Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á í Nr. 171 — 30. oktober 1990 — Jan Miller, skrivar Noreg nærri EF Norska stjórnin hevur av- gjørt at norska krónan skal fylgja ECu gjaldoyra- roknieindini í EF og eyg- leiðarar meta hesa avgerð sum tekin um, at Noreg nú er við at nærkast EF. Avgerðin hevur ikki stór- ar broytingar við sær sum so, men ger, at krónuvirð- ið hereftir fer at liggja í eini fastari legu. Tað merkir, at lond, sum hava samhandil við Noreg, kunnu kenna seg tryggari, tí virðið á krónuni verður hereftir stødugt. Men avgerðin fer at fáa stóran týdning fyri kjakið um meguligan EF-lima- skap. Donsk bleð skriva, at kring alt Europa verður avgerðin tikin sum eitt tekin um, at Noreg nú ynskir tættari samstarv við EF og meguliga lima- skap eisini. Tað er greitt, at avgerð- in kann skapa trupulleikar fyri stjórnina í Noregi, sum ikki er samd um EF- spurningin. Senterflokk- urin, sum er við í stjórnini, er ímóti norskum EF- limaskapi, men hegra, sum eigur forsætisráð- harran í stjórnini, er fyri limaskapi. Noreg luttekur í letuni í samráðingunum millum EFTA og EF. Samráðing- arnar eru lítið á leið kom- nar, tí EFTA hevur sett krøv fram um beinleiðis á- virkan á avgerðirnar hjá EF og ynskja EFT A-lond- ini um somu tíð at undan- tek verða gjørd fyri tey, tå tað snýr seg um reglu- gerðir og galdandi lógir í EF. Fæst ikki ein avtala millum EFTA og EF, so vilja eygleiðarar vera við, at bæði Høgra og norski arbeiðaraflokkurin fara at ganga við til, at Noreg sekir um EF-limaskap. Í arbeiðaraflokkinum hava teir borið ótta fyri, at flokkurin skuldi fara í tvíningar í EF-spurning- inum, men nú verður hild- ið, at politisku broytingar- nar í Europa hava minkað um henda vanda. Saddam Hussein setir kílar millum teir sameindu Hesar seinastu dagarnar hevur irakiski einaræðis- harrin Saddam Hussein lovað fleiri útlendingum av aftur landinum. Her- fyri fingu fleiri finnar loyvi at fara úr Irak, síð- ani hava nakrir amerikan- arar, bretar og sviar fingið útferðarloyvi eisini. Har- afturat koma teir 330 fransmenninir, sum hava verið gíslar i drak nú í fleiri mánaðir. Menn eru ymiskir á máli, um tað er rætt at senda leiðandi politikarar til Irak fyri at fáa gíslar leysar. Hetta verður av eygleiðarum mett at verða brúkt av irakiska leiðaran- um at seta kílar í samar- beiðið hjá londunum, sum hava sett blokadu í verk ímóti Irak. Eitt nú hevur Saddam Hussein givið ollum frans- monnum í Irak útferðar- loyvi, tí Frakland hevur víst ein positivan vilja at fáa Golfspurningin loyst- an á friðarligan hátt. Framstandandi franskir politikarar siga, at teir góðtaka ikki, at Saddam Hussein á henda hátt brúkar gíslarnar sum handilsvøru og siga frans- menn, at teirra politikkur mótvegis Irak er ikki broyttur, hóast allir frans- menn nú sleppa heim aft- ur. Frakland stendur fast við, at Irak skal taka seg úr Kuwait. Tað seinasta, sum er hent á gíslagkinum er, at Hussein hevur sagt seg Saudi Arabía ikki broytt stødutakan Úttalilsi frá limum í stjórnini í Saudi Arabia hava verið tulkað sum at landið er sinnað at slaka fyri Irak afturfyri at fáa eina semju í Golfspurning- inum. Verjumálaráðharr- in, sum er bróður kongin í Saudi Arabia, skal hava sagt, at tað meguliga einki er til hindurs fyri, at irakarar kunnu fáa tvær oyggjar, sum teir leingi hava kravt ognarrættin til. Hetta hevur verið lagt út sum at Saudi Arabia er við at broyta politikk sín mótvegis Irak. Tað hevur nú Faud kongur víst aft- ur. Hann sigur nú, at Saudi Arabia hevur ikki broytt politikkin mótveg- is Irak. Kuwait er hersett vilja lata 3 sviar leysar sum ein gestus. Men hann sigur samstundis, at um sviar senda sín uttanríkis- ráðharra til Irak at tosa um steðuna, so kann vera, at enn fleiri sviar verða latnir leysir. Tíðindi vilja vera við, at sviar hava fungerað sum millum- menn millum Bush og Hussein. Svenski uttan- ríkisráðharrin hevur sam- bært svensku pressuni ongar ætlanir at fara til Irak. av blóðtystum monnu. Irak hevur einki at gera har og skal taka seg úr landinum, sigur kongurin, sum við hesum vil vísa amerikanarum serliga, at Saudi Arabia framvegis stendur saman við hinum sameindu í stríðnum móti Irak. Bæði norðmenn og sviar ja til Bædi Noreg og Svøriki fáa nu privatar sjón- varpssteðir, sum skulu fíggjast við lýsingum Norska stjórnin hevur eftir drúgva viðgerð í tinginum samtykt at loyva eini nýggjari sjónvarpssteð Um komið sv enska somu tíð er fram, at reklamusjónvarp stjórnin arbeiðir við eini ætlan, sum skal loyva enn eini sjón- varpssteð í Sveríki og henda skal fíggjast við lýsingum. Hon fer at eita TV3. Framman- undan hevur svenska útvarpið tvær sjøn- varpsrásir, TV 1 og TV 2 Svíar hava fíggjar- ligar trupulleikar JVENSK DUSKapurin sum leingi hevur fyr fyrimyndin hjá eðrun og brúkt sum demi un skilagóðan búskapar politikk, er í álvarsam- ari kreppu letuni Hetta hevur gjert, at svenska javnaðar- stjórnin hevur sett sær fyri at minka um tær almennu útreiðslurnar við 10 til 15 mia. kr. Svenski forsætisráð- harrin hevur gjert greitt, at stjórnin fer at koma við einum bú- skaparligum kreppu- pakka í hesi vikuni fyri at kunna verja ta svensku krónuna. Sambært A-pressuni hevur stjórnin í kvitt- anum at fastfrysta pensiónirnar og stuðul- in til útbúgving og somuleiðis fremja spar- ingar innan almennu umsitingina. Tað var svenski tjóð- bankin, sum hækkaði rentuna í síðstu viku, tá tíðindi fór at ganga at sviar foru at devaluera krónuna Ein av teimum mest framstandandi vinnu lívsmonnunum í Sve- ríki, stjórin Volvo, hevur í eini grein í svenskum blað umtal- að svenska búskapar- politikkin seinastu mongu árini sum eina lygn. Hann vísir á, at sviar eru munandi minni produktivir enn onnur lond í Europa og at framleiðslan í veru- leikanum er stagnerað í Sveríki, meðan tað gongur hin vegin í eðr- um londum. Í seinastu frágreið- ingini frá OECD verð- ur sagt, at lenirnar í Sveríki hækka alt ov nógv í mun til inntek- urnar frá útflutningin- um. Stovnurin mælir svium til at halda aftur í lenarkrevunum og hækka um produktivi- tetin í staðin