Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 101 - 27. mai 2000 16 Nr. 101 - 27. mai 2000 Fólk streyma til framsýningina í Brovst LIST. Otta føroysk listafólk, sum hava stóra framsýning í Norðurjútlandi, hava fingið sera góða mót- tøku Eyðun Klakstein Í hesum døgum hava átta føroy- sk listafólk eina stóra framsýn- ing í norðurjútska býnum Brovst. Framsýningin er á Billedværkstedet, sum hevur havt nógv samband við føroysk listarfólk gjøgnum árini. Og at føroysku listafólkini eru væl umtókt í umráðnum sást best, tá ferniseringin var seinasta vikuskiftið. Fólk í hópatali møttu upp, og longu fyrsta dagin vóru nógv listaverk seld. Tvey av føroysku listafólku- num vóru við til ferniseringina, og bæði Thorbjørn Olsen og Aggi Ásgerð Asgeirdóttir seldu fleiri verk. Billedværkstedet hevði fyrstu framsýningin við føroyskum listafólkum í 1992, og síðani hava fleiri stórar føroyskar fram- sýningar verið á staðnum. Í 1995, 1997 og í fjør vóru væl eyndaðar framsýningar í Brovst, og aftur í ár er ein stór fram- sýning fingin upp at standa. Kend nøvn Tey føroysku listafólkini, sum eru við á framsýningini í Brovst, eru Thorbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Zakarias Heinesen, Aggi Ásgeirsdóttir, Bárður Ják- upsson, Kári Svensson, Oliver við Neyst og Eyðun av Reyni. Harafturat hevur Sjur Ohlsen eisini eina framsýning við verk- um, sum hann hevur fingið í- blástur til úr Føroyum. Flestu av hesum listafólkunum hava áður verið í Brovst, og tað er ivaleyst við til at tryggja so góða undirtøku. Tey bæði Jonna og Ib Adelborg, sum reka Billedværkstedet, hava nógv samband við Føroyar. Verkini, sum verða sýnd fram í Norðurjútlandi í hesum døgum, eru øll nýggj, og framsýningin verður opin allan mai mánaða til 18. juni. Thorbjørn Olsen frammanfyri einum av sínum verkum Aggi Ásgeirsdóttir saman við einum av gestunum til ferniseringina Thorbjørn Olsen og Aggi Ás- geirsdóttir vóru við til ferni- seringina, tá stóra Føroya- framsýningin í Brovst lat upp seinasta vikuskiftið. Longu fyrsta dagin vóru fleiri verk hjá teimum seld Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Sjúrður Gullbein Eyðun Klakstein Nú sleppa børn av dag- stovinum á Argjum at royna seg sum sangarar á eini føroyskari fløgu- útgávu. Í næstu viku skulu tey í JacZac-studio í Havn at gera upptøkur til nógvar kendar barnasangir. Hesir sangirnir verða útgivnir á eini fløgu um ein mánað ella so. Á dagstovninum á Argj- um er tað Rúna Tausen, sum stendur fyri arbeið- num. - Børnini koma ofta við útlenskum fløgum í barnagarð, og tí hugsaðu vit, at tey skuldu sleppa at royna at skapa okkurt sjálvi. Vit ætlaðu gera einar tríggjar ella fýra vársangir við børnunum, men vit fingu at vita, at tað var lítið dýrari at gera eina heila fløgu, og so hildu vit, at tað mundi vera best, greiðir hon frá. - Vit hava nú fingið tónleikin til fyrstu sang- irnar, og børnini sleppa nú at royna at syngja við til hesar sangirnar. Týsdagin høvdu tey eina framsýning á dag- stovninum á Argjum, og har skuldu børnini syngja einar fýra sangir fyri for- eldrunum. Tað kundi kanska metast sum ein aðalroynd hjá børnunum, tí í næstu viku verður tað álvari, tá tey fara í upptøkuhølini at syngja. Ætlanin er at tey størru børnini á dagstovninum - tey sum eru fimm og seks ár - skulu syngja á sang- unum, sum verða útgivnir. Alskyns tónleikur Í løtuni eru Jákup Zach- ariasen og Finnur Hansen í holt við at framleiða tónleikin til sangirnar. Teir eru komnir umleið í helvt, og teir ætla at hava allan tónleikin lidnan í næstu Nú skulu børn á Argjum í studio BARNATÓNLEIKUR. Í næstu viku fara børn frá dagstovinum á Argjum í studio fyri at syngja kendar barnasangir, sum skulu út á fløgu um ein góðan mánað viku, so farast kann undir sangupptøkurnar eina ferð í næstu viku. Tónleikurin, sum verður gjørdur til teir kendur barnasangirnar sum til dømis Vinstra høgra og Lítla Elsa, varierar frá modernaðum techno til reggae og meira tradi- tionellan vísusang. Og í næstu viku fær Jákup Zachariasen vitjan av nógvum lívligum børn- um. - Tað gleða vit okkum til. Tað verður ivaleyst