Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Í hesum døgum er CISV-lega í Sankta Frans Skúla í Havn. 49 børn úr 12 londum luttaka - og mest nýtta málið er fingramál... Honduras, El Salvador, USA, Canada, Tailand, Egyptaland, Frakland, Latið tykkum úr skónum" stendur uttanfyri hurðina í - á ellivu málum inkta Frans Skúla Nógv ítriv er á leguni Italia, Danmark, Svøriki, Noreg og Føroyar. Hesi eru tey 12 londini, sum eru umbodad å CISV- leguni i Sankta Frans Skúla i Havn i hesum døgum. Fyra børn og ein leidari eru úr hvørjum landi. Harafturat koma nakrir 16 ára gamlir "ungleiðarar", og við kgksfólki og hjálparfólki annars, eru tey góð 60 fólk á leguni. Allir dagar annaðleiðis A CISV-legur sleppa bert børn, ið eru 11 ár! Hetta verður hildið at vera júst tann aldur, tá børnini eru nóg búgvin at fara burtur einsamøll, men framvegis ikki hava fingið fordómar mótvegis ødrum fólka- sløgum, og eru opin fyri øllum. Og tí gongur eisini væl á leguni í Sankta Frans Skúla, hóast børnini koma frá sera ymiskum londum, og ikki færri enn 11 tungumál eru umboðað. Skilja tey ikki hvønn annan, ber altíð til at nýta fingramál! Tey spæla og arbeiða alla tíðina saman við ødrum, og fyri at tað ikki skal verða keðiligt er hvønn dag okkurt nýtt og annaðleiðis á skránni. Ein dagur kallast t.d. "Crazy Day". Tá gera tey Nr. 111 — 19. juli 1990 Tey 49 børnini saman vid leidarunum, avmyndad i uttanfyri Sankta Frans Skúla í sólskininum týs- dagin Myndir. Jens Kristian Vang alt øvugt ella annaðleiðis. Klæðini eru á ranguni, borðiskarnir venda øvugt OL Ein annar kallast "Corporation Day". Tá samstarvar gll legan um t.d. at rudda og vaska bæði úti og inni. Á "International Day" vísa tey ymisku londini sínar tjóðardansir og onnur sermerki fyri hinum. Og á "Open Day" sum varð hildin í gjár, var almenn framsýning av ymiskum. Ongin leiðari CISV hevur nú virkað í fleiri ár í Føroyum. Eini 20 børn við leidarum fara avstað hvørt ár, og annað- hvørt ár verður eisini lega hildin í Føroyum. At fáa nógv børn at luttaka, hevur ikki verið nakar trupulleiki. Men verri gongst við leiðar- unum. Fyri at fáa ein leiðara til tey føroysku børnini á hesi leguni, varð lýst bæði í bløðum og sjónvarpi - men ikki ein meldaði seg! Ein av teimum ið stílar fyri leguni, mátti tískil eisini vera leiðari hjá teimum. Men við góðari hjálp frá tveimum ungleið- arum, gongur alt kortini. Legan í Havn byrjaði 29. juni og hon endar 26 juli. S-S-