Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 26. mai 1990 Síða 3 Er ein hussur farin útav? - spurdu fleiri havnafólk, tá til- samans ellivu politibilar, brandbilar, sjúkrabilar og kranabilar fóru ýlandi og blun- kandi niðan í Mjørkadal hós- kvóldið Kl. gott niggju Kristi Himmalferdarkvøld ringdi onkur til løgregluna og boðaði frá einum ferðslu- óhappi við Mjóðstýggj (við Mjørkadal) á streym- oynni. Ein bilur var farin útav, og ein maður sat skorðaður fastur, varð sagt. Hetta varð orsøkin til, at ikki færri enn ellivu serbilar gjørdu útrend á oynna. Hetta loypti f, sjálvandi rættiligan ótta á folk í høvudstadnum, sum hildu at okkurt heilt Í álvarsligt var áfatt. Ongin skaði Men tað vísti seg tíbetur, at vanlukkan ikki var heilt so Stór. Við í bilunum vóru triggir ungir menn. Bil- stjórin slapp heilt snikka- leysur, annar av hinum varð vidgjørdu: fyri skurðsl, meðan ein varð lagdur inn til kanningar til næsta dag. Um orsøkina til at so nógv varð gjørt burturúr tå Sum myndirnar sýna, fór bilurin sera illa. Men at senda heilar ellivu bilar niðan at taka sær a óhappinum, var kortini ikki neyðugt Myndir: Jens Wang Kristian útrendið varð gjørt, verður sagt av politistødini, at Fráboðanin ljóðaði so álvarsom, at tað varð hildið vera rættast at gardera seg". S-S- Ongin postur úr Danmark í dag, tí Danair hreyt avtaluna Posturin úr Danmark, berast skuldi út í dag, verður helst liggj- andi á posthúsinum í Havn líka til týsdagin. Orsøkin er, at Danair uttan at boða postverkinum frá avlýsti túrin í gjár Eingin postur úr Danmark verður borin út í dag. Tey ið hava postsmogu fáa hann mánadagin, meðan tey ið skulu hava hann útbornan mugu bíða líka til týsdagin. Orsgkin er, at flogfarið hjá Danair, sum eftir ferdaætlanini eigur at koma fríggjamorgun, av- lýsti túrin. Og tað er við hesum flogfari, at posturin skal koma. Ov fá ferðafólk At flyta postin til Føroya er sjálvandi ein tænasta Danair hevur átikið sær og sum felagið fær pening fyri. Tað er tí rættiliga løgid at teir uttan åvaring avlýsa ferðina - við tí úrsliti, at føroyingar fáa postin tveir-tríggjar dagar Ov seint. Vit hava spurt okkum fyri niðri, og har verður sagt, at avgerðin um at avlýsa túrin í gjár langt síðani er tíkin. "Av tí at fríggjadagurin lá millum tveir frídagar, var sera lítil ferðing, og fleiri innanríkistúrar vórðu avlýstir - harímillum túr- urin til Føroya", ljóðaði frågreidingin. At flogfelagið hevur avtalu um at føra postin til Føroya, hevur ikki verdi hugsað so nógv um. Men bæði av skriv- stovuni har ferðaætlanin verður løgd, og av post og pakkadeildini hjá Mærsk verður kortini sagt, at teir "beklager" at postverkið ikki er vorði kunnað um avgerðina... Ongantíð hent áður Esbern Midjord, post- verksstjóri, hevði í gjár Esbern Midjord: Danair hevur greitt framt avtalu- brot ikki hoyrt eitt orð um avlýsingini úr Danmark, og tað kom tí sera óvart á hann, tá hann hoyrdi tíðindini heima á post- húsinum í Havn. - Hetta er eitt greitt brot á avtaluna um postflutning til Føroya, og mær vitandi er tað ongantíð hent áður, sigur hann. Men Postverk Feroya fer kortini ikki at mótmæla hjá Danair um hendingina. - Avtalan vit hava er við danska postverkið, sigur Esbern. Og millum teir og Danair er so ein onnur avtala. Postverk Føroya fer tí at senda sína átalu til Det Danske Postvæsen, sum síðani má senda hana víðari til Danair. Við Atlantsflog Atlantsflog verður vanliga nýtt til at taka tann postin, sum av einhvørjari orsøk ikki fer vid Danair - tvs. allan postin i gjår. Men tad flogfarid kom ikki i Vågarnar fyrr enn móti kvøldi. Tað spari- Framhald á síðu 28