Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 12. oktober 1990 Landslæknin: Hitin minkar vandan I Føroyum hava nú trý Jo fingið staðfest sjúkuna TSX SJUKU Landslæknin sigur, at nú eru tríggir tilburðir av AIDS staðfestir í Før- oyum. Og í øllum føru- num er smittan hend við seksuellum sambandi. Samanbera vit við grannaland okkara Ísland so høvdu 30 juni í år 14 fingið AIDS. RUKANDI FERÐ Men AIDS ulburðirnir úti í heimi vaksa við rúkandi ferð. Fyrst í 1987 vóru 263 tilburðir av AIDS skrásettir í Dan- Í oktober mánað í álvarsom sjúka. Um ein er smittaður, so mikna gávurnar at verja seg móti ávísum ígerðarsjúkum og fyri illkynjadum vøkstri. Mett verdur, at 50 prosent av teimum, sum eru smittaði fáa eykvæmi innan 10 ár eftir at smittan er kend og at restin helst fær sjúkuna SEINNI. HIV igerdarstødan kann standa vid leingi -ofta fleiri år- uttan sjúku- eyðkenni. Áðrenn AIDS verður staðfest, kunnu fleiri sjúkutekin vera, íð hava varað í fleiri mánaðar, eitt nú soppa- sjúka í munni, ring mødi, nógvur febur, ringur sveitti um náttina, diarré, lætnan uttan kenda orsøk, hovnir eitlar, serliga á hálsi og undir hondunum. Enn finst einki sum kann lekja sjúkuna. Flestu serkønu vænta, at tað fer at ganga long tíð, áðrenn slíkur heilivágur fæst, og tí er tað so avgerndi neyð- ugt at royna at forða sjúkuni. BLOÐ OG SAÐ AIDS smittar við kyns- ligum sambandi og við blóði og ávísum blóð- úrdráttum. Tann langa tíðin sum gongur frá tí at eitt fólk er smittað og til sjúkueyðkennini fyri HIV smittu visa seg, ber í sær, at stórur vandi er fyri, at smittandi, sum kenna seg heilt frísk kunnu smitta onnur. Hetta er av al- stórum týdningi. Landslæknin sigur í tíðindaskrivinum: --Tað hevur týdning at leggja áherðslu á, at smitta ikki verður borin manna millum á annan hátt er her nevnt. Ti er gott at vita hetta: --HIV smittar ikki við vanligari samveru manna millum. --Ikki er vandamikið at nerta við ein, íð er smittaður. --Vandi er ongin av at taka onkran lut, sum smittað fólk hava nomið við. --Smittan verður ikki borin gjøgnum luftina. --Smittan verður ikki borin við mati. --Vit kenna ongan tilburð, har í smitta er hend við at drekka av sama glasi. --Eingin verður smitt- aður av at nýta sama toalett sum hin sjúki. --Ongin verður smitt- aður av baðivatni, sum sjúklingurin hevur verið í. --Ongin kunnleiki er um, at nakar er vorðin smittaður av at kyssa ein annan á munnin. BESTU RÁÐINI Homuseksuell, bisek- suell, blødarar og fólk sum búgva við ekvador, ella linjuna, eru serliga útsett. Og her er hítin besta verjan hjá teimum. Landslæknin hevur eisini hesi ráð til teirra, id eru heilt uttanfyri vanda- bólkarnar: "Havið kynsligt sam- band við so fá fólk sum tilber. Halt teg frá úlvildarligum kynsligum sambondum: Nyt í hvussu er hit. Havið ikki samband vid prostituread og fólk sum nýta rúseitur innanæðra." "Hóast stórsta talið av fólki við eyðkvæmi í Danmark eru samkyndir ella tvíkyndir menn, so finnast lond, eitt nú lond í Afriku, har eyðkvæmi er ein sjúka, íð er líka vanlig hjá kvinnum og mon- num. T.v.s. har í smitta frå kvinnu og mann og øvugt er vanlig; og i Sudureuropæiskum londum, tildømis Italia og Spania, er vanlig kynslig samvera millum kvinnu og mann idag vanliga smittuorsøkin. Landslæknin sigur, at AIDS er eitt stórt vanda- mål, sum ikki eigur at vera burturtagt, men um- rétt við jóvnum millum- bilum, so at vit ongantíð gloyma at vera eftiransin. jústinus AIDS, Síða 7 sigur hann Umframt eitt steindeytt kynslív við onn- ur, er hítin frægasta trygdin móti AIDS, um fólk ikki liva í festum parasambandi Við rattið er tað tu, sum setir = „ ferðmarkið! ce HÓVLIGA Dekk fyri sjokkprís Pikadekk, 165/13 — 175/14 695,- kr. Summardekk, 175/13 — 185/14 400,- kr. Lastbiladekk, 1100 x 20 — 1200 = 225 2100,-kr. Annars verða allar støddir útvegaðar. Nærri fæst at vita við at ringja tlf. 48 195 og fax. 48 470. Biltif. 86 195 svarar aftan á van- liga arbeiðstíð.