sum ein barnagarður í studionum, men tað skal nokk fara at ganga, sigur hann. Barnatónleikur trívast væl Hann heldur, at tað er ein fyrimunir við júst hesari fløguni, at børn syngja fyri børnum. - Tað er ikki serliga vanligt í Føroyum, at tað eru børn, sum syngja barnasangir. Ofta eru tað vaksin fólk, sum syngja sangirnar, men í hesum føri verða tað bara børn, sum fara at syngja, sigur Jákup Zachariasen. Føroyskur barnatón- leikur trívist væl í løtuni. Undan jólum komu fleiri barnafløgur, og tær stóðu seg væl, tá talan var um sølu. Serliga hava tað verið Kular Røtur úr Klaksvík, sum hava gjørt vart við seg. Tær hava selt næstan 2000 eintøk, og í næstu viku kemur ein nýggja fløga við teimum kulu rótunum. Og stutt aftaná tað verða tað børnini á Argjum, sum fara at royna seg við eini fløguútgávu. Børn úr Dagstovinum á Argjum skulu nú í studio at syngja kendar barnasangir. Mynd: Jens Kr. Vang Skrukk, segði hønan Nú mugu tit halda mær til góða, men eg má sleppa at meyla um orð í dag. Upp at blása, so segði hann, annars kódni eg. Tað, sum nívir, eru orðingarnar hjá tíðindafólki um tær nýggju hønurnar á Velbastað. Ikki tí, eg havi neyvan hildið á hønu á levitíð, men eg brúki meg kortini. Haldi, Hilmar Jan, Sigrún og John-Sigurd vóru millum teirra, sum førdu orðið, men hesi skilafólk høvdu gloymt máloyrað eftir við hús hesa vikuna, so tey sleppa altso í málpottin hjá mær at fáa eitt lítið uppkók. Tí hønan er vist ikki ókendur skapningur hjá okkum. Vit eiga saktans eitt orð og tvey fyri hennara lív og levnað, so tað skuldi verið lag á manni at sagt okkurt um hana — men nei. Tað ljóðaði frá teimum, at skrukkurnar á Velbastað fara at leggja egg - men tað fara tær altso ikki, um tey so eru heili 800.000. Tað skuldi verið rættiliga kent, at høna hvørki leggur ella kálvar, men verpur, eins og annar fuglur. Gaman í eru tær útlendskar og brúnar og lekrar, men í Føroyum eru tær so, og í Føroyum - verpa tær. Leggingarhønur skulu tær eisini vera - men tað eru tær heldur ikki. Tí leggingarhøna liggur á og klekir, og tað er ikki ætlanin hjá velbastaðmonnum. Teir taka eggið frá hønuni beinanvegin at selja, so ein sovorðin skrukka má vera ein verpingarhøna, ella egghøna kundi onkur sagt. Og hoyrdi mítt oyra rætt, so søgdu tey eisini, at eggini av Velbastað vera púrasta fesk og frísk, tá tey koma í handlarnar — men tað gongur heldur ikki. Fólk eru frísk, og okkurt lætt og svalligt kann eisini verða frískt - men ikki egg. Og feskt kann vera fiskur ella kjøt - ikki egg. Tey eru nývorpin, ella bara nýggj, sum ein kona segði. Og so er tað navnið á skrukkuni. Skavihøna kalla tey hana, tí hon skal vera frælsur fuglur, sigst. Passar seg sjálva, har hon gongur og skavar eftir onkrum feitum maðki, men tað gera hesar hønur ikki. Tær hava ikki moldmolan at seta klórnar í. Tí er orðið ”skavihøna” beinleiðis villleiðandi. Nú eri eg ikki hønumaður, so onkur veit kanska okkurt at kalla hana, men eitt kundi verið fjóshøna, og luktar tað ov illa, so kanska garð- høna, gólvhøna ella bara innihøna. Nú ætlaði eg ikki at kóka tey trý í pottinum heilt, so tey sleppa upp úr aftur. Tí ikki teimum at siga, so er ofta skjótt at taka við fremmandum heitum og hug- tøkum, tá ið tey koma til okkara uttaneftir. Soleiðis er, og ofta er tað neyðugt, tí vit eiga ikki orð fyri alt. Men viðhvørt er tað halgatrý eisini óneyðugt, sum nú við hønuni. Hon hevur gingið nóg leingi og skavast her, at vit kunnu loyva okkum at brúka okkara egnu orð um hana. Og heldur ikki tíðindafólki at siga, so veit eg, at tíðin mangan er ikki at hugsa um mál, áðrenn ein søga skal av stað, og tí sigur málið í søguni einki um førleikan hjá tykkum. Men at siga at tíðin er knøpp er ikki at greiða fløkjuna, tað er bara ein konstatering. Ein pirra, sum situr onkustaðni mitt á nøsini. Og ein treytin at fáa pirruna burtur er sjálvandi at stríðast fyri tí - ikki viðhvørt, men altíð. Ein treytin er eisini at geva sær far um, hvat ljóðar væl — og ikki bara viðhvørt, men altíð. Altíð at vera tilvitaður um tað amboð, sum málið jú er, og í øllum sjangrum. Annars vinst ikki um tangan.