leygardagur 27. mai 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 101 - 27. mai 2000
20
Nr. 101 - 27. mai 2000
Grafikkur Sosialurin
Dánjal Højgaard
Mynd: Jens Kr. Vang
Sigmundarsteinur, Sigmundar-
gjógv, Rannvátoftir og Rannvá-
kelda. Í oynni eru nógv áhugaverd
støð, sum knýta seg at nøkrum av
størstu hendingum og sagnum í
Føroya Søgu.
Náttúran er eisini vøkur og
bjørgini liggja høgliga fyri hjá
teimum, sum hava áhuga fyri ríka
fuglalívinum.
Ferðasambandið er eisini gott.
Tú sleppur í oynna um morgunin
og heimaftur seinnapartin.
Skúvoyggin lúkar við øðrum
orðum nógvar av treytunum fyri,
at vera ein ferðafólkaoyggj. Kort-
ini hevur eingin skipað ferðavinna
verið í oynni higatil.
Nakað av ferðafólki vitjar í
Skúvoy um summarið. Tey flestu
eru føroyingar. Nógv steðga bert
ein dag og hava mangan sjálvi
mati og drekka við sær.
Nøkur fá hús verða leigað út í
oynni. Tað eru ikki skúvoyingar
sjálvir, sum leiga út. Útleigararnir
eru avbygdarfólk.
Samanumtikið er tað sostatt
ógvuliga avmarkað, hvat ið ferða-
vinnan kastar av sær í Skúvoy.
Rárir døgverðar
Meinhard Hentze er handilsmaður
í Skúvoy. Handilsmaðurin hevur
eitt talandi dømi um ferðavinnuna
í oynni.
– Kunningarstovan í Havn
hevur biðið okkum gjørt døgverða
tvær ferðir til ferðafólk hesi sein-
astu 10 árini. Eitt lið var her fyri
nøkrum árum síðani og so var eitt
annað lið nakað seinni. Síðani
hevur einki verið, sigur hann.
Í fjør vóru fleiri ferðaløg, sum
steðgaðu á. Flestu teirra vóru
føroyingar, sigur handilsmaðurin,
sum ikki vil ljóða ov negativur:
– Sjálvandi er sølan størri um
summarið enn um veturin. Allur
bati bøtur, sigur Meinhard Hentze,
sum heldur, at søgan og náttúran
eru størsta magnetin hjá skúvoy-
ingum í ferðavinnuhøpi:
– Vit hava ongan Kirkjubømúr
og einki av fornlutum at vísa
ferðafólki. Men vit hava søguna
og bjørgini, sigur handilsmaðurin,
sum heldur, at Skúvoyggin má
gerast meira sjónlig í ferðavinnu-
høpi og, at tørvur er á hugskotum.
Handilsmaðurin hevur avgjørt
at seta 500 kr. í nýggja ferða-
mannafelagið í Sandoyar Sýslu.
Og hann heilsar royndunum at fáa
eina skipaða ferðavinnu í Skúv-
oynni, vælkomnum:
– Skulu vit hava turismu, má
eitt arbeiði gerast fyri hesum. Tað
hevur ikki verið gjørt higartil.
Fólk hava tungt við at gera nakað
sjálvi. Tað skal helst koma frá
øðrum, sigur hann.
Lorturin eftir
Arne Jensen er bygdarráðsfor-
maður í Skúvoy.
– Tey siga, at eg hati ferðafólk.
Nei, eg havi einki ímóti at turist-
arnir koma, men eg haldi bara
ikki, at bygdin hevur fingið so
nógv burtur ferðavinnuni, sigur
Arne Jensen.
Sambært skúvoyingum skal
bygdarráðsformaðurin hava sagt,
at tað einasta ferðafólkini leggja
eftir seg í oynni er lortur. Eitt
úttalilsi, sum hann ikki vísir aftur:
– Handilsmaðurin fær einki
burturúr, Sildberan eiga tit í Havn
eins væl og vit, og húsini, sum
verða leigað út, eiga avbygdar-
fólk. Tí verður tað ikki tað stóra,
Ferðaráðið:
Móttøkuapparatið
manglar
SKÚVOY. Ferðavinna eru nøkur fólk sum koma og fara - og sum einki
leggja eftir seg. Soleiðis hevur hugburðurin í Skúvoy í stóran mun verið
til ferðavinnuna. Nú verður ein roynd gjørd, at skipa vinnuna, so at hon
kastar nakað av sær
ferðafólkini leggja eftir seg í
oynni, uttan tað, sum fer til IRF,
sigur hann.
