fríggjadagur 1. juni 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 1. juni 1990
Síða 9
Sjónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 20.30:
Matador
»Alt gongur, sum tað eigur«
Gentan Maja, sum kemur heim við Ulrik
Boldt hevur eydnuna við sær, tá ið jarn-
breytarmatstovan fær nýggjan eigara,
og Rede roynir eydnuna í politikki.
Stjórnin í Korsbæk banka hevur fingið
nýggjan formann. Agnes hevur úr at
gera, og hon og Mads Skjern uppdaga, at
tey eru ikki ólík. Ulrik kemur heim við
gentu, og Jergen Varnæs er nógv saman
við Iben og vinfólkum hennara.
Fríggjadagin kl. 21.30:
Westworid
Amerikanskur filmur
Eitt frítíðarpláss, har allir dreymar
kunnu gerast veruleiki. Tað er karmurin
um framtíðar-ræðufilmin frá 1973. Ferða-
fólkini kunnu koma til miðeldina, til tað
gamla rómverjaríkið ella til Tað villa
Westen. Har eru tey millum robottar,
sum liva, og ikki minst doyggja — men
hvat hendir, um robottarnir gerast villir?
Leygardagin kl. 20.30:
Australska náttúran
— 1 (6)
Fyri 50 mill. árum síðani var Australia
fjalt av regnskógi. Har er nógv djóra- og
plantulív, og lívihættir, sum í dag eru út-
deyðir alla aðrastaðni í heiminum, hava
yvirlivað har.
Leygardagin kl. 21.25:
Madurin á tekjuni
Gus Dahlstrøm, Bellan Ross og Carl-
Gustaf Lindstedt
Sviin Bo Widerberg, sum hevur gjørt
filmar sum »Elvira Madigan« og »Upp-
reisturin i Ådalen«, er ikki ein sokalladur
produktivur filmsinstruktørur. Men tå ið
hann so kemur við einum filmi, vænta
fólk sær nakað nógv av honum. Og tá ið
hann í 1976 kom við sínum fyrsta
kriminalfilmi >Maðurin á tekjuni«, fingu
fólk veruliga nakað fyri pengarnar.
Løgregiumadur myrdur
Eitt blóðugt morð er byrjanin til filmin,
sum er bygdur á skaldsøguna hjá Maj
Sjøwall og Per Wahioes. Offurið er tann
fyrrverandi politikommiserurin Stig Ny-
man. Tað er altso ein av legreglumonnun-
um, sum er myrdur, og tað eyðkennir
kanningararbeiðið. Martin Beck leiðir
kanningarnar, og tá kemur mangt fram,
eisini tað at mong hava motiv at drepa
Nyman.
Filmurin vísir løgregluna í arbeiði og er
sera spennandi.
Carl Gustaf Lindstedt spælir Martin
Beck og aðrir legreglumenn eru Hákan
Serner og Thomas Hellberg.
Lagt til rættis
Eila Smith Clementsen
Hittíst á tlf. 156 16
Hvítusunnudag kl. 21.10:
Svensk hjørtu — 1 (6)
Agneta Danielson og Doris Funcke sum
Marianne og Kristina
Hetta er framhald av sendireðini
„Svensk hjørtu«, sum varð send fyri uml.
einum ári síðani.
Vit byrja við einari krabbaveitslu. Eitt
ár er farið, og nógv er broytt
Torsten hevur búð einsamallur eina tíð,
tí konan, Elisabeth, er farin til USA at
vitja dóttrina. Hann hugsar ofta um hon
man fara at koma heimaftur til sín. Hon
er jú skotin í Henrik, sum nú er skildur
frá Kristinu. Henrik er fluttur í eina aðra
lítla íbúð.
Marianne er einsamøll mamma, sum
roynir at klára seg, men hon skilir ikki,
hví Ove, fyrrverandi maður hennara, er
heilt broyttur
Ein nýggjur persónur er komin uppí,
hvussu fer tað at ganga hjá honum í hús-
inum, sum hevur fingið navnið >Skils-
missehuset<
2. hvítusunnudag kl. 19.00:
Millum túsund andlit
Tvær kvinnur leita eftir
mammu síni
Susanne Jørgensen
Hevuðspersónarnir í filminum >Millum
túsund andlit< eru sera ymiskir. Lene er
38 ár og sera friðarlig. Susanne er 33 ár
og hon er opin og tosar við oll. Men eitt
hava hesar báðar felags. Báðar eru
adopteraðar burtur sum smáar og nú
royna tær at finna mammu sína.
Vit fylgja teimum í leitingini úr einari
skrivstovu í aðra.
Hvat er tað í veruleikanum, tær leita
eftir? Lene og Susanne siga báðar, at tær
noyðast at finna mammu sína fyri at
finna seg sjálvan.
Poul Martinsen hevur lagt sendingina
til rættis. Lars Schou er fotografurin.
2. hvitusunnudag kl. 20.30:
Ein maður kom við
tokinum
Spencer Tracy
Í hesum kenda spennandi filminum er
tað Spencer Tracy, sum hevur tann stóra
hevuðsleiklutin. Hann er maðurin, sum
kemur við tokinum í Black Rock, ein
einsamallur maður.
Men hvat vil hesin ein-armaði veteran-
urin frá seinna heimsbardaga á hesum
lítla plássinum? Hetta verður leingi ein
gáta. Hann gongur og spyr íbúgvarnar
um ein japanskfeddan benda, sum skuldi
búð nærhendis. Og á henda hátt kemur
nakað fram, sum nekur í Black Rock
royna at fjala.
Tysdagin kl. 22.10:
Lukkuligur
hjúnaskilnaður
Anne-Lise Gabold og Andre Dussollier
Dansk/franskur filmur frá 1975. Leik-
stjórnað hevur Henning Carlsen.
Filmurin er innspældur í Fraklandi og
Anne-Lise Gabold er einasti danski leik-
ari. Segan er um ein lækna, sum ein dag-
in finnur ein ungan mann, sum hevur
roynt at tikið lívið av sær. Læknin fær lív
í hann aftur, men maðurin er í eðini um at
hann ikki doyði.
Hósdagin kl. 21.45:
Wetherby
Vanessa Redgrave er hevuðspersónurin í
hesum enska filminum frá 1985. Hon
spælir ein lærarinna — eina kvinnu í
bestu árum — sum eitt kveldið hevur ein
gest til døguråa. Ein legin maður kemur
og dagin eftir hendir eitt „blóðugt
drama«.
Tá ið vit hyggja afturum síggja vit
Joely Richardson sum tann unga hevuðs-
persónin — og hon er eisini í veru-
ieikanum dóttir Vanessu Redgrave