Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 101 - 27. mai 2000 Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo 24 Nr. 101 – 27. mai 2000 post@sosialurin.fo Subject: Teldubræv Date: Tue 2.May. 2000 To: post@sosialurin.fo From: fgaini@iname.com Reply to: fgaini@iname.com CPR-nummarið Tað er óhugsandi at liva niðri uttan at hava cpr-nummar. Tú ert onki uttan hetta gylta nummar, ið verður brúkt til alt millum himmal og jørð. Eg haldi, at cpr- nummarið, er eitt kjarnusúmbol í danska nútíðarsamfelagnum. Kjarnusúmbol eru súmbol, ið umfata sera nógv fyribrygdi í ávísari mentan. Tey kunnu brúkast (myndamálsliga) til at skilja rúgvu av sereyðkennum í samfelagnum. Cpr-nummarið er eitt nokkso nýtt fyri- brigdi, ið er komið fyri at vera. Mót- støðan ímóti talinum er langt síðan horv- in, tí fjøldin hevur vant seg við tað, og hóast nummarið fjalir sera viðkvæmar upplýsingar um heilsustøðu, lógarbrot, fíggjarstøðu og annað, so ganga fólk runt og skriva nummarið allastaðni. Nógvar fyritøkur og nógvir stovnar biðja kund- arnar upplýsa cpr-nummar, hóast tey ong- an rætt hava til hesa vitan. Til dømis verður ein á hægri lærustovnum javnan biðin at skriva cpr-nummar saman við navn og bústað, í samband við eina rit- gerð ella skrivliga próvtøku. Fólk avdúka tað eisini á arbeiðsumsóknum, í brøvum og kontraktum og so framvegis. Ein skuldi ikki trúð nummarið var loyniligt, tí fólk ganga nærmast við tí prentað á ennum sínum. Antin vita tey ikki, at uplýsingarnir kunnu misnjótast ella „skíta tey bara á tað“. Nummarið er lykilin, ið gevur tær at- gongd til øll almenn samfelagsrúm. Á tí gula sjúkratryggingarkortinum stendur nummarið í stórum, áðrenn navn og búst- að, og um tú fert inn á almennari skriv- stovu, skalt tú straks upplýsa tað, áðrenn bureaukraturin hinumeðin borðið yvir- høvur tímir at tosa við teg. Við at trýsta nummarið inn á telduna sær skrivstovu- fólki nevniliga beinanvegin hvør tú í veruleikanum ert. Nummarið er álitið, og persónurin er nummarið. Stutt sagt, tú ert bara eitt nummar. “Jeg har en 2906 her” segði kontórdaman á skattadeildini í Keypmannahavn álvarsamt um meg, tá hon telefoneraði. Ein trupulleiki hjá nógvum føringum, ið flyta niður fyri fyrstu ferð, er at teimum væntar cpr- nummar. Meðan tey tolin bíðja eftir nummarinum - lyklinum til systemið - kunnu tey hvørki fáa SU (lestrarstuðul), arbeiðsloysisstuðul, bankakonto ella al- menna íbúð. Tað eru nógvir praktiskir fyrimunir við einum cpr-nummar: nú er lættari sentral- stýri landsins vegna, at halda ordan í teimum goymdu uplýsingum um íbúgv- ararnar. Nú er lættari at samskipa vitan- ina, soleiðis at kartotekini hjá lógreglu, skattavaldi, sjúkrahúsum, fólkayvirliti og øðrum stovnum, verða til eitt teldustýrt risasavn við øllum um øll. Soleiðis verður væl lættari at finna teir vánaligu sam- felagsborgararnar í fjøldini, hóast hesir kanska royna at liva sum hini og síðani refsa teir fyri syndir sínar. Um cpr-numm- arið kann avdúka nakrar brotsmenn, so er skipanin ynskilig siga danir, og harvið hvørvir mótstøðan ímóti sentral-karto- tekinum eisini heilt. Er hetta logiskt? Danir standa sum sera effektivur fólka- bólkur við hypermodernaðari samfelags- skipan og sterkum búskapi. Teir ynskja ikki at seinka samfelagsmenningini, uttan haldgóða grundgeving, og cpr-nummarið er í sjónarmiði teirra eitt stórt framstig í harmoniseringini av Danmark. Ert tú at- finningarsamur mótvegis cpr-nummari- num, so kannst tú ikki hava reinar hendir! Í Føroyum hevur man eitt p-tal, ið ikki hevur eins stórt rásarúm sum cpr-numm- arið í Danmark. Skipanin í Noregi minnir um hitt føroyska p-talið. Autoritetstrúgv- in er nógv sterkari í flatlondum, ið eisini hevur sterkari stýring enn hini londini. Um fjøldin í landinum finnir seg í at sentralstýrið kannar og goymir vitan um persónligu viðurskifti tíni so er tað fínt. Tað mugu tey um, sigi eg, men hvar gongur markið millum privatu og al- mennu sferuna í samfelagnum? Eg fari at enda við orðum hjá Jean-Jacques Rousseau, ið segði: menniskjan er fødd fræls, og allastaðni er hon í leinkjum. Firouz Gaini, Keypmannahavn NÁPTAKARAR. 