leygardagur 16. juni 1990síða 23
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 16. juni 1990
ur av ferðalagnum, o.u.
20 fólk, sóu so ein stóran
part av Feroyum í góð-
veðrinum; ja, tey vóru
heilt norðuri í Funningi
og m.a. inni á gólvinum
hjá Mackay, ið eisini er
gamal Lovat Scout. Tey
vóru eisini runt um
Skálafjorðin og komu
seint aftur tann dagin
vælhýrd og vælnegd við
túrin. Maðurin, ið her
vísti sína samkenslu í
verki, var Svend Lútzen,
ættaður úr Klaksvík, nú
búsitandi í Havn. Hann
syrgdi eisini fyri, at teir
sluppu til Klaksvíkar
hósdagin og har vóru við
í teirri skrá, ið var gjørd í
sambandi við tiltakið, tó
var skráin tíverri ógvu-
liga lítil, men teir sóu so
Christians-kirkjuna, 3
teir vóru sera hugtiknir
av. Ætlanin var at fara
til Viðareiðis, men ti-
verri varð tidin ov stutt
til, at hetta eydnaðist.
Klaksvíkar Býráð bjóð-
aði ellum luttakarunum
ein góðan morgunmat i
stásiligu helum Klaks-
víkar Dansifelags.
Vegna Lovat Scouts vil
eg her nýta hevið at
takka býráðnum fyri
tann bliðskap og ta væl-
vild, ið teir sýndu hesum
gomlu | monnum, og
Svend fyri, at hann
gjørdi tað møguligt at
koma norður. Enn eina-
ferð hjartans tøkk!
Í Vágum vóru teir ti-
verri ikki. Tað var jú ikki
so lætt hjá teimum or-
sakað av, at teir jú onga
skrá høvdu at luttaka í
og hver túrur mátti fyri-
reikast frammanundan.
Áhugin var kanska ikki
so stórur at fara hagar.
Lovat Scouts høvdu ikki
steð í Vágum, har vóru
mest Pioneer Corps og
Royal Artillery og onnur
ensk herlið. Tó má sig-
ast, at vóru teir við í ein-
ari almennari skrá í Vág-
oynni, so hevdu teir
sjálvandi glaðir luttikið.
Hýrurin á teimum
tríggjar teir fyrstu dag-
arnar var í botni og tað
gjørdi vertum teirra ilt
at síggja; tað var so lítið,
hesir kundu gera at
hjálpa teimum og av-
leiða tankar teirra. Ég
sjálvur var eisini í depur-
huga. Hetta tiltak varð
ikki tað, eg alla tíðina
hevði vónað, og tað var
so lítið, eg kundi gera, tí
eg hevði einki felag aft-
anfyri meg. Tó okkurt
mátti eg gera. Eg hevði
hjálpt teimum henda
vegin og eg kundi ikki
bara lata alt standa til.
Ég visti, at teir høvdu
verið nógv inni á Toftum
undir krignum. Hevdu
ferðast nógv millum
Havnina og Toftir. Í al-
mennu skránni stóð, at
m.a. skuldi Tatoo vera á
Svangaskarði týsdagin,
og eg visti, at teir hevdu
verið glaðir, um tað
eydnaðist teimum at
koma hagar og helst lut-
taka onkursvegna. Tá
tók eg ta avgerð at
ringja til formannin fyri
Nes sóknar kommunu og
spurdi hann, um teir ikki
kundui taka sær av vete-
ranunum og fáa teir við í
skránna. Formaðurin
var sum vera man bilsin
yvir henda fyrispurning
(tí hann roknaði óivað
við, at veteranarnir vóru
við í ellum hesa vikuna:
tað vóru teir bara ikki, tí-
verri). Hann lovaði at
ringja aftur um ein tíma.
Tað lyfti helt hann og í
telefonini beyð skrivari
kommununar veteran-
unum at vera hjartaliga
vælkomnar. Teir skuldu
fáa teirra egna buss og
vera við í ellum tí, ið
var fyrireikað á Skála-
fjørålnum henda dagin.
Stór frei var á teimum,
tá ið teir frættu um
hetta. Eg var eisini glað-
ur yvir, at teir nú fingu
hevi at taka lut á Skála-
fjøråinum. Koyrt var
runt um fjørdin aftanå,
at kanónin var avdúkað
å Toftum um morgunin.
