leygardagur 19. januar 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 19. januar 1991
BARA
Bæði til at gráta Trulig
Síða 13
og til at flenna at lívslygn
Havnar Sjónleikarfelag venur nýggjan leik, sum Jens Pauli
Heinesen hevur skrivað. Arbeiðsmátin hjá leikstjóra, leikarum og
óðrum luttakarum er ikki vanligur
"Læran um sálina" æt ein
stuttsøga, Jens Pauli Heine-
sen einaferð skrivaði.
Jens Pauli hevur ukid
hesa stuttsøgu fram aftur og
skrivað hana um til leik, og
9. februar fer Havnar Sjón-
leikarfelag á pallin við hes-
um leiki, ið hevur fingið
heitið "Sníkurin".
Hvørki høvundur ella
leikstjóri leggja í at greiða
frá út í æsir, hvat leikurin
snýr seg um. Søgugongdin
er eitt húski - maður, kona
og tvær døtur - fær vitjan av
fremmandamanni, og tá
broytist alt innanveggja.
- Hetta er ein tragikom-
iskur leikur, ið er bæði til at
flenna og gráta at, sigur
høvundurin Jens Pauli.
Hann hevur fyri ein part
verið við í arbeiðinum at fáa
leik burtur úr handritinum.
Tað arbeiðið er ein søga
fyri seg við tað, at tey hava
verið fleiri um at evna leikin
ul. Leikstjórin, Laura Joen-
sen, fekk handritið frå høv-
undanum, og hon fekk fríar
hendur til at líka. Uppruna-
handritið var nógv longri
enn leikritið nú, tí Laura
hevur koyrt nógv burturúr.
Heilt burtur er tað kortini
ikki farið, tí nógv kann ger-
ast í staðin fyri at sigast, sig-
ur Laura. Jens Pauli hevur
heldur ikki tikið tað illa upp.
Tá hann skrivaði sítt fyrsta
leikhandrit á sinni, fekk
hann eisini tey ráðini frá
Eyðuni Johannesen heldur
atskriva í meira lagi, tí tá ber
til at velja burturúr. Laura
heldur sjálv, at tað var ein
fragd at hava so ríkiligt í
handritinum at taka burt-
urav.
ØLL VIÐ
Tað mest vanliga, tá ein
leikur verður settur upp, er,
at leikstjórin avger, hvussu
EEN
}
alt skal vera. Soleiðis hevur
ikki verið við hesum. Tey
hava verið fleiri um at evna
til. Hetta hevur havt við sær,
at leikararnir ikki bara gera
eftir boðum frá leikstjóra, tí
tey alla tíðina hava tosað
um, hvat tey skulu gera og
hví. Tað mótspælið hevur
Laura verið fegin um at
fingið.
SÅLARFRØDIN
TIL VIDGERDAR
Gudrid Poulsen, sum hevur
gjørt pallmyndina, hevur
verid vid alla tidina og
hamæst Heri Kragesteen,
sum sålarfrødingur. Tad
hevur samband við, at hetta
er ein leikur, ið kagar inn í
sålarfrødina.
- Tad byrjadi vid, at tey
bóðu meg um at koma at
siga mina hugsan um inni-
haldid i leikinum. Fyrst at
lýsa pesónarnar nærri í leik-
inum, so teir blivu meira
trúligir, tá leiklutirnir vórðu
bygdir upp. Hetta helt eg
vera so spennandi, at eg helt
fram sum hjálparfólk hjá
Lauru í uppsetanini, sigur
Heri Kragesteen.
EIN ROYND
Onkur vil kanska halda tað
vera nógv at loyva sær at
taka onnur fólk inn í arbeið-
ið sum t.d. ein sålarfrøding.
Men Sjónleikarhúsið var
beinanvegin fyri, at ein
leikur sum hesin skuldi fáa
slíkar møguleikar. Tað er so
sjáldan, nakað nýtt verður
roynt sum her, og tað bar til,
tí leikararnir eru so fáir. Tað
kann verða, at henda roynd-
in letur upp fyri onkrum
nýggjum, heldur Gulla Øre-
gaard, sum er dagligur leið-
ari í Sjónleikarhúsinum.
Hon hevur eisini fylgt
arbeiðinum í at byggja leik-
in upp, og hon, Laura og
Heri koma eitt sindur inn á,
hvat leikurin sigur:
Tað er nakað um menn-
iskjalig viðurskifti. Hvussu
fólk lata seg ávirka. Summi
fara longur enn hóskandi er,
summi lata seg traðka á,
men tað ber til at bróta seg
burtur úr kúganini. Tað er
eisini ein leikur um kær-
leika, girnd og fjandanskap,
sum tey fægstu vilja við-
ganga, at tey hava í sær.
Handritið fingu tey at ar-
beiða við longu hálvan no-
vember. Tá hittust tey so
eina ferð um vikuna at tosa
um leikin, Heri helt fyri-
lestrar o.a. Aftaná jól byrj-
aðu venjingarnar.
Leikararnir eru fimm í
tali. Bóndin: Kári D. Peter-
sen, kona hansara: Nora
Bærentsen, Súsanna: Ulla
Svarrer Wang, Maria: Unn
Patursson, fremmandamað-
urin: Hilmar Joensen, sum
er høvudsleikari.
Niels Nielsen og Frank
Jacobsen standa fyri tek-
nikki og ljósi.
Meginfelag áhugaleikara
Rithøvundurin Jens
Pauli Heinesen skrivar
ikki bara skaldsøgur
og stuttsøgur. Fyri
tridju ferð royni hann
seg við einum sjónleiki
Føroya hevur fíggjað upp-
setingina. Leikararnir hava
vant um kveldið og í viku-
skiftunum og hava gjørt
hetta arbeiðið Glønt.
