leygardagur 9. februar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 9. februar 1991
Síða 7
Eli Lassen um fiskaloysið undir Føroyum:
Fiskirannsoknarstovan
Hesi seinastu årini hevur
nógv verið tosað um fiska-
loysi undir Føroyum.
At kalla allir stovnar eru
hóttir, og hjá mongum sjó-
manni ber illa til at fáa
endarnar at rókka saman,
ti úrtgkan er so lítil.
Orsgkin til, at so er
vorðið, verður søgd at vera
ovurfisking, og tí hevur
m.a. upphøggingarstudul
verið latin fiskiskipum, so
flotin — og samstundis
veiðutrýstið — minkar.
Eitast kanningar
Men eisini eru tey, ið hava
aðrar tankar um, hví stand-
urin er so ringur undir
Føroyum.
Ein av hesum
Lassen, sjómaður:
„Tað kann ikki vera rætt,
at kanningarskip frá Fiski-
er Eli
Myndirnar tala fyri seg! |
rannsóknarstovuni liggur
og fiskar av grimd undir
Føroyum, tá tað skal eitast
at gera kanningar," sigur
hann. „Her hugsi eg um
Magnus Heinason."
Eli Lassen hevur sjálvur
verið við Magnusi Heina-
syni í tvey ár — frá septem-
ber 1981 til september
1983.
Skuldu herja á
„Tá var tað fleiri ferðir so-
leiðis, at boð vórðu givin
um, at komu vit í fisk, so
skuldu vit herja á, og fiska
tað, sum kundi fåast,”
sigur hann. „Tað var nokk
so, at Fiskirannsóknar-
stovuni vantaði pening, og
at tí ráddi um at fáa sum
mest burturúr."
Frá teirri tíðini, hann var
við, veit hann um mong
dómi um, hvussu farið
varð fram:
„Vit gjørdu einaferð
tveir blálongutúrar vestan-
fyri Føroyar — fingu 97
tons annan túrin og 92
hin," greiðir hann frá.
Á hesum trimum myndunum eru prógv um, hvussu illa farið er fram umborð
á Magnusi Heinasyni, tá hann hevur verið í toski á Norðhavinum. Myndin
longst til høgru vísir, hvussu fullur posin var, tá hann kom inn. Hann stóð at
bresta, og vóru einir 800 kassar av stórum toski í. Men so tók ein av yvir-
monnunum og spretti posan í millumstykkinum upp, so tann deyði fiskurin
lá eftir og fleyt á sjónum, sum myndin niðanfyri vísir. Har ørvurin er settur,
sæst opið, ið kom í posan, tá sprett varð. Og á teirri lítlu myndini omanfyri
standa nakrir av manningini — ið bert gjørdu eftir boðum — á ti, ið eftir var í
posanum, tá hann varð hálaður inn. Restin fór í havið. Fiskur, sum
snellubátarmnir á Norðhavinum skulu havt fiskað.
„Tað vil siga, at vit tingu
einar 2.000 kassar hvgrja
ferð."
Hesar royndirnar høvdu
eittans endamál, og tað var
at kanna, hvør meskavídd
kundi nýtast til blálongu,
hevur sjálv skyldina
men tað var líuð á túr-
unum, ið bendi á, at hetta
varð kannað, heldur Eli.
Yvir 2.000 kassar
„Eina aðra ferð fingu vit
yvir 2.000 kassar av gýt-
ingarførum kongafiski eft-
ir einum ella tveimum
døgum. Og tað må sigast
at vera toppmålt, tí konga-
fiskurin hevur eini átta ár,
áðrenn hann gýtir av sær
sjálvum," sigur hann. „Nú
gekk so Fiskirannsóknar-
stovan á odda við at drepa
og oyða. Eg minnist, at tað
På
lå tjúkt lag av livandi yngli
og fleyt å dekkinum. Tad
var okkurt um ein fót til
tjúktar."
Hann sigur, at hevði
hendan oyðingin ikki farið
fram tá, hevði kongafisk-
urin kanska skula gýtt aft-
ur nú.
Eingin fiskur eftir
Eisini, tá Magnus Heina-
son var í toski, var atburð
Framhald á síðu 8