Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 101 - 27. mai 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 101 - 27. mai 2000 Tá Jákup Mikkelsen hós- dagin segði konuni og børnunum báðum farvæl, var tað við vónini um, at Herfølge framvegis skul- di hava lagnuna í meista- rasríðnum í egnum hond- um, tá hann kom til hús aftur hóskvøldið. Veruleikin yvirhálaði so rudduliga vónina. Já- kup Mikkelsen og Her- følge megnaðu 1–1 í Sil- keborg, og tá Brøndby samstundis tapti 2–0 á útivølli móti AB, var tað greitt, at tað var eitt meistaralið, sum bussurin koyrdi aftur til felagshús- ið í Herfølge. Eilen Mikkelsen, kona Jákup, var saman við ein- ari rúgvu av viðhalds- fólkunum hjá Herfølge, møtt upp at taka ímóti og fagna, og í donsku fjøl- miðlunum varð nógv gjørt burturúr bæði í fyrrakvøldið og í gjár. Hava royndirnar Jákup Mikkelsen ásann- aði eftir lokið stríð, at hann átti sín lut í leiðslu- málinum hjá Silkeborg. Undanvindurin, sum var torførur at rokna út, hjálp- ti væl til, men royndin var so langt úti frá, at bólturin átti ikki at farið í málið, helt Jákup Mikkelsen. Jákup hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu Føroyski málverjin í Herfølge var sjúkur, tá hann fyri níggju árum síðani var við til at vinna føroyska meistaraskapin Men eftir at tað var vorð- ið veruleiki, at Herfølge var danskur meistari, fór Silke- borg málið í skuggan, og Jákup Mikkelsen og liðfe- lagarnir og ikki minst ven- jarin, John Faxe Jensen, vóru í brennideplinum. – Bara EM heitið í 1992 er størri enn hetta. Eg meti fyrsta meistaraheitið hjá mær sum venjari at vera á hædd við tað fyrsta, sum eg sum spælari vann við Brøndby, segði John Faxe Jensen. Hann hevur vunnið átta DM heiti við Brøndby. Jens Madsen er ein av bara fýra donskum spæla- rum, sum hava verið við til at vinna DM fyri trý feløg. Undan DM heitinum við Herfølge hevur hann vunnið við Brøndby og AaB. Ringrásin Jákup Mikkelsen er ein ann- ar av teimum heilt fáu Her- følge spælarunum, sum hava roynt at vunnið meist- araskapin. Tá KÍ í 1991 vann FM, var Jákup Mikk- elsen málverji. Men hann var ikki í málinum illveð- ursdagin, tá tað í Gøtu gjør- dist greitt, at KÍ hevði vunn- ið fyrsta FM heitið í 19 ár. Orsøkin var tann, at Jákup hevði ligið sjúkur í fleiri dagar. Men sjálvt um hann hevði Tá danskur fótbóltur var i vetrarhi, var Herfølge seks stig frammanfyri øll hini. Men kortini roknaðu tey flestu við, at bygdaliðið av Sælandi, sum undan kapp- ingarbyrjan varð mett mill- um niðurflytaraevnini, fór at kiksa, og at tey stóru – serliga Brøndby og AaB – fóru at kappast um DM. Í morgin verður síðsta umfarið í donsku kapping- ini spælt. Brøndby og AaB hittast á Brøndby stadion, og tann dysturin verður á- hugaverdur. Hesi bæði lið- ini fara at kappast um silvurkrónurnar og harvið eitt pláss í kvalifikatións- spælinum til europeisku meistarakappingina. Meistaraheitið hava Brøndby og AaB ongan møguleika at vinna. Tað gjørdist greitt hóskvøldið, tá Herfølge – undir veðurum- støðum sum vóru líkar teimum, ið plaga at vera, tá FM verður avgjørt – megn- aði javnleik í torføra úti- dystinum í Silkeborg. Stigið hevði við sær, at Herfølge verið sjúkur, so var Jákup við í síðsta umfarinum í 1991. Ta ferðina varð hann skiftur inn sum útispælari ta síðstu løtuna. Tað síðsta, sum Jákup Mikkelsen gjørdi, áðrenn hann á sumri í 1994 fór til Danmarkar at ganga í skúla, var at taka ímóti gullkrónuni og løgmans- steypinum. Málverjin