leygardagur 27. mai 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 101 - 27. mai 2000
18
Nr. 101 - 27. mai 2000
Jákup Mørk
Eftir at hon áður hevur starvast í
lítla føroyska sjónvarpinum og
risastóru tónleikarásini, MTV, er
Tórun Ellingsgaard í dag at
síggja á skíggjanum hjá lokalu
TV støðini í Keypmannahavn,
TV2/Lorry.
Einki er at taka seg aftur í, at
munur er á heimliga umhvørvi-
num við Svínáir, har teirra húski
taldi triðingin av bygdarfólki-
num, og har fyrsta sjónvarpið
kom, tá hon var 11 ára gomul.
Hetta hevur tó ongantíð forðað
henni í at gjørt nøkur framstig á
yrkisleið sínari.
Tað tóktist okkum tó forvitnis-
ligt at vita, hví og hvussu ein
somikið »bygdaslig« genta hev-
ur tikið leiðina úr smábygdini í
eysturoynni via New York og
London til sjónvarpsstøðina í
danska høvuðsstaðnum, har hon
er í starvsvenjing fram til 1.
august.
Leyp á bláman
Tórun greiðir frá, at kalla var av
tilvild, at hon av fyrstan tíð var
at síggja á heimliga skíggjanum.
Hon hevði tá búð í USA í hálvt
fjórða ár, har hon gekk á dansi-
skúla, og tá hon so kom heim
aftur til Føroya, skuldi hon
sjálvandi finna sær okkurt ar-
beiði.
- Eg helt at sjónvarpsarbeiði
ljóðaði spennandi, og eftir at
hava søkt hjá SvF, varð eg í
frystu atløgu sett at gera eina
ungdómssending. Sendingin
varð tó ongantíð til veruleiki,
men vit høvdu gjørt eina rúgvu
av fyrireikingum, tá ætlaninar
brádliga vórðu sleptar. Sam-
stundis var Sjónvarpið í teirri
støðu, at tey manglaðu fólk til at
gera eina ítróttasending. Hetta
helt eg eisini ljóðað áhugavert,
og so leyp eg bara út í tað.
– Um eg í dag síggi okkurt av
tí, sum eg tá var við til at fram-
leiða, so hevði eg helst sæð eina
rúgvu av feilum, sum eg allar-
helst ikki hevði gjørt í dag, men
soleiðis vil tað altíð vera. Tá
man er nýggjur í einum yrki, eru
ikki so nógv fyrivarni, og man
roynir bara at gera sítt besta.
Eftir at hon so hevði staðið
fyri ítróttinum í eina tíð, var hon
seinni at síggja sum vertur í
Degi og Viku, og hendan partin
av arbeiðinum heldur Tórun
hava eina serliga sjarmu. - Ein
dagin gjørt tú kanska eina send-
ing um børn, og tú verður at
kalla bitin av júst hesum evni-
num, og dagin eftir er tað so
okkurt heilt annað, sum tað skal
snúgva seg um.
Dugdi ikki danskt
– Eftir eina tíð heima í Føroy-
um, flutti eg so til Danmarkar,
har eg slapp í starv á eini Kanal
2, sum er ein donsk sjónvarps-
rás. Har fekst eg fyri tað mesta
við arbeiðinum aftan fyri send-
ingarnar, og ein av høvuðsorsøk-
unum til at eg ikki var so nógv á
skíggjanum var, at eg ikki dugdi
nóg væl at tosa danskt.
- Ikki tí, eg hevði eisini onkur
innsløg, men so fekk eg at vita,
at málið var snøgt sagt ikki nóg
gott, so har var einki at gera.
Hetta kendist kanska eitt sindur
hugstoytt, tí sjálv helt eg, at
dugdi rættuliga væl danskt, men
boðini vóru rættuliga greið.
– Eg byrjaði so at ganga til
talupedagog, og her varð eg
eisini meira varug við, hvørjar
feilir eg hevði í danska mál-
burðinum.
– Serliga minnist eg tað einu
ferðina, tá vit skuldu gera redi-
gera eina sending hjá Kanal 2.
Har vit vóru, var eisini ein mað-
ur frá Danmarks Radio. Eg veit
ikki rættuliga hvørja funktión
hann hevði har, men í øllum
Bygdargentan
hevur ferðast víða
INTERVIEW. Tórun Ellingsgaard varð kend í Føroyum, tá hon fyri nøkrum árum síðani
var sjónvarpsvertur í ítróttasendingum. Í dag eru tað íbúgvarnir í Keypmannahavn, sum
hava fragdina av at síggja blíðskortaðu føroysku gentuna á skíggjanum
Tórun Ellingsgaard til arbeiðis á TV2/Lorry í Keypmannahavn. Mynd: Álvur Haraldsen
’’
’’
førum var líkt til, at hann hevði
eitt orð at skula sagt.
– Líkamikið, so byrjaði hann
at gera sínar viðmerkingar, og
satt at siga, so haldi eg ongantíð,
at eg havi verið so illa viðfarin.