10 ungfólk gjørdu mánadagin semju við tónleika- og margmiðlabransjuna um, at tey skulu gjalda 240.000 krónur fyri piratkopi, sum tey høvdu tikið. Tey 10 fólkini, sum búgva á fýra ymiskum næm- ingaheimum á Danmars Tekniske Universitet (DTU), skulu gjalda stóru upphæddina, eftir at tey umvegis innanhýsis net á næmingaheimunum kopi- eraðu tónleik og telduspøl ólóliga. Við semjuni hava onnur fólk á næmingaheimu- Fekk nýggjan dóm 45 ár seinni FRÍKENDUR. Í 1955 var ein amerikumaður dømdur fyri trífalt morð á ungfólk, men í síðstu viku varð hann fríkendur, tí eitt mistak varð gjørt undur rættarmálinum. Tann nú 67 ára gamli Kenneth Hansen var kendur sekur í at hava dripið 13 ára gamla John Schuessler, 11 ára gamla Anton Schuessler og 14 ára gamla Robert Peterson. Hann varð útilokandi dømdur, tí arbeiðsfelagar søgdu, at hann hevði viðurkent, at hann hevði misnýtt og dripið dreingir- nar. Dómurin var lemjandi. 200 ár í fonglsi. Ein rættur í Chicago avgjørdi, við atkvøðunum 2-1, at 45 ára gamli dómurin skuldi broytast, tí nevningarnir av órøttum høvdu fingið upplýsingar um, at Kenneth Hansen áður hevðir misnýtt ungar dreingir. Ákærin í málinum ætlar at skjóta nýggja dómin inn fyri hægri rætt. Kenneth Hansen hevur alla tíðina sagt seg vera ósekan í ákær- unum. Bob Dylan framúr ummæli TÓNLEIKUR. Tiltikni ameri- kanski tónleikarin og komponist- urin, Bob Dylan, hevur júst havt konsert í Danmark, og tað fekk fyrrapartsbløðini at tveita við teimum stóru lýsingarorðunum. Konsertin, sum var fyri 450 fólkum í Horsens, fekk seks stjørnur av seks møguligum í Ekstra-Blaðnum, og har var Dylan róptur: Týdningarmesti núlivandi perónurin í tónleikasøguni. BT gav konsertini fimm stjørn- ur, og teir halda, at konsertin fyri tað mesta var frálíka góð. Ekstra- blaðið leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ummælarin staðfestir, at „ konsertin minti um eina av teimum avgjørt størstu tónleika- hendingunum á danskari jørð nakrantíð.“ Bob Dylan spældi nógv av sín- um kendu sangunum fyri donsku áhoyrarunum, og tað vórubæði eldri og nýggir sangir. Piratkopi kostaðu nógv 10 donsk ungfólk hava fingið eina fjórðingsmillión í bót fyri at kopiera tónleik og telduspøl num á DTUs, um eisini hava gjørt sær dælt av ólóliga tónleikinum og telduspølunum, fingið frítt at fara. Tey 10 fólkini, sum skulu gjalda fjórðings- milliónina, høvdu ábyrgdina av teldunetinum á næmingaheimunum, haðani øll frítt kundu kopiera sær tónleik og telduspøl. Ólóliga virksemið varð avdúkað í januar mánaði, tá løgreglan gjørdi húsarannsókn á næmingaheimu- num. 13. mai fingu Birgit og John Ryan, Klaksvík, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 3920 gr. 15. mai fingu Durita á Heygum og Jákup Andreas Lamhauge, Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 16. mai fingu Sylvia og Jógv- an Kári Hansen, Eiði, eina dóttir. Hon var 55 cm. long og vigaði 3800 gr. 17. mai fingu Joan Carlsson og Magnus Madsen, Stykkið, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4100 gr. 17. mai fingu Joan D. Kruse og Hans Jákup Johansen, Eiði, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4250 gr. 17. mai fingu Eyðna Joensen og Niels Jensen, Birkerød, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 5200 gr. 18. mai fingu Ann og Birgir Davidsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3760 gr. 19. mai fingu Eyðbjørg og Erik Lervig, Leirvík, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3750 gr. 19. mai fingu Kristgunn og Jákup Meinhard Jacobsen, Vestmanna, eina dóttir. Hon var 56 cm. long og vigaði 3900 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Gudstænastur 5. sunnudag eftir páskir Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Kirkjubøur: kl. 12, Bergur D. Joensen Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Nólsoy: kl. 12, altarg., Sonja Klein Saksun: kl. 11, Marjun Bæk Rituvík: kl. 11, altarg., Søldarfjørður: kl. 18, altarg., Jónsvein Bech Haldarsvík: kl. 11, Funningsfjørður: kl. 16, Uni Næs Christianskirkjan: kl. 11, Hans Eiler Hammer Gjógv: kl. 11 messa, Funningur: kl. 12.30 messa, Norðskála: kl. 14.30 barnagudstænasta, Emil Olsen Sandavágur: kl. 11, altarg., David Johannesen Sjóvar kirkja: kl. 11, Jógvan Fríðriksson Sandur: kl. 12, Jákup Reinert Hansen Tvøroyri: kl. 11, Ólavur Ramussen Ebenezer Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti og kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Morgunmøti kl. 11, kl. 12.15 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06 morgun- bøn, kl. 11 morgungudstænasta v/Kurt Nielsen, kl. 18 møti v/ Kurt Nielsen. Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin v/Kurt Nielsen. Frelsunarherurin Tórshavn Leygardagin kvinnustevna. Sunnudagin kl. 11 og 18 alment møti. Majorarnir Synneva Vestheim og Turid Gamst leiða og tala. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Mánadag til fríggjadag kl. 06 morgunbøn. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Fundur fyri okkara limum við Duritu Tausen. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma við Ámundi Berth- elsen av Strondum. Evni: frásøgn um hvítusunnu og vit syngja. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18 møti við Olafi Magnussen. Meinigheitshúsið í Havn Eingin sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, ístaðin møtast øll uppi í Ítróttarhøllini á Hálsi kl. 15, har sunnudagsskúlarnir í Streymoynni eru saman til tiltakið Jesus 2000. Kl. 18 møti v/ Sverra Steinhólm og Tom Skaale, evni: Gevaratænasta. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli í Hoyvíkar skúla, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ein av komandi sunnudøgum, um viðrar, skipar sunnudagsskúlin fyri uttandura tiltøkum, har øll familjan er vælkomin. Ítróttarhøllin á Hálsi Tiltakið sum Heimamissiónin skipar fyri: Sunnudagsskúlin ár 2000 »Eingin er ov lítil til Jesus«, verður sunnudagin 28. mai kl. 15. Tiltakið er fyri alla Streymoynna. Øll eru hjartaliga væl- komin. Zion, Kollafjørður Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Høgni Johannesen talar. Øll eru vælkomin. Saron Vestmanna Sunnudagin kl. 18 evangeliskt møti. David Beck talar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli og kl. 19 møti við John C. Johannesen. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygardagin kl. 20 v/Hanus Poulsen. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Eyðun og Kristinu Jacobsen. Sunnudagin kl. 17 møti. Evnið: Missión. Barnamøti kl. 17. http://kort.olivant.fo/˜keldan/ Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Irenu Bech, Rituvík. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgin og fríggjamorgun frá kl. 6-7. Kirkjan, Norðskála Barnagudstænasta verður sunnudagin kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin! Missiónshúsið á Tvøroyri Vikuskiftismøti verður leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18 við N. J. Nielsen trúboðara. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Fundur verður leygarkvøldið kl. 20 í hølunum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Lopra Evangeliskur fundur verður í bygdarhúsinum leygardagin kl. 20, Levi Joensen og aðrir. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. fundur, kl. 21 útifundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Samkoman, Sion Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudagsskúli. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. 1000-ára haldið Leygardagin kl. 19.30 heldur Jógvan Fríðriksson, prestur, fyri- lestur um Victor Danielsen í Fjalsgarði í Oyndarfirði. Siloakórið syngur. Sunnudagin kl. 15 heldur Magnus Jørgensen fyrilestur um Kaj Munk í Svínoyar kirkju. Esbjerg Sunnudagin 28. kl. 15 verður møti í Zionskirkens sognhus við Suna Jóhannesen. Kór á vitjan í Danmark Í døgunum 3.