Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 16. februar 1991 i nar Herfyri avdúkaði danska blaðið Vendsyssel Tid- ende fleiri skipasmiðjur fyri at hava svikað í milli- óna-klassanum. Blaðið visti m.a. at siga frá, at danskar skipasmiðjur hesi seinastu 25-30 árini hava snýtt DBS fyri 5-10 mill. kr. um árið. Tá hetta varð skrivað, segði formaðurin í felag- num hjá skipasmiðjunum, at talan var um brot á in- juriulógina. Í dag hevur pípan fingið annað ljóð. Nú sigur hann við donsk blød, at sakin »er kedelig« og at hann fegin vil vera við til at kanna, um nakað er í skuldsetingunum. Tað, málið snýr seg um er, at skipasmiðjurnar í loyndum sínámillum hava avtalað, hvussu heg til- boðini skulu vera, tá meguleiki var at bjóða uppá almenn arbeiði. Her var serliga talan um um- vælingar. Ein kanning, sum er gjørd av »Kon- kurencerádet< hevur fing- ið tríggjar ráðharrar at biðja ákærumyndugleik- arnar at kanna málið fyri at vita, um skipasmiðjur- nar hava svikað. Ein tílík kanning kann sambært donskum bleðum enda við, at skipasmiðjurnar skulu gjalda í milliónum av kr. í endurgjaldi og í Danskar skipasmiðjur svikað fyri milliónir Samarbeiddu um tilboðini uppá umvæling av skipum hjá tí almenna — kann fáa avleiðingar fyri skipasmiðjur- bót. Ráðið, sum hevur gjert kanningina, sigur í niður- steðu síni, at »det má anses for overvejende sandsynligt, at der er fore- gáet tæt samarbejde mell- em værfterne omkring til- budslovgivningen, og det kan ikke afvises, at dette samarbejde kan have om- fattet priser«. Professari i legfreði, Vagn Greve og serfrøding- ur i búskaparligum krimi- naliteti, sigur vid Det Fri Aktuelt, at tad ikki kann utilokast, at sakin kann enda vid at tað verður reist ákæra fyri falsan. Undir ellum umsteðum sær tað út til at skipa- smiðjurnar hava brotið tá- verandi monopollógina við ikki at boða frá, at tær samarbeiddu. Fleiri av ráðharrunum, sum meta hetta málið vera rættiilga álvarsamt, siga, at tað er tervur á frí- ari kapping á skipasmiðju- økinum eisini. Teir halda tað vera rætt at kanna, um skipasmiðjurnar skulu afturgjalda pening til tað almenna. Enn einaferð eru tað donsk bleð, sum grava upp ólógligt virksemi. Hetta hendir alsamt oft- ari. Tamil-málið er eisini dømi um hetta sama. Danir vilja hava | tann samhaldsfasta Sáttmálasamráðingarnar á tí privata arbeiðsmark- naðinum í Danmark halda fram. Enn eru bert gjerdir fáir sáttmálar. Eitt av teimum stóru málunum í samráðingunum er ein ar- beiðsmarknaðarpensión fyri allan tann privata ar- beiðsmarknaðin. Í dag hava bert tey alment lentu tílíka pensiónsskip- an. Tað er okkurt, sum bendir á, at henda arbeiðs- marknaðarpensión — her heima hjá okkum betur kend undir heitinum „tann samhaldsfasti« — fer at gerast veruleiki. I løtuni samrådast partar- nir i idnadinum um eina tilika pension, og tað sigst, at partarnir eru komnir langt. Um pensiónin verður veruleiki fyri lentakararnar innan ídnaðin, kann roknast við, at hon fer at »smitta av« uppá alt LO-umráðið eis- ini. Um so verður, so fer tal- KOYRIKORT í Klaksvík og Lorvík til persónbil, lastbil, buss og motorsúkklu Klaksvikar/Lorvikar Koyriskuli Tlf. 56777 + 87077 * S6111 an at verða um søguliga avtalur å ti privata ar- beiðsmarknaðinum. Hóast lítið er komið fram um innihaldið í samráð- ingunum millum partar- nar í ídnaðinum, so vilja eygleiðarar vera við, at løntakararnir skulu gjalda ein triðing og arbeiðsgev- ararnir tveir triðingar til arbeiðsmarknaðarpen- siónina. Roknað verður við, at henda pensiónsskipan verður fult útbygd seinast í 90-unum, tá samlaða % av lenini til pensiónina verður eini 10. Danskir buskaparfrød- ingar eru samdir um, at ein tílík uppsparing sum ein tílík arbeiðsmark- naðarpensión fer at fáa stóran týdning