leygardagur 27. mai 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
Tilboð til lesandi
føroyingar
í náttúruvísindi
Jarðevnafrøði: Tungmetal í atmosferuni
í Føroyum
Í sambandi við eina millumtjóða verkætlan
verða kanningar í løtuni gjørdar av mongd-
ini av kyksilvur, sum er flutt við luftini til
Føroya. Ein lesandi føroyingur hevur møgu-
leika at luttaka í verkætlanini sum partur av
útbúgving síni í evnafrøði, jarðevnafrøði ella
aðrari viðkomandi útbúgving, har arbeiðið
og úrslit kunnu vera partur av eini høvuðs-
ritgerð. Viðkomandi skal luttaka í viðgerðini
av tiknu royndunum á starvstovu í Bern í
Sveits. Stuðulsmøguleikar til uppihaldið
fylgja galdandi reglum hjá Stuðulsstovnin-
um og Statens Uddannelsesstøtte.
Áhugað kunnu senda eina skrivliga umsókn
til Mariu Dam, Heilsufrøðiligu Starvsstovu,
Debesartrøð, FO-100 Tórshavn, innan 15.
juni 2000.
Fleiri upplýsingar um verkætlanina og
møguleikar fyri at luttaka kunnu fáast við
skrivliga at venda sær til Mariu Dam, Heilsu-
frøðiligu Starvsstovu: mariadam@hfs.fo
Jarðfrøði: Jarðfrøðilig havrannsóknar-
ferð kring Føroyar
Hollendska havrannsóknarskipið Pelagia fer
í summar í døgunum frá 14. august til 1.
september undir havrannsóknir í føroyskum
sjóøki, har seismiskar kanningar verða
gjørdar tvørtur um Hetlandsrennuna, um-
framt ymisk onnur sløg av botnkanningum.
Í hesum sambandi hevur ein føroyskur les-
andi í jarðfrøði ella aðrari viðkomandi út-
búgving, møguleika at luttaka á ferðini sum
part av útbúgving síni.
Áhugað kunnu senda eina skrivliga umsókn
til Lis Mortensen, Jarðfrøðisavnið, Brekku-
tún 1, Postboks 3169, FO-110 Tórshavn,
innan 15. juni 2000.
Fleiri upplýsingar um verkætlanina og
møguleikar fyri at luttaka kunnu fáast við
skrivliga at venda sær til Lis Mortensen,
Jarðfrøðisavnið: lismor@ngs.fo
Sjúkraavloysari fyri
skúlatænara
Søkt verður eftir sjúkraavloysara til Tvør-
oyrar skúla í umleið 2 mánaðir at byrja
beinanvegin.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
kommunuskrivstovuna á tlf. 371085 og
tosa við býráðsskrivaran.
Tvøroyrar Kommuna
Ph.D.-lestur í námsfrøði
Undirvísingar- og Mentamálastýrið bjóðar við
hesum einum áhugaðum við útbúgving frá
hægri lærustovni, sum undirvísir ella hevur
undirvíst á miðnámsútbúgving ella hægri út-
búgving, at søkja 3 ára Ph.D. lestrarstyrk í
námsfrøði. Lesturin verður lagdur til rættis í
samstarvi millum Undirvísingar- og Menta-
málastýrið, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya
Læraraskúla og Dansk Institut for Gymnasie-
pædagogik, Syddansk Universitet (Odense).
Útbúgvingin kann byrja 1. august 2000.
Áhugað, sum hava í minsta lagi 3 ára undir-
vísingarroyndir í føstum starvi í miðnáms-
útbúgving ella hægri útbúgving eftir lokna
námsfrøðiliga útbúgving, kunnu søkja um
nevnda styrk. Styrkhavin fær 80% av grund-
lønini á tí lønarstigi, viðkomandi er á, um-
framt ískoyti til ferðaútreiðslur sambært nærri
avtalu. Eftir lokna Ph.D.-útbúgving hevur
styrkhavin rætt at venda aftur til starv sítt,
men ætlanin er annars, at viðkomandi skal
virka í føroysku útbúgvingarskipanini, so-
leiðis at útbúgvingin í størst møguligan mun
kemur øllum útbúgvingarverkinum til gagns.
