leygardagur 16. februar 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
€, AO 291
SE
Viku-.
SKITUÓ
Tverligt var at lossa áðrenn keiin kom.
"Grátt útyvir grátt"
Áhugaverd bók um Klaksvíkar kommunu har serliga verður
greitt frá tá stóra kaj vað bygd og elverkið á Strond
Yvirskriftin til hesa grein
kann tykjast eitt sindur
misvísandi. Tí einasta eg
veruliga havi at fílast at
hesi bók er framúr
vánaliga repro mynda-
arbeiðið, sum Norðlýsið
hevur staðið fyri. Sjálvt
býráðsformaðurin Óli
Heinesen hevur fingið
huldumannalit hóast tað
finnast hundraðtals "knall-
skarpar" myndir av
honum.
Tað ber til at bera yvir
við, at eldri myndir ikki
hava góða myndagóðsku,
men nýggjar myndir eiga
at standa klárar, við ti
framkomnu prenttøkni vit
ídag eiga.
Men aftur til innihaldið í
bókini, tí tað er hóast alt
tað, íð eigur at telja mest.
Í 1989 kundu Klaksvíkin
halda áttati ára hátíðarhald
sum keypstaður og í hes-
um sambandi avgjørdi
býráðið at geva ein
bókling um Klaksvíkina.
Talan er ikki um søguna
hjá Klaksvíkini sum heild,
men heldur um brot úr
henni. Ritstjórnin hevur
valt at útgreina tvær hend-
ingar, sum fingu stóra
ávirkan á menningina í
Klaksvík. Fyrra hendingin
var byggjanin av nýggja
elverkinum við Stórá og
seinna er um fyrstu
havnabyggingina í
Klaksvík.
Robert Joensen, sum
eigur eina sera sidsøgu
kæra hond, hevur savnað
tilfarið saman um hesi
bæði arbeiði og hann
hevur serliga nýtt gerða-
bøkurnar hjá kommununi
sum keldu.
TUNGUR BURÐUR
"Tann 19 juni 1917 var
sóknarstýrisfundur heima
hjá sýslumanninum í
Klaksvík. -Allir fimm
limirnir vóru á fundi. Til
staðar var eisini Clausen,
verkfr. av verjuskipinum
"Beskytteren"
"Hesin var umboð fyri
verkfrødingafyritøkuna
hjå Fr. H. Krebs i Keyp-
mannahavn. Einmælt varð
samtykt at gera såttmåla
vid Krebs um at gera
uppskot til eitt elverk.
Sáumálin varð gjørdur lið-
ugur og undirskrivaður."
So ganga 11 ár við
drúgvum tingingum.
Krebs ger kostnaðarætlan
og kommunan roynir at
fáa fígging. Vit skriva nú
14. august 1928 og aftur
er fundur í
sóknarstýrinum.
"Fundur varð hildin, har
allir sóknarstýrislimirnir
vóru á fundi eins og
Krebs, sum var komin úr
Keypmannahavn fyri at
samráðast um vatnorku-
útbyggingina við Stórá.
!
"Við øllum atkvgðum
varð vidtikid at byrja
byggingina eftir teimum
projektum, sum Krebs
hevði gjørt viðvíkjandi
útbygging við Stórá. Tveir
av stýrinum vórðu valdir
at fara til tingingar við
løgtingid um hetta mál."
15 januar 1931 lýstu
gøtuljésini fyri fyrstu ferð
í Ánunum og í Klaksvík.
Nakrir byrjunnartrupu-
leikar tóku seg upp, men
vunnið var á hesum, tá um
eitt ár var gingið.
FRÁ TEYMI
TIL BRÚGV ,
Áðrenn bryggjur vóru
gjørdar í Klaksvík lógu“
skipini fyri teym á vánni. I
1910 hevur kommunan
fingið løgtingsloyvi at
læna 5000 krónur til tvær
botnketur "muringar"
tvørturum vånna, og i
september hetta år keypir
Klaksvíka Kommuna úr
Leith 300 favnar av ketu 1
7/8 tumma.. Sóknarstýrið
setti jarnsmidin Th.
Askham í Havn at skipa
fyri at fáa keturnar lagdar -
um vánna og at fáa teym- -
arnar við øllum tilhoyri *
gjørdar.
Seinni komu fleiri ketur
tvørturum vånna. Men
tvørligt var at hava skipini
liggjandi fyri teym. Øl"
útgerð mátti flytast við
báti umborð og eisini var
neyðugt at flyta fiskin í
land við báti. Tí ynsktu
klaksvíksingar eina góða
bryggu..
I 1935 fóru klaks-
víksingar undir havna-
byggingina og hendan var
liðug tvey ár seinni. Keiin
við havnaplássi og gllum
tilhoyri kostaði tilsamans
840.000 krónur.
Hesi bæði søgubrotini úr
Klaksvíkar søgu eru
áhugaverd og lættliga lýst.
Tey koma at standa væl í
eini komandi klaksvíks-
søgu. Bókin hevur eisini
mynd av sóknarstýris-
limunum frá 1908 og fram
til dagin í dag, nú teir eita
býráðslimir.
jústinus.