og liðformaðurin hjá KÍ skoraði uppá brotsspark til 1–0 móti B71, sum í steypafinaluni 3. august í 1994 legði rygg til 2–1 tap. Knøpp seks ár eru farin, og hósdagurin 25. mai í 2000 er nú innskrivaður í fótbóltssøguna hjá Jákupi Mikkelsen og hjá øllum tí føroyska fótbóltsheim- inum sum dagurin, tá fyr- sti føroyingurin nakrantíð var við til at vinna ein danskan meistaraskap í fótbólti. Í morgin fær Jákup gullkrónuna um hálsin, og teir í Herfølge fáa DM steypið. Vit ynskja Jákupi og Herfølge tillukku og blíðan byr í europeisku meistarakappingini. JH Herfølge skrivaði danska fótbóltssøgu Superligan: Ongantíð áður hevur eitt felag, sum í so stóran mun altíð hevur verið mett millum smátøpparnar, megnað at sett øll hini upp á pláss undan síðsta umfarinum er fýra stig frammanfyri Brøndby. Stórfelagið í Brøndby heilkiksaði á útivølli móti AB, sum vann 2–0. 21 ára gamli Peter Løwenkrands skoraði bæði málini, og í Danmark rokna teir við, at ungi álopsmaðurin skjótt fer at verða seldur til okkurt útlendskt felag. Teir minstu nakrantíð Tey seinnu árini hava tað verið tey kendu fótbóltsfe- løgini í Danmark, sum hava vunnið DM. Fyri seks árum síðani stakk Silkebog seg upp millum meistaraliðini. Annars hava tað verið Brøndby, AaB, Lyngby, OB og AGF, sum nógvu tey seinnu árini hava tikið sær av meistaraskapinum. Herfølge er minsta fe- lagið í Danmark sum hevur vunnið DM. Tað búgva um- leið hálvt sætta túsund fólk í statiónsbýnum í Køge kommunu. Søgan aftanfyri sigurs- gongdina gongur aftur til seinnapartin av sjeyti áru- num, tá tað varð alment góðtikið at pengar vóru í donskum fótbólti. Gud- mund Jørgensen ella saft- kongurin, sum hann varð kallaður, setti pengar í fót- bóltsliðið í Herfølge. Hetta gav felagnum orku at keypa spælarar aðra staðni frá, og soleiðis hevur tað verið alt síðani. Nú Herfølge hevur vunn- ið DM er staðfest, at bara ein av spælarunum er upp- vaksin í felagnum. Hinir eru uppvaksnir aðra staðni og teir flestu hava langan tein at koyra til venjingar. Før- oyingurin á liðnum, Jákup Mikkelsen, býr í Haslev. Hóskvøldið kom Silke- borg á odda upp á langskot, sum Jákup Mikkelsen átti at havt vart fyri. Men sum so ofta áður í hesum kapp- ingarárinum, so vóru viljin og orkan hjá Herfølge stór. Teir sótu fullkomuliga á 2. hálvleiki, tá teir høvdu un- danvind, og tað eydnaðist Kenneth Jensen at javna og liðnum at stýra spælinum, soleiðis at tað var størri sannlíki fyri einum sigurs- máli til Herfølge enn til Sil- keborg. Stórur rómur Seinnapartin í morgin fara Jákup Mikkelsen og teir at fáa gullkrónurnar hongdar um hálsin. Tað rúmast umleið 7.000 áskoðarar á lítla stadion í Herfølge, og tað verður roknað við, at tað verður fult í morgin. Millum á- skoðararnar, tá FCK kemur at vitja, vera fleiri før- oyingar – bæði teir, sum eru farnir úr Føroyum at hyggja at, og teir, sum búgva á leið- ini í og kring Keypmanna- havn. Tað verður nógv gjørt burturúr, og fyri føroyingar, sum ynskja at fylgja við heima á landi, er møguleiki at gera tað á sjónvarpsrásini TV3+, sum fer at senda frá kl. 13.30. Vejle og AGF niður Todi Jónsson var við teir fyrstu 78 minuttirnar, tá FCK á heimavølli tapti móti Lyngby. Todi var við í upp- spælinum til leiðslumálið, sum Zuma skoraði í 1. hálv- leiki. FCK misnýtti fleiri møguleikar, og so taptu teir, tí Lyngby skoraði tvær ferðir. OB vann 4–1 á heima- vølli móti niðurflutta Es- bjerg. Tað serliga við tí dystinum var, at OB