Styrkurin verður lýstur við serligum atliti at
námsfrøðiligum menningarvirksemi innan
útbúgvingarverkið sum heild ella innan mið-
námsútbúgvingarnar og hægri skúlaskap í
Føroyum, alt eftir hvør verkætlan, ið talan
verður um. Fakligi karmurin skal vera rúmur
og fevna um námsfrøði sum heild við før-
oyskum sum fakserstøkum evni.
Ph.D.-verkætlanin kann eitt nú fevna um:
a) ástøðiligar almennar námsfrøðiligar upp-
gávuorðingar við støði í tí serstøku máls-
ligu støðu, sum føroyskir næmingar eru í
og/ella
b) eina kanning av fakligum og námsfrøði-
ligum eyðkennum við atliti at føroyskum
sum lærugrein í føroyska skúlaverkinum
og/ella
c) ætlanir um, hvussu fakligt og námsfrøði-
ligt virksemi við atliti serstakliga at læru-
greinini føroyskum kann mennast innan
útbúgvingarnar í Føroyum.
Umsókn skal fevna um eina fyribils lýsing
av verkætlanini (umleið 2–3 A4 síður), CV
umframt próvskjøl, herundir prógv fyri lidna
námsfrøðiliga útbúgving. Vísindaligar greinir
v.m., sum umsøkjarin ynskir tiknar við í met-
ingina, verða hjálagdar. Umsókn skal vera
Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í
hendi í seinasta lagi 19. juni í ár.
Umsóknin verður viðgjørd av metingarnevnd,
og játtan av umsókn er treytað av viðmæli
frá Granskingarráðnum og góðkenning frá
játtandi myndugleikum. Áhugað eru vælkom-
in at venda sær til Jóannes Dalsgaard, deild-
arstjóra, í Undirvísingar- og Mentamálstýr-
inum, telefonnr. 35 50 50 fyri at fáa fleiri upp-
lýsingar um ætlanina.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postrúm 3279 • 110 Tórshavn
Telefon 355050 • t-postur: umms@umms.fo
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
Yvirsjúkrasystrar
Nú avgerð er tikin um bygnaðin á Lands-
sjúkrahúsinum verða við hesum 3 nýupp-
rættaði størv sum yvirsjúkrasystrar lýst leys
til setan sum skjótast aftaná at umsóknar-
freistin er úti eftir nærri avtalu.
Felags fyri størvini:
Arbeiðsøki:
Yvirsjúkrasystirin skal saman við leiðandi yvir-
lækna fyri øll starvsfólk, sum eru sett á deildini:
• Standa fyri starvsfólkaleiðslu og menning
• Seta mál fyri virkseminum á deildini
• Planleggja, samskipa og stýra arbeiðsgongd-
um, arbeiðstilrættaleggjan og tilfeingisnýtslu,
soleiðis at veitt verður so munadygg tænasta
til brúkararnar sum gjørligt, innanfyri teir til
eina og hvørja tíð galdandi fíggjarkarmar
• Tryggja internt og eksternt samstarv og sam-
skifti
• Tryggja neyðuga fakliga menning
Førleikakrøv:
Sjúkrasystraútbúgving og danska góðkenning.
Víðariútbúgving/eftirútbúgving innan sjúkrarøkt.
Útbúgving/royndir innan leiðslu og fyrisiting, helst
á fleiri økjum innan sjúkrahús.
Kliniskar royndir innan avv. øki.
Hava góð leiðslu- og samstarvsevni.
Hava góð analytisk evni og vera framskygd/ur.
Vera sinnað/ur til framhaldandi at menna sín
leiðsluførleika.
Hava hug og evni at starvast í eini deildarleiðslu,
sum byggir á at avgerðir verða tiknar í sam-
starvsanda.
Lønar- og setanarviðurskifti:
Setanarmyndugleiki er sjúkrahúsleiðslan.