KAFÉ
Í sambandi við leikin verður
kafé í Sjónleikarhúsinum.
Henni stendur Eydvør Pat-
ursson fyri. Eyðvgr er ann-
ars teskari og hjálparfólk.
Kaféin skal vera opin, tá
leikurin, ið varar góðan
tíma, er liðugur og kanska
eisini frammanundan. Sjón-
leikarhúsið hevur áður
roynt at hava kafé í sam-
bandi við framførslu, av
leiki og tað eydnaðist væl.
Hetta er tridi sjónleikur,
Jens Pauli skrivar. "Uppi í
eini eikilund" kom í 1970,
og "Hvønn stakkin skal eg
fara í", æt hin. Og nú kemur
so "Snikurin", ið hevur
fyrstu framførslu 9. februar.
randi
a Sandi
Um sjónleikin "Billy Skrøgg, ið
sandoyingar nú framføra
"Tak lívslygnina frá einum
miðalmenniskja", segði
Henrik Ibsen og sipadi
harvið til, hvussu nógv
lívslygnin hevur at síga fyri
alt ov nógv fólk. Keith
Waterhouse og Willis Hall
hava skilt hetta, og tey
skrivaðu sjónleikin "Billy
the Liar". Eyðun Johanne-
sen umsetti leikin til før-
oyskt, og "Billy Skrggg"
vard leiktur i Havnin fyri
umleid 30 årum sidan.
Nú spæla sandoyingar
"Billy Skrógg", og Tórur
Johannesen lýgur so væl og
so trúliga, at hann tryr ti
sjålvur allan vegin igjøgn-
um. Tey siga, at tey hava
stridst fyri at fåa leikin upp
og arbeitt hart fyri at fåa
leikin væleydnadan. Og tað
hevur eydnast. Til frum-
framførsluna seinasta leyg-
arkvøld var Ungmanna-
felagshúsið longu frá byrjan
so stúgvandi fult. Onkrir
leikarar vóru eitt sindur
itryggir i fyrstani, men síðan
gekk spælið væl vid natúr-
ligum íhaldi ímillum fyri at
bíða ul væl uppibornu
klappini og láturin vóru av.
Størsta leiklutin hevði
TérurJohannesen sum Billy
Skrøgg. I meira og meira
fløkjutum — lokabrøgdumi
fleiri ættarlid og fleiri tri-
lovingum samstundis,
megnadi Térur at halda
høvdinum klårt innan og
samstundis siggja ørkyml-
aður út uttan, so hann upp-
livdist sum trúligur frá fyrst
til síðst. Og seinastu orðin:
gjørdi ein bilsnan og góvu
nakað at hugsa um.
Omman í húsunum fær
ikki við alt keglið millum
ommusonin og miðal-
ættarliðið, ið ikki tosar so
hart um lívslygnina, men
hevur hana væl og virðiliga í
sær. Øll hini hava skyldina,
bara ikki tey. Martina Olsen
er tann gamla, Jonna Høj-
sted og Erling Rasmussen
mala runt um seg sjálvi og
lívslygnaran. Símun Jensen
var = leygarkvgldið fyri
fyrstu ferð á palli sum tann
skikkiligi og ærligi arbeiðs-
felagin hjá Billy, og hesum
kom Símun væl frá. Vanin
at spæla kemur við tíðini.
Tær triggjar genturnar, sum
eru komnar inn í lívið hjá
Billy á ólíka hátt og líka hátt
og samstundis og ikki um
somu tíð, spæla hver sín
terka leiklut. Vingliskølt-
urin Billy fellir fyri teimum
øllum timum í senn. Ta
skikkiligu og vøkru Barbaru
spælir Durita Holm lika væl
og álvarsliga, sum hon
spældi Onnu Frank, stórt,
lívsfrískt og trúlverdugt, í
fjør. Mary Petersen spælir
uppá al ttað fríska málið, ið
liggur í frálíku umsetingini
og fekk manga væl uppi-
borna heilsuna frá áskoð-
arunum, og Heidi Skoubo
var ein rættur punkari og
dugdi væl at sjarmera Billy
og hava samband við áskoð-
ararnar.
Hetta var gott spæl, og øll
gjørdu sítt besta. Størsta
leiklutin hevði Tórur Jo-
hannesen, og hann hevur
uppborið nógv rós fyri sera
gott spæl í øllum leikinum.
Laura Joensen hevur ver-
ið ráðgevi, Jákup av Skarði
og Emil Simonsen høvdu
ábyrgdina av ljósinum,
Anna Katrin Jacobsen,
Jógvan Nicodemussen og
Rasmus Poulsen gjørðu
pallin sum eitt norðurenskt
umhvørvi seinast í 40-
árunum og "Fishing News"
við eini gamlari telefon av tí
rætta slagnum, PoulaOlsen,
Annvør Petersen og Eyð-
bjørg Olsen hava umsitið
alt. Hjálparfólk vóru Kris-
tan Højsted og Egga
Petersen. Hvør tesarin var,
fekk eg ikki vid, og tad
skuldi verid gott tekin.
"Billy Skrøgg” verður
spældur bædi å Sandi, i
ødrum bygdum og i Havn i
vetur. Ungmannafelagid
"Virkið" og sjónleikara-
fólkið eiga stóra tøkk fyri
leygardagsmorgunin,
seinnapartin sama dag og
sama leygarkvøld. Fáið
tykkum beinanvegin hend-
ur á atgongumerkjum til
leikin!
jk