fríggjadagur 1. juni 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Scansat/TV 3
Fríggjadagin kl. 18.35:
M.A.S.H.
Oberst Potter er móður at hoyra øll klaga
um, at ov lítið frítíðarítriv er á leguni.
Hann biður Hawkeye og B.J. gera nakað
við hetta
Fríggjadagin kl. 21.20:
McCall
Fyrrverandi starvsfelagi hjá McCall,
Meredith Browning, ringir til McCall og
biður hann koma heim til sín. Hon er
sannferd um, at Costa, sum hon nú ar-
beiðir fyri, ætlar at drepa hana. McCall
kemur — men ov seint. Meredith er deyð.
Helvtin av andlitinum er skotið burtur,
og McCall kennir seg sekan, tí hann kom
ov seint.
Aftaná jarðarferðina fer hann saman
við Control at leita eftir drápsmanninum.
Alt bendir á, at bodygardurin hjá Costa
er tann seki, men hann hevur eitt gott
alibi. Okkurt er, sum ikki samsvarar
Fríggjadagin kl. 22.20:
Last Days of Patton
Meðan allur heimurin fegnast um fridin,
liggur Patton generalur í einari song á
sjúkrahúsinum og hugsar um lív sítt og
um framtíðina. Hann minnist farna tíð —
viðgang og mótgang. Hann hugsar nógv
um ta kvinnuna, hann altíð hevur elskað
í loyndum. Filmurin vísir Patton eisini,
tá ið hann berjist sítt seinasta stríð á ein-
um hernaðarsjúkrahúsi móti einum
ósjónligum fígginda.
Hetta er amerikanskur sjónvarpsfilm-
ur frá 1986 bygdur á bókina hjá Ladislas
Faragos við sama heiti.
Leygardagin kl. 18.00:
A-Team - Taxa-kriggid
Ein litil taxa-fyritøka Lonestar Cab er uti
fyri herverki — allir bilarnir verða skadd-
ir. Tann, sum stendur aftanfyri brots-
gerðina, er ein onnur taxa-fyritøka, Love
Cab.
A-Team fer upp í Lonestar Cab sum
partnari og gjert verður av, at Love Cab
skal sleppa at gjalda dýrt fyri tað, teir
hava gjert.
Leygardagin kl. 19.00:
Golden Girls
Meðan genturnar gera mat til foðingar-
dagin hjá Robertu, vinkonu Sophiu, tosa
tær um minnisríkar feðingardagar, tær
fyrr hava hildið. Sophia minnist best sín
50 ára feðingardag, tá hon skeldaðist við
mannin hjá sær, Salvadore. Blanche
tosar um ein feðingardag, onnur hildu
fyri hana — óvæntað — og har allir menn,
hon hevði kent, vóru bodnir við. Og nú
skal okkurt henda
Leygardagin kl. 20.30:
»Løgreglubilur 6-z-4
svarar ikki«
Amerikanskur filmur frå 1979 eftir
tiðindablaðið
James Woods og Franlyn Seales
skaldsegu hjá Joseph Wambaugh, einum
fyrrverandi løgreglumanni.
Eitt leygarkveld eru tveir løgreglu-
menn úti við bilinum. Teir síggja tveir
menn í einum bili, og teir halda okkurt
logið er við teimum.
Og rætt er, menninir eru kriminellir,
teir leita eftir einum handli, har teir
kunnu gera eitt rán. Teir verða so upp-
gestir, tå ið løgreglumenninir steðga teim-
um, at framferðarhættir teirra elva til
eitt rættarmál, sum varar í fleiri ár. Film-
urin er bygdur á veruliga hending.
Leygardagin kl. 23.10:
Agathe Christie-
tímin — Jane sekir arbeiði
Hin unga, vakra Jane Cleeveland er ar-
beiðsleys og eigur ongar pengar, svong
er hon eisini. Grannin vísir henni eina
lýsing, har sekt verður eftir ungari
fransktosandi vakrari kvinnu. Einki
stendur um, hvat arbeiðið fevnir um,
men Jane fer at royna kortini. Eftir sam-
reðu við oberst Kranin fær hon starvið
og verður send til arbeiðsgevaran — stór-
hertoginduna Pauline av Ostravien. Jane
skal brúkast til dupultgangara hjá stór-
hertoginnuni, tí hendan er fleiri ferðir
hótt við at verða rænd.
Sama kveldið sigur Jane Nigel frá ar-
beiðnum, hon hevur fingið. Hann heldur
hetta vera ov vandamikið og ger av at
fara aftan á henni dagin eftir
Sunnudagin kl. 13.45:
Tarzan og veiði-
menninir
Johnny Weismuller, Brenda Joyce og
Johnny Sheffield
Sunnudagin kl. 16.00:
Drekadreparin
Amerikanskur filmur frá 1981. Tá ið
tann gamli gandakallurin Ulrich doyr, fer
ungi lærlingurin hjá honum, Galen, til
Urland, har hin risastóri drekin Varmi-
thrax herjar millum alt fólkið.
Fyri at halda hann í góðum lag, verða
ungar útvaldar gentur latnar honum.
Galen setir sær fyri at gera av við drek-
an. Men at droyma um at drepa ein dreka
er eitt — annað er at fremja tað.