mál- verjin, Lars Høgh, sum hev- ur spælt omanfyri átta hund- rað dystir fyri OB, spældi fyri síðstu ferð á heimavølli. Vejle tapti 3–0 í Viborg, og so var greitt, at Vejle, sum í 1984 við Allani Sim- onsen á liðnum vann DM og sum í 1997 vann silvur- krónur, skal spæla í næst- bestu deildini eftir summar- steðgin. Í Aalborg megnaði AGF 1–1. At Brøndby tapti móti AB hevur við sær, at meist- araliðið frá í fjør, AaB, hev- ur møguleika at ogna sær silvurkrónurnar, tá teir í morgin fara til Brøndby at spæla. Men stóru fótbóltstíðind- ini úr Danmark hóskvøldið vóru, at Herfølge er danskur meistari, og tað er nakað, sum gellir í øllum tí euro- peiska fótbóltsheiminum. JH Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Einki er at ivast í, at lítla stadionið í Herfølge verður stúgvandi fult av fólki, tá teir sunnudagin fyrireika seg til stóru gullveitsluna Grannarnir eru svangir Lyklaspælarar eru burtur frá bæði hjá toftamonnum og hjá teimum í Runavík á Svangaskarði í morgin. NSÍ kemur at vitja B68, og tað er greitt, at bæði hjá Jó- annesi Jakobsen og hjá Trygva Mortensen er tað týdningarmikið at fáa trý stig. Tað ræður um at vera við, har tað er áhugavert. B68 er framvegis næst- fremst, men teir skulu vinna heimadystirnar, um teir skulu halda tørn um plássið. NSÍ legði bragdliga fyri, men nú hevur verið soltið nakrar ferðirnar, og tískil eru teir uppsettir at venda gongdini. Bæði liðini leingjast eftir at sleppa út í Europa at royna seg, og tað er felags fyri B68 og NSÍ, at tey sunnudagin mistu møgu- leikan í steypakappingini. Fleiri skaðar Á Toftum er eingin maður leikbannaður. Jan Petersen sat leikbannið, sum hann fekk eftir reyða kortið í Klaksvík, av sær sunnudag- in, so hann er tøkur aftur. Bara ein spælari er skadd- ur, men talan er um ein týd- ningarmiklan spælara. Á Toftum hava tey verið bang- in fyri, at knæskaðin, sum Fróði Benjaminsen fekk, tá B71 var á Svangaskarði, skuldi hava við sær, at lið- formaðurin ikki fór at spæla aftur hesumegin summar- steðgin, men so galið er tað ikki. Bruni hevur verið í knænum, men viðgerðin hevur hjálpt, og teir rokna við, at Fróði fer at venja aftur í komandi viku. Verri er statt hjá NSÍ. Tað er greitt, at fótliðsskaðin hjá Arnfinni Langgaard og lær- skaðin hjá Djóna N. Joen- sen gera, at hesir báðir vete- ranarnir ikki vera við á Toft- um. Tað er eisini rættuliga ivasamt, um Christian Høg- ni Jacobsen, sum hevur havt ein knæskaða, verður við í morgin. Tað plagar at vera rætt- uliga tætt, tá B68 og NSÍ spæla. Tey fyrru árini var B68 omaná, men síðani NSÍ kom aftur í 1. deild í 1997, hava teir fyri tað mesta ver- ið omaná. Í fjør var 0–0 á Svangaskarði, og í Runavík vann NSÍ 5–0. JH HB hevur takið á GÍ Tríggir av lyklaspælarunum hjá GÍ eru burturfrá, og HB fer at hava nýggja miðverju í Sarpigerði Tá GÍ frá 1993 og til 1996 vann meistaraskapin fýra ferðir á rað, høvdu teir ofta gott tak á HB. Síðani tá hevur tað ikki hilnast so væl. Í 1996 var javn- leikur 1–1 í Gøtu. Allar hinar landskappingar- dystirnar hevur HB vunn- ið. Í fjør vunnu teir 2–0 í Gundadali og 2–1 í Gøtu. Bæði liðini hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Har skulu tey ikki hittast, og tí er tað góður møguleiki fyri, at uppgerðin í morg- in verður síðsta innanhýs- is styrkisroyndin undan steypafinaluni, sum verð- ur sunnudagin 2. juli. Fleiri eru burturfrá Felags fyri GÍ og HB er tað, at á báðum liðunum fara teir í morgin at sakna lyklaspælarar. Hjá