leygardagur 16. februar 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 16. februar 1991
tíðindablaðið
MINNILIGAR
Síða 19
HENDINGAR
Fråsøgn: Karl E. Andreasen
Tá eg á fyrsta sinni fór til skips 15 ára gamal á
Suðurlandi við Fossanes í 1937, upplivdi eg
mangar minniligar hendingar. Skipari var Óli
Joensen, vanliga nevndur Óli á Eiðinum. og
fyrri bestimadur var Meinhard á Hædd.
Pápi mín lat meg upp í hendurnar á hesum
báðum til at venja upp til ein sjómann. Men tað
var bert hetta árið, ið eg kom at verða saman við
teimum, soleiðis sum tit seinri koma at skilja,
hvør orsøkin var til tað. Millum pápa og hesar
báðar menn var eitt sera sterkt vinaband. Hetta
vinabandið kom av tí, at tå ið teir á fyrsta sinni
fóru til skips, komu teir at sigla við tí skipi, sum
pápi var skipari á. Teir sigldu saman í trý ár og
gjórdust vinmenn fyri lívið.
Påpi min var ein kendur skipari, og fekk eg
góðan kunnleika frá honum, nu eg sjálvur sum
ungur drongur skuldi fara burtur. Hann gre-
iddi mær frá mongum, sum heyrði tilknýti til
sjógvin. Hetta kom mær til góða, nú eg sum un-
gur drongur skuldi fara til skips. Hann legði
mær eina við, hvussu væl eg mátti fara um
klædini. Ég skuldi halda tey skitnu frá teimum
reinu klædunum, so hvørt sum eg hevði brúkt
hesi. Ikki vóru klædnaskápini tá so tíðarhóskan-
di, sum tey eru í dag umborð á okkara nýggju
skipum. Heldur ikki vóru brúsubaðini eins góð,
og tey eru í dag. Vit fingu einaferð um vikuna
eitt sindur av vatni uppí eina spann, so vit fingu
vaska okkum um andlitið, og so í sama vatni at
vinda eitt par av hosum upp. Hesar gjørdust
mangan vátar, tá ið sjógvur gekk á.
Sjálvur var eg komin til trúgv á Jesus Kristus,
og hann krossfestan, heystið fyri, og undirstri-
kaði pápi, hvussu neyðugt tað var, at eg valdi be-
sta pláss í kovggjuni, til at hava mína Bibliu og
mina sálmabók. li, sum hann segði, so kundi eg
taka hana fram, tá ið ein løta beyðst, tí tað er eins
neyðugt, at sálin fekk fødi sum likamið.
Vit skuldu sigla kl. 13.00, men longu kl. 11.00
farið eg at vita frá pápa, at nú er tíð at fara, tí á
einum skipi, sum soleiðis skuldi út á hav, var
mangt at fáa frá hondini áðrenn loysast skuldi.
Ég tók klædsekkin og fór til gongu. Komin um-
bord fór eg, at fáa mær klæðini til høldar. Tá ið
eg hevði opnað klæðsekkin, så eg, at mamma
mundi hava hugsað tað sama, tí ovast á klæðsek-
FOSSANES.
kinum lá nýggjatestamentið, og sálmabókin, og
vórðu tær tí tær fyrstu, sum fingu pláss í koygg-
juni. Áðrenn kl. 13.00 er skiparin komin um-
borð, og gevur hann boð um, at motorurin skal
setast í gongd. Tá ið hetta var gjørt, vórðu allir
bodnir niður í káhúttuna, har hann vildi samla
okkum um Guðs orð. Sálmur varð sungin, bón
varð biðin og lestur lisin, og aftur ein sálmur
sungin. Nú varð so farið á dekkið og skipið loyst.
Mín fyrsti skipstúrur var byrjaður.
Hetta sá so ljósareytt út, men tá ið komið var
so langt frá landi, at okkara vøkru oyggjar sukku
í havsbrúnni, og tað var farið at rulla, og onkur
gestur var farin at geva seg til kennar, tá leitaðu
tankar mínir aftur á Vágsheygg, sum man sigur,
58”
við hjálp frá Guði og góðum monnum, so varð
tað skjótt, at eg vann á hesi sjúku.
Teir fingu meg at leita frameftir, ti á Suður-
landið gekk leiðin, og okkurt skuldi fáast frá
hondini. Ég sá, at menn fóru at gera snørini til.
Sjálvandi skuldi mítt eisini gerast, og við góðari
hjálp hevdi eg eisini fingið mítt klárt, tá ið skipa-
rin ropti, at nú varð avhálað. Spennandi var tað
at koma fram at vaðbeininum og kasta hetta
tunga lodd fyri borð. Tá ið tað var komið á botn,
so at heinta eins og hinir gjørdu, fílaði einar tvær
ferðir. Men nú er tungt, so eg fór at royna at
draga. Handalagið var kanska ikki av tí besta,
men at borði kom, og var tað vakurt at síggja
tveir stórar toskar flóta í vatnskorpini. Eisini her
vóru góðar kreftir til hjálpar, so at eg fekk fi-
skarnar inn. Tá ið eg hevði fingið teir levsar,
lærdi teir meg at blóðga, tí tað mátti vera eitt tað
fyrsta, ið gjørt varð. Síðani vórðu lippurnar
skornar og koyrdar í lippukassan, tí einaferð um
vikuna kom bestimaðurin at telja upp. Ju, skjótt
var, at eg føldi meg sum maður millum menn.
