Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 140 — 15. september 1990 €, eg SKITUO Í Blådypi er tónleikur á skránni hvort leygarkvold, har ymiskur tónleikur og sangur er at hoyra. Í kveld spælir og syngur Eyðun Nolsøe sum vanliga er við í tónleika bólkinum Frændur. Sosialurin hitti Eyðun Nolsøe í vikuni, tå hann vandi til framførsluna i kvøld. "Familjuband" Eydun Nolsøe er 24 åra gamal, men kortini ungur í tónleikaheiminum Hann var ins og so aður fyri tónleiki og var um sjey ára gamal Fyrstu ferð hann framførdi á konsert, var hann 11 ára gamal og spældi violin Hetta var á næminga- konsert í Klaksvík. Hann var 16 ára gamal, tá hann fór at spæla í tónleika- bólkinum Frændur. Eyðun sigur sjálvur, at tað var Rani, beiggi hansara, sum vildi tað so. Rani og Steintór Rasmussen vóru vinmenn. - Tú kanst siga, at hetta var eitt "familjuband,"“ ti KK! Eyðun Nolsøe, tónleikari: Tónleikur nýtist il at vera einkisigand -boðskapurin um frið og kærleika verður ikki avoldaður, hóast heimsmyndin nú er bjartari enn í 80'unum, tá ræðslan fyri var ein hóttan fyri mannaættina morgindegnum Is Christian bróður var int vid Hóast tónleikarnir i Frændur hava givið fleiri plátur út, og hava spælt kring Føroyar í fleiri ár, so hava teir sum einstaklingar eisini gjørt seg galdandi i tónleikaheiminum. Tad, at tú nú eisini reynir teg sum einstakur á palli, er tað tekin um at Frænd- ur nú er farin í sóguna? Nei, tað er hann als ikki, og eg vænti heldur ikki, at vit fyribils fara at gevast. Upprunaliga vóru tað Steintor Rasmussen, Rani bróður og eg, sum myndaðu Frændur, men tað hava eisini verið aðrir góðir tónleikarar gjøgnum árini, sum hava stuðla okkum. Seinastu árini hava vit tó havt framúr gott samsatrv við dugna- ligatónleikabólkin Plúmm. Vit hava spælt til dans kring oyggjarnar í summ- ar. VINARBOND Steintór, Rani og eg hava knýtt so sterk vinar- bond, at har er eingin kjansur at slíta. Vit hava eisini ennur áhugamál, eitt nú telva vit. Vit halda saman og skriva yrkingar og smíða løg. Tað er ógvuliga kveikjandi fyri okkum. Vit halda ikki, at vit eru lidnir enn. Nú roynir tú teg einsu- mallan á pallinum? - Tað fari eg at royna. Tað er tó eingin sum sigur, at vit altíð skulu framføra í felag. Tað er altíð menn- andi fyri ein tónleikara at gera egnu royndir. Eg eri í tí stóðu, at eg ikki cri bundin av nøkrum. Steintór og Rani hava fingið familju, og tí hava teir sjálvandi eisini aðrar skyldur og áhugamál í gerandisdegnum. - Tað er heldur eingin grund fyri at halda seg aftur, bert ti tå ert limur í einum tónleikabólki. Ætlar tú at fara undir plátuútgávu einsamallur? - Eg havi hugsað um tað og havi eisini tosa við Steintór og Rana um hetta. Teir halda ikki, at eg skal bíða eftir teimum, men kortini heldi eg, at vit fáa mest burturúr, um vit standa saman. Men hvør Eyðun Nolsøe, tónleikari: - Eg eri hugtikin av fólki, sum tora at velja kreativ fak fram um vinnufnkini. Tú veit ikki framman undan, hvat tú hevur í tær. Eg eri ikki nóg djarvur og tí havi eg kanska verið ov vinglutur - hvert tónleikurin skal vera ítriv ella yrki. veit, sigur Eyðun hug- sunarsamur. Eyðun Nolsøe var bert 18 ára gamal, tá hann fekk studentsprógvið. OV VINGLUTUR Arini eftir hetta, hevði hann fyrifallandi arbeiði og nýtti mestu tíðina at virka sum tónleikari. Í ár hevur hann tikid HH prógv, men veit ikki rætti- liga, hvat hann skal nýta tað til. Hann royndi hetta fyri at vita, hvgnn vinnu- veg hann skal velja. >