Å Strondum hevdi bygd-
arráðið boðið morgun-
mat í bygdarhúsinum, so
var farið til Skála, har
bygdarrðaið bjóðaði ein
kaffimunn, hóast hetta
ikki var á skránni, men
hesin steðgur kom kort-
ini ellum væl við. Til
Geturnar varð ikki farið,
tó varð koyrt eitt sindur
oman móti Syðrugetu, ið
nógvir av teimum kendu
væl frá krígnum. Í Seld-
arfirði varð eisini ein
steðgur, har fleiri av
teimum komu í prát við
eldri bygdarfølk um
farnar dagar. A
Glyvrum varð farið inn á
nýggja fornminnissavn-
ið, Forni av navni. Hetta
savn er sera forvitnisligt
og væl fyriskipað av
dugnaligum fólkum við
ansi fyri gamlari ment-
an. Har vóru heilar tvær
stovur við einum hópi av
myndum av Skálafjorð-
inum tiknar undir kríg-
num og tær allarflestu,
um ikk allar, hava ong-
antíð verið á prenti áður.
Hetta var vorðið sum
hjá okkum, ið við vóru,
og ikki minst veteranun-
um, ið kendu seg aftur á
fleiri av myndunum. Teir
skrivaðu eisini nevn
teirra undir hesar, tá ið
eingin tekstur var. Jú,
sanniliga eitt frálíkt
savn.
Seinast á skránni á
Skålafjørdinum var eitt
sokallað tatoo á Svanga-
skarði. Har var ymiskt
undirhald við lutteku av
báðum gestaorkestrun-
um og kreftum á stað-
num og í Eysturoynni
annars. At enda var ein
finala, har allir luttak-
ararnir marsjeraðu inn á
vellin og stillaðu upp
miðskeiðis. Til hetta
sluppu veteranarnir at
vera við og tað vóru teir
sera fegnir um, men tað
var bert tí, at teir komu
so seint inn í skránna.
Annars var ikki ætlanin,
at teir skuldu vera við.
Nokk um tað; teir vóru
nú viðurkendir og tað
var tað, ið hevði sterst
týdning fyri teir. Tað var
fyri hesari viðurkenning,
hóast hon varð í seinna
lagi, sum gamlir vinir, at
teir vóru komnir henda
laga veg. Nú kundu teir
fara heim aftur og siga
landsmonnum sínum
frå, at teir enn høvdu
nógvar góðar vinir um
alt landið, og serliga á
Toftum og aðrastaðir á
Skálafjorðinum. Ja, eg
kann við vissu siga, at
blíðskapurin og vælvild-
in inni í Eysturoynni
tann dagin var teimum
- =
VV UGGI
so kærkomin, at túrurin
til Feroya hóast eina
dapra byrjan varð væl
eydnaður og teir kundu
fara negdir av stað aftur.
Aftaná bjóðaðu Nes
kommuna og Runavíkar
Býráð veteranunum ein
frálíkan degurða. Hesa
vælvild og henda blíð-
skap vóru veteranarnir
sera fegnir um og eg vil
Lovat Scouts vegna
takka hesum myndug-
leikum og skrivaranum í
Nes kommunu fyri heið-
urin, ið tá varð vístur
hesum monnum. Enn
einaferð hjartans tekk!
Uttan at nevna nekur
nevn, vil eg eisini nýta
hevið til at takka teim
mongu á Skålafjørdin-
um, ið vístu blíðskap og
beinasemi og gjerdu
teirra til, at hesin dagur
seint verður gloymdur
av veteranunum.
Líkasæla og tverrandi
áhugi myndugleikanna
fyri hesum gomlu her-
monnum gjerdi tað, at
hesir
1) ikki sluppu at mar-
sjera niðan í býin frá kei-
uni aftan á komuna við
Smyrli leygarkvøldid 12.
mai. Tad var møguliga
orsakad av, at teir heilt
óvæntað sluppu so seint
í land.
2) ikki sluppu at mar-
sjera inn á nýggja
kirkjugarðin (ja, ikki
sluppu við í skrúðgong-
una frá keiuni yvirhevur)
sunnudagin 13. mai, og
hetta vóru teir sera
keddir yvir. Eisini slapp
leiðari Lovat Scouts ikki
at standa saman við
teim hegu monnunum
áðrenn og aftaná niður-
leggjanina av kransun-
um á bretsku militer-
gravirnar á nýggja
kirkjugarði.
