leygardagur 19. januar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MA
viku-.
SKITUO
Fad var Karl Johansen, for-
maður i Havnar Arbeiuds-
mannafelag, sum å polit-
iskum fundi fyri nøkrum år-
um síðan segði tey minni-
ligu ordini, at vit øll ikki
kunnu liva av at klippa
hverjum ødrum
Soleiðis mundi barber-
in Valdemar Poulsen í
Havn eisini hugsa, tá hann
fekk hugskouð at fáa ein
ungan drong úr Klaksvík at
koma í læru hjá sær. Tá
irongurin var liðugur at
era, mundi hann fara aftur
ul Klaksvíkar at arbeiða og
kom ikki at kappast við seg.
Drongurin, sum í 1939 fór
at læra hjá Valdemari Poul-
sen, var Eskild Norðbúð,
sum í morgin verður 70 ár
Mammubeiggi hansara
hevði verið í Havn og klipt
sær og kom við ulboðnum,
at Eskild kundi koma tl
Havnar at læra til harrafr-
ISØr.
- Tað var ikki júst tað, eg
hevði ætlað mær, ti eg hevði
ongantíð sæð nakra frisør-
stovu. Aftaná skúlan hevði
eg hugsað um at farið í
onkra handverkaralæru, at
læra til snikkara ella okkurt
líknandi. Men tað var ikki
so lætt at koma inn tá í tíðini.
Eg arbeiddi eina tíð sum
timburmadur, men so fekk
eg hetta ulboðið. Eg helt tað
ljóða býtt, men mammu-
beiggi mín, sum hevði verið
nógv uttanlands og sæð, at
fólk har kundu liva av at
vera frisørar, yvirtalaði meg
atroyna arbeiði, og eg fór so
til Havnar 18 ára gamal,
Sigur Eskild Norðbúð.
Hann var fyrsti harra
ingur í Føroyum.
Tvey ár seinni byrjaði ein
vágbingur at læra, eisini hjá
Valdemar Poulsen. Valde-
mar Poulsen sjálvur hevði
lært í Keypmannahavn.
- Javnaldrarnir flentu at
mær, ateg skuldi til Havnar
at læra til frisør, men tað
legði eg einki í, ti mær
dámdi arbeiðið frá fyrsta
degi.
iInsørnæm
LANGUR DAGUR
- Arbeidsdagurin var lang-
ur. Vit l6tu upp klokkan
niggju, og eg byrjadi
klokkan hålvgum niggju
fyri at kyka i ovninum. Ein
tima høvdu vit til døgurda
og vóru so ikki leysir av
arbeiðinum fyrr enn klokk-
an átta um kvøldid. Framm-
anundan hevði eg verið vid í
ítrótti, men tað bar ikki til tá.
Tað bleiv ikki til meira enn
einaferð, eg vandi við HB,
so noyddist eg at gevast við
ti. Tað var so nógv at ger
altíð. Landið var hersett, og
arbeiðið bara øktst og
øktist.
- Jú, tað var mangan
strævið. Eg var ikki liðugur
fyrr enn seint um kveldið
Beatlarnir tóku
arheiði frá mær
- Eg ætli mær at arbeiða, so leingi eg havi liv og heilsuna, og
Harrin vil, sígur Eskild Norðbúð í Klaksvík. Hann var tann fyrsti at
læra til harrafrisør í Føroyum
ofta, og tá eg kom heima á
sjómansheimið, har eg búði,
stóð nátturðin á kamarinum
og bíðaði eftir mær.
- So skuldi eg út á hos-
pitalið at klippa, og tað
mátti gerast um morgunin,
áðrenn eg fór ul arbeiðis.
Súkklaði út á hospitalið
klokkan seks og var har til
klokkan åtta, ti eg skuldi
vera á klippistovuni aftur
klokkan hálvgum níggju og
byrja har.
Klippistovan var á Niels
Finsensgøtu, har D.E.R. er
nú.
Í 1943 fór Eskild Norð-
búð aftur til Klaksvíkar. Har
var eingin annar harrafri-
sýrur. Fjallheim klipti
summum, og annars vórðu
øll klipt heima. Tey fyrstu
árini hevði hann høli i
kjallaranum hjá Símun hjá
Hilduá Akursmørk. Tvey år
seinni fór hann út í Víkarnar
í kjallaran hjá Erik Lassen.
Har var hann í trý ár og flutti
so í egna klippistovu, ið
hann hevði bygt sær heima
við sandin
- Arbeiðið gav ikki nógv
tey fyrstu árini. Menninir
vóru vanir við at klippa sær
um kvøldarnar, og eg skuldi
venja teir ul at koma um
dagin. Eg arbeiddi frá kl.
níggju um morgunin til sjey
um kveldið. Tað skiltu teir
ikki og vildu hava meg at
arbeiða ul 11-12 um
kvøldid, men tað vildi eg
ikki, og tað dámdi teimum
einki. Men aftaná nøkur ár
skiltu teir, at min arbeiðs-
dagur mátti vera sum hjá
ødrum, sigur Eskild Norð-
búð.
TA MOTIN SKIFTI
Tað bleiv meira at gera. Tá
best stóð ul, hevði hann
bæði svein og næming.
