Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ED Nr. 171 — 30. oktober 1990 PISA IS KÆR SS BT ANES NA . . / Treytirnar frá landskassanum til US-skipini í Vági: Eins nógv inn sum Út Fyri at slaka 110 mió. skal landsstýrið hava eins nógv inn aftur í landskassan. Tað avgerandi er, hvussu stórur partur av arbeiðnum verður gjørt av føroyingum Sum frágreitt aðrastaðni á síðunu, so hevur P/f Western Shipping søkt um landskassasømdir uppá knappar 110 mió. krónur í sambandi við bingjuskip- ini, ið skulu byggjast í Vági. Virksemið í Vági - ikki minst á skipasmiðjuni - er lítið. T.v.s., at haðani streyma ikki nógvar krón- ur í landskassan sum tollur eila skattur av lónum. GJALDA FYRI ARBEIÐSPLASS Veitir landsstýrið skipa- projektinum sømdir, so er tað fyri at stuðla arbeiðs- skapandi virksemi og fyri skip, ið kemur at sigla við føroyskari manning. Landsskassin gjaldir í hesum týdningi fyri ar- beiðspláss, ið annars ikki høvdu verið; aftur fyri fær landskassin pengar, ið annars ikki høvdu komið til hansara. TAÐ AVGERANDI Ein tann mest avgerandi spurningurin er tískil, um landskassin fær (útvið) eins nógv inn aftur, sum hann slakar í sambandi við projektið. Sømdirnar skulu vera 'landskassa- neutralar', sum tað eitur á búskaparmáli. Umsitingin hevur rokn- að seg fram til, at umleið 105 mió. fara at koma inn aftur í sambandi við pro- jektið. - VIT LOVA EINKI, MEN..., SIGUR NIKLAS MAGNUSSEN Avgerandi fyri hetta verð- ur, hvussu stórur partur av arbeiðnum verður gjørt í Føroyum. Niklas Magnussen, skipsmeklari, sigur, at ongar avtalur um levering eru gjørdar. Alt arbeiðið uttan skrokkarbeiðið verð- ur boðið út í Føroyum, so føroyskar fyritøkur hava eins góðan møguleika og aðrir. Hann ivast ikki í, at tær eru eins væl førar fyri at gera arbeiðini sum útlendskar. - Vit lova einki, men alt bendir á, at meginparturin kann gerast av føroyskum fyritøkum, sigur Niklas Magnussen. - FØROYSKA AR- BEIDIS SKAL GER- AST UPP ÅDRENN UTGJALDING, SIGUR LANDS. STYRID Spurningurin er so, um myndugleikarnir å nakran hått kunnu tryggja sær, at sømdirnar verða 'lands- kassa-neutralar'. Kjartan Hoydal upplýsir, at lands- stýrið hevur lagt tær treyt- ir, at eingin peningur verður útgoldin, fyrrenn skipini eru liðugt bygd. Tá verður gjørt upp, hvussu stórur partur av arbeiðnum er gjørt i Føroyum. Er føroyski parturin av ROKNISTYKKIÐ Studulslån 2 x 10 mió Farmaendurgjald 3 % av 460 mi6. Rentustudul 8 % av 360 mi6. jald 13 % av 3 Landskassasømdir ialt ON ENNNNEN NNE, Tað hevur leingi sæð svart út á skipasmiðj- uni í Vági, hvat arbeiði viðvíkur. Nú eru útlit fyri, at tvey bingjuskip verða bygd har kom- andi ár. Hvussu nógv arbeiðið fer at verða gjørt av føroyskum hondum, er tann av- gerandi spurningurin, id landsstyrid og figgj- arnevnd skulu svara i løtuni Mynd: kalmar arbeiðnum tå minni enn ætlad, so minni enn 110 mió. krónur eru komnar i landskassan, so verður landskassastuðulin minkar samsvarandi. Spurningurin er so, um P/f Western Shipping og danski skipskredittgrunn- urin ganga við til eina slíka