fyri danskan búskap. Danir eru sum er ikki serliga ídnir at spara upp og við hesum kann vend koma í og væl tað. Roknað verður við at tað ár 2000 verða einar 100 mia. kr. í einum tilikum pensiónsgrunni og kann hann fáa stóran týdning fyri donsku gjaldsjavnvágina og bú- skapin sum heild. Spurningurin er so hver skal hava hesar nógvu pengar at umsita, lentak- ararnir ella arbeiðsgevar- arnir. Ringið! - og vit skriva (O11820 BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri fólk úr bygd og í bý Pf. BILRØKT v/ Símin í Dali Atrsnesgata 11 - Tlf. 15556 OKKARA GÓÐSKA - TÍN TRYGD Sakarmálið móti Winnie Mandela útsett til 7. mars Sakarmálið móti Winn- ie Mandela er nú útsett fyri triðju ferð. Sakar- málið skuldi verið byrj- að síðsta mánadag, men varð útsett til mikudagin og er nú aft- ur útsett til 7. mars. Dómarin sigur, at leg- reglan nú skal hava meguleika at finna eitt vitni, sum er horvið. Almenni ákærin segði á rættarfundinum mikudagin, at vitnið var burturflutt. Talan er um ein av trimum persónum, sum áður hava sagt, at Winnie Mandela var við til at taka lívið av einum ungum svertum manni. Hini bæði vitnini bera ótta fyri lívinum, og tey hava sagt rætt- inum frá, at tey ynskja ikki at vitna av hesi somu orsek. Tí verður nú alt gjørt fyri at finna triðja og mest av- gerandi vitnið. Eygleiðarar halda, at sakarmálið móti konu Nelson Mandela kann koma stríðnum hjá teimum svertu móti apartheid illa við, nú samráðingar eru kom- nar í gongd um fleiri rættindi til tey svertu. Umboð fyri svarta felagsskapin ANC siga, at sakarmálið er politiskt. Hvítu mynd- ugleikarnir vilja brúka tað móti sek teirra svertu, tí teir vita, at tað kann skaða hesa sak nógv, um kona mest framstandandi svarta leiðaran verður sett í fongsul demd fyri at hava verið við til at taka ein av sínum egnu av degum. Summir eygleiðarar halda, at sakarmálið fer at enda við, at Winnie Mandela verð- ur demd. Men henda avgerðin er so í fyrstu atløgu útsett til í mars. Fær ákærin einki av teimum trimum vitn- unum at meta í rættin- um móti Winnie Man- dela, er torfert at í- mynda sær, hvussu sakarmálið kann halda fram. Amerikanskur politikari: kjarnorkubumbuna Hverja ferð óttin fyri at irakar fara at gera brúk av sínum óhugna- ligu kemisku og bak- teriulogisku våpnum, tekur spurningurin seg upp, um teir sameindu ella Israel fara at svara aftur vid kjarnorku- våpnum. Israelar siga, at teir fara at brúka tey vápn, sum eru neyðug, um irakar brúka kem- isk vápn móti jedum. Um hetta eisini fevnir um kjarnorkuvápn er ógreitt. Amerikanskir polit- ikarar eru meira ber- segnir. Ein teirra, ein Dan Burton úr statin- um Indiana, ivast onga lotu í, at tað einasta rætta er at svara aftur við kjarnorkuvápnum. Hann sigur við ameri- konsku sjónvarpssteð- ina CNN, at kann tað spara amerikonsk mannaliv, so eiga kjarnorkuvápn at verða tikin í brúk móti irakum. Hann vísir til royndirnar frá seinna heimsbardaga, tá brúk- ið av kjarnorkubumb- um móti Japan stytti munandi um kríggið og spardi hundraðtúsund- tals amerikonsk mannalív. Spurdur um brúk av kjarnorkuvápnum ikki fær álvarsligar polit- iskar avleiðingar fyri USA, sigur senatorur- in, at hann hugsar meira um, hvat kann spara ungum ameri- konskum hermonnum lívið enn hverjar polit- iskar fylgjur ein tílík avgerð fær fyri USA. Ein fyrrverandi her- ovasti sigur við CNN, at skal sterkari slag brúkast móti irakum, er helst betur at nýta neutronbumbu, sum ikki hevur radioaktivar geislingar við sær. Tað er langt frá meiriluti millum ameri- kansar politikarar at taka til slík stig, men fer mannfallið at verða stórt og irakar brúka kemisk vápn, so halda eygleiðarar, at tað meguliga finst ein meiriluti í kongressini fyri at taka kjarnorku- vápn í brúk. Del