GÍ er Jóan Petur Olsen ikki komin seg eftir fótliðs- skaðan, sum hann fekk í Runavík næstsíðsta fríggjadag, Magni Jarn- skor er leikbannaður, og tað er greitt, at Pól Enni- garð ikki kemur upp úr Danmark hetta viku- skiftið. Hjá Ion Geolgau, HB venjaranum, verður tað neyðugt at finna eina nýggja miðverju. Hans á Lag er leikbannaður eftir reyða kortið í steypadyst- inum móti B36, og ru- menski Florin Miháescu er plágaður av skaða í lærkrikanum. Teir báðir hava verið fastir í miðverjuni. Tá øð- rum teirra hevur borist frá, hava Jóhannis Joen- sen og Sámal Erik Hentze verið aðrir møguleikar, og tað kann kanska eisini hugsast, at Magnus Ja- kobsen er ein møguleiki. Jón Rói Jacobsen er farin at venja aftur, men tá vit frættu frá HB var ikki greitt, um hann verð- ur við í Gøtu í morgin. JH Spenningurin er stórur Bæði B36 og KÍ mugu vera fleiri leikarar fyri uttan til týdningarmikla dystin sunnudagin JÁKUP MØRK Skulu klaksvíkingar gera sær nakrar vónir um at vera við í stríðnum um heiðurs- merki í ár, er kravið trý stig í Gundadali sunnudagin. Hetta tykist tó vera lætt- ari sagt enn gjørt, tí meðan tað higartil hevur skorist sera illa hjá føroyameista- runum, hevur árstalsfelagið fingið fulla úrtøku úr sínum dystum. Gull ella einki Jan Joensen, liðskipari hjá KÍ, sigur við Sosialin, at um teir ikki vinna sunnudagin, hava teir so slettis ongan møguleika fyri gullmerkj- unum, og a tað í hansara verð kann vera líkamikið, um tað so verður eitt 2. ella 8. pláss. Eftir sigurin á B68 var líkt til, at KÍ nú endiliga var um at koma í gongd, men tapið fyri FS Vágumpeiggjar øvugtan veg, og so verður spurningurin, hvussu gong- st í Gundadali sunnudagin. Eftir at hava havt leik- bann móti FS Vágum í steypakappingini, er Pacek nú aftur klárir at spæla, men hinvegin má KÍ nú vera Jan Andreasen fyri uttan, tí hes- in hevur fingið trý gul kort í landskappingini. Harumframt er ivamál um, hvørt Ove Nysted og Srecko Milisivic eru førir fyri at spæla. Teir hava báðir drigist við skaða í vikuni, og endiliga verður sagt úr Klaksvík, at Arnold Joensen framvegis ikki er komin fyri seg eftir skurðviðgerðina hann hevur havt. Spentir upp á Sivic Fyri venjaran hjá KÍ, To- mislav Sivic, verður talan um fyrstu uppgerðina við fyrrverandi felag sítt, B36. Úr Havn frætta vit, at leikararnir eru sera spentir upp á dystin, og at teir eisini ætla sær trý stig burtur úr uppgerðini. Eins og hjá KÍ, verður tað tó eitt munandi skert B36 lið, sum fer á vøllin sunnu- dagin. Jens Kristian Hansen er framvegis ikki klárur at spæla, Carl Høgnesen breyt í hvussu so er aðra hondina í dystinum móti HB, og har- umframt er ivi um førleikan hjá Bjarna Prior og Håkan Lundholm. Bjarni var við í granna- uppgerðini móti HB, men líkt er til, at hetta hevur gjørt skaða hansara verri, og Håkan fekk ein snudd undir venjing mikukvøldið. Møguliga gevur hetta møguleika til enska Nathan Haslan, sum í hesum døg- um royndarvenuur við B36. Hann kom til landið hós- dagin, men áðrenn nøkur avgerð varð tikin, skuldi hann fyrst venja við teimum B36 fríggjadagin, har hann so hevði møguleikan at prógva sínar dygdir. Støðan, 1. deild menn Bæði krevja stig Bági vágamenn og vágbingar skulu hava stig í morgin, men orsøkirnar til tørvin eru ymiskar JÁKUP MØRK Í Vági er fótbóltshýrurin góður í hesum døgum, og hetta er ikki heilt uttan orsøk. Verður sæð burtur frá kiksaranum á heimavølli móti B71, er VB ósigrað í landskappingini, og í