Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Bali fyri alla - Tónleikur, dansur og myndasýning í Læraraskúlahóllini fríggjakvóldið. Øl eru vælkomin, eisini børn. Friggjakvøldid kl. 19.00 verður balinesiskt kvøld í Læraraskulahøllini. Á skránni eru tónleikur, dansur og ljósmyndir. Gamelanbólkurin hjá Tórshavnar kvøld- og ung- dómsskúla, sum Pentti Niemi hevur vant og stjórnar, spælir og Metty Sri Surbijanti, dansari úr Indonesia, framførir halgi- dansir av Bali. Millum annað verður framført eitt langt gamelanverk, sum eitur Manuk Rawa. Her fara tónleikarar og úr musikkskú Havn og Leirvík at úr Havnini bólkinum. Ivan Hanse skrivad upp verkið á B við føroysku tónleikar um. Hann verður eisini sjálvur við friggjakvøldid Ivan og Pentti hittust í 1988 - á Bali. Ørindini hjá báðum hagar somu: at granska gamlan tónleikin, k ypa ljóðtur voru icy og annað i ú samband um. Hugskotið un norðurlendskt (Pentti finskur) gamelansamstarv stavar frá hesi ferðini á Bali. Og nú koma fyrstu úrslitin, í Havn. KLAVER Á konsertini friggjakvøld- ið fara Anki Olsson og Rosgard Lingardson at spæla Balinese Ceremoni- al Music á klaver. Colin McPhee úr Kanada hevur umskrivað verkið til tvey klaver. Colin McPhee búði á Bali í tíggju ár í ra triatiårunum og hevur skrivað lærubók um tónle- ikin har. Benjamin Britten og Colin McPhee spældu Balinese Ceremonial Mus- ic inn á plátu í 1940 og verkið er á skránni hjá teimum flestu klaverduett- unum. Pentti Niemi, sum hev- ur verið triggjar ferðir á Bali, fer at sýna ljósmynd- ir (dias) haðani og kaffi og Gender-spælarar í gamel- anorkestri á Bali. (Mynd: Pentti Niemi). køkur verða at fáa. Tey, sum stíla fyri, leggja dent á, at talan er um eitt "fam- iljukvøld”, tað vil siga, at fólk eru vælkomin at hava børn við. Atgongumerkini kosta 40,00 kr. hd Nr. 72 — 16. maí 1990 Oyggin Bali er ein av 24 landspørtum í Indo- nesia. Balinesararnir eru ein av 300 etniskum bólkum og mál teirra eitt av teimum 250 í landinum. Bali er eystan fyri Java, oyggin er umleið fýra ferðir stórri enn Føroyar og har búgva tríggjar milliónir fólk. Útlendingar kalla trúnna hjá balinesarum Bali-hinduismu. Sjålvir kalla balinesarar trúnna Agama-Tirtal (vísindini um heilaga vatnið). Umleið 20.000 tempul eru á Bali og har eru altíð tempulstevnur og á øllum stevnum eru tónleikur, dansur og sjónleikur. Listin er partur av tú, sum verður brúkt til at heilsa gud- unum. Ábyrgdina av at fyri- reika framførslur hevur banjarin, byarkollektiv- ið, har hver familja hevur ein lím. Banjarin er framhald av familj- uni, tað vil siga, at familjan er partur av størfamilju, sum so aft- ur er partur av einum banjari. Í einum banjari eru millum 100 og 150 limir. Allir giftir menn noyðast at vera í einum banjari, ella noyðast teir at flyta. At vera í einum banjari hevur við sær skyldur og fyri- munir. Sosiali bygnaðurin í kommununum speglast í tónlistarbólkunum og í tónleikinum. Øll hava ábyrgd, tá eitt nú ein tempulstevna skal fyri- reikast. Onkur spælir, onkur dansar, onkur ber ljóðfórini, onkur smíð- ar. Onki verður hildið hava stórri týdning enn annað, skal stevnan eydnast væl. Bygnaðurin í tónleik- inum ger sterkari sosI- alu javnstøduna, tí í honum eru fle: løg, summi lættari enn onn- Føroyski gamelanbólkurin hjá Pentti Niemi spældi í Norðurlandahúsinum í vár. Friggjakvøldid koma nakrir tónleikarar afturat upp í bólk- Bali: oyggin har tónleikurin er livsneydugur ur, men øll mala um eitt åvist lag. Allar raddir hava sama tydn- ing, frå ti staka gong- slagnum av og og å til tað framkomna sinå- millum spælið millum trummurnar. At býta millum sín og hjálpa hvørjum gðr- um sæst eisini aftur í tónleikinum. Torførir partar verða býttir mill- um tvær ella tríggjar raddir. Tónleikurin hevur sera stóran týdning fyrr balinesaran. Hann er lívsneyðugur partur av bæði átrúnaðarligum og verðsligum hendingum. Hann verður mettur at hava so stóran týdning, at uttan hann virkar sam- felagið ikki. VÆL UMTOKTUR Tónleikurin av Bali gerst stødugt meira umtóktur í Vesturheim- inum. Fólki dámar tann rútmiska, ågrytna ton- leikin og nógvir tón- leikarar stovna gamel- anbólkar. Pentti Niemi, sum er musikkskúla- lærari i Føroyum, hev- ur í fleiri ár havt ein gamelanbólk í Gøte- borg og síðani 1980 hava Ivan Hansen úr Keypmannahavn og Per Nýrgárd stjórnað gamelanbólkinum Sol og Máne. Í ár er Pierre Dørge's Trio komin við í tann bólkin. Balenesiskur tónleik- ur verður spældur á glintandi metallofonir (minna um okkara vibrafonir), sum kallast jegog, gender. Reongin er eitt felagslj6dføri við lítlum, stiltum gong- skálum og í rútmu- bólkinum eru bekken- maskinan ching-ching, kempli og gongir. ymiskar in. Tey vera 12 í ti verkinum (Mynd: Pentti Niemi). á a %