Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

streymi, hevur Sumba altíð átt. Gud latið teir ongantíð tróta! Meðan hetta, sum her er frágreitt, hevdi farið fram, var Pól uppi í Kvíggj afturkom- in, og líkt sum tað sigst í Vilmunds kvæði „frætti tíðindi slík, at bygdamenn í vanda vóru, og bygdin boygd av sorg<. Hann læt ikki meðina av sær renna, men skundaði sær oman í Be, har meginparturin av sumbingum vóru samankomnir á bakka- num til ráðgerð um at veita hjáip, men sum endað varð í ráðaloysi, tí her vóru ongi ráð fyri óráðum; vónleyst og líkast sjálvmorði tóktist tað at herja á tey í kókandi skúmi eins og villar løvur ýlandi boðabrot kring allan fjørdin Fyrsta Pól mælti, tá hann kom tl mannamúgvuna var: >Nú er ikki at standa her uttan at gera nakað til at hjálpa, nú bygdamenn eru deyðir, og aðrir í deyðans vanda í Hólminum, tí tað eru ongar vánir til, at kyrra verður aftur í bræði, og nú myl- ur kavi úr honum; hvat tað týðir at sita har úti í sjóroki á einum útskeri í brimi og kava við ongum vatni elia mati, vita tit av illa royndum, ið sum eg hava sitið á triðja degi fastir í Hólminum sum í einum fangatyppi xg kent sviðan á egnum holdi. Ti mugu vit avstad eftir teimum, meðan von er, ti eg haldi, at vit greiða hetta vágaverkið við stórum og vælmannaðum báti: men tað må berast skjótt at, tí brimið er alsamt at á øtla, og dagurin er stuttur.< Tá helt ein gamalur maður fyri: »Tveir menn eru druknaðir, 6 eru kanska líka vísir at skola út, frysta ella hungra til deyða í Hólminum, skulu nú haraftrat 8-9 teir bestu menn við fríum vilja ríða á Helslóð í einari vónleysari roynd at útinna eitt ómeguligt bragd, verður bygdin lamin í angar tíðir og býður seinan dag betur, o hver skal tá bjarga einkjum og faðirleys- um. Nú er einans at biðja Gud um hjálp og biðja hansara náði varðveita teimum har- úti; tað eru mini ráða. Mong konufólk feldu tár við hesi orð, og við teimum í erum villskapi leikandi boða- brotunum fyri eyga og brimbuldrinum dun- andi í oyrunum og Ohugna í hjartanum av at hava sæð deyðans feigdarleik á fjørdi- num fýsti flestu monnum, sum væl skiljan- di er, lítið at seta lívið í veð í slíkum depr um umstødum. oe Hin gamla mannsins i hesum veruleika- num beiska skilagóðu orð læt Pål tó ikki við seg koma, ikki tí, hann dugdi helst bet- ur enn nakar annar við sínum vitbjarta lyndi at skilja tann hóttðndi ótta, ið lá aft- anfyri hesa ávaring; men hann heyði eitt so ókúgandi sjálválit, hóast hann ikki var nak- ar religtøsur maður, og hevði so ofta við deyðanum fyri eygunum sett lívið í váða og vunnið, at hann helt seg til eisini at fremja henda — eftir flestra manna metan — skilaleysa bardaga við havsins veldi. Ti tók hann aftur til at eggja til ferðar og segði treystliga: >Teir koma ikki aftur úr Hólmi- num, um vit so øll leggjast at gráta og biðja, tað kunna konufólkini gera, men nú ræður um manshjálp til Guds hjálp. Koma vit fram sum Sjúrður um váðalogan eila falla undir royndum at bjarga teimum har- åti«, — og hann peikaði út í Hólmin, — >so vil minnið um menskar menn lýsa yvir landið og longur og liva saman við toftun- um, so longi ein steinur er eftir av Sumba. Men gera vit sum Gunnar kongur, ið vendi sínum hesti undan, hann skuldi á bálið halda, og lata teir doyggja fyri durunum, tá liva vit eftir við skommini og iðring um ikki at hava vágað tað itarsia og evsta. Men