-
mark,. vóru teir 427
skrásettir í økinum í ella
nærhendis Keypmanna-
havn. Mett verður sum
sagt, at nógv fleiri fólk
eru smittað, helst eini 10
ferðir so nógv.
Til teirra, ið eru
heilt uttan fyri
vandabólkarnar
Havið kynsligt samband
við so fa fólk sum til ber.
Halt teg frá tilvildarlig-
um kynsligum sambond-
um. Nyt id hvussu er hit.
Havið iki kynsligt sam-
band við prostituerað og
ólk, sum nýta rúseitur
innanæðra. Hóast
stersta talið av fólki við
eyðkvæmi Danmark
eru samkyndir ella tví
kyndir menn, so finnast
lond,
Afrika, har ey ðkv æmi er
eitt nu lond
monnum, t.v.s. har ið
smitta frá kvinnu og
mann og øv ugt er van-
lig: og i Suðureuropeisk-
um londum, til demis
Ítalia og Spania, er he-
teroseksuelt | samband
(vanlig kynslig samvera
millum mann og kvinnu)
í dag valdandi smittuor-
sekin.
Eru annars ivamál
viðv. eyðkvæmi, so ber
til at ringja til eyð-
kvæmislinjuna 18820
tysdag frå kl. 16 til 18.
Eisini ber til at ringja til
»AIDS-linjen« i Dan-
mark, tlf. 0339111 19, ið
svarar alt samdegrið all-
ar dagar.
At enda skal sum áður
verða mælt til, at feløg
av ymiskum slag —
ítróttarfeleg, ungmanna-
feløg, fakfeløg og onnur
— taka stig til fundir og
onnur tiltøk viðvíkjandi
vandamálinum eyð-
kvæmi.
Hegni Debes Joensen,
landslækni