leygardagur 12. januar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 12. januar 1991
Arbeiðsmannafelagið Heima
Sandi fylti 30 ár í gjár
Í gjár vóru 30 ár ligin
síðan arbeiðsfólk Heima
á Sandi tóku stig til at
stovna eitt
arbeiðsmannafelag. Í dag
hevur felagið 300 limir.
-Limirnir í felagnum
eru bæði menn og
kvinnur og felagið er
hampuliga væl koyrandi
fíggjarliga, sigur Terji
Dalsgaard, sum er bók-
haldari hjá felagnum.
--Tey 30 árini sum
liðin eru hava verið
rættuliga fridalig, av og
á hevur felagið verið í
verkfalli, men tá hevur
eisini ófriður valdað á
arbeiðsmarknaðinum
aðrastaðir í landinum.
Vit eru limir í Føroya
Arbeiðsmannafelag, men
tað er íkki altíð, at
heimansandsfólk hava
verið samd við hesum,
eitt nú undir seinastu
stóru arbeiðsósemjuni, tá
var ikki verkfall Heima á
Sandi, sigur Terji Dals-
gaard.
NÓGV ARBEIÐI
Í Sandoynni hevur
verið nógv arbeiði sein-
astu tíðina. Tvey stór
havnaarbeiði eru í gongd,
bæði í Skopun og
Heima á Sandi.
--Eisini eru tvey
flakavirkir, men her er
arbeiðið ikki so stødugt.
Tað sær út sum tað
verður arbeitt skjótari á
flakavirkinum Heima á
Sandi nú enn fyrr. Virkið
tók í fjør ímóti meir
fiski enn í 89, men har
var ikki meir fólk í
arbeiði. Eg haldi ikki vit
kunnu siga, at arbeiðs-
loysi er í Sandoynni enn,
sigur Terji Dalsgaard.
11. januar 1961
savnaðust fólk Heima á
Sandi fyri fyrstu ferð at
stovna eitt
arbeiðsmannafelag.
Sambært gerðabók-
ina, so vórðu Jógvan D.
Poulsen og Kristjan
Olsen settir at gera lógir
og skipa fyri at felagið
varð stovnað.
Teir gjørdu skjótt av.
Fýra dagar seinni varð
fundur aftur hildin. Tá
var nevnd vald og hon
skipaði seg beinanvegin.
Í nevndini sótu Jógvan
D. Poulsen, formaður,
Niels C. Mohr, næstfor-
maður, Hergeir
Davidsen, kassameistari,
Kristjan Olsen og
Mortan Mikkelsen.
Eykamenn vórðu Jón
Hendriksen og Michal
Tausen. Til grannskoðara
vórðu vald Hákun Dam
og Marianna Hjalt.
Felagið hátíðarhelt
ikki fødingardagin á
nakran hátt.
Jógvan D. Poulsen
hevur verið formaður øll
árini.
jústinus
ól
a
SP S0Sialurin
Síða 11
Húsini hjá Jóan Jakku verða nú umvæld. Skopunar Bygdasavn eigur húsini. Mynd: Kalmar
Fjalga um
søguna
Skopunar Bygdarsavn umvælir gamalt hús
Hóast Skopunar bygd bert
er góð 150 ára gomul, so
eru skopuningar íkki
líkasælir við søguni. Teir
hava "resturerað" elsta
húsið í bygdini og
arbeiðið er nærum liðugt.
Fyrst eitt sindur um
søguna hjá hesum húsið:
Tann tridi maðurin,
sum flutti til Skopunar
kallaðist Dímunnar Jóan-
nes. Sonur hansara Jóan
Jakku, sum var giftur við
Lukasar Elspu, bygdi
umleið 1880 húsini sum
skopuningar nú hava sett í
upprunaligan stand. Jóan
Jakku sjólátst stutt eftir í
1882 í Íslandi. Tey áttu
tvey børn.
Húsini vóru illa farin.
Fyri nøkrum árum síðan
vórðu húsini hjá Dímunar
Jóannes nidurtikin. Skop-
uningar vóru tá so fram-
skygdir, at teir goymdu
nýtiliga viðin í hesum
húsunum.
Og tað kom Ólavur
Groth, sum eftirhondini er
serfrødingur í at seta
gomul hús í Sandoynni í
stand, væl við.
Hann hevur nýtt hend-
an viðin til klædning og
gólv. Og søgan er eitt
sindur sjáldsom. Nú hús-
ini hjá Jóan Jakku eru sett
í stand, finst ein fittur
partur av timbrinum i
húsunum hjá pápanum, í
hesum. Og nærri til
Skopunar føding og triðju
niðursetuhúsunum kunnu
skopuningar ikki koma.
Ein nevndarlimur í
Skopunar Bygdarsavni
sigur við Sosialin, at æt-
lanin er ikki at nýta húsið
sum nakað fornminnis-
savn.
--Tað er húsið ov lítið
til. Vit fara at savna teir
lutir, sum vanliga vóru í
einum tílíkum húsi, og
bert hesir skulu goymast í
húsinum, sigur hann.
Fornminnisfelagið i
Skopun fer at finna sær
onnur hølir til at hava
framsyning og at goyma
teir mongu lutir, sum
felagið hevur fingið ella
hevur møguleikan at fáa.
Húsini eru eini vanlig
føroysk hús, sum byggi-
sidurin var stutt áðrenn
aldarskiftið. Har er hjallur
og fjós. Fjósveggurin er
úr gróti og hann var
niðurdottin. Jens Pauli
Dam úr Húsavík hevur
lagað hann uppaftur.
Tá Skopun fylti 150
ár, í 1983, keypti kom-
munan húsini. Hon hevur
síðan latið bygdar-
savninum tey. Nakað av
studningi er fingið til
vega frá landinum og
basarur er hildin til frama
fyri húsinum.
Ikki gjørdist øskukalt
i húsunum fyrr enn
einaferð í sjeytiárunum.
Tey seinastu sum búðu
har vóru Alexander og
Elsba Bergstrøm.
Skopuningar eru nú
farnir at skráseta allar tær
gomlu myndirnar, sum
finnast av bygdini og
bygdarlivinum.
jåstinus.
Fundur
FUR
Å fundinum fer
nevndin at greida frå
og roknskapurin
verdur lagdur fram
til góðkenningar.
Eisini verður tosað
um samstarvið
millum FUR og tey
ymisku limafelggini.
Leygardagin 26. jan-
uar hevur FUR
Føroya Ungdómsráð
umboðsráðsfund.
Fundurin verður í
Norðurlandahúsinum
kl. 11 og er hetta
síðsti umboðsfundur
undan aðalfundinum.