leygardagur 19. januar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
una, til Gøteborg og stevndi
haðani til Stokkholm, har
hann altíð at vera í ein mán-
að hjá systkinabarninum
Lenu, systir Olivur Dam á
Skipafelagnum. Hetta var í
1949.
- Mær dámdi so væl
Stokkholm, ateg avgjørdi at
finna mær arbeiddi. Eg
gjørdi á sama hátt sum i
Danmark og fór til for-
mannin í felagnum hjá
svensku fotografunum, og
tað gav eisini gott úrslit. Eg
kundi byrja beinanvegin hjá
fotografinum Hasselblad,
sum var sera kendur. Eitt
fototól eitur eisini eftir hon-
um. Hann hevði størstu
fotograf-fyritøku í Skandi-
navia. 70 fólk arbeiddu hjá
honum.
- Har lærdi eg sera nógv
og fekk góðar royndir í at
arbeiða í myrkakamari. Eg
legði alla tíðina dent á at
læra, tí eg visti, at eg mátti
læra meðan eg var burturi.
Heima kom eg ikki víðari,
sigur Bambus.
Nr. 13 -- 19. januar 1991
Fyri hann vóru tað rík ár
bæði í Danmark og í Svø-
ríki. Við at arbeiða hjá
kendum fotografum kom
hann í samband við fleiri
áhugaverd fólk og hitti
eisini fleiri aðrar dugnaligar
og kendar fotografar.
Men, men. Bambus vildi
aftur til Føroya, og 10. mai
1950 fór hann við skipi úr
Keypmannahavn.
9. maí 1950 var minning-
arríkur, og henda dag var
Bambus vitni ul. 9. mai,
frælsisdagin, var flotavitj-
an, og flogfør flugu. Vid
Langelinie fleyg eitt flogfar
vid høvdinum nidureftir og
mundi tikið alt fólkið við
sær. Í Lystbátahavnini tók
velið á einum flogari í eitt
træ, fór singlandi gjøgnum
luftina og endaði á hólm-
inum. Flogskiparin doyði.
Tá varð forboð sett fyri
slíkari framsýningarflúgv-
ing. Hetta var tað seinasta,
Bambus upplivdi, áðrenn
hann fór aftur til Føroya.
… -
AFTUR I HAYN
Ta fyrstu tíðina súkklaði
Bambus runt í Havnini og
tíok myndir. Men so var
tað,m at Andor Eirikstoft,
sum hevði bygt á Ting-
húsvegnum, beyð sær til at
innrætta ateliér í kjallara-
num, og Bambus tók av.
Har fékk hann so høli vi-
Annelin hjá Kvívíks-
Tummasisum góðum hjálp-
ara. Stutt eftir kom Gunvør
Samuelsen, sum var útlærd-
ur fotografur eisini at ar-
beiða hjá Bambus. Gunvør
var sera dugnaligur foto-
grafur, eitt geni, sigur
Bambus. Men tað var eitt
stórt eksperiment at leggja
so nógv fyri, heldur hann.
Arbeiðið treyt ikki, tey
høvdu altíð nógv at gera.
Seinni flutti Bambus nið-
an í Niels Finsensgøtu at
arbeiða, og thar læt hann
eisini upp handil og átók sær
at framkalla fyri fólk.
Bambus sigur, at honum
dámdi sera væl at taka
myndir av børnum. Børn
eru børn, ikki tilgjørd. Hann
fekst tó við nógv annað enn
ateliér-arbeiði. | Útlendsk
blød skuldu hava myndir,
m.a. av kongavitjanum.
Nýggjum løgtingum og
landsstýrum tók hann
myndir av o.s.v. Í 23 år var
hann eisini fastur fotografur
í Sjónleikarhúsinum. Tí ar-
beiðinum byrjaði hann við
beinanvegin, sum hann kom
aftur til Føroya. Nógvar
myndir eigur hann frá sjón-
leikum, ið hava verið fram-
førdir í Sjónleikarhúsinum.