eg ivist ikki í, at vit eru førir at koma fram hesa ferð, sum vit eru farnir hepnir um boðar, brim og berg so manga vandaferð áður — um vit bera skjótt at — og minnast á orðafellið, at eydnan skinur á djarvar menn«. lestir av teimum ungu søgdu seg nú at Seinasti hósdagur í Sumbiarfyri, vit síggja bygdina í baksýni. Hendan d tíðindablaðið SpSjalurin Nr. 175 — 3. november 1990 agin høvdu sumbingar ikki fyrt fyri at leggja å fjørdin, men ørvisi var 4. novembur 1890. Mynd: Kalmar vera fusar til ferdar vid honum, og bad hann nakrar av teimum monnum, ið har vóru staddir, fara eftir bjargatogum og hin- ar at skunda sær at draga »Hvita«, so nevndur eftir litinum á ovasta borði, eitt tíggjumannafar eftir ferimuni, men bert við átta rødum, úr neystinum á Mølini og út í Pollin — eitt strekki einar 700 metrar — ið var einasta stað, har kanska hugsingur var um at flota báti og sleppa heilir frá landi. Sjálvur fór hann við skund til Hargar at heilsa konu og bernum og skipa fyri, um hann ikki vann heilur heim av hesari ódnar- ferð. Hesin bátur »Hviti« hevði eina forsøgu, sum kanska er verd at nevna í hesum við- fangi. tað var ikki ætlanin av hinum tiltik- na bátasmiðinum og grundaranum av handilshúsinum »Lødhamar« Hans Jacob Hjelm á Leðhamri í Vági, at Pól og hans- ara menn, skuldu ognast »Hvita«. Hans Jakup hevði bygt hann av einlistum til ritt- meistaran, ið var hegra hond hjá svensku aðalkvinnu frk. von Post, sum keypt hevði kolarættindi fransmanna í Suðuroy. Kost- naðurin hevði minni at týða fyri rittmeistar- an enn at fáa ein úrvalsbát. Samstundis høvdu fleiri sumbingar við Póli uppi á Kvíggj á odda biðið Hans Jákup gera teim- um eitt átta mannafar, og teir høvdu latið tilfarið til síggið, flættað úr ull, til bátin. So kom grind í Vági. Pól og felagar hans høvdu frætt, at Hans Jakup hevði bát standandi lidnan at fara úr barkastokki; teir høvdu tí árar vid sær til Vágs, og í grindagðini ryktu teir bátin úr barkastokki og løgdu í drápið. Hans Jakup var ikki blíður um henda atburð, men tá ið sumb- ingarnir, ið vóru heilt ovfarnir yvir hetta snotiliga far, mintu hann á, at tað var teirra síggj, ið nýtt var til bátin, og at teir vóru glaðir við at gjalda meira fyri hann, enn vanligir kostnaður var, komu teir til sættis í ellum góðum, og rittmeistarin mátti bíða eftir nýggjum báti. Betri fjalir vóru íkki samanslignar, søgdu teir, sum ognaðust »Hvita«. Pål gjørdi seg skjótt leysan frá húsum aftur, men tá kravdi sonur hansara, seinni kendur sum Dánjal í Kvítni, at hann skuldi við; hann var bert 16 ár av aldri, men full- vandur maður allar vegir, hevði róð út frå áttanda ári. Men tá segði Pól: >Nei sonur- in, tú skalt ikki vid. Tað er sjálvvaldað, at eg fari, men komi eg ikki aftur, skalt tú halda virki mítt fram og óttaleysur treða míni spor og verða verja móður tínar og ungu breður tína<. Og hann helt so oman Hargabe í Pollin, har »Hviti« nú stóð á bakkanum, og hver sál í bygdini, sum gongufer var, var harhjá. Nú var at manna bátin, og Pól tók við teimum fyrstu, ið buðu seg fram — flestir eigarar í »Hvita«; fleiri aðrir vóru fúsir til ferða, men bert sjálvur áttandi vildi hann vera í hesari váðaferð. Tey avvarðandi konufólkini og flest onnur, ið væl skildu vandan, grótu, men bert onk. kona ella mamma eggjaði sínum frá at leypa ókravdir í deyðan, tí tær sóu jú, at ikki var farandi á fjørdin, men