treytaða tilsøgn. LEYSIR ENDAR Annað er spurningurin, um hver stendur við end- an, um skipini ikki verða liðug til tíðina, t.d. um skipasmiðjan fer av knór- anum. Tað er hetta, fíggjar- nevndin skal taka stóðu til og sum stigtakarar og danski skipskredittgrunn- urin bíða eftir. ówh 20,0 mió. kr. 13,8 mió kr. 46,8 mi 109,4 mió. kr. 28,8 mió. kr. Vágsskipini: Hvat snýr tað seg um? Tað er amerikanska felagið Western Shipping í Florida, ið ætlar at lata Suðuroyar Skipasmiðju í Vági standa fyri byggingini av tveimum bingju skipum, ið felagið sjálvt skal reka. 10 % av parta- peninginum er enskur. Eitt føroyskt partafelag undir stovnan - P/f Wes- tern Shipping - skal standa sum eigari av skip- unum; hver, ið er vid í hesum partafelagnum, er óvíst, men Niklas Magnussen, skipsmeklari, verð- ur óivað ein. Meðan nevndarlimirnir og stjórin sambært partafelagslógini allir vera búsitandi í Føroyum, so verða allar atkvødurnar á aðalfundum útlendskar, tí allur partapeningurin - Le. eginpeningurin uppá 92 mió. krónur - verður útlendskur. Hvert skipið skal vera 122 metrar langt (til samanberingar: »Norrønna« er 128 metrar long) 19,7 metrar breitt og 9 metrar upp á ovasta dekk Skipini, ið kunnu lasta 8200 tons hvert, kunnu taka 526 20-fótabingjur. Skrokkarnir skulu byggjast á danskari skipasmiðju, og síðani flytast ul Vágs, hadani restin av arbeiðnum skal bjóðast ul og gerast r IK Skipini eru mett at kosta 230 mió. krónur hvort av hesum er hver skrokkurin mettur at kosta 50 mió. krónur. Eginpeningurin er 20 %, og hann kemur allur úr Amerika/London; Danski Skips kredittgrunnurin skal so fíggja tey 80 %. For treytirnar frå grunninum eru, at skipini verða yvir- fíggjað. P/f Western Shipping hevur tískil søkt landsstýrið um stuðulslán stór 10 mió. fyri hvert skipið; harumframt hevur felagið sekt um rentu- studning, partvíst farmaendurgjald og partvíst toll- endurgjald. Landsstýrið hevur játtað 8 % í rentustudningi (hevur heimild at fara upp ul 12 %), 13 % í toll- endurgjaldi, og 3 % í farmaendurgjaldi (kann fara upp ul 4,5 %). Hesar játtanir kann landsstýrið veita uttan at spyrja figgjarnevndina eftir. Lands- stýrið er eisini fyri at veita skipunum stuðulslán- ini; tað mælir figgjarnevndini til, at veittar verða 20 miljónir í stuðulslánum, sum sekt er um, móti 7,5 % í rentu. Skuldi partafelagið lænt frá einum privatum figgjarstovni, so var rentan beint oman fyri 10 %. Fíggjarnevndin hevur ikki tíkið avgerð í málinum enn. Eftir upprunaligu tíðarætlanini skuldi farast undir byggingina 1. desember í ár, men viðgerðin hevur tikid longri tíð enn roknað var við. Fyrsta skipið skal vera siglingarklárt 14 mánaðir eftir, at byggingin er byrjað, og annað skipið hálvt ár seinni. Skipini verða skrásett í Føroyum. Amerikanska felagið skal leiga skipini frá før- oyska partafelagnum, væntandi soleiðis at teir hava fulla ábyrgd av rakstrinum (sokallað bare- boat charter). Niklas Magnussen, skipsmeklari, upplýsir, at 18 mans verða knýttir at skipinum, harav 12 vera umborð í senn Teir vera allir før- oyingar. Owh