- Tað var altíð ein avbjóð-
ing, men strævið. Alt var so
primiivt sammett við í dag.
Bambus var fastur foto-
grafur í Sjónleikarhús-
inum. Hesa tók hann av
Georg Lindenskov
Samuelsen og Línu
Larsen og eru úr
leikinum Grøni
elevatorurin"
Projektørar vóru eingir, eg
skuldi sjálvur seta ljós á.
Ofta var tað náttararbeiði.
Men tað eydnaðist kortini
altíð.
Bambus hevur eina mynd
hangandi á vegginum a
teimum fólkunum, sum
vóru við í filminum "Tro,
håb og trolddom”. Alt tað
upplivdi Bambus sum nak-
að heilt serligt. Hansara
leiklutur var at framkalla
fastar myndir, stilmyndir, í
sambandi við filmsupptøk-
urnar. Hetta var arbeiði, ið
Bambus var skóti í nógv
ár, og tað lívið dámdi
honum væl. Henda
myndin er tíkin við
húsið hjá gulu skót-
unum í Havn í seks-
tiárunum
gerast skuldi eftir vanliga
arbeiðstíð.
Millum sjón
leikaramir = vóru Louis
Miche Renard og onnur
kend fólk, og teimum hevði
Bambus nógvar hungaligar
løtur saman við.
SKOTI Í ARAVIS
Arbeiði er ikki alt. Bambus
hevði eisini sítt frítíðarítriv.
I 1934 fór hann uppí Sig-
mund Brestisons Trop, sum
tað æt tá, og skótaliðið taldi
0.u. 50 dreingir. Liðleiðari
var Sundorph, politimeist-
ari.
Skótalívið hevði við sær,
at hann feraðist um allar
Føroyar og ofta eisini var
uttanlands.
Hann var við á fleiri skót-
alegum uttanlands, bæði í
Danmark, Íslandi, Noregi,
Skotlandi og Onglandi. Eis-
ini var hann við á altjóða
leguni í Grikkalandi í 1963
tá jugoslaviski býurin
Skopje, var sera meint rakt-
ur av jarðskjálvta, ið hendi
um sama mundið, sum skót-
arnir vóru á veg til Grikka-
lands. Bambus og hinir
skótarnir fingu at síggja
avleingarnar av tí vanlukk-
uni, uttan at teir merktu
sjálvan jarðskjálvtan.
Sej” Síða 11
fg
viku-
SKITUO
Bambus hevur tó eisini
ymist stuttiigt at minnast
aftur á í sambandi við ta
skótaleguna. M.a. fekk leg
an vitan av Konstantin, sum
tá var krúnprinsur í Grikka
landi og var ovasti hjá
griksku skótunum. Hann
var tå túlovaður Onnu
Mariu, donsku prinsessuni
VAR BOKSARI
Hann var leingi fimleik-
ari, og undir krígnum lærði
hann at boksa hjá eingilsku
hermonnunum, sum lærdu
frå sær i fimleikarhøllini i
Kommunuskúlanum. Hesa
ítróttargein gjørdi hann tó
ikki meira við. Um somu tid
spældi hann tennis, og
leingi var hann málmaður í
hondbólu. Bambus var
eisini ein av stovnarunum
av Badmintonfelagnum.
2. januar fylti Bambus 70
ár. Nú eru nøkur ár liðin,
síðan hann legði frá sær sum
fotografur. Men ikki meira
enn so, at hann framvegis
undirvísir á kvøld- og ung-
dómsskúlanum. Tað foto-
grafiska eyga er framvegis
líka vakið, og fá eru sum
hann at spyrja ul ráðs Ld
um litsamanseting.
Bambus eigur nógvar
gamlar og áhugaverdar
myndir. Myndina av
Bambus hevur gamli
næmingur hansara,
Kalmar, tikið