120 verður sagt um sjómenn okkara, at teir
uppliva hugnaligar løtur úti á sjónum og eisini
minni hugnaligar, sum teir gjarna hava inni við
seg sjálvan. Slíkar løtur komu vit eisini at uppli-
va. Å prent er komin frágreiðing um eina slíka
hending, sum Jágvan Kastalag sáli skal hava sagt
frá. Her má ein seta eitt spurnartekin, um Jóg-
van Kastalag hevur sagt hana soleðis, sum hon er
endurgivin. Ég trugvi, at her má vera hend ein
stór misskiljing, og tí fari eg, at loyva mær at siga
frå hesi hending, soleiðis sum eg upplivdi hana.
Í á frágreiðing, sum eg omanfyri sipi til, hevdi
eg ikki lisið, tá eg 2. hvítussunnudag í ár var úti
í Runavík ul eitt av teimum stóru missionsmøtu-
num. Her kom eg á tal við ein av skipsteløgum
mínum, sum hetta várið var sín fyrsta túr til
skips, og var tað Arne Vatnhamar. Hann segði
mær frá tí, ið skrivað stóð. Vit vóru tríggir mans,
og greiddi hann nú okkum frá, hvussu hann og
jápi hansara upplivdu hesa minni hugnaligu
øtu. Påpin, sum gekk burtur við Fossanes i
1938, meðan hann sjálvur varð heima hetta árið,
hoyrdi hetta neyðarróp, meðan hann einki hoyr-
di.
Eg upplivdi hesa óhugnaligu hending soleiðis,
hóast eg var ein av teimum, sum einki neyðarróp
hovrdi. Tað var ein dagin vit lógu í Ovrabakka-
buktini, veðrið var gott og væl var at fiska. Tá ið
kvøldið kom og snørini uppdrigin, uppgjørd og
hongd á vaðbeinið, fóru báðar vaktirnar at gera
reint. Vit lógu við sløktum motori og andøvdu
við seglunum. 1å ið liðugt var at gera reint, átti
bagborðsvaktin frivakt, og hevdi lagt seg. Sjálvur
triði var eg frammi í lugarinum. Sum vit sita har
frammi, vita vit ikki av, fyrr enn ein maður ke-
mur niður gjøgnum kappan. Ja, hann eins og
leyp niður, kemur fram í lugarið, dregur lúkur-
nar frá og skal til at telja fólkið. Vit spyrja hann,
hvat er áfatt, og fáa vit sum svar, at maður er
dottin fyri borð, tí mugu vit fáa talt fólkið. Hava
tit ikki hoyrt neyðarrópið, sum var at hoyra un-
dir stýriborðsbógvi. Vit søgdu sum var, at vit
høvdu einki hovrt, og fóru í stundini á dekkið.
Ég má siga fyri mítt viðkomandi, at tað var ein
óhugnalig sjón at síggja skiparan koma fram ef-
ur dekkinum skólessur og í berum førovskum
undirbuksum rópandi og biður hendan svara.
sum ropt hevði. Skiparin var sjálvur vaknaður ax
hesum rópi. Teir á stýriborðsvaktini, ið staddir
vóru í stýrhúsinum, høvdu allir hovrt hetta
rópið. Skundisliga vóru teir lopnir til bátin, sum
stóð miðskips, høvdu skorið allar surringar og
sett bátin út á lynningina klára til at skjóta. Ma-
skinmeistarin, sum hevdi frivakt, lå og svav i ko-
vggju síni afturi i kahuttini beint vvir av hurðini.
sum gekk inn i maskinrumid. Hann vard eisini
vaktur av hesum sama neyðarrópi, og ley p hann
inn og setti maskinuna í gongd. Nú varð siglt
nakrar ferðir í runding at leita; men har var
einki at síggja ella at hoyra og tað av góðum
grundum. li allir mans vóru innanborða. Og
skip sóu vit einki. Vit sóu eitt hvítt ljós langt,
langt burtur frá okkum, so frá tí skipinum kundi
einki hoyrast. At tað gjørdist tøgn innanborða er
vituligt: men eina løtu seinni varð so tøgnin brot-
in av tveimum monnum. Tann fyrri helt, at
mangt er løgið, og tann seinni helt, ja, mangt er
millum himmal og jørð, sum vit ikki skilja. Hetta
mugu vit ásanna, tí hvussu nógvar milliónir ja
milliardir av krónum hava ikki amerikumenn og
russar brúkt fyri at kanna rúmdina millum him-
mal og jørð, og enn eru teir ikki komnir á mál.
Eg átu ein ungdómsvin, sum hevdi aftastu
kovggju i kahúttuni. Aftur til hansara fór eg fyri
at vita, hvussu hann hevdi tað. og tá stóð hann a
bonkinum skelkadur, tí eisini hann var vaknaður
av hesum sama neyðarrópi. Saman við øðrum
har afturi var kokkurin ein.
Nú gekk túrurin sum vanligt, og tá id vártíðin
var at enda komin, komu vit heim í gøllum
góðum, og høvdu vit fingið nakað av fiski. Skipið
varð nú landað og gjørt klárt at fara til Grøn-
lands. Tað var vanligt at ungir dreingir, sum
fóru fyrstu ferð til skips, mynstraðu fyri hálvan
part, og soleiðis kom eg at gera hetta summarið.
Sjálvan Norðoyastevnudag varð siglt av Klaks-
vik, men ikki fyrr enn fótbóltskampurin var leik-
tur. Okkurt kundi verið at sagt um hesa fráferð,
men lati eg tað liggja á hesum sinni. Túrurin
Gk væl yvir. Vit komu í Føroyingahavnina og
øgdu tað upp, sum skuldi leggjast upp til brúks
seinri á túrinum. Eisini høvdu vit nakað av ut-
gerð til Sjómansheimið í Fóroyingahavnini.
Vit byrjaðu nú fiskariid, og nógv var at fiska.
Tá ið nakað var komið út á summarið, kom dam-
pari yvir, og landaðu vit nakað av fiski í henda
Á
UR
de Á
F
3
þ