hósdagur 10. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjóri
Fyritaksstjóri
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hverjum hava vit
stjórnarloysi at takka
SO HVORT samráðingarnar um
skipan av nýggjum landsstýrið
eru komnar nærri eini loysn er
málgagn Tjóðveldisfloksins, 14.
September, við at venja seg til
leiklutin sum andstødublad.
Hvinini eru snjøll og lippan
hongur niðri á nalvanum. Niður-
stødsan hjá blaðnum er kortini
hvørja ferð, at tað er ikki er
Tjóðveldisflokkurin sum hevur
minstu ábyrgdina av at valúr-
slitið gjørdist sum tað bleiv,
men veljarin, sum ikki er nóg
mikið at sær komin.
Í FJÚRTANDA í gjár var sera
áhugaverd grein á fyrstu síðu
har millum annað varð spurt
eftir hvar oll vallyftini eru. Har-
Le GI“ él
+ .
Tórfinn Smith
Krisjan Dahl
Biadféik: Randi Jacobsen -
aftrat harmast bladid um, at
stjórnarloysi í longri tíð kostar
samfelagnum nógv.
VIÐVÍKJANDI kostnaðinum av
stjórnarloysi skulu vit so
hjartaliga geva blaðnum rætt.
Hinvegin kundu vit spurt hver
ábyrgdina hevur fyri, at landið
nú í longri tíð hevur ligið í
stjórnarloysi. Er tað ikki fyrst
av øllum Tjóðveldisflokkinum at
takka? Var tað ikki júst Tjóð-
veldisflokkurin, sum beinleiðis
reypaði sær av at slíta sam-
gonguna? Hesa samgongu
flokkurin hevur klandrast í nú í
tvey ár?
UM VALLYFTINI er stutt at
siga, at tey fer Javnaðarflokk-
urin er at gera sítt til at fremja,
eins væl og vit ikki ivast í, at
Fólkaflokkurin - um hetta verð-
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Útgevari P'4 Sosialurin
Uppseting. P/F Sosiaturin
Prent Pit Pressan 1981
ur samgongan - eisini fer at
royna at halda sini. Hvør nidur-
stødan er, sum flokkarnir eru
komnir til í hvørjum einstøkum
máli, er ikki almannakunngjørd
enn, men ríkilig tíð verður at
trætast um hver hevur fingið
mest av sínum.
KORTINI VÓNA vit ikki, at
júst træta verður eyðkenni hjá
komandi samgongu, men at vit
nú aftur fáa eitt arbeidsført
landsstýrið sum verður ført fyri
at gera gerðandisdag føroyinga
lagaligari samstundis sum bú-
skapur landsins verður tryggari.
Tað er ikki neyðugt hjá
Tjóðveldisflokkinum at minna
nakran á, at illa stendur til
búskaparliga. Tað vita oll og tað
átti eingin at vita betri enn júst
Tjóðveldisflokkurin, sum hevur
umsitið fíggjar/búskaparmál
Bústaður: Argjavegi 26
Telefon:
Postadressa: Postsmogu 76
110 Tórshavn
14720
Argjum
11820 Teletax:
seinastu seks årini.
LAT BERT alt vanligt brigsl frå
Tjédveldisflokkinum og ødrum
fara aftur við borðinum. Hesum
verða vit ikki ríkari av. Jav-
naðarflokkurin legði undan val-
inum dent á, at flokkurin helt at
tað fór at bera til at fáa
samfelagið í gongd aftur. Tað
skal eisini vera okkara vón nú
tað tykist sum tað júst verður
Javnaðarflokkurin, sum fer at
mynda komandi landsins stjórn.
Eisini um tað verður saman við
einum flokki, sum annars
stendur Javnaðarflokkinum so
fjarður ideologiskt sum hugsast
kann.
ml sosigaley ST FEL Hvat hugsar
Í KK
Muran ella!!!
„Atburðurin hjá peda-
gogum 0.ø. í gongini í
landsstýrinum tykist
benda á, at viljin at
lata stongdu dagstovn-
arnar upp aftur ikki
hevur ligið teimum
fremst í huga, men at
kanska heldur lenin er
tað primera, tað sum
málið snýr seg um, og
at bernini verða nýtt
sum amboð í hesum
fakfelagsstridi«, skriv-
ar B. í forsíðugrein í
Dimmalætting týsdag-
in.
Hetta er reint persónliga
og subjektiva viðmerking-
in hjá blaðfólkinum í end-
anum á eini sokallaðari
tíðindagrein í Dimmalætt-
ing. Alsamt oftari eru les-
ararnir av hesum Feroya
stersta blað vitni til, at
vanligar »tidindagreinar«
verða snaraðar soleiðis, at
tær úttryggja vanvirðing-
ina og andstygdina hjá
blaðfólkunum — antin tey
eita B ella PN — antin
móti javnaðarfólki, peda-
gogum ella eðrum, sum
ikki fella í teirra smag.
Hetta er annars tað, ið
plagar at hoyra til lesara-
teigarnar og kjakinnlegg-
ini. Hetta er sum sagt
broytt og er nú sjálvt and-
lit Dimmalættingar, tað
tú fyrst fær eygað á á
diskinum í blaðkioskini.
