Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 101 - 27. mai 2000 22 Nr. 101 - 27. mai 2000 Tornini við landsenda (II) SCILLYOYGGJARNAR. Oyggjar og vitar útfyri Lendsenda. Fyrstu búðsetingarnar á Scillyoyggjunum eru førdar aftur í bronsualdurin, tá oyggjarnar vóru ein stórur landbiti. Eisini eru ymsar fornleivdir, ið benda á rómverska herseting. Luttøka føroyinga í róðri í gig er broytt í framtíðini og øll fleiri kunnu nú kappast um at manna føroysku gigina Dagfinn Olsen Sicillyoyggjarnar. Í fyrra parti- num varð sagt frá um føroyska ferðalagið, sum um mánaðar- skiftið apríl/maj vitjaði á oyggj- unum, fyri at fylgja føroysku manningunum, sum róðu í gig. Eisini varð koið nakað inn á sjálvar oyggjarnar, søgu og landslag Hjá føroyingi er tað heldur enn ikki himligt at seta seg í lítið flogfar og síggja oyggjar í havsbrúnni. Tað er bra tað, at flogfarið er minni, enn á ferðum til Føroya. Eisini eru oyggjrnar minni. Og so er veðrið so nógv betri, ella í hvussu er heitari. Sum í tropunum Føroyingar syngja um tropurnar. Stórt meira kunnu vit ikki gera, tí peningaposin skal vera rætti- liga tungur, áðrenn ein ferðast alla tað logu leið til tropiskt veðurlag. At sunnasti parturin av Ong- landi hevur tropiskt veðurlag, kemur ikki mongum til hugs. Útfyri Landsend liggja Scilly- oyggjarnar. Navnið Scilly sigst koma av Sulli. Sun Isles. Ella á føroy- skum sól oyggjar. Veðurlagoð er rættilga støðugt og ikki eru broytingarnar serliga stórar tær ymsu æárstíðirnar, bert eini 9 stig. Fyrstu búðsetingarnar á Scillyoyggjunum eru førdar aftur í bronsualdurin, tá oyggj- arnar vóru ein stórur landbiti. Eisini eru ymsar fornleivdir, ið benda á rómverska herseting. Hóast tað kann tykjast løgið, so er tað í veruleikanum so, at hesar vøkru sóloyggjar útfyri Landsenda, liggja nærum líka sunnalaga, sum t.d. París. Landafrøðiliga eru oyggjarnar ein røð av granitt toppum. Til- farið er øðrvísi, enn tað á meginlandinum við Landsenda. Tað er hvítari og bleytari. Sandur er eisini fram við landi, so hugmyndin um baði strond fær lív. Veðurlagið ger tað liviligt hjá blómum og fgli og bæði fugla- frøðingar og tey, ið hava áhuga fyri blómum, kunnu fáa nógv burturúr. Serstakliga er tað plantulívið, ið kann taka sjálvt leikmanninun av fótum. Bara tað at síggja pálmar og aðrar tropiskar palntur flytir ferðamanninun í huganum langt burtur frá norðurlendskum strondum. Tropiskur aldingarður Umframt at hava góð livilíkindi fyri plantulívi, so er eisini áhugavert at vitja í Tresco Garden. Har eru alskins blómur og vøkstur at síggja og uppliva. Tað sigst, at gomul siðvenja var, at sjómenn tóku plantur heim við sær av langvegis ferð- um. Tað var Augustus Smith, sum grundlegði garðin, stutt eftir at hann kom til oyggjarnar í 1834. Umframt planturnar, so kann ein eisini síggja leivdirnar av Old Abbey. Leivdirnar av einum Benedictinara klostri. Mett verð- ur, at munkar setturt niður har millum 1042 og 1066. Søgan um oyggjarnar er merkt av skipsvrakum, sum greitt frá í fyrra parti, og eisini í Tresco Garden eru leivdir av skipum, millum annað kanónir og skips- figurar, ið hava verið framman stavn á sørri seglskipum. Tresco Garden er ein stuttlig søga og so savgjørt ein áhuga- verd og minnilig uppliving. Broyting í róðrinum Gig. Soleiðis nevnast bátarnir. Sum greitt frá seinast, byrjaði kappróðrur í gig, tá menn kapp- aðust um at veera fyrstir úti hjá skipum, sum teir kundu vera losur hjá. Veruliga góð før vórðu ikki ment, fyrr enn í seinnu helvt av 19. øld. Framvið vesturstrond Onglands sóu skjótir árabátar dagsins ljós og Peters of Mawes bygdi sína fyrstu gig í 1790. Ein gig hevur seks árar og hevði ikki loyvi at hava meira, tí so hevði hon verið av skjót fyri myndugleikararnar í góðu gomlu smuglaradøgunum. Kring Scillyoyggjarnar liggja mong skipsvrak á havsins botni. Umframt at vera losar, so kom meira enn so fyri, at menn m´ttu vága lív fyri at bjarga skipum, manning og farmi. Eisini her kom gigin inn í myndina og vísti seg at rigga sera væl. Mangar eru søgurnar um slík- ar hendingar. Í 1910 vóru aftur boð eftir gigum. Skipið Minne- haha kfór til botns. Umborð vóru 243 oksar, ið v‘oru blak- aðir á bláman, har gigirnar síðani gjørdu fast og sleiðau til lands. Ein av gigunum var Czar. Í róðrinum, sum føroyingar í ár luttóku í, var ein gig, ið bar hetta navn. Um ta er ein og sama gig, skal ikki staðfestast her, men ein sannroynd er tað, at mangar av gigunum eru sera haldgóðar og gamlar. Hvussu leikur fer komandi árini viðvíkjandi føroyskari luttøku í róðri í gig, vil tíðin vísa. Róðrarsambandið skal í framtíðini taka sær av at sam- skipa árligu luttøkuna, og ikki oljufeløgini, ið fingu hetta í lag. tey vera tó framvegis høvuðs- stuðul. Stóra broytingin er, at nú eru fleiri, iðkappast um at manna føroysku gigina á Scillyoyggj- unum og kvinnurnar fáa nú eis- ini sæítt sjálvsagda pláss. Tá ein uppá eitt stutt viku- skiftið ferðast við flogfari heilar 8 ferðir og verður so ríkiliga mettaður við upplivingum, so er Bara tað at síggja pálmar og aðrar tropiskar palntur flytir ferðamanninun í huganum langt burtur frá norðurlendsk- um strondum. Ein gig hevur seks árar og hevði ikki loyvi at hava meira, tí so hevði hon verið av skjót fyri myndugleikararnar í góðu gomlu smuglaradøgunum. Jan Evensen frá Amerada Hess kannar áhugaður blómur í Tresco Garden Richard Harmann fekk hugskotið at lata føroyingar royna seg í kappróðri í gig Bæði lundi og Tjaldur halda til á Scilyoyggjunum Gott við onkrum leskiligum og køldum í fyrrapartssólini Føroysku manningarnar í gigini Sowenna Í 1910 bjargaði Czar neytum frá Minnehaha, ið fór til botns tað ikki lætt at seta orð á al tað, ið ein sum væl nøgdur ferða- maður vil, at onnur eisini skulu fáa lut í.Víst er tað, at føroy- ingar eiga at taka seg saman í ferðalag, sum í framtíðini ferð- ast til Scillyoyggjarnar, tá føroy- ingar rógva har. Lættast er at gera eina roynd at greiða frá, vísa myndir, um ein hevur nakarar, og annars staðfesta gomlu orðini um, at til tíðir orð eru fátøk.