Sunnudagin kl. 19.00:
»Kvinnan við ongari
samvitsku«
Barbara Stanwyck og Fred MacMurray
Amerikanskur filmur frå 1944 bygdur å
skaldsøgu eftir James M. Cain.
Walter Neff arbeiðir í einum trygging-
arfelag og metir tí ríku Phyllis Dietrich-
son. Í byrjanini letst Phyllis at vera ein
vanligur kundi, men so við og við vísir
hon sítt sanna andlit. Hon ætlar at drepa
mann sín fyri at arva hann og hon sigur
Walter frá ætlanum sínum. Morðið verð-
ur framt — og tá kemur nógv fram
Mánadagin kl. 19.30:
Columbo
1—0 dråpsmadurin
Eigarin av einum professionellum fót-
bóltsliði verður myrdur av lidskipara-
num, Paul Hanlon. Vid einari elektron-
iskari uppfinning eydnast tað honum at
fáa eitt gott alibi, og Columbo, sum ill-
tonkir hann, hevur trupult við at prógva,
at hann er sekur. Í kanningararbeiðinum
kemur Columbo í samband við basket-
liðið Los Angeles Lakers, og Eve Bab-
cock, sum er skøkja og hon heldur
Columbo vera ein av hennara kundum.
Mánadagin kl. 22.20:
»Comax
Dr. Susan Wheeler hevur illgruna um, at
okkurt gåtuført fer fram á sjúkrahúsin-
um, har hon arbeiðir. Nógvir sjúklingar
eru endaðir í coma eftir at hava fingið
heilt vanligar skurðviðgerðir, sum
kanska eisini vóru óneyðugar. Tá ið vin-
kona hennara Nancy fer í coma eftir eina
abort, fer Susan at kanna, hvat fer fram.
Hon fær, móti hansara vilja, vinmann sín
dr. Mark Bellows at hjálpa sær. Hon upp-
dagar skjótt at nakað ræðuligt fer fram.
Læknar og handilsmenn reka handil við
likamslutum — og nú er hennara liv eis-
ini í vanda.
Filmurin er amerikanskur og er frá
1977.
Týsdagin kl. 20.30:
Murphy Brown
Jim fer til Libyen á síni fyrstu uttan-
landsferð í samband við arbeiðið síðani
1973. Hin ungi Miller Redfield skal av-
loysa hann, meðan hann er burtur.
Murphy finnur útav, at leiðslan hevur
ætlanir um at lata Miller fáa arbeiðið
fast, og saman við hinum finnur hon
uppá okkurt at bjarga Jim.
Nr. 83 — 1. juni 1990
Týsdagin kl. 22.20:
Ten Wanted Men
Am. western frá 1955 við Randolph
Scott í hevuðsleiklutinum.
John Stewart er ein tann stersti av
rancheigarunum í Arizona. Men vald er
ikki tað, hann ynskir. Hann vil sleppa at
liva í friði við familju síni og umhvervi
hansara hevur somu ynski. Men ein ann-
ar stórur rancheigari nærhendis, Wick
Campbell, hugsar eðrvísi. Hann trýr
framvegis uppá vápnamegi og harðskap.
Hesir báðir menninir berjast — og bara
annar kann vinna
Mikudagin kl. 18.35:
»Kronblom kemur
til byin« — Svenskur
filmur frå 1949 eftir
Elov Petersen
Kronblom verður noyddur at stríðast
móti bureaukratinum heima í Vinkel-
boda, tá hann ger av at gera nýggjan
svínastíggj. Samstundis er sterki maður-
in í býnum, Rovlund, farin til Stockholm,
har hann ætlar at gerast ríkisdagsmaður.
Hann yvirtekur eina kaffistovu har, sum
gongur illa, og selir hana víðari fyri
okursprís til frú Fridh, vermammu Kron-
blom. Tá ið hon uppdagar, at hetta var
eitt vána keyp, fara Kronblom og konan
til Stockholm at hjálpa henni.
Mikudagin kl. 20.00:
Livid um tey 30
Michael og Hope eru hvør sær upptikin
av arbeidi sinum. Michael fær lønar-
hækking og hann sigur tad ikki fyri
Elliot. Hope verður betri og betri við
John Dunaway. Tá ið John bjóðar Hope
arbeiði í D.C., fer hon at tosa við teir,
hóast Michael biður hana lata vera.
Mikudagin kl. 22.50:
»9 til 5«
Judy og Doralee yvirtala Marsha at hitta
mann sin, sum hon er um at verða skild
frá, tí tey hava nógv at tosa um. Marsha
fer heim til Don fyri at tosa álvarsliga við
hann. Men hetta kveldið verður nógv
hugnaligari enn hon hevði hugsa sær,
hon verður har fyri náttina. Dagin eftir
er Marsha erkymlað um tað, sum hent er.
Hósdagin kl. 18.35:
Remington Steele
>Drápsmaður — ella
bara tjóvur?a
Grace Kelton er kleptoman og hevur stol-
ið fleiri kostnaðarmiklar standmyndir frá
ymiskum antikvitetshandlarum. Ein
teirra, Leonard Majak, hýrir Lauru at
fanga Grace og at fáa tjóvagóðsið aftur
til rætta eigaran. Laura fer aftan á Grace,
og heima hjá Grace finnur hon stand-
myndirnar. Hon tekur tær við sær og let-
>