Í umreddu grein úttalar
formaðurin i Sosialu
nevnd í Havn og nývald
løgtingskvinna, Lisbeth
L. Petersen, seg rættiliga
harðliga um pedagogar,
sum hon sigur hava víst
sera óheviskan atburð
móti sær úti í Tinganesi
ein dagin. Sjálvandi skal
hon hava loyvi at siga
hetta, men hví skal blað-
fólkið brúka hesa hending
til at greiða mongu lesar-
um Dimmalættingar frá,
hvat tað heldur um hesar
pedagogar. Hví skulu vit
hava tað at vita! Er tað
ikki nokk, at »offurid« út-
talar seg um hetta!
Tað skal tó sigast, at
hetta er tíanverri ein út-
viklingur, sum merkir all-
an okkara blaðheim, og
her eru eingi blød undan-
tikin. Men sera sera
sjónskt er hetta í Dimma-
lætting, sum við hesum
persónligu og altíð sera
niðursetandi kommentar-
unum hjá blaðfólkunum,
ger seg seka í misbrúki av
fúlasta slag. Og hyggja
vit so nærri at hesum við-
merkingunum hjá PN og
nú eisini B., so eru tær
merktar av intolerancu,
av haturi, av smáligheit
og av niðurgerðing av
ávísum fólkum og bólkum
í samfelagnum.
Ja, hver minnist ikki
yvirskriftina til eina talu,
sum tåverandi løgtings-
maðurin Eilif Samuelsen
hevði hildið i tinginum og
hevði latið Dimmu at
prenta!!Har hevði blað-
maðurin gjert eina so
skendska og niðursetandi
yvirskrift, at tingmaðurin
mátti tala at. Tað domið
vísir okkum, hvussu ávís
blaðfólk arbeiða. Tað var
ikki meiningin hjá ting-
manninum, sum skuldi út-
trykkjast í yvirskriftini til
hansara egnu grein, men
tað vóru fordómarnir og
haturið hjá blaðfólkinum
móti fakfeløgum, sum
skuldu koma fram.
Sjálvandi kann blaðfólk-
ið á Dimmu meina um
pedagogar, hvat tað vil,
men at brúka sokallaðar
tíðindagreinir hjá blað-
num til at spýggja gor og
gall niður yvir allar peda-
gogar og tilleggja teimum
so grov motiv sum hetta í
greinini er okkum sum les-
arum ovboðið. Hetta
minnir ikki sert um ta
hetz, sum hevur verið ferd
móti serliga ollum teimum
í almennum stervum í
fleiri av okkara granna-
londum.
At leggja allan pedagog-
stættin undir at brúka
bernini sum amboð í ein-
um fakfelagsstríði og at
vísa á, at tað eru ikki
bernini men bara lenin,
sum hevur áhuga, er so
mikið langt úti, at hetta
fær okkum lesarar av
Dimmalætting at skamm-
ast. Hetta er so sanniliga
ikki tað, vit lesarar hava
verið vanir við altíð, so
langt ífrá. Tá var frægari,
tá táverandi formaður
sambandsfloksins út-
trykti meiningarnar á síðu
3. Tá var einki at taka feil
av. Tað vóru ikki tíðinda-
greinar, men hansara per-
sónligu viðmerkingar við
fullum navni undir.
Við omanfyri nevndu
greinum halda vit, at
Dimmalætting hevur mist
nógv av sínum trúvirði.
Blaðið, sum kemur í hvert
heim í landinum, og sum
av nógvum føroyingum
verður tikið fram eins ofta
sum ein ávís bók, hevur
eina stóra ábyrgd. Tað er
hesa ábyrgd vit halda hon
hevur slept, tá blaðleiðsl-
an letur intolerant og
stuttskygd blaðfólk, sum
hverki virða fakið ella
onnur, tey eru ósamd við,
brúka hana sum teirra
egnu lortaspann.
Ein spyr: er hetta bara
nakað, sum hoyrir tíðini
til, ella liggur tað djúpri —
ja, er tað muruni okkurt
bagir!!!
EET
madurin
fyri sær?
Grasvallarætlaninar
hjå byrådsformann-
inum i Havn eru
farnar aftur at spøkja.
Sambært Dagblaðið í
gjár verður bæði
nýggjur grasvøllur
eins og graslíki á
niðari vølli við á
komandi fíggjarætlan
býráðsins.
Eingin ivi er um, at
Skulu vit í Føroyum
hava eitt sokallað
landsstadion eigur
hetta at vera í Havn.
Hetta av mongum
praktiskum orsøkum,
men um tíðin til tílík
tiltøk er búgvin júst
nú, loyva vit okkum
at seta eitt stórt spur-
nartekin við.
mm
he pr
Byrådsformadurin er
enn ikki lidugur at
kriggjast vid barna-
garðsfólkini og sigur
seg ikki hava ráð at
halda nýggja sáttmál-
an, sum kostar einar
250.000 krónur um
árið. Herfyri trysti
sami persónur Komm-
unala Starvsmanna-
felagið niður í løn.
Ráð eru ikki fyri at
tendra meira enn aðru
hvørja gøtulykt o.s.fr.
Men i sama andadråtti
verður nú talað (av
álvara!?) um eitt
ítróttaprojekt fyri
einar 20 miljónir. Vit
mugu spyrja: Hvat
hugsar hesin maðurin
fyri sær?