Men í 60-årunum, tá Beatl-
arnir komu fram, fór at
minka, ti tá gjørdist tað móti
at hava sítt hár. Í staðin fyri
at klippa sær aðru hverja
viku , kliptu teir ungu sær
tvær ferðir um árið.
Og seinast í 70-árunum
gavst hann, tí arbeiðið var
minkað, og sonurin Anfinn
var útlærdur og yviriók so
klippistovuna. Eskild Norð-
búð fekk sær so í staðin
handil saman við einum
ødrum soni. Men so noydd-
ist sonurin av heilsuligum
orsøkum at gevast sum
frisørur, og Eskild tók
gamla arbeði sítt uppaftur
fyri hálvum gðrum ári
síðan. Seinastu 10 árini
hevur hann tó ikki verið
heilt burturi frá arbeiðinum,
hevur klipt onkrum fólki
heima sum hava verið sjúk,
hevur ukið hondina í á
klippistovuni, tánógv hevur
verið at gjørt, og eisini
hevur hann klipt fólki á
sjúkrahúsinum av og á.
Í grundini gavt eg
ongantíð heilt, og teir søgdu
eisini við meg, tá eg byrjaði
aftur, at eg hevði ikki mist
áralagið, sigur hann.
Eskild Norðbúð arbeiðir
nú í húsunum, hann bygdi
sær Undir Brúnni. Tað er
ikki tað sama, at teir detta
inn og seta seg at bíða fyri at
verða kliptir. Nú ringja teir
og biðja um tíð. Hann gevur
sær stundir ul at klippa
teimum og fær so altíð eitt
gott prát.
- Tað verður altíð prátað
nógv á slíkum klippistov-
um, og eg minnist til nógv
góð prát í tíðini, eisini tá eg
arbeiddi í Havn.
STUTTLIGT AT
KLIPPA BØRNUM
Eskild Norðbúð hevur
mangt stuttligt at minnast
aftur á frá sínum arbeiði.
Tað stuttligasta helt hann
vera at klippa børnum.
- Eg hevði sum sagt bæði
svein og næming, men eg
var tann, sum best tímdi at
klippa bgrnunum. Teir
tímdu ikki so væl, tí børnini
sótu óstill, ræddust teir
hvítu kitlarnar, grótu o.s.v.
Men eg helt tað vera so
stuttligt at práta við børnini
og fáa tey at hava álit á mær.
FIMLEIKARI
Eskild Norðbúð hevði
góðan hug til ítrótt, men
stundirnar vóru ikki so
góðar til tað. Hann var tó
virkin fimleikari bæði i
Havn og i Klaksvik.
- Okkurt var neydugt at
gera fyri ikki at stivna av at
standa so nógv stillur og
arbeiða.
Harumframt hevur hann
eisini virkað í tí politiska. Í
60-árunum var hann for-
maður í fýra ár í Norðoya
Javnaðarfelag, og hann hev-
ur eisini verið næstformað-
ur og skrivari.
- Tað var eisini ein
spennandi tíð. Eg minnist
eitt heystið, at tað bæði var
løgtingsval, fólkatingsval
og býráðsval. Tá var nógv at
gera. Eg skuldi jú arbeiða
um dagin, og Villi Sørensen
hevði sín skúla at røkja um
dagin, so vit arbeiddu
mangan til langt út á náttina.
I 60-årunum og fyrst í 70-
árunum sat Eskild Norðbúð
í býráðnum, í 70-árunum
sum eykamaður.
STRÆVIÐ
MEN GOTT
Tað var strævið fyrr at
Nr. 13 — 19. januar 1991
Eskild Norðbúð hevur
framvegis nóg mikið at
gera.
Nú klippir hann mest
tilkomnum monnum,
men fyrr komu bæði
smágentur og smá-
dreingir til hansara at
verða klipt. Eskild
Norðbúð dugdi so væl
við børnum, og væl
bar til at fáa tey at sita
still, sjålvt um tey
ræddust hvíta kittilin,
tá tey komu í stólin at
sita
Eiler Foto
arbeiða sum frisørur.
- Tíbetur er arbeiðið
blivið lættari, nú arbeiðs-
dagurin ikki er so langur. Eg
haldi tó ikki at nakar fær
mein av at arbeiða. Tað sum
hevur mest at siga er, at ein
hevur hug til sítt arbeiði, og
at einum dámar sítt arbeiði
- Og eg ætli mær at haldi
fram vid at arbeiða, so leing
eg havi lív og heilsu, og
Harrin vil. Tað er deiligt a!
kunna arbeiða og fáa prátað
So verður tað kanska ikki sc
skjótt, attoppstykkið verðu
forkálkað, og at røra beinini
og fingrarnar. At tað kanska
ikki kemur so nógv í kassan,
ger minni, sigur Eskild
Norðbúð, sum nú mest
klippir tilkomnum monn-
um.
I morgin fyllir hann 70 år,
men hann ætlar ikki at halda
nakran fødingardag, ti hann
er ikki upplagdur til tad.
Hann verdur burturstaddur
sjålvan dagin.
randi