týsdagur 22. mai 1990síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
uttanlands
- Føroya Symfoniorkestur hev-
ur fyrstu konsertina uttanlands
i Lerwick. Sama kvøld dansa
nólsoyingar i hetlendska høv-
uðsstaðnum.
Betri mentanarligt sam-
band millum oyggjalondini
bæði.
Føroya Symfoniorkestur
fer nú á sína fyrstu uttanl-
andsferð. Orkestrið skal
spæla í The Clickimin
Centre í Lerwick grund-
lógardagin 5. juni. Pláss
er fyri eitttúsund áhoyrar-
um í høllini.
Shetland Arts Trust
skipar fyri konsertini, men
Symfoniorkestrið rindar
sjálvt ferðina, sum verður
beint eftir konsertina í
Norðurlandahúsinum hvít-
usunnudag. Hálvthundrað
tónleikarar fara til Het
lands og á skránni eru før-
oysk verk og onnur norð-
urlendsk. Martin Mourit-
sen stjórnar orkestrinum.
NÓLSOYINGAR
DANSA
5. juni verður ein rættil-
igur tøroyskur dagur i Ler-
wick, tí um kveldið fara
nólsoyingar at dansa
folkadans á Shetland Hot-
el, í Old Time Dance
Club. 30 fólk vera í ferða-
lagnum úr Nólsoy
Vikuna eftir fara 14
skúlabórn úr Nólsoy til
Hetlands at vitja javnaldr-
ar.
STØRRI
SAMBAND
Sambandið millum Føroy-
ar og Hetland fer at økjast
í framtíðini vænta bæði
Norðurlandahúsið og Shet-
land Arts Trust. Tíðinda-
fundur var í Norðurlanda-
húsinum fríggjadagin, har
Arthur Watt, dagligur leið-
ari, og Rose Young,
nevndarformadur, í Shet-
land Arts Trust og Jan
Kløvstad, stjóri i Nordur-
landahúsinum, greiddu frå
nýbyrjaða samstarvinum.
Víst varð á millum annað,
at listafólk, sum koma til
Føroya ella Hetlands, eis-
ini kunnu vitja hitt landið,
tá tey kortini eru her norð-
uri. Jan Kløvstad helt, at i
1991 fór at bera til at hava
eina hetlendska viku í Før-
oyum og i 1992 føroyska
viku i Hetlandi.
hd
| Áskoðaramet
| skeivan vegin
Nr. 76 — 22. mai 1990
pre er vaksið, síðani Norrøni Eftirskúlin í Genner byrjaði. Tað var 35, 8 í 1987, sum var fyrsta heila
árið hjá skúlanum. Í 1989 var tað 41,9.
Skúlin hevur tríggjar kunningarfundir í Føroyum í næstu viku.
Norrøni Eftirskúlin:
Nógv hús í boði
Í Danmark
- Men vónin um at hava skúlan í Fóroyum er ikki slept.
Norrgni Eftirskúlin í Gen-
ner fer ikki enn at avgera,
um hann skal keypa bygn-
ingin, hann nú leigar, ella
annað hús í Danmark.
Bíðað verður eftir lands-
stýrinum, sum fer at
kanna møguleikarnar fyri
at seta á stovn eftirskúla í
Føroyum, upplýsir skúlin
í Genner í tíðindaskrivi.
Tað hevur ljóðað, at skúl-
in ætlar at lata upp ein
skúla í Assens á Fjóni.
Men onki er avgjørt um
nakað slíkt.
Hinvegin hava kanning-
ar verið. Norrøni Eftir-
skúlin byrjaði í 1986 og
næmingatalið veksur. Tí
er neyðugt at hugsa um
framtíðina hjá skúlanum,
serliga er brúk fyri meira
pl ássi í Genner. Skúlin
leig rar bygn in vid Gen-
ter Strand frå Jysk Børne
SI
ng fjør spurdi
skulin amtini i Danmark,
m nakrir bygning óru
lØKir Amtini sendu
k( ununum Í p 1
n n og I ev ri
KOMNAr ið ti Oðt l
HEIM UM EIN
MANAÐ
Teir 40 næmingarnir á
Norrøna Eftirskúlanum
fyrireika seg nú til fráfar-
ingarroyndirnar, sum eru á
føroyskum. Próvdómararn-
ir eru eisini føroyskir, lær-
arar, sum eru í Danmark.
Seks næmingar taka eis-
ini dugnaskaparroynd í
sigling. Skúlin eigur tveir
bátar. Hann hevur fyri
stuttum fingið eitt åttam-
annafar við motori, sum er
bygdur við Ljósáir. Før-
oyagrunnurin hevur stuði-
20. Báturin eitur Norrøna.
Tá skrivliga royndin er
liðug fyrst í juni, verður
útferð til vestur-Jútlands í
tveir dagar at vitja stovnar
og virki, eitt nú Viking í
Esbjerg, sum ger gummi-
bátar, eisini til føroysk
Skip.
Og 15. juni er útferð til
Hansapark í Vesturtýsk-
landi. Vinningurin hjá ki-
oskini hjá næmingaráðn-
um fíggjar ta ferðina.
Fráfaringarveitslan verð-
ur 21. juni og dagin eftir
koma næmingarnir heim
við Atlantic Airways.
FUNDIR Í
FØROYUM
Tey, sum ætla sær i skúl-
an í summar (hann byrjar
20. august) og avvarðandi
teirra, eru vælkomin á
kunningarfundirnar i Før-
oyum, mikudagin 30. mai
kl. 20.00 i Ósáskúlanum,
0 í Fugla-
31. mai kl. 2
fjarðar skúla og 1. juni í
Eysturskúlanum í Havn.
Skúlastjórin, Jóannes
Mohr, fer á hesum fundum
at greiða frá skúlanum.
Skúlin ger vart við, at
tilmelding eigur at vera
skrivlig. Heitt verður á
tey, sum hava ringt til
skúlan, men ikki sent inn-
skrivingarskjalið, um at
fáa hetta gjørt alt fyri eitt,
ætla tey sær pláss. Nøkur
pláss eru annars eftir kom-
Áhugað kunnu ringja til
skúlan, tlf. 074 698831,
ella nevndarformannin,
Jaspur Petersen í Klaks-
vík, tlf. 56400.
Adressan hjá skúlanum
er Sønderballevej 35,
Genner Strand, DK-6200
Aabenraa. hd
linnandura
Fritidin verður
ð Kynda tey legubái