Í vendingum, sum ikki kundi
misskiljast spurdi hann meg,
hvat eg hevði at gera har, tí tað
ljóðaði forferdiligt, tá eg tosaði.
Eg haldi ongantíð eg eri svínað
soleiðis til í mínum lívi, men
hetta hevur hinvegin eisini givið
mær nakað at prógva, og satt at
siga, so kundi eg hugsað mær at
hitt hann aftur í dag.
MTV var óseriøst
Eftir at hon so aftur eitt skifti
hevði verið í Føroyum, har hon
hevði verið vertur á Degi og
Viku, slapp Tórun inn á journa-
list háskúlan í Århus, har hon so
framvegis er undir lesnaði.
Lesturin varð alt í einum
brotin av, tá henni brádliga stóð
í boði at gerast sjónvarpsvertur á
stóru tónleikarásini, MTV. Hóast
tað ikki var vanligt at fáa far-
loyvi frá lesnaðinum somikið
tíðliga í skúlaskeiðinum, so
eydnaðist hetta henni kortini, og
so var bara at fara í gongd.
Tíðin á MTV gjørdist tó ein-
ans fýra mánaðir, tí tá helt Tór-
un, at hon hevði nóg mikið av
sokallaða tíðindaflutnginum hjá
teimum.
- At byrja við var tað kanska
ikki so galið, men eftir at send-
ingin hjá mær varð broytt, og eg
sá, hvussu tey snaraðu teimum
tíðindum, sum eg skuldi bera
fram, gjørdi eg upp við sjálva, at
hetta vildi eg ikki leggja andlit
til.
– Eg skrivaði so leiðsluni eitt
bræv, har eg gjørdi vart við
uppsøgnina, og tær orsøkir, sum
lógu aftan fyri hesa. Sjálv haldi
eg ikki, at uppsøgnin á MTV
hevur verið til skaða fyri meg
sjálva. Heldur tvørturímóti, tí
síðani havi eg lagt uppsagnar-
brævið við, tá eg havi søkt
praktikpláss, tí eg haldi hetta
kann vera við til at geva mót-
takaranum eina mynd av mær og
mínum ætlanum.
- Eg haldi tó framvegis, at tað
var stuttligt at royna seg hjá
MTV eina tíð, og hetta er av-
gjørt eisini nakað, sum man
kann vísa á, tá mn í framtíðini
skal royna at fáa starv onkra-
staðni.
Leyp frá DR
Sum nevnt í byrjanini, so er
Tórun nú á lokalstøðini, Lorry, í
Keypmannahavn. Vit spurdu
hana eisini, hvussu tað bar til, at
hon valdi at søkja inn á júst hesa
støðina.
- Fyrst var eg eitt sindur í iva.
Eg vildi gjarna sleppa at royna
meg á eini sjónvarpsstøð, men
hinvegin, so var eg kanska eitt
sindur bangin, orsakað av áður-
nevndu málsligu trupulleik-
unum. Eg gekk framvegis til
talupedagog, har eg skuldi royna
at siga æ og å o.s.fr., men eftir at
hava umhugsað støðuna, nevndi
eg einki um hetta í umsókn mín-
ari, tí eg vildi ikki gera fokus á
trupulleikan.
– At tað júst gjørdist Lorry,
sum eg fór í starvsvenjing hjá,
vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at
søkja á fýra starvspláss, og eg
var somikið heppin, at fáa posi-
tivt svar frá øllum teirra.
– Eg valdi tó Lorry, tí at síggja
til, var hetta staðið, har eg rokn-
aði við at sleppa at takast við
flestar lutir. Áðrenn eg tók mína
avgerð, var eg á vitjan á teimum
fýra støðunum, og hóast fleiri
vóru eitt sindur trek við at greið-
a frá arbeiði sínum, so helt eg
fast um, at eg mátti vita, hvat
tey kundu bjóða mær.
– Sjálv setanin var nóg so
stuttligt, og eisini eitt sindur
spennandi, tí mær stóð eisini í
boði at sleppa á donsku TV-
avísina. Eg var inni til samrøðu
hjá teimum, og eftir hesa bóðu
tey meg bíða uttan fyri hurðina í
einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó
skjótt av, tí meðan tey innanfyri
hurðina gjørdu av, um eg skuldi
vera hjá teimum, skundaði eg
mær yvir til Lorry, orsakað at
soleiðis kom rennandi inn, og
segði teimum frá, at eg vildi
sleppa í starvsvenjing har.
– Viðkomandi, sum eg tosaði
við, játtaði hesum, hóast hann
ikki hevði lisið umsókn mína,
men hann segði seg hava tó
hava hoyrt um samrøðuna, sum
eg hevði havt við ein av starvs-
feløgum hansara.
Gerandisdagurin
Hvussu gongur so ein vanligur
arbeiðsdagur á eini slíkari
sjónvarpsstøð?