3) ikki vórðu bodnir við
til samkomuna á Blinda-
stovninum sama dag,
hóast innbjóðarar vóru
Føroyskt-Bretskt Felag
og bretski sendiharrin í
Keypmannahavn.
4) eisini slapp leiðari
Lovat Scouts ikki heldur
at sita við tað borð, ið
hann sum innboðið um-
boð fyri sína herdeild
átti at sitið við, men
mátti so pent seta seg á
annað pláss í salinum, ið
víst varð honum á.
Hetta varð gjert móti
honum, hóast hann beint
frammanundan hevði
handað legmanni gávu
frá herdeild síniá hesari
fráfaringarveitslu í Bad-
minton-hellini fríggja-
kveldið 18. mai. Ja, skilj-
ið slíkt hver ið kann!
5) Óivað eru fleiri dømi
um fylgjur av mistakin-
um, sum eg ikki havi
frætt um, so vit lata tey
verða ónevnd. Tó kann
eg ikki lata vera við at
nevna, at Tórshavnar
Býráð kundi ikki so
frægt sum lata teimum
ein minibuss ella annað
akfar, hóast fleiri av
teimum vóru illa gongd-
ir. Hetta var jú teirra
býur undir krignum. Her
áttu teir nógv spor.
Vorðið sum blíðskapur
má sigast!
Gjørt er gjørt og gjørd
gerå gerst ikki umaftur,
men eg vil at enda bert
vóna, at henda heldur
drúgva frágreiðing til al-
menningin um vantandi
luttøku og vanlagnu
veterananna í hesum
annars frálíka tiltaki, fer
at gera sítt til, at land-
sins myndugleikar ikki
einaferð afturat, um ann-
ars aftur nakað tílíkt
verður fyrireikad, fara at
gera ein slíkan brelara;
ja, tað er torfert fyri van-
7 ver
$6106039%60323+
Síða 21
lig fólk at ímynda sær, at
ein sovorðin brelari kann
gerast einaferð afturat
Ferir henda frágreiðing
hetta við sær (og tað
vónar alt Feroya fólk), so
hevur henda
ikki verið til
men ábyrgdina fyri, at
skriving
fánýtis,
tílíkt ófatuligt kundi
henda, mugu lands-
myndugleikarnir, Tórs
havnar Byråd, fyribils-
nevndin og hjálparfólk
teirra taka á seg. Hana
sleppa teir ikki undan.
Allarsíðst vil eg egna
og Lovat Scouts vegna
takka ellum vertunum,
ið gjørdu tað møguligt
hjá teimum at koma
higar; Svend Lútzen fyri
hansara einastandandi
vælvild og hjálp móti og
til hermenninar; Klaks-
víkar Býráð, Nes sóknar
kommunu, Runavíkar
Býráð, Stranda bygda-
ráð, Skála bygdaráð og
fornminnissavnið Forni
fyri synda vælvild,
áhuga og blíðskap ann-
ars móti gomlu her-
monnunum og ikki
minst teim mongu ein-
staklingum (her kann eg
ikki lata vera við at
nevna Niclas Foldbo,
verkfreðing, ið var mær
til so stóra hjálp á keiuni
á Toftum), ið vístu teim-
um blíðskap allastaðni,
teir komu. Hetta er
tykkum ellum til stóran
sóma! Enn einaferð
hjartans tøkk!
Fyri upptekuna takki
eg blødunum!
Finnbjern H. Dam,
Í Brekkuni 7,
100 Tórshavn
Eftirskrift:
Henda skriving, ið eg
bert fór í holt við eftir
nógvan iva fyri og ímóti
og bert eftir, at ell tey
fólk, ið eg hevði tosað
við, hevdu mælt mær til,
fer meguliga at fáa fylgj-
ur fyri meg persónliga,
men hvat so hesar
kanska verða, so eri eg
tilreiðar at taka tær. Og
hví? Jú, eg veit, at eg við
hesari frágreiðing, ið
ikki sum vant (tå ið eg
skrivi okkurt) hevur giv-
ið mær nakra sum helst
gleði, og hon er annars
senn úr enda í annan,
havi kanska alt Feroya
fólk aftanfyri meg og tað
er ein ómetaligur lætti
hjá mær. Eg vil eisini at
enda siga frå, at eg svari
ikki uppá nakra sjófor-
klåring, ið meguliga
kemur í bleðini. Tað vildi
verið tápuligt og mær til
lítlan sóma.