Sambært Arna Jensen mugu
skúvoyingar liva við teirri sann-
roynd, at ferðavinnan er mið-
savnað kring Havnina. Ferðafólk-
ini kunnu búgva í Havn og vitja
meginpartin av landinum hagani.
Eisini vantar skúvoyingum hús
at leiga út til ferðafólk, sigur
bygdarráðsformaðurin, sum held-
ur, at ferðamannatíðin er so stutt,
at hon er lítið at dúva upp á.
– Ein íløga í ferðavinnuna verð-
ur tað reina undirskot. Vit búgva í
okkara egnu húsum og tað eru
uttanbíggjafólk, sum hava møgu-
leikar at leiga út. Her í Skúvoy er
eingin, sum hevur ráð at seta
pengar í eitt turisthús, sigur
bygdarráðsformaðurin.
Hinvegin heilsar hann initiativ-
inum hjá ferðavinnufelagnum í
Sandoynni, at skipa ferðavinnuna
í Skúvoynni, vælkomnum.
– Tað verður so okkurt í summ-
ar, sum skal standa sína roynd. Eg
ynski tí so góða eydnu.
Fekk fyri kaffikolbuna
Á komfýrinum heima hjá hjún-
Fyri tveimum árum síðani vóru
umboð fyri Ferðaráð Føroya í
Skúvoynni fyri at kanna
áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir
at hava hitt bygdarráðsfor-
mannin í Skúvoy kundi
Ferðaráðið staðfesta, at eingin
serligur áhugi var fyri ferða-
vinnuni millum skúvoyingar.
Síðani tá er nakað hent, sum
bendir á, at ein ávísur áhugi er
í Skúvoy kortini, staðfestir
Ferðaráð Føroya.
Ferðavinnan í Sandoynni
roynir at skipa ferðavinnuna í
Skúvoynni. Skúvoyingar eru
við í hesi ætlan og bygdarráðið
stuðlar ferðavinnufelagnum í
Sandoynni fíggjarliga.
Sambært Ferðaráðnum hevur
Skúvoyggin ikki tað apparatið,
sum skal til fyri at taka ímóti
ferðandi í stórum tali – t.d
matstøð, alment wc og
møguleikar fyri gisting og
útferðum. Samstundis verður
sagt, at fortreytir fyri veruligari
ferðavinnu er, at fólkið á
staðnum er áhugað í hesi vinnu.
Royndin hjá Sandoyar Sýslu
Ferðalagi bendir á, at móttøku-
apparatið í Skúvoy nú verður
brynjað til at kunna taka ímóti
veruligari ferðavinnu, sigur
Ferðaráð Føroya.
unum Elisabeth og Tummasi
Frank Joensen stendur eitt annað
talandi dømi um ferðavinnuna í
Skúvoynni.
Einaferð gav familjan Joensen
einum donskum pari innvist, tí tey
vóru ov sein til Sildberan. Tá ið
donsku gestirnir vóru farnir
avstað aftur lógu 300 kr. eftir tey
á náttborðinum.
Hetta var einasta inntøkan
familjan Joensen hevði av ferða-
vinnuni hetta árið. Og fyri peng-
arnar keyptu tey sær eina kaffi-
kolbu.
Frank verður onkuntíð biðin um
at taka sær av onkrum ferðalagi,
sum kemur í oynna, og tá plagar
tey eisini at fáa ein drekkamunn
frá Elisabeth.
– Tað er kanska eina ferð, ella
tvær ferðir um árið, at hetta kem-
ur fyri. Viðhvørt er einki, sigur
Elisabeth.
Nógv hugskot
Familjan Joensen telist millum
teirra, ið hava tiltrúgv til ferða-
vinnuna í Skúvoy. Tey halda, at
skúvoyingar hava fingið ov lítið
av skafti í ferðavinnuni.
– Initiativið má koma frá okk-
um sjálvum, siga Elisabeth og
Tummas Frank, sum halda at
møguleikarnir eru nógvir.