– Arbeiðsdagurin gongur á tann
hátt, at møtt verður til arbeiðis
um níggju tíðina, tá vit beinan-
vegin hava ein redaktiónsfund,
har avgjørt verður, hvørji evni
skulu viðgerast í tíðindasending-
ini tað kvøldið.
– Har tosað vit vanliga um tey
evni, sum hava verið viðgjørt í
fjølmiðlunum dagin fyri, og
kanska serliga, hvørji evni bløð-
ini hava viðgjørt. Eg havi tað
aloftast soleiðis, at eg lesið
Berlingaran á veg til arbeiðis,
meðan eg siti í bussinum.
– Starvsfólkini eru at kalla
býtt upp í fleiri bólkar, har onk-
ur tekur sær av meira bleytum
tilfari, onkur fer snøgt sagt við
einum kamera, men sjálv havi
eg valt at vera við til at gera
tíðindasendingar, har vit fyri tað
mesta gera dagsaktuelt tilfar.
–Tá komið er til arbeiðis, so
koyrir tað bara við fullari ferð.
Tíðindafólkini gera neyðugu
avtalurnar, hvønn vit skulu tosa
við o.s.fr., og so um ellivu tíðina
kemur kameramaðurin til ar-
beiðis.
– Ein stórur partur av arbeiði-
num er eisini at fáa orð og
myndir at passa saman, tí sjálvur
tíðindastubbin varar aloftast ikki
meira enn nakrar heilt fáar min-
uttir, so tað ræður um at bera
boðskapin stutt og greitt fram.
Tórun greiðir annars frá, at ein
lutur, sum ofta kann gerast ein
trupulleiki er, at fólk ikki kenna
seg trygg við at standa framman
fyri upptøkutólinum.
- Tá ræður kanska um at fáa
tey at kenna seg trygg við tí
arbeiði, sum eg geri, eftir at eg
havi tosað við tey, men tað er
heldur ikki altíð at hetta ber til.
Er tað t.d. ein persónur, sum
hevur fingið harðar ákoyringar,
so ræður jú at fáa hann at svara
teimum skuldsetingum, sum eru
settar fram móti honum. Hin-
vegin eru so sjálvandi eisini
onnur fólk, sum tú nærum ikki
fært steðga. Serliga politikkarar
og onnur, sum eru von við at
vera í fokus. Aloftast hava tey
»Tíðin á MTV var ikki so galin, men eftir at
sendingin hjá mær varð broytt, og eg sá,
hvussu tey snaraðu teimum tíðindum, sum eg
skuldi bera fram, gjørdi eg upp við meg sjálva,
at hetta vildi eg ikki leggja andlit til.«
ein boðskap, sum tey vilja hava
út, og so er meira ella minni
líkamikið, hvørjar spurningar tú
setir fram.
Vil sleppa at gera mun
Upplivingarnar, sum hon hevur
fingið innan yrki higartil eru
sjálvandi nógvar. M.a. tá hon og
ein starvsfelagið í Sjónvarpinum
sum einastu fjølmiðlafólk fingu
loyvi at gera samrøðu við krún-
prinsin á Føroyaferð hansara.
Esini nevnir hon eitt dømi um,
tá ein føroyingur, sum var loðsur
í Keypmannahavn ikki vildi tosa
við nakað umboð fyri fjølmiðl-
arnar, men eftir at hava fingið
bræv á føroyskum frá Tórun
skifti hugsan.
Tá tosið fellur inn á framtíð-
ina, er ikki líkt til, Tórun longu
hevur gjørt upp við seg sjálva,
júst hvat hon ætlar sær at gera.
Fyri fyrst hevur hon í øllum
førum sett sær fyri at gera skúla-
gongdina lidna. Starvsvenjingin
endar 1. februar, og so skal hon
aftur til Århus.
- Eg kundi væl hugsað mær at
verið við til at gjørt eina rættul-
iga dokumentarsending. Eina
sending, har man veruliga hevur
tíð til at kanna alt tað, sum ligg-
ur aftanfyri ávísa evnið.
– Tað at arbeiða við dagligum
tíðindaflutningin er sjálvandi
øgiliga spennandi, tí tú fært so
nógv við av tí, sum gongur fyri
seg í samfelagnum.
– Hinvegin er hetta jú ikki
annað enn at bera boð víðari, og
dreymurin er at kunna gera eina
sending, har eg veruliga merki,
at mítt arbeiði hevur gjørt mun í
tilveruni hjá fólki.
»Dreymurin er at kunna gera eina sending, har
eg veruliga merki, at mítt arbeiðið hevur gjørt
mun í tilveruni hjá fólki.«
– At tað júst gjørdist Lorry,
sum eg fór í starvsvenjing hjá,
vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er
at søkja á fýra starvspláss, og
eg var somikið heppin, at fáa
positivt svar frá øllum teirra,
sigur Tórun Ellingsgaard.
Mynd: Álvur Haraldsen