Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 1. september 1990 S íða 7 7 Sjónvarp Føroya Leygardagin kl. 16.10: ”” . . Visindi Ein av spurningunum aftan fyri »Vis- indi« hesaferð er: Kunnu danskir gransk- arar klára seg sammett við aðrar? „Vísindi“ hevur biðið nakrar enskar granskarar við Science Policy Research Unit við University of Sussex, Brighton í Suðuronglandi kanna megina í danskari vísind. Stig Krabbe Barfoed So er spurnarkappingin aftur. Fýra lut- takarar eru og teir hava hver sítt evni. „Ég vildi fegin hava fleiri kvinnur vid«, sigur Stig Krabbe Barfoed, sum leggur til rættis. Evnini eru: Dansk og inter- national atletik, enskur punk-rockur, Ernest Hemingway og danskir náttfir- valdar. Leygardagin kl. 21.00: Tann 10. maðurin Graham Greene skrivaði skaldsøgu sína >The Tenth Man« í 1944, meðan hann var undir einum tvey ára sáttmála hjá ameri- kanska filmsfelagnum Metro-Goldwyn- Mayer. Handritið til skaldseguna lá gloymt í arkivunum hjá MGM í nógv ár, til tað kom fram í 1983. Segan er úr tí hersetta Fraklandi undir seinna heimsbardaga. Ein sakferari, Chavel, verður handtikin av týskarum og koyrdur í fongsul saman við eðrum til- vildarliga handtiknum. Tríggir av fang- unum skulu skjótast í lýsingini — hver tað skal verða, mugu teir sjálvir um. Tá ið valið fellur á Chavel, bjóðar hann tí, sum vil doyggja í hansara stað, alla sína ogn. Hetta vil ein fátækur ungur maður, sum skrivar nýggja arv sín til mammu sína og systir sína Theresu. Eftir kríggið vendir Chavel aftur til hús »sini«, har Theresa nú býr saman við mammu síni. Hann fær arbeiði har og verður forelskaður í Theresu, men hon vil hevna bróðir sín. Alt verður uppaftur fløktari, tå ið Carosse kemur uppí. Hann er kendur sjónleikari og er eftirlýstur fyri morð. Leikurin hjá Greene um skuld og lagnu kann nú byrja av álvara. Leikararnir: Anthony Hopkins, sum spælir Chavel, er ein kendur enskur sjón- leikari. David Jacob, sum spælir Carosse, er kendur í Danmark av „Jeg, Claudius«. Jack Gold hevur leikstjórnað eftir myndariti hjá Lee Langley, og sjónvarps- filmurin er frá 1989. Sunnudagin kl. 20.25: Tokið — (1:2) Ben Kingsley spælir Lenin Fyri 73 árum síðani, á várið 1917, sendu týskararnir russaran Vladimir Lenin til St. Petersborg. Sama árið varð zarurin rikin frá valdinum. Sendireðin greiðir frá politisku steðuni og um privatlívið hjá Lenin. Leslie Caron og Jason Connery eru eisini við. Sunnudgin kl. 22.50: Natica Jackson Michelle Pheiffer spælir Natica Jack- son, saman við Hector Elizondo. Henda triðja sendingin um Hollywood er um eina kenda sjónleikarkvinnu, Natica Jackson, sum sýnist at eiga alt. Men hon keðir seg, til hon ein dagin hittir Graham. Tey fara at ganga saman, hon tekur hetta ikki serliga álvarsliga, men tað ger hann. Týsdagin kl. 22.40: Reyðir kossar — fr. filmur Nadia er 15 ára gomul og býr í París í 1952. Hon svevur við eini mynd av Scar- let O'Hara úr »Borte med Blæsten« undir koddanum, og hon elskar yrkingar, kirkjugarðar og Stalin. Nadia er komm- unistur — júst sum foreldrini. Hesin franski filmurin er frá 1985. Fríggjadagin kl. 20.30: Heiðið og kristið Øll familjan Herriot. Sjónvarpið kemur á Yorkshire leiðina i hesum partinum, og Siegfried tekur ímóti tí við opnum ermum. James og Helen eru kedd um eina kettu hjá einum gomlu manni, men tíbetur bagir kettuni einki, kortini. Hon hevur bert etið nakað av heilivági hjá manninum. Hetta er sein- asta sending um djóralæknarnar í hesum umfari. Fríggjadagin kl. 21.20: Sirkus Hósdagin kl. 21.00: Tú mást vera maðurin Alice (Diane Keen) og Tom (Tim Brooke-Taylor). Alice vil ikki fara til Amerika. Agenturin hjá henni, Miranda, brúkar allar snildir at lokka hana. Og Tom drekkur seg full- an í hesum partinum av ensku skemti- reðini. Vit skulu síggja artistar úr Peking, sum eru kendir um allan heim.