Næsti fyrisetti er leiðandi yvirlækni á deildini, tó
í sjúkrarøktarfakligum spurningum sjúkrarøktar-
stjórin.
Starvið er áramálssett í 6 ár og kann leingjast
eftir umsókn.
Setanin verður framd sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya.
Um deildirnar:
Skurðdeildin er: Læknagongin, t.e. yvirlæknar,
yngri læknar, skrivarar v.m., deildirnar: B5, A3,
A2 harundir ljósmøður, Skurðgongin v. skaða-
stovuni, Endoscopideildin, Kirurgisk, Gynækol-
ogisk og Obstetrisk ambulatorium.
Heiliráðdeildin er: Læknagongin, t.e. yvirlækn-
ar, yngri læknar, kostráðgevi, skrivarar v.m.,
deildirnar: B7, B6, B4, E2/E3, T.B. støðin,
Onkologiskt ambulatorium, Diabetes Ambulatori-
ið.
Psykiatrisk deild er: Læknagongin, t.e. yvir-
læknar, yngri læknar, skrivarar v.m., deildirnar:
D1, D2, D3, D4, D5, D6, D7, Ambulatoriið,
Bóndaheygur.
Tá skipanin er farin at virka, kann talan verða
um at taka upp samráðingar fyri at víðka deild-
irnar til eisini at umfata aðrar ser/undirdeildir.
Hetta skal fara fram í tøttum samstarvi ímillum
sjúkrahúsleiðsluna, deildarleiðslurnar og avvarð-
andi deildarleiðara.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær
til sjúkrahúsleiðsluna lokal nr. 251 ella 266.
Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal stílast til
sjúkrahúsleiðsluna og sendast til:
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 29. juni 2000, kl. 14.00.
LEYS STØRV OG KUNNINGARTILFAR FINNUR TÚ Á
WWW.TORSHAVN.FO
Til brandstøðina hjá Tórshavnar kom-
munu
verður
søkt
eftir
skrivstovu/-
goymslufólki.
Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá skrivstovu/-
goymslufólkinum verðaat:
skrivarokningar
gera ymiskar skrivstovuuppgávur
umsita goymsluna
skráseta føraraábyrgdir
skráseta skorsteinar og brandpostar
fakturera og bóka (Navision)
avgreiða tollpappír, bankaflytingar o.a.
gera ymiskar varðsstovuuppgávur
Neyðugt er, at umsøkjarin er útbúgvin innan
skrivstovuyrkið og hevur neyðugan førleika við
edvá brúkarastøði.
Umframt at tann ið verður settur í starvið, skal
kunna arbeiða sjálvstøðugt, so skal viðkomandi
eisini hava góð samstarvsevni og duga væl at
samskifta við viðskiftafólk. Harumframt skal
starvssetti verða við til at menna tænastustøðið á
brandstøðini.
Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum
TKSTog Tórshavnarkommunu.
um starvið við at venda sær til Peter Seloy, støð-
leiðara, tlf 314881, ella Símun Jákup Hansen,
verkstaðleiðaritlf.319243.
saman við viðmælum og upplýsingum um royndir
skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110
Tórhavn,í hendií seinastalagi13.juni2000.
Høvuðsuppgávur
Førleikakrøv
Setunarviðurskifti
Meira fæst at vita
Umsókn
Tórshavnar kommuna
Søkt
verður
eftir
leiðara
til
gøtuljós-
deildina hjá Tórshavnar kommunu.
Starvið fevnir um at leiða og skipa fyri øllum
virksemi hjá gøtuljósdeildini og at hava ábyrgdina
av teknisku el-installatiónunum, herundir ferðslu-
ljósunum.
Tann, ið settur verður í starv, skal vera góðkendur
el-installatøruroghavaroyndiríel-fakinum.
Neyðugt er, at viðkomandi dugir at samstarva og
samskifta við aðrar deildir, stovnar og borgarar.
Starvið verður at seta skjótast til ber og verður lønt
sambært sáttmála millum Tórshavnar kommunala
starvs- og tænastumannafelag og Tórshavnar
kommunu.
um starvið við at venda sær til Viggo Christiansen,
deildarleiðara, ella Boða Haraldson, býarverk-
frøðing,tlf.315160.
