mikudagur 14. november 1990síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- -
Síða 18 tíðindablaðið S0Sjalurin Nr. 182 14. november 1990
Løgtingsvalid
4
Logtina I Í Í IO VE Í
1990 verð í Tvør« ir KOMMU! vid
i matarhøllir Í voroyrar skúla frå k
10.00 til kl. 14.00 og frá kl. 16.00 i
20.00 og har eftir so le ngl, sum veljarar
støðugt møta til atkvoðugreiðslu
Veljarar, sum sambært løgtingslog 8 36,
2. pkt., hava rætt at greiða brævat
kvødu heima, kunnu boða býráðsskriv
stovuni (tlf. 71085) frá møguligum ynski
áðrenn kl. 15.00
fríggjadagin 16. november 1990.
um heimaval helst
Tvøroyri, tann 12. november 1990
f/ Valstýrið
Bent Albinus, formaður
“Foroya Gjaldstova
Vinnurøkjandi
Av givnum orsøkum verður við hesum
sagt frá, at i logtingslóg nr. 53 frå 7. mai
1987 um eydnuspæl v.m. er m.a. tilskil-
að: „ikki er loyvt vinnurøkjandi at út-
flýggja vinningar eftir eini skipan,
sum er heilt ella partvis tilvildarlig«.
Foroya Gjaldstova
Kvinna søkist
Er tað nøkur fitt, einlig dama, ið er mitt í 20-
unum ella fyrst í 30-unum, ið kann koma at
halda hús hjá einligum manni síðst í 30-unum.
Havi nýggj hús og bil. Góð løn verður givin fyri
ta réttu.
Bill. mrk. 1005
Kunngerð
til
løgtingsveljarar í
Runavíkar kommunu
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til
løgtingsvalid, ið skal fara fram 17. no-
vember 1990, verða valkort send ollum
veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvødu-
rætt, ikki hevur fingið valkort, ella okk-
urt annað er komið skeivt fyri, skal
verða sagt býráðsskrivstovuni (tlf.
4.7035) frá í seinasta lagi 15. november
1990.
Saltangará, 6. november 1990
Runavíkar Býráð
Fyrrverandi løgmaður Atli P. Dam
ríður niðarlaga í valstríðnum
Sum eina roynd at fjala
útyvir egnu misgerðir
leggur Atli Dam eftir mær
í Sosialinum tann 3. nov.
1990 við skírnarorðunum
spámaður og skarprætt-
ari. Vísur á miseydnaðan
selupolitikk igjøgnum
tjugu år eins og tørvandi
evnir v.m. Hesi persónligu
álop taki eg mær ikki av,
bert spell, at vit í valstríð-
num skulu í orðaskifti-
num verða tvingaðir niður
á eitt so lágt steði.
Atli Dam dregur fram
fýra projektir, har eg skal
hava mistikið meg stór-
liga, og hava ábyrgd av
stórum skandalum.
Eg skal gera hesar við-
merkingar:
1) Polen-bátarnir:
Atli Dam sigur, at míni
keyparaevnir rukku ikki
til hesar víðagitnu bátar,
sum komu at kosta tað
tvífalda av tí, teir vóru
kontraherðaðir fyri.
Viðmerkjast skal, at
sáttmáli bleiv gjørdur upp
á bátarnar á sumri 1974 til
4,539 milliónir kr. Bátar-
nir blivu leveraðir til 4,66
milliónir kr. (9 bátar til
sama prís). Minus eina
regulering upp á 120.000,-
kr.
Her er sostatt ikki talan
um nakað óvanligt prísav-
vik. Atli Dam átti at hugs-
að seg eitt sindur betur
um, áðrenn hann kemur
við slíkum pástandum og
kannað umsteðurnar eitt
sindur betur. Men pá-
standir av hesum slag
havi eg hoyrt so nógvar
ferðir fyrr.
2) Atli Dam gevur mær
skuldina fyri stóru tapini
uppá Nordafar. Eg havi
verið nevndarlimur har
saman við Jákup Fr. Øre-
gaard, sála, og seinnu
tíðina saman við Poul Jac-
ob Olsen. Eg havi havt
eitt fyrimyndarligt sam-
starv við báðar. Tað gjer-
dist greitt, at aftaná at vit
vóru noyddir at halda
uppat at pilka rækjur í
1977, hevði Nordafar
neyvan meguleika at yvir-
liva, men landsstýrið tók
ta steðu, at vit máttu
halda áfram til viðurskift-
ini við Grenland vóru av-
kláraði. Vit vóru beinleiðis
bidnir um av landsstýri-
num at halda áfram og
landsstýrið játtaði eina-
ferð árliga neyðugan pen-
ing til framhaldandi rakst-
ur. Hverki nevndarfor-
menn ella nakar nevndar-
limur hevur droymt um
skuldsetingar av tí slag,
sum Atli Dam nú setur
fram. Hetta er heilt burt-
urvið.
