Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

an Nr. 150 — 29. september 1990 IQ? 17 5 IN ve VIKU-. SKITTO! Síða 11 »Fer bara ein snapsur niðurum, er alt aftur, sum tað var ådur« At alkoholisma er ein oyðileggjandi plága - bæði fyri tann drekkandi, tey avvarandi og tey, sum eru nærhendis viðkomandi — man fáur ivast í. Heim verða upployst, vinir gerast óvinir, fridar- dýr gerast 6fridarkroppar. Soleiðis kundi verið hildið fram at ramsa upp. Orð eru næstan ikki fyri øllum tí, ið rekur í kjalar- vørrinum á alkoholismu. Men kortini er ikki vón- leyst hjá einum alkoholik- ara at sleppa burturúr alkoholismuni. Altíð ein vón Mangan verður alt málað so svart, at tað sær nærm- ast vónleyst út, og mong- um hevur verið heilsað við orðum: >Nei, góði. Hjá tær er eingin vón. Tú klára aldrin at leggja av!« Men sum sagt: Tíbetur eru prógvini fyri tí øvugta so mong, at ein rættiliga skjótt má sláa fast, at sjálvt tann mest niður- undir komni alkohol- isturin hevur eina vón. »Glottin« í Klaksvík er eitt felag, sum hjálpir fólki, ið hava trupulleikar av sjúkuni alkoholismu — bæði alkoholikarunum sjálvum og teirra avvarandi. Tann, sum ringast er staddur og er smekkfullur hvønn dag, hevur lika góðar møguleikar sum tann, ið småpimpar hvønn týsdag og fríggjadag, tá konan er í bindiklubb- anum og børnini eru farin í song. Hjálp og upplýsing Tað er júst eisini hetta, ið drívur verkið hjá felag- num »Glottanum« í Klaksvík. »Glotti« heldur til í gomlu sýslumanshúsunum í Klaksvík. Talan er um ein felagsskap av alkoholik- arum, sum hava lagt av at drekka: >Vit eru framvegis alko- holikarar, men vit drekka ikki meira. Vit hava lært at taka ábyrgdina av okk- ara lívi og levnadi, og tað er eisini tað, vit við hesum royna at lata onnur fáa lut f.« Hetta sigur Rudolf Joen- sen, ið er ein av teimum, sum er við til bæði at gera eitt fyribyrgjandi og hjálpandi arbeiði fyri alkoholistar. Hava sjálv verið ígjógnum tað >Tað vísir seg, at tað so sanniliga er neyðugt við einum slíkum arbeiði,< greiðir hann frá. >Vit, sum eru her, hava sjálv verið ígjógnum eina avvenjing, og vit vita tí bæði, hvussu tað er at vera drekkandi alko- holistur, og hvussu tað er at vera turrlagdur alko- holistur.« Rudolf sigur, at tad kortini meira og meira visir seg, at talan ikki longur bert eru um drekk- ari, men at misnytsla av eitt nå sovi- og nervatab- lettum er nakað, ið hevur vundið uppá seg í stórum. >Tað vísir seg, at ikki er serliga torført at fáa fatur á slíkum, og sum tað er við brennivíni, verður ein eisini bundin av tí,< sigur hann. Meira og meira Rudolf vísir millum annað á, at eins og tað rættiliga skjótt hjá einum drekkandi alkoholisti vísir seg, at ikki er nóg mikið við bert einum snapsi um dagin, so er heldur íkki nóg mikið hjá einum tablettmisnýtara bert at fáa eina tablett um dagin. Somuleiðis tekur mis- nýtslan eisini til í styrki, og tað gongur bara tann eina vegin. Tað er gllum slíkum misnýtarum, »Glotti« roynir at hjálpa. Alt, ið sagt verður, er eisini í trúnaði, so ongum nýtist vera bangin fyri at leita sær hjálp har. Og tørvurin á slikari hjálp tykist eisini vera rættiliga stórur. Tey, ið leita sær hjálp, eru í øllum aldrum, men fyri tað mesta er talan um fólk, sum eru rættiliga tilkomin. »Ofta vísir tað seg, at tað skal ein tíð ganga, áðr- enn ein er vorðin alkohol- istur,« sigur Rudolf. >Men tíverri vísir tað seg eisini, at long tíð ofta gongur, áðrenn ein alkoholistur fær tikid seg saman at søkja hjålp, ella at onkur roynir at hjålpa.« Minnesota- fyrimyndin Tað arbeiði, sum verður gjørt útfrá »Glottanum«, verdur gjørt eftir Minne- sota-fyrimyndini. >Tað fyrsta, ein má læra, er at taka ábyrgd,< greiðir Rudolf frá. >Vit ganga út frá, at alkohol- isma er ein sjúka, sum ein altíð kemur at hava. Men ein hevur ikki fyri neyðini at drekka, og skal læra at lata vera.< Hann sigur frá sær sjálvum, at hann hevur verið turrlagdur alkoholistur í tvey ár, men at hann er fullkomuliga greiður yvir, at ikki ein dropi má fara niðurum, skal sjúkan haldast niðri. >Verður tað bert til so mikið sum tann eina snapsin, so er alt aftur sum áður,< sigur hann. »Glottin« er opin týsdag til hósdag kl. 18-22 og leygardag kl. 14-17. Gjør- ligt er at ringja til felags- skapin á tlf. 57722. Orð: Hilmar Jan Mynd: T. Lervig