steypakappingini hava teir nú leikt seg í hálv- finaluna. Stendur tað upp til VB venjaran, so verður or- søkin til gleði eftir dystin sunnudagin ikki minni, tí Krzystof dylir ikki fyri, at teir fara vestur eftir trim- um stigum. - Vit hava hvørki skaðar ella leikbann at dragast við, so í løtuni eru einir 17-18 mans, sum stríðast um tey fyrstu 11 plássini, og at skula velja hesar 11 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 5 5 - 0 - 0 25 5 20 15 2 B68 5 3 - 0 - 2 11 9 2 9 3 VB 5 2 - 2 - 1 9 7 2 8 4 HB 4 2 - 2 - 0 5 3 2 8 5 GÍ 5 2 - 2 - 1 9 8 1 8 6 KÍ 5 1 - 2 - 2 6 5 1 5 7 NSÍ 5 1 - 2 - 2 9 11 -2 5 8 B71 5 1 - 1 - 3 5 8 -3 4 9 Sumba 5 1 - 0 - 4 4 19 -15 3 10 FS Vágar 4 0 - 1 - 3 4 12 -8 1 er sjálvandi ein positivur trupulleiki, sigur Krzystof við Sosialin. Hann ásannar tó, at dyst- urin móti FS Vágum kann gerast sera trupul. - FS Vág- ar hevur eitt gott lið, og teir skulu eisini til at fáa sær nøkur stig nú, so eg vænti ikki á nakran hátt, at talan verður um nakra lætta upp- gávu. Framvegis róligir Vesturi í Vágum gjørdist lagið kanska nakað betri, eftir at tað fyri viku síðani eydnaðist at senda KÍ úr steypakappingini. Tað skerst tó ikki burtur, at støðan í landskappingini er lítið hugalig, men hóast botnstøðuni, so er eingin panikkur at hóma har vest- uri. Páll Olsen, sum er hjálp- arvenjari hjá FS Vágum, ásannar sjálvandi, at tað er týdningarmikið at fáa stig sunnudagin, men hin- vegin heldur hann ikki, at ein sigur í hesum dysti er altavgerandi. - Vit hava havt nakrar ógvuliga trup- lar dystir at byrja við, og harumframt skulu leika- rarnir eisini venja seg við leikferðina í bestu deild- ini, sigur Páll, sum eisini vísur á, at tað so at siga bert er Ari Thomassen hjá teimum, sum veruliga hevur royndir frá fótbólti í bestu deildini. Einasta ivamál hjá vágamonnum tykist vera Sonni Johannesen, sum hevur drigist við skaða seinastu tíðina Skulu úr botninum Hans Jørgen Djurhuus verður aftur at síggja á B71 lið- num, eftir at hann í knapt ár hevur verið í HB Jákup Mørk Hóast tey suðuri á Sandi, ikki hugsa um nøkur heið- urspláss hetta kappingarár- ið, so eru leikararnir ikki nøgdir við núverandi støð- una, har B71 í løtuni er á8. plássinum. Undan kappingini vóru boðini, at teir miðjaðu eftir einum plássi miðskeiðis í røðini, og hetta er framvegis setningurin, verður sagt av Sandi. Skal hetta røkkast, er kravið ivaleyst trý stig sunnudagin, men í øllum førum mugu sandoyingar vera tveir sera týðandi leikarar fyri uttan. Rúni í Soylu er framvegis ikki klárur at spæla, eftir at hann hevur meitt sær lið- bondini í knænum, meðan Eli Hentze er leikbannaður. Hinvegin hevur B71 aftur fingið Hans Jørgen Djur- huus í hópin. Hann spældi við B71 fyrru hálvur í fjør, men varð eftir summar- steðgin at síggja í barn- dómsfelagnum, HB, har hann tó ikki hevur fingið spælitíð higartil í ár. Lagið betri Í Sumba hevur lagið veri betri hesa seinastu vikuna, nú liðið fekk trý stig móti vágamonnum. Harumframt er støðan í leikarahópinum hjá Milan Cimburivic nakað hugaligari nú, tí so at siga allir mans eru tøkir til dystin móti B71. Einasta ivamálið tykist vera, hvørt Tryggvi Nielsn fær verið við. Møguliga verður hann noyddur at geva avboð av arbeiðsáv- um. Sjálvur heldur Milan, at um leikararnir sýna sama stríðsanda hesuferð, sum teir gjørdu móti FSV, eru hampulig útlit fyri at fáa fulla úrtøkur úr dystinum, og sostatt sleppa sær í hvussu so er eitt fet longur upp á stigatalvuni.