leygardagur 19. januar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Forvitnisli 8
sjonleikarvitian
Í næstu viku kemur Odin Teatrið úr Holstebro at
vitja Norðurlandahúsið
Odin Teatrið, ið heldur til í
Holstebro í Danmark, kem-
ur í næstu viku til Føroya á
sjónleikarvitjan.
Tey koma við leikinum
Itsu Bitsi, ið er um tvey ung
fólk, sum saman uppliva
byrjanina av seksu-árunum.
Tað vóru Eik Skaløe, fyrsti
danski beatsangskrivari og
sangar, Sum tók lívið av sær
í India í 1968, og Iben Nagel
Rasmussen, sjónleikari á
Odin Teatrinum sidan 1966
Livid hjå teimum fyrst i
sekstiårunum var merkt av
politiskum virksemi, ferð-
um, og narkotisk evni vóru
ikki fremmand.
Í leikinum samanber Iben
Nagel Rasmussen lív sítt í
dag við heningar og dreym-
ar frá tí tíðini.
Umframt Iben Nagel Ras-
mussen, sum vitjaði Norð-
urlandahúsið í 1987 við
leikinum "Moon and Dark-
ness", eru tveir aðrir leikar-
stundir tá
ar, Jan Ferslev og Kai Bred-
holt. Leikstjóri er Eugino
Barba.
Odin Teatrid er 25 åra
gamalt og hevur vid sini
nyskapn og nyhugsan i
sjónleiki havt stóra ávirkan
á leiklistina um alt Europa
og stóran = part av
Suðuramerika.
Sýningarnar verða í
Norðurlandahúsinum mik-
ukvgldið 24. januar og
fríggjakvgldið 25. januar.
ð vit ger
k. við hollur roynd
TLF. 19820
Nr. 13 — 19. januar 1991
Elvis gongur aftur...
Nú verður fyri fyrstu ferð høvi at síggja ein
av filmum Jim Jarmusch 's í Foroyum.
Leygarkvoldið 19. jan. kl. 22.00 sýnir
Í Filmsfelagið nýggjasta film hansara
„Mystery Train« í Sjónleikarhúsinum.
Filmsfelagið er eitt felag, har oil kunnu
verða limir, til ber at tekna seg við dyrnar.
Mystery Train er gjørdur i
1989, og er hetta triði
filmur amerikanska leik-
stjórans. Umframt Myste-
ry Train hevur Jim Jar-
musch eisini gjørt filmar-
nar >Stranger than Para-
dise< frá 1984 og >Down
by law« frå 1986, sum enn
ikki eru syndir i Føroyum.
— Frá byrjan av varð lagt
til merkis hesar óvanligu
amerikansku filmar. Á sín
serstaka hátt lýsir Jim
Jarmusch menniskjað í
einum heimi, har gomlu
virðini hava mist teirra
týdning. Men samstundis
ger leikstjórin ikki nógv
burturúr at áskoðarin skal
skilja alt, ið fer fram á
leriftinum, og við sínum
skemtisama lyndi, eru
filmar hansara bæði sjar-
merandi og hugtakandi.
Mystery Train er fyrsti
filmur hansara í litum.
Mystery Train er býttur
í tríggjar partar, ið at
síggja til ikki hava stór-
vegis tilknýti til hvenn
annan. Umhvervið er fødi-
byur Elivs Presley's
Memphis, Tennessee.
Í fyrsta parti: >Far from
Yokohama« hitta vit eitt
ungt japanskt par, ið er og
ferðast í USA. Teimum
báðum dámar væl Elvis
Presley, og vitja tí Grace-
land og Sun Studio í
Memphis. Tey búgva á
Arcade Hotel, og dreymar
teirra um Amerika sam-
svara ikki heilt veruleik-
anum, hóast tey ikki
rættiliga viljað viðganga
hetta. Eisini býr ein italsk
kvinna á hotellinum, mað-
ur hennara er júst deyður,
og skal hon fera lík hans-
ara við sær heim aftur. Og
júst fyri hesa kvinnu, ið
ikki rættiliga trýr uppá
nakað, vísir >The Ghost«
Elvis Presley seg.
Í triðja parti: >Lost in
space« fjala triggir rót-
leysir ungir mans seg á
loftskamarinum á Arcade
Hotel. Teir hava av óvart
skotið ein kioskeigara, og
sita nú og ballast og tosa
um sjálvmorðstankar, og
vita ikki hvussu teir skulu
koma burtur úr hesum aft-
ur.
Ein dagur og ein nátt í
tokheimi Jim Jarmusch's
er aldri keðiligt, so í hes-
um rassia- og krígstíðum
er rætta staðið at uppliva
nakað Sjónleikarhúsið
komandi leygarkvøld.
EDILINGURIN AV TVØROYRI
MANNBJØRN MORTENSEN
»In truth — this was a man«; soleiðis tók Horatio til.
Føroya náttúra tók Mannbjørn tætt at sær hin dagin,
tá Nípan, Fjórðurin og Oyrnafjall í tungum, baldrandi andadrátti
og hvøssum hvirlustrokum úr Øravikini
søgdu mæta ítróttakappanum farvæl.
Mannbjørn - svågur - fer altid at tóna fram í huga mínum,
sum hann, ið runnin var år reyðargulli.
Ein gentlemaður, ið ongantíð skrivaði »the bill«.
Góði Mannbjórn, hvíl í friði.
Eyvindur.