3) Atli Dam skuldsetur
meg fyri at hava hildið
aftur í menningini av
rækjuveiðuni við Vestur-
grenland. Hetta haldi eg,
at eg havi hoyrt frá hans-
ara síðu fyrr. Bakgrundin
fyri hesum pástandi er
ætlandi tann,at í 1974
1975 komu nógv rækju-
skip afturat og veiðan ekt-
ist og eg sá ávísar trupul-
leikar við at selja allar
hesar rækjurnar, serliga
tann partin, sum bleiv
fiskaður um várið í Hol-
steinsborgdýpinum, tí
rækjurnar hevdu svert
hevd, og kundu ikki selj-
ast sum kókaðar skal-
rækjur. Hetta bleiv disku-
terað innanhýsis, við
Nordafar, eins og við teir,
sum áttu rækjubátarnar
og niðursteðan bleiv, at
rækjuverksmiðja bleiv
sett á stovn í Grenlandi
(Nordafar). Tað gekk sera
væl í 1976 og 1977, har vit
hvert árið tóku ímóti
2.500 tonsum av rækjum,
sum blivu pilkaðar og
seldar, men so blivu vit
steðgaðir av grenlendsku
myndugleikunum. Okkara
samlaða árliga nøgd kom
upp á 14.000 tons í 1977,
sum øll blivu seld, takkað
verið rækjuverksmiðjuni í
Grenlandi og at vit kundu
selja ráar rækjur til Japan
og Amerika.
Pástandurin hjá Atla
Dam er heilt burturvið.
Fiskaselan hevur kastað
seg út í loysn av problem-
unum — og tað hevur
eydnast væl.
4) Senegal:
Skiftandi landsstýri hava
igjøgnum nógv ár víst
áhuga fyri fiskivinnu í
fremmandum sjógvi
(Mauritanien, Suður-
amerika, Caribien, o.sfr.).
Landsstýrið hevur síðan
1982 víst Senegal stóran
áhuga og verið sera posi-
tivir við vón um, at ein
meguleiki fyri at fiska og
virka fisk her er til staðar.
Tí hava teir eisini sett
partapening í Faromar,
sum er partaeigari í Afri-
can Seafood í Senegal.
Trupulleikarnir eru stór-
ir. Fyrst og fremst er tað
ymiskir kulturar sum
metast. Fiskurin og mark-
naðurin eru har. Fram-
leiðslukapasitetur er eisini
til staðar, men partarnir
hugsa ymiskt og tað hev-
ur gjert problemloysnir-
nar truplar og hetta hevur
kostað okkum almikið av
pengum. Men vit hava
ikki enn givið upp at
vinna á hesum trupulleik-
um og hartil hava vit góð-
an stuðul frá Feroya
Landsstýri.
Atli Dam sigur, at
sjálvt ikki landsstýrið
fram til 1989 mátti fáa »at
vita, hvussu stór skandal-
an var«. Her mistekur Atli
Dam seg, tí fíggjarmála-
ráðharrin Jóngerð Purk-
hús er við millumbili vorð-
in orienterað um, hvussu
projektið hevur staðið, og
hvussu fíggjarliga mill-
umverandi við landsstýrið
hevur verið. Hon hevur
sagt seg negdan við tær
frágreiðingar. hon hevur
fingið. Eisini hevur lands-
stýrið sum partaeigari
mett á aðalfundinum og
har fingið frágrieðingar.
Annars kann eg upplýsa,
at peningurin, sum nýttur
er í Africa, er reinur.
At enda kann eg nevna,
at vit eru fleiri, sum hava
gjert eitt stórt arbeiði í
samband við Senegal utt-
an so mikið sum at fáa
eina krónu afturfyri. Tí
sárar tað ikki sert at verða
bakbitin á sovorðnan hátt
av fyrrverandi legmanni.
5) Atli Dam skuldsetur
meg eisini fyri at hava
givið skeivar metingar av
prísútviklinginum, og
hann tekur soleiðis til: > At
segði Birgir Danielsen, at
prísurin fór upp, so fór
hann niður og øvugt.« Í 21
eitt hálvt ár havi eg havt
eitt fyrimyndarligt sam-
starv við ymiskar ráfiska-
nevndir og formenn teirra.
Ríður tú ikki nú ov niðar-
laga Atli Dam?
Tað harmar meg at
verða drigin niður á eitt so
lágt plan í tí politiska
orðaskiftinum. Hetta førir
onga leið Atli Dam! Valið
er meira álvarsamt enn so.
Eg havi latið meg stillað
upp hjá Fólkaflokkinum
og eri farin inn í valstríðið
í ramasta álvara. Eg meti,
at teir føroysku veljarar-
nir eru so mikið at sær
komnir, at teir nú lata
Javnaðarflokkin sigla aft-
ur við borðinum. Hesin
flokkur hevur spælt fallit í
føroyskum politikki og eg
kann við vissu siga, at um
Atli Dam skuldi komið
aftur til ræðið i Føroyum
minkar okkara kreditt-
virði uttanlands munandi.
Birgir Danielsen
A ———
Niels Pauli Danielsen si
gur ikki satt
—-…— td eee i ør I ØRE
Tå Niels Pauli Danielsen i
útvarpinum fortaldi fyri
Feroya fólki, at skúla-
stjórin í Vági var frí-
kendur í rættinum og
misti arbeiðið ålikavæl, er
hetta ikki satt. Tað hevur
ongin sak verið ferd ímóti
nekrum í smb. við skúla-
málið í Vági, og tí er ongin
nakra staðni at finna. '
var ein tænastumanna-
kanning um viðurskiftini
við skúlan í Vági, har úr-
slitið vísti at samarbeiðs-
trupulleikarnir vóru so
stórir, at myndugleikarnir
noyddir at loysa
skúlastjóran úr starvið.
Hetta er
voru
sannleikin og
harra Niels
1 Lanieisen.
Bingotølini hesaferð:
|
|
|
A ——"—————————|— 200