Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Å FK Herfyri hoyrdist í Utvarpinum, at Fragd & Fimi skipadi fyri aerobic fyri mann- fólk. Hetta er annars tað, ið vanliga verður nevnt Jane Fonda fimleikur, sum júst er fyri kvinnur. Eru mannfólkini vorðin so errin, at tey nú herma eftir konufólki. Tað er annars ikki ein dygd, sum vit plaga at leggja mann- fólkunum til? Tað spurdu vit Elsu Mariu Bærentsen, sum undirvísir í acrobic og ødum likams enjingum í Fragd & Fimi. - Nei, tað hevur einki við tað at gera. Aerobic er ameriskur háttur at venja vøddar og blóðrensl, ið eins væl kann íðkast av 1 kvinnum sum monnum. Tað er væl kend í út- landinum. Herfyri var ein lærari í aerobic í Føroyum og helt skeið fyri mannfólkunum, sum vanliga íðka vekt- lyfting og styrkivenjing í Fragd & Fimi. Um undirtgkan verður nóg góð, fara vit í vetur at skipa fyri aeribic fyri monnum. Elsa Maria Bærentsen: - Tað er soleiðis, at fólk, sum íðka vektlyfting ella styrkivenjing oftani gloyma, at blóðrenslið eisini skal venjast, tá vøddarnir verða tað. Tað er eisini umráðandi at venja bein og armar sam stundis - ístaðin, sum so ofta hjá monnum, at teir antin venja armar ella bein. Tí skipaðu vit fyri aerobic skeiðnum fyri mannfólkunum, fyri at kunna teir um, hvussu umráðandi eisini tann parturin av íðkanini er. Hvat er aerobic? Ein arobic venjing- artími byrjar við upp- hiting, sum fyrst og fremst skal gkja um kropshitan og blóðrenslið. Hesar venjingar fyrireika likamið til næstu venjingarnar, sum er "aerobic parturin". Hesin parturin av venjingini er fyri at betra um konditalið og blóð- renslið. Umframt hetta, so er hann eisini væl hós- kandi sum "klænkiskeið," ti nú fer likamid undir at brúka feittgoymslurnar. Um tú hevur brúk fyri at klænka, so er hesin venjingarháttur sera gagn- ligur, sigur Elsa Maria Bærentsen Hvat hevur Fragd & Fimi annars at bjóða? - Tú kanst siga, at hetta er ein heilsuviðgerðarstað, har fólk koma, sum vilja "forkela" seg sjálvan. Tú kanst íðka ymiskar krops- venjingar, eitt nú verkt- lyfting og styrkivenjing, aerobic ella bert íðka vanligar venjingar, sum styrkir vøddar og blóð- rensl. Her eru alt slag av útgerð ul slík endamál. Tú kanst venja sum einstak- lingur ella í felag við ødrum. Tað veist um, hvønn tørv tú hevur. Her fæst eisini sólviðgerð og sauna. Hverjir aldurbólkar eru umboðaðir? - Her koma fólk frá umleið 20 til 50 ára aldur, men tó er stórsu parturin um 20 - 30 ára aldur. Vi kundu hugsa okkum fleiri ulkomin fólk komu at venja, ti tað er so gott fyri heilsuna. Tú fært orku og vælveru av at venja og tað smittar sjálv agt ei SI av uDD a 2 randis S5aag1 n sum heild, hjå ti einstaka - Í vetur fara vit eisini at gera serligar venjing arskráðir fyri fólk við ringum ryggi. Tað kann bóta um livihåttin hjá teimum, sum hava rygg- trupulleikar. Er tað nútíðar fyribrigdi at fólk hugsa um egnu útsjónd? - Eg veit ikki um fólk eru vorðin meira errin av sær sjálvum, men eg hugsi at flestu okkara eru meira vitandi um, hvat er gou fyri heilsuna. Tá er lik- amsvenjing ein partur av tí, sum gagnar. - Eg haldi persónliga, at eg ikki hevði kunna verið slíka venjing fyri uttan. Mær dámar alt slag av ítrótti, og tá tú harnæst eisini skal liva, so er hetta hóskandi arbeiði fyri meg Eg hevði ikki kunna hugsa mær at arbeitt á eini SKILVSLOVU. Eg eri heppin, ti eg við frálæru kann geva ødrum , > % » "mr % zu po, Sum eg KONNI VK Higartil hava bert kvinnur gingið til aerobic i Fragd & Fimi. Nu fåa eisini mannfólkini møguleikan. Teir hava higartil bert hugsad um at venja vøddarnar, men nú er tað ikki nóg mikið. Eisini blóðrenslið skal venjast og tað verður gjørt við upphiting, sum er partur av aerobicvenjingini. hesum, sigur Elsa Maria Bærentsen at enda. Fragd á Fimi er opið gerandisdagar frá á middegi til kl. 22.00, og leygardagar frá kl. 14.00 - 18. Umframt at ganga til aeriðic felagsvenjing, ber eisini til at íðka aðrar venjingar. Fyrsta vitjanin er ókeypis, har tú saman vid starvsíólki á staðnum fær vegleiðing Dagmy