Skipast kann fyri gonguferðum
og bátsferðum. Farast kann á flot
og í bjørgini við ferðafólki,
kanska eisini at fleyga. Men hetta
er nakað, sum bygdarfólkið fyrst
má semjast um innanhýsis. Og at
fáa skúvoyingar at semjast um
ferðavinnu er eftir øllum at døma
lættari sagt enn gjørt, skilst.
Ein onnur forðing er eisini. Skal
náttúrtilfeingið troytast - sum
liður í ferðavinnu - mugu landsins
myndugleikar, eisini broyta hug-
burð, heldur Tummas Frank.
– So leingi tú mást biðja um
loyvi at troyta títt egna tilfeingi,
so verður tað tungt, sigur Tummas
Frank, sum hugsar bæði um
avmarkingarnar í fuglaveiðuni og
um fiskiloyvi.
Pengarnir av oynni
– Vit tjena einki uppá ferðavinn-
una, sigur Inga Tórarenni.
Inga, er millum teirra, ið eru
biðin um at vera við í eini roynd
at skipa ferðavinnuna í Skúv-
oynni. Tað er nýstovnaða ferða-
mannafelagið í Sandoyar Sýslu,
sum stendur aftanfyri tiltakið.
– Eg veit frá handilsmanninum,
at fólk hava hvørt nikk og prikk
við sær. Fara vit til Havnar so
leggja vit pengar eftir okkum,
men soleiðis er tað ikki her hjá
okkum, sigur hon.
Inga vísir á, at tey, sum leiga
hús út í Skúvoy, eru avbygdar-
fólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í
sínum húsum og tískil fer leigu-
peningurin av oynni.
– Pengarnir enda ikki í okkara
lummum. Teir fara av bygdini,
sum so mangt annað, sigur Inga,
sum hevur lovað at royna at leiga
hús út til ferðafólk í summar:
– Vit mugu útvega okkum onn-
ur hús frá fólki, sum kanska
búgva í Havn, sigur hon.
Gloymd í Havn
Inga heldur, at tað var óvanliga
nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør.
Umframt tey, sum komu við
Sildberanum, komu fleiri við
skonnartini Norðlýsinum og við
Jóan Petur Clementsen, sum
skipar fyri bátsferðum heiman av
Sandi.
Inga heldur, at skúvingar hava
ikki tikið ferðavinnuna í nóg
Ferðavinna í mjørka
stórum álvara:
– Ferðavinnan hevur bert verið
mett sum nøkur fólk, ið koma og
fara. Eingin hevur verið at gjørt
nakað við tað; til at samskipa tað,
sigur Inga, sum fegnast um initia-
tivið úr Sandoynni.
Ein orsøk til, at skúvoyingar
einki hava gjørt við ferðavinnuna
kann vera, at tað eru so nógv
gomul fólk í oynni, heldur hon.
Eisini eru skúvoyingar nógv upp-
tiknir av arbeiði um summarið,
sigur Inga, sum heldur, at ferða-
vinnan í høvuðsstaðnum hevur
sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:
– Eg haldi, at tey gloyma okk-
um í Havn. Tey kundu ringt og
spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar
hevur ringt og spurt um vit vilja
leiga út, sigur hon og sipar til
áheitanina frá Sandoyar Sýslu
Ferðalagi.
Um skúvoyingar nakrantíð fara
at vinna pengar burtur úr Sig-
mundi og Rannvá og fuglabjørg-
unum fer summarið kanska at
geva eina ábending um.
Fyribils liggur ferðavinnan huld
í mjørka og er ring at fáa eyga á.
Skúvoyggin hevur
nógv at bjóða ferða-
fólki. Men ferðamað-
urin verður sleptur
uppá fjall, tá hann
kemur á land í
Skúgvi, heldur Inga
Tórarenni
– Skúvoyingar hava
ongantíð staðið við
bilettmaskinuni í hond-
ini, sigur handilsmað-
urin, Meinhard Hentze,
sum eisini er postmaður
í Skúvoy
Tað einasta ferðafólkini
lata eftir seg í Skúvoynni
er lortur skal bygdaráðs-
formaðurin, Arne
Jensen, hava sagt
– Vit tjena í mesta lagi 600 kr. um árið av ferðavinnuni, viðhvørt onki, sigur Elisabeth Joensen. Hendan dagin var hon farin oman á lendingina við soninum, sum skuldi úr
oynni við »Sildberanum«