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgv-
ing og royndir skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
13.juni2000.Merkumsóknina"Leiðari"
Starvsøkið
Førleikakrøv
Setunarviðurskifti
Meira fæst at vita
Umsókn
Skrivstovufólk / goymslufólk
Leiðari
Samskipari til dátu-
savnið og goymsluna
á Jarðfrøðisavninum
Á jarðfrøðisavninum er starv leyst at søkja
til setan 1. september 2000. Starvið er tíðar-
avmarkað í 2 ár.
Starvið fatar um at samskipa:
- dagliga arbeiðið við jarðfrøðiligu søvnun-
um, herundir skráseting av innkomandi
jarðfrøðiligum tilfari
- menningina av søvnunum
- samstarvið innanhýsis og úteftir um dáta
og søvn
Førleikakrøv
Umsøkjarar við kunnleika og starvsligum
royndum við skipan av jarðfrøðiligum dátum
og goymslum hava fyrimun. Ynskiligt er, at
umsøkjarar hava hollan førleika á KT-økin-
um.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett eftir avtalu millum Fíggj-
armálastýrið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. verður send Jarð-
frøðisavninum, Brekkutún 1, Postrúm 3169,
FO-188 Hoyvík í seinasta lagi 1. juli 2000.
Fyri handverkarar
sum arbeiða við
hydraulik
Treytað av m.a. nóg stórari undirtøku, verður
skeið hildið í arbeiði við hydraulik tann 12.
til 16. juni 2000.
Innihald:
Fysiskt grundarlag (Pasc-
vals lóg, SI eindir, symbol-
ir) ventilar, pumpur, motor-
ar, útrokningar, mono-
grammir.
Stýrimaskinur, spøl, fjar-
stýringar, síðuskrúvur,
gravimaskinur.
Drift órógv
Luttakaragjald: kr. 4.500,00
Tilmelding:
áðrenn 8. juni 2000
Skeiðleiðari:
Kári Johannesen, KJ-
Hydraulik og Helgi Mort-
ensen, Tekniski Skúlin í
Tórshavn
Luttakarar, ið hava goldið í eftirútbúgving-
argrunnin »VITAN«, kunnu søkja um stuðul
haðani.
Fráboðan um luttøku og nærri frágreiðing
(eisini um innivist v.m.), fæst við at venda
sær til skúlan á tlf. 311957 (mánadag–
fríggjadag kl. 8–12 & 13–16).
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75 • Boks 239
FO-110 Tórshavn • Fax 316621
Stakgreinalesandi
á students-/HF-stigi
Tey, ið ætla sær at søkja um upptøku sum
stakgreinalesandi í einari ella fleiri lærugrein/
um á students-/HF-stigi verða biðin um at
venda sær til studentaskúlan/HF-skeiðið, har
ætlanin er at søkja um upptøku. Umsóknar-
blað um upptøku fæst frá skúlanum/skeiðn-
um.
Gjørt verður vart við, at umsøkjarar verða
tiknir inn, í tann mun pláss er í teimum ymsu
lærugreinunum.
Sambært Kunngerð um ávís gjøld frá 3. apríl
1998 skulu stakgreinalesandi rinda 300 kr
fyri hvørja lærugrein, viðkomandi innskrivar
seg til undirvísing í.
Seinasta freist at søkja um upptøku er 25.
juni 2000.
Tórshavn 26. mai 2000
Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðs-
uppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og
gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,
loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
Til sølu
Um hóskandi boð fæst, er ognin á matr. nr.
774 í Niels Finsensgøtu 40 í Tórshavn til
sølu.
Grundøkið er 260 fermetrar. Húsini eru í
trimum hæddum við tilbygningi, ið er væl
hóskandi til goymslu ella annað. Samlaða
gólvvíddin er 224 fermetrar.
Áhugað kunnu síggja húsini mikudagin 31/
5 kl. 14–18.
Fartlf. 217510 ella tlf. 311590,
eftir kl. 18