Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 26. maí 1990 tíðindablaðið — Eyðun Johannessen fer í næstu viku undir "Elverhøj", jubileumsleikin hjá Aarhus Teater, sum verður 90 ár næsta år. ELVERHØJ!" - Aarhus Teater fyllir 90 år næsta år og eg skal gera jubileumsleikin. Tad er onki minni enn "Elver- høj”. Hetta havi eg ukið sum eina avbjóðing. Vit byrja í næstu viku og premieran verður síðst í september. Vit høvdu Eydun Johan- nessen í telefonini miku- dagin og spurdu hann um framtidina, nu "Greven af Monte Cristo" gongur fyri fullum húsi. Ongin vandi er fyri, at tann 52 ára gamli leik- stjórin úr Havn verður arb- eiðsleysur. Hann er mill- um teir bestu og boð eru eftir slíkum fólki, sum á hvgrjari frumframførslu sannføra ummælarar og áskoðarar um stórar gávur og framúr gott handalag. Eyðuni dámar sera væl í Arhus og hann hevur eina avtalu við leikhúsið har um at seta upp tveir leikir um árið og so kann hann eisini seta upp ein leik aðrastaðni. Aarhus Teater eitt gott leikhús á allan hátt, sigur Eydun. Umstødurnar eru í lagi og fólkið er gott at arbeiða saman við og dugnaligt. larafturat ganga fleiri fólk til sjónleik í Århus enn í Keypmannahavn til dømis. - Vit hava gjørt um- mælararnar eitt sindur i ør- viti, men fólki dámar leik- in øgiliga væl. - I ørvitt? - Ja, onkur heldur, leik- urin er nakað lort. Aðrir eru hugtiknir. Vit arga teir eitt sindur. Eyðun hevur sett upp "Greven af Monte Cristo" í Aarhus Teater. Fyrsta framførslan var hósdagin í síðstu viku. - Tá eg sjálvur skal siga tað, so er hetta eitt ógvul- iga vakurt show... - Og langt... - Ja, triggjar og ein hálvan tíma her í bestu summartíð. Eg var eitt sindur spentur, tí tað er er 30 seint í leikárinum. Men atgongumerkjasølan gong- ur strúkandi. "Greven af Monte Cris- to" gongur ul 15. juni, tå leikhúsið fer i summarfrí. Leikurin verdur ikki upp- afturtikin í heyst, tað er ov dyrt. Talan var um at taka upp leikin til sjónvarps- sending, men hetta gjørd- ist ov dýrt, millum annað ti tiggju operasangarar eru við. SHAKESPEARE, HEINESEN, STRINDBERG Næstur á skránni hjá Eyð- uni Johannessen er Shake- speare, "Taming (the Shrew" (á donskum "Trold kan tæmmes"), á Det Dan- ske Teater í Keypmanna havn. Sýningarnar byrja í januar 1991. Síðani kemur ein annar meistari, Strindberg. Ebba Hentze er í ferð við at um- seta leikin "Kronbruden”, sum ongantíð er spældur í Danmark og sjáldan í Svø- ríki. - Tann leikin skal seg seta upp her í Árhus og so fari eg beinleiðis til Oslo, har "Glataðu spælimenn- inir" skulu hava premieru heystið 1991 á Norska teatrinum. Tað gleði eg meg ul. Eyðun skal eisini seta upp "De Fortabte Spille- mænd" á Folketeatret í Keypmannahavn í 1992. Og í 1992 skal hann seta upp Hamlet í Danmark. Eyðun kann ikki enn al- mannakunngera navnid á leikhúsinum. - Eg havi í optimismu keypt mær ein kalendara til ár 2000, leggur Eyðun skemtandi afturat práunum um framtíð hansara sum leikstjóri. FØROYAR? Føroyar standa ikki i hes- um ålmanakkanum hjå Eyduni. Ikki enn i hvussu so er. - Eg gangi og bíði og himprist. Eg havi hug at royna meg í Føroyum aft- ur, men spurningurin er hvønn leik nær og hvar. Eyðun idrar seg ikki um, at hann í 1979 av- gjørdi at flyta til Dan- markar. - Eg havi verid vælsign- að heppin og eg haldi eis- ini, at persónliga var hetta eitt gott tíðspunkt. Eg var búgvin at kasta meg út í tað, eg hevði gjørt roynd- imar í Føroyum. Eydun dylur ikki, at tad eru ólíka betri umstødur at fáast við sjónleik í Dan- mark enn tær, hann kennir úr Føroyum. Í Danmark fær leikstjórin brúkt alla sína orku og tid ul leik- stjórnina. Hann skal ikki eisini togast við politikar- ar og onnur um pengar og betri kor. Men tað er strævið í Danmark og tú kemur ikki sovandi til úr- slitini, leggur hann aftur- at. Hetta bilar tó ikki tað minsta, tí, sum Eyðun sigur, tað er stuttliga strævið. Hann roynir at hava ein steðg í ein mánað millum leikirnar. Síðst í juni ætlar hann ul Føroya "at kobla frá". SPENNANDI Eyðun Johannessen held- ur, tað er nakað tvætl, tå fólk siga, tað er onki uttan vanligt løntakararbeidi at vera professionellur leik- stjóri. - Tú stagnerar ikki? - Tí ræður ein sjálvur fyri. Eg haldi í hvussu so er, at tað verður meira og meira spennandi. Sum dómi um hetta, nevnir Eyðun Johannessen "Greven af Monte Cristo". Hann hevði ongantíð fing- ist við romantiskt melo- drama fyrr og hevði for- dómar um, at tað var grunt. Men hann noyddist endurskoða hesa áskoðan. Sannleikin er, sigur hann, at romantiska melodrama- ið sigur psykuni og dulv- itinum nógv meira enn sålarfrødin og nátúralism- an. - Hesar stóru, streym- Eyðun Johannessen hevur úr at gera næstu árini og honum dámar væl í Síða 13 Arhus, men hevur eisini arbeiði í Oslo og Keypmannahavn næstu árini. andi søgurnar hava nógv stórri árin á tær irration- ellu, undirliggjandi kreft- irnar. hd TRÍATI ÁR Eyðun Johannessen var 22 ára gamal, tå hann fyri 30 árum síðani, í 1960, fekk útbúgving sum sjónleikari á leikaraskúlunum hjá Kongaliga leikhúsinum og leikhúsinum í Odense. — 1961-1970 hevði hann listarligu leidsluna i Havnar Sjónleikarfelag og árini 1970-1973 var hann leikari og dramalærari á Aarhus Teater. Hann kom aftur til Føroya og var leiklistarligur rådgevi. I 1976 stovnadi hann saman við ødrum yrkisleikbólkin Grímu. Men í 1979 avgjørdi Eyðun at fara aftur ul Danmarkar. Hann fekk starvið sum rektari á leik- araskúlanum hjá Aarhus Teater og var í tí ul 1986. Síðani hevur hann verið leikstjóri og væl hevur gingist. Fáur leikstjóri í Danmark man hava fingið so nógvar rósur frá um- mælarunum. Eyðun hevur ferð eftir ferð vakt ans fyri stórar og sera umfatandi uppsetingar, sum krevja alt og vidhvørt meira aft- urat av húsi og fólki. Nevnast kunnu "Rocky Horror Show" og íkki minst "Lykke-Per". Eyðun Johannessen hev- ur eisini roynt seg á Kongaliga leikhúsinum, har hann fyrst í hesum ár- inum setti upp "Fædre og Sønner" hjá Turgenev hd