Johan
Samuelsen
skrivar
Nr. 33 — 16. februar 1991
Heidi og børnini
Havi fyrr nevnt tann
stóra týdning, barna-
sendingarnar hava bæði í
útvarpi og sjónvarpi, og
at serlig ábyrgd hvílir á
herðunum á teimum,
sum leggja hesar send-
ingar til rættis. Útvarpið
liggur sum oftast væl á
takinum — fólkini, ið har
skipa fyri, leggja sær nær
at velja hóskandi tilfar,
sum bernunum dámar at
lurta eftir, hóast tílíkt til-
far mangan ikki er so
lætt at fáa hendur á á før-
oyskum. Samstundis,
sum talað verður til born-
ini (og ikki niður til!), so
royna tey, ið har starv-
ast, at vanda sær um
málið, og er hetta eisini
alneyðugt at hava í huga
dag og dagliga, tá ein
veit, at tað eru vid
kvæmu barnasálirnar, ið
sita og lýða á.
Men tíverri kunnu vit
ikki siga tað sama um
SvF. Har eru bernini við
sviðusoð. Nú eru tey aft-
ur farin at senda filmin
um Heidi og fjallaabban
fyri 2. ella 3. ferð? Og
ikki verður sendireðin lið-
ug fyrrenn á ólavseku, so
um onkur bern enn eru
aftir í Føroyum, sum av
onkrari løgnari orsek ikki
hava sæð hesa sendirød,
so koma tey hóast alt iva-
leyst at missa tráðin, um
ikki av eðrum orsøkum,
so av árstíðini, vit stevna
fram ímóti.
Nei, her er tíverri talan
um at útfylla tíðina í
Barnaletuni, heldur enn
at geva børnum okkara
ein harðliga tiltrongdan
tíma á føroyskum í sjón-
varpinum. Heidifilmurin
er so tugdur og tanlaður,
at havnarbernini ivaleyst
leypa upp um har garður-
in er lægstur og snara yv-
ir á aðra rás, meðan
bygdarbernini fara beina
leið í videohandilin eftir
Gamaní, at Zacharias
er vorðin troyttur av at
gera barnasendingar upp
í rekur, men her má so
ein avloysari finnast —
SvF kann ikki sleppa
bernum okkara soleiðis
upp á fjall.
Fyri fyrstu ferð var
italskur = fótbóltur á
skránni í SVF sunnudag-
in. — Filmsupptøkunum
stendur italska rásin
RAI fyri, meðan ljóðið
verður samsent við TV2
úr Odense. Frálík loysn,
og tað riggaði bara væl.
Aftur hevur fótbólturin
vunnið ein fjølmidlasig-
ur, og hesaferð er tað,
sum sent verður, onki
minni enn úr heimsins
bestu og harðastu fót-
bóltskapping, úr sjálvum
»Styvlalandinum«. Har
er loyvt hverjum liði at
hava 3 utlendskar leikar-
ar vid, og ger hetta sjålv-
andi sitt til, at leikdygdin
verður so góð, sum hon
er. Vit sóu Milan og
Fiorentina leika í vakra
Firenze, so legið tað ljóð-
ar í grimdarregni. Men
hóast umsteðurnar ikki
vóru av teimum bestu, so
var stuttligt at síggja
hvussu snildisliga leikur
fór fram — serliga tá
havt verður í huga, tað
sum vit higartil hava
havt hevi til at síggja av
útlendskum fótbólti,
nevniliga eingilskan fót-
bólt, við teirra mangan
einstáttaða og troyttandi
„kick and run« fótbólti —
tá var hetta italska fót-
boltsspælið, merkt av
heitu lyndiseyåkennum
suðurlendinga, nakað
heilt annað.
Og meðan eg eri við
ítróttin, so kann eg ikki
lata vera við at nevna
Tóru við Keldu, okkara
frálíka svimjara, sum
ikki fekk minni enn 4
gullmerki í Malme Open í
svimjing fyri brekað.
Hesi tíðindi í fjolmiðlun-
um gleddu mangan fer-
oying, og einki var meira
rímiligt, enn at verpini
bæði skiftu orð við hesa
blíðu og fyrikomandi
gentuna aftan á lokna
kapping — takk fyri tað,
og hjartaliga tillukku,
Tóra.
Og so var raðsendingin
sunnukveld »Spurva-
eyga« komin at enda.
Hon var so svensk, sum
hon kundi vera tað —
ofta verður lítið sagt,
sera langt millum orðini
og ikki so lítið rá í stød
um — alt so nær veruleik-
anum sum gjerligt —
onkur vil ivaleyst siga ov
nær!
Men tað, sum eg ætlaði
at vísa á her, tað var
meistarliga umsetingin,
sum Brynhild Thomsen
hevði gjert fyri SVF í hes-
um sambandi. Málið var
avgjert livandi og natúr-
ligt. Her var samljóð
millum svenska talumál-
ið, og tað sum stóð at
lesa á føroyskum á
skíggjanum. Latið Bryn-
hild endiliga fáa hevi til
at halda fram við hesum
neyðuga arbeiði foroysk-
um máli at gagni. Nakað
annað er so tað, um tað er
neyðugt at umseta
svenska talu til foroyskt?