Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

viku- SKITUO ara á skipasmiðjuni. Tá tað so var fingið frá hond- ini, helt eg fram og lærdi til skipsbyggjara,” fortelur Páll. „Vit búðu soleiðis í Havn hesi trý árini." I 1983 byrjaði Páll so spakuliga at venja yngru deildirnar hjá GI í fótbólu og gjørdist tað tí heldur strævið at skula vera bæði í Havn og í Gøtu. „Vit fluttu so innaftur til Gøtu, og her hava vit stórt sæð verið síðani, burtursæð frá einum tíð- arskeiði í Íslandi." Ikki gloymt Ísland Páll nú hevur búð í Føroyum í 13 ár, hevur hann kortini ikki gloymt sland „Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at mær leingist icim," sigur hann loast »OCI- iga åvisar dagar kann longsulin stinga seg fram, eitt nú tjóðdagin, á nýggj- árinum og sovorðið." Hann sigur annars, at hann nú er so vanur at tosa føroyskt, at tå hann skal tosa islendskt, må hann umstilla seg, og ofta tekur tað eina góða løtu at fáa uppá pláss. „Men eg eri framvegis íslendingur," leggur Páll dent á. Dugir tjóðsangin Tá landsliðið er úti til dystir, verður føroyski tjóðsangurin altíð spældur: „Eg dugi føroyska tjóð- sangin, og eg má siga, at hann rørir við teir allarfínastu streingirnar innani mær, tá eg hoyri hann," sigur Páll. „Tað er jú her i Føroyum, at eg havi havt nakrar av teim- um bestu upplivingunum í lívinum." Páll hevur tó ikki gloymt íslendska tjóðsangin heilt, sjálvt um hann nú óivað oftari er við til at syngja tann føroyska. Líkjast Føroyum Sum nevnt er Páll Guð- laugsson ættaður av Heimaey á Vestmanna- Oyggjunum. Vestmannaoyggjarnar liggja eitt líuð sindur av- skornar frá íslendska meg- inlandinum, so tað minnir eitt sindur um at vera eitt land í landinum. „Ég haldi eisini, at Vest- mannaoyggjarnar og Før- oyar líkjast nógv," sigur hann. „Eins og her er fiskivinnan høvudsvinnan, og alt snýr seg stórt sæð bara um fisk. Samfelagið í Vestmannaoyggjunum er eisini líkt tí føroyska. Dåmar Føroyar „So løgid tað ljóðar, mátti eg fyrst ul Danmarkar fyri rættiliga at duga at síggja, hvussu vakrar Føroyar í veruleikanum er," sigur Páll. Hann var fyri nøkrum árum síðani niðri á einum skeiði, og tá hann kom aft- ur í flogfarinum, var tað ein av teimum allarbestu og klárastu døgunum, ein kann hugsa sær: „Tá var tað av sonnum vakurt at flúgva yvir Før- oyum og síggja fjøll og líðir undir sær," sigur hann. „At eg so eri komin millum sera fitt fólk her í Føroyum, ger ikki minni sítt til, at mær dámar sera væl at liva og búgva í Føroyum. Eg haldi ikki, at eg kundi hugsa mær at flutt aftur til Íslands, sum nú er, hóast eg sjálvsagt framvegis eri góður við mítt fødiland.” Eldgosið Tá vit nú kortini í prát- inum eru staddir nærhend- is Vestmannaoyggjunum, slepst ikki undan at nevna gosið um náttina 23. januar í 1973, tá megin- parturin av býnum varð lagdur undir í øsku. Páll minnist væl ta nátt- ina, tá tað byrjaði at goysa á Heimaey: „Tað var nakað eftir klokkan hálvgun eitt, at eldgosið byrjaði at gera um seg. Vit vórðu gll flutt av oynni í báti inn til Térleifshøfn, og seinni fóru vit so til Reykjavíkar, har vit í skúlaaldri skuldu ganga í skúla." Misti vinir Hann sigur, at fylgjurnar aftaná gosið millum annað vóru, at ein misu nógvar vinir, tí ikki øll fluttu útaftur. „Undan gosinum búðu 5.500 fólk á Heimaey, men tað vóru bert 2.700, ið fóru útaftur aftaná,“ greiðir hann frá. „Gosið varð alment sagt at vera liðugt seinast í juli mån- aði, og tá fóru vit útaftur at rudda og reinsa alt uppaft- ur í býnum. Hetta arbeiðið helt fram til einaferð í september tað árið." Baka hreyð í túninum Húsini hjá foreldrunum vórðu undir í øsku og oydiløgd, so tey keyptu sær eini nýggj hús. „Nýggju húsini eru beint Páll Guðlaugsson heldur, at bragdið, sum Torkil, Abra- ham og hinir gjørdu í Landskrona illa kann verða røst ov ner I Nr. 18 — 26. januar 1997 vid lavabrædingina, og ti er jørdin heit har,” fortelur Páll. „Har var so heitt, at mamma mín kundi baka breyð í túninum, við bert at leggja deiggið á jørðina." Hendan hitan hava ís- lendingar annars duga sera væl at útnytta, so nú fáa øll húsini á Heimaey hita úr jørdini. Tangar við vatnið verða grivnir niður, og so verður fjarhiti vunn- in burtur úr tí, sum so verður førdur til húsini í rørleiding. »Sjålvandi kølnar jørdin so vid og vid, men um bert grivid verdur eitt sindur niður, er skjótt, at ein er komin niður á so mikið heita jørd, at breyð enn tann dag í dag kann verða baka í túninum," sigur hann. Bensinrok á nátt Í nøkur ár búðu Maigun og Páll hjá ommu hennara. Tað er í hesum húsunum, tey nú hava handil í kjallaranum. Hetta var, meðan ben- sinpumpan enn var oman fyri vegin, og fólk komu hagar at fylla sær tangan av og 3. „Tað kundi bæði vera hugnaligt og strævid ur Páll. „Men serliga um vikuskifuni kundi tað vera sera troyttandi at skula selja bensin her, tí tá komu fólk ofta seint, og ofta kom fyri, at tað vóru Í fólk, ið komu á dyr á midi- 4 A ri nátt