Pól bað fáa tær burt, ti hann visti, hverja ávirkan hetta kundi hava á hansara menn, sum nú kravdu at nýta alla ta sálarstyrki og mansdirvi, ið teir áttu. Tá kom tummast Johan Rikard, skyldmaður og gutissonur Pól, ein stak bregdligur mað- ur, ið heyði verið burturstaddur, skóleysur og einklæddur rennandi oman bein og lukkaðist at vera millum teir fyrstu, sum bjóðaðu sær til ferðar; genta hansara hekk um hálsin á honum og græt og benaði hann um ikki at fara, tí tað var tann vissi deyði, men hann segði: >Jú, eg skal fylgja Póli, hvussu víkir og vendir; farist eg, so spill ikki tína framtíð við at syrgja um meg, men få tær ein góðan mann istadin«, og hann mynti hana og sleit seg leysan, og sagt er, at hon svímaði. Hann bað hini hjálpa henni og ugga hana og fór so fram til bátin. — Hann var eins og Hegni, tá hann segði: »Glediliga eg Gunnar kongi skal í deyðan fylgja. Drúgva tíð máttu teir bíða ólegini av, ið brutu javnt við bakkatromina viðhvert, so skúmrokið stóð í grasið; so umsíður var tað, sum broun' maktaðust og hvíldu á fyri at menna seg aftur til nýggjan dystaleik móti forðandi bergi og vakka, ið tvørstoyt- tu tey hverja ferð aftur í havið. Pollurin var sum ein stórur hylur, hverja ferð brotini fyltu hann, har sjógvurin mól í klingur eina letu og so eins og stødgadi á, áðrenn útdrátturin byrjaði. At draga bátin oman í Kósina var ikki ráðiligt, tí óvæntað ólegir kundu sum eitt skot beina fyri bæði báti og monnum. Teir bundu tí bjargatog- ini á bátin, tí ongin rættur dráttur var gjøgnum bakkan tá, fyri, so skjótt líkindi vóru, at lina hann niður av hæddini oman- fyri Keypmannsstovuna og so lata hann fylgja á útdráttinum oman í Kósina. Nógv er ødrvisi í Pollinum í dag, enn tað var tá. So tóktist stundin at vera komin, og bað Pól sínar menn leypa inn og hinar skjóta bátin á flot; tað mátti verða sum eftir ein- um eldi, og sjálvur sat hann á stokkinum at seta bátin frá, um hann skuldi bera við helluna á omanferðini, og hinir hildu frí við árunum; men hetta váðaverkið eydnaðist til fulnar, og »Hviti« flevt brátt í Kósini; men nú vóru bert fimm menn innanborða, hinir triggir, ið hildu i stavnatogið, høvdu ikki lukkast við i bátin. Tá reistust aftur ólegini av tí versta á Sundinum, og onnur komu troðkandi inn gjøgnum trongan millum skerið við Kósina og Nónklett so brádliga, at Pól, tá ið hann sá hetta mikla feigdar- brot, sum trongt saman stakk seg upp í meira enn tíggju favna hædd, holva seg framyvir stutt frá bátinum fyri so við sorl- andi veldi at falla niður yvir Kósina og allan Pollin, og tað hevði verið teirra vissi deyði, sprakk hann aftan úr rong við knívi í hendi og kvetti stavnatogið av, og teir legdu í somu vending eystur undir Kvíggjaskerið, ið lívdi móti tí versta av ólegunum, og hinir triggir, ið ovseinir høvdu verið, máttu skunda sær fyri lívinum niðan á hæddina uppi eystan fyri Pollin. Pól hverki kundi ella vildi vága at leggja inn aftur í Kósina, nú hann langt um leingi var leysur frá landi; nú skuldi haldast fram, verði so sum tað vildi. Meðan hann áður ikki hevði hildið tað neyðugt at hava stýris- mann, tá átta skuldu rógva, var ferðina á bátinum nú, hann bert var sjálvur fimti, so lítil, at hann setti seg sjálvan við fastastýrið fyri at gera »Hvita« knappari í vendingini, tá neyðugt var at leggja hann brádliga upp móti brotinum. Orð: Pól F. Joensen. Framhald i