-17. juni vitjar eitt kór av Sandoy í Danmark. Kórið kemur at vitja runt og hava møti og luttaka við gudstænastir. Kórið er manskór og eitt blandað kór. Sangirnir eru einfaldir og innihaldsríkir, kórleiðari er Rúni Hentze. Túrin er ein liður í arbeiðinum hjá Hera Elttør, trúboðara millum føroyingar ið búleikast í Danmark. Hirtshals Missiónshús 3. juni kl. 20. Emmbersbæk kirke í Hirtshals sunnudagin 4. juni kl. 14. Ålborg, Missiónshúsið Bethesta, sunnukvøldið 4. juni kl. 19.30. Viborg Domkirke mánadagin 5. juni kl. 14. Svendborg, týsdagin 6., á Hotel Stella Maris, Kogtvedvænget 3, Føroyakvøld. Páskaboð – 4. leygardag eftir páskir »Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi og søgdu: Sigið: Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu«. (Matt. 28,11-13). Sjálvt um innihaldið í hesum lestri í sær sjálvum ikki er so stimbr- andi, so er tað fyri trúnna ein hugaligur lestur. Tíðliga í tíðini, ja longu leygardagin eftir langafríggjadag, kom tann hugsna, at best var at halda vakt við Jesu grøv, fyri at eingin skuldi koma og stjala likam hansara og síðani siga, at hann var risin upp av deyða. Høvuðsprestarnir og Fariseararnir komu til Pilatus og søgdu: »Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: Um tríggjar dagar rísi eg upp. Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt við grøvina líka til hin triðja dagin«. Pilatus var ynski jødanna líðin, og góð vakt var sett við grøvina. Hin stóri steinurin við gravamunnan varð innsiglaður, so nú skuldi eingin møguleiki verið hjá hinum deyða ella livandi vinum hansara. Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, kom mikil landskjálvti, og ein eingil Harrans kom niður av himli og velti steinin frá gravarmunnanum og setti seg á hann. Vaktarmennirnir gjørdust bangnir. Teir skulvu av ræðslu og gjørd- ust sum deyðir. Komnir so nøkunlunda fyir seg, fara teir við tað sama til høvuðsprestarnar og siga frá tí, teir høvdu upplivað. Fundur var hildin á høgum stigið, og jødarnir, ið høvdu ábyrgdina av Jesu deyða, løgdu saman ráð á øðrum sinni. Høvuðsprestarnir løgdu vaktarmonnunum lag á at smíða eina lygn saman. Harafturat varð gravvaktin mutrað, og lygnin varð væl goldin. Hugaligt og sannførandi, at hesin lesturin í skriftini stendur mitt í páskaboðskapinum. Skriftin dylir ikki tað, sum satt er. Og satt er, at tað so tíðliga í tíðini hoyrdist, at hin deyði Jesus ikki var risin upp av deyða, men at likam hansara var stolið og síðani goymt burtur. Men, hin upprisni Jesus er ikki til at krógva, tí hansara gud- dómmiliga uppreisnarkraft hevur mangar ferðir gjørt lygnina til einkis. Sum ein livandi frelsari sýndi Jesus seg fyri kvinnunum, lærusveinunum og mongum øðrum. Hann reis upp av deyða og grøv, og sjálvt í dag síggja vit hansara uppreisnarmátt, tá hann opinberar seg í tí heilagu skriftini fyri okkum. Eisini vit hava sæð hin upprisna, og tað er einki at taka seg aftur í, at vit eisini hava kent á okkum hendan heilaga friðin, ið valdar allar staðir, har Jesu navn verður tilbiðið í anda og sannleika. Jú, mega vit siga. Tann tóma grøvin verður útløgd ymiskt. Men tað svitast ikki. Vit vita av royndum og kunnu vitna, at Jesus Kristus er risin upp. Ja ikki bara hann, men eisini vit eru risin upp til livandi vónar í uppreisn hansara. Og er uppreisn Jesu stór, so mikið meira vælsignað er tað, at vit kunnu kenna, at vit sjálvi eru risin upp av deyða og eiga vónina um ævigt lív. Amen. Eitt ljós á gøtu míni 19. mai fingu Elida Poulsen og Eyðun Berg, Tórshavn, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3050 gr. 20. mai fingu Miriam og Magnus Joensen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4100 gr. 21. mai fingu Marjun Wilhelm og Ólavur Brimnes, Keyp- mannahavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4850 gr. 22. mai fingu Ebba og Poul Juul Michelsen, Froðba, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3780 gr. 23. mai fingu Ellinor Midjord og Tommy Yangsy, Hoyvík, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 23. mai fingu Bodil og Poul Holm Jacobsen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3500 gr. 25. mai fingu Hjørdis Zachari- assen og Harald Bjørgvin, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3050 gr. ANDLÁT 17. mai Mildrið Jacobsen, Leirvík, 65 ár Týsdagin 30. mai kunnu hjúnini Berlina og Erik Mørkøre, Klaksvík, halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Diamantbrúdleyp Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 27. mai: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Sunnudagin 28. mai: Andreas Petersen, tlf. 441086 Norðoyggjar: Leygardagin og sunnudagin: Magnus Magnussen, tlf. 455451 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir