leygardagur 16. februar 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
vo EN.
pA
Síða 20
dampara. Sum túrurin gekk, sóu vit, at kokkur
okkara, sum bæði var prúður, raskur og hartil
góður, tránaði burtur. Maðurin sá út til at vera
alvorliga sjúkur, og tók tí skiparin ta avgerð, at
senda hann heim. Skjótt eftir at hann er heimko-
min. vinnur hann krefturnar aftur. Seinri fáa vit
at vita grundina til, at maðurin gjørdist sjúkur.
Kokkahúsið var millum lugar og lastina, og
g
herði hann har gjørt okkum manga góða mál-
ia. Men so hendi tað, at hann fekk ikki arbei-
tt. har var vorðið so trongligt rundan um hann.
Ferð eftir ferð sá hann fyri sær eina skipsman-
ning, sum var iklødd oljuklæðir, sydvest og gum-
mistyvlar. Og kendi hann teir allar, og hevði
hetta tikid honum so dygt, at krefturnar gingu
undan, og hann mátti sendast heim.
Í úrurin helt áfram, og gjørdist ein av man-
ningint kokkur. Vit fingu uppí skipið, og komu
heim í øllum góðum út móti heystinum. Nú varð
so skipið landað, og tá ið liðugt var, varð tað lagt
fyri teym heimi á vánni.
Sum síður tå var, heyði skiparin ábyrgdina av
skipinum. Og sum veturin leið, skuldi hann flei-
ri ferðir umborð fyri at hyggja eftir skipinum.
Eisini her kom til sjóndar hvør maður Óli á
Eiðinum var. Um hann kundi við réttum sigast,
»at orð var eitt orð, og maður ein maður. Hann
hevdi givið pápa eitt lyfti, og tað vildi hann hal-
da, tí hevði hann meg altíð hjá sær, tá ið hann fór
umborð á skipið um veturin.
Veturin leið og várið nærkaðist, og tyktist tað
mær, at eg var sjálvskrivaður til at vera ein av
manningini. Men so varð ikki. Ein dagin vit ar-
beidd umborð, og eg skuldi fara til døgurda, ta-
lar skiparin á meg og sigur við meg: >Karl góði,
eg lovaði pápa tínum, at eg skuldi hava teg hjá
mær, men nú eri eg komin í eina knipu. Vit fara
á Suðurlandið við gørnum, og iða vit færri
mans. Eg ætlaði ikki, at ein ávísur skuldi koma
tiðir
pari
imaður.
TA.
men papi hansara sigur, at sleppur sonurin
IKKE við, kom hann heldur ikki. Hetta vildi verið
em Storur missur fyri skiparan, ti hetta var ein
sera raskur sjómað Eisini vildi skiparin fe-
om, at tann family urin frá Gjogv, sum misti
Grónlandstuúrin í Í skuldi nú sleppa við. Tí
spurdi hann meg. um so var. at:hann skaffaði
r arbeiði. um eg so vildi verða heima. men
hann aftur raftur. »men tå ið vit koma aftur.
So skal tú sleppa við aftur skipinum«. Sjálvandi
sekk eg mínum kæra skipara á moti, og gav ho-
hum játtandi svar. Seinri um dagin, tá ið vit
godust at arbeida, sigur skiparin við meg, >Karl,
nú havi eg verið á skrivstovuni hjá Kjølbro, og
tosaði eg við Jógvan sjálvan, og sigur hann. at tu
skal arbeiða saman við
) Petur beiggja tinum«.
Hann hexði tikið star
; við upp eftir pápa, og bert
19 ára gamal var hann nú uttanbutamadur hjá
Kjølbro
I . r | ER k
Dagin eftir byrjaði eg s longunum at ar-
eiða lá seglklár. hon lá
viðíkajuna á vestara armi. sum varð tíkin i brúk
må fyri, tá komu nakrir av m: iningini at keypa
Í ann dagin ið Fossan
nøkur småting áðrenn siglast skuldi. Ein 2
mønnunum spyr meg. um eg var klårur at koma
Ið. un sø skuldi ve
ekk bod, tí ein n
mi. 10 heiði s me í em trolara.
mgar h fu ke tlaði sær í land
m | Araoi, at tad skal
ur Oil min SKIDS
Karl S. Andreasen, ski-
Meinhard å Hædd, best-
Óli á Eiðini, skipari.
Triggir góðir vinmenn.
tíðindablaðið
Nr. 33 — 16. februar 1991
klæði klár. Boðini komu ongantíð, tí maðurin
umbestemmaði seg í seinastu løtu og fór við Fos-
sanes.
Fann dagin Fossanes bakkaði frå kajuni, fór
eg oman á noðraru brúgv á Stongunum at siga
teimum farvæl. Eg má viðganga, at tá ið Fossa-
nes fór heilsandi út eftir vánni, tá stóð eg og græt
eins og ein smádrongur, ið vildi sleppa við pápa
sinum. Ikki fyrr enn Fossanes var farin vestur
um Klakkin, fór eg aftur til arbeiðis. Sum dagar-
nir gingu, og tann ræðuliga ódnin brast á, sum
herjaði yviri á Suðurlandinum og yvir land ok-
kara, og tað frættist, at Fossanes var farin við al-
lari sínari manning, tá mátti eg sanna, at mín æt-
lan var ikki eins og Guðs, og at Guðs vegir eru
ikki eins og okkara. Ærað veri minni um hesar
sjogarpar, ið fingu sína vátu grøv yviri á Suður-
landinum í 1938.
Sum tíðin leið, og vit komu at hittast, vit sum
ikki vóru við Fossanes hetta várið, vóru vit á ei-
num máli um, at tað vóru vit sum einki neyðar-
róp hoyrdu á Suðurlandinum í 1937. Jógvan
Kastalg var ein av teimum, sum einki neyðarróp
hoyrdi. Í fleiri ár komu vit at arbeiða saman eftir
hetta, og fullu samtalur okkara ofta niður á hesa
hending.
Aðrenn eg endi hesa mína frásøgn, fari eg at
loyva mær at nevna tvær aðrar so vakrar hendin-
gar, ið eg upplivdi ávíkavist yvir við Grønland og
Suðurlandinum.
Tað var um heystið, vit komu aftur úr Grøn-
landi. Eg stóð har frammi á bógvnum til útkikk,
myrkt var og nú vit vóru við at runda Kappan
mátti hyggjast væl eftir, um okkurt var á kósini.
Meðan eg hevði verið burtur, hevdi eg mist pápa
mín, so tað var við blandaðum heimlongskens-
lum eg stóð har. Eg sá mammu mína fyri mær
við øllum mínum systkjum, sum vóru yngri enn
eg. og trimum sum vóru eldri. Jóan Jacob
bróður var eisini í Grónlandi við Austerlits. Sum
eg standi har, veit eg ikki av, fyrr enn skiparin
stendur aftan fyri og talar å meg. Uttan vva stóð
hann við somu kenslum nú í heimkoman var fy
framman, og nú vinmaður hansara. sum ali
plagdi at taka ímóti honum. ikki longur var til 00
sostatt ikki kundi taka ímóti endanum Skiparin
heldur fyri, at nú hevur tú Karl verið so raskur
í summar, at tå skal fáa 3/4 part. Hetta gleddi
meg at hoyra, men eg trúgvi. at eftir tónalagnum
at dóma, so lá nakað djúpari goymt í hesum; tí
soleiðis var førovingurin, tá ið ikki visti væl við.
so vóru teir altíð við ti hjålpandi hondini. Við he-
sum, sum hann her segði við meg, vildi hann vísa
sín góða vilja.
Hetta var í ti tíðini, tá ið ALMA ikki var gitin
í móðurlívinum og tiansheldur fødd. Tå mundi
tað ikki vera so lætt, at sita eftir sum einkja við 11
børnum. Men mamma, sum var ein gudrøkin
kvinna, legði hesa tungu lagnu í Guðs hond.
Samtíðis sum hon legði framtíðina á hann. sum
hon so fast trúði á. brevt hon sjålv upp armar og
for til verka. Vit systkin kunnu oll vera henni
takksom fyri tað megnarverk. ið hon útinnti. so
at vit oll kundi koma undan í øllum góðum. Vit
høvdu tað gleði, at hava hana millum okkum
hálvthundrað ár eftir at pápi var deður. |
hon legði árarnar inn, var hon vott 95 ára
mul. fu, tað sannast. at:tann. ið
Guð. hann fær eisini styrki
Onnur hendingin, ið mær var fyri, var yviri á
Suðurlandinum í 1937. Komið var út í Dimbal-
davikuna, og lógu vit henda dagin á Grynnuni
og fiskadu. Nógv føroysk skip vóru har og eisini
aðrar tjóðir. Veðrið var gott og nógv at fiska.
Sum sagt var komið út í vikuna henda morgunin
eg skuldi til snørid. Eg var móður, troyttur og
kanska illani vaknaður eg kom á dekkið og líti
yvir henda stóra flota, sum liggur avhalaður. Eg
síggi trý skip liggja við útjaðaran, og høvdu tey
øll trý flaggið á hálvari stong, tá vendi eg mær til
Jógvan Kastalag skyldmann og haldi fyri, hvat
man vera hent umborð hjá teimum í morgun.
Tá svarar hann aftur, nei Karl góði, har er einki
óvanligt hent. Teir flagga á hálvari stong, og
legg til merkis Dúvuflaggið flaggar í húnarhátt
á formastrini, tí í morgun er langafríggjadagur.
Hesi trý skipini ætla sær ikki at fiska í dag, ti tey
fara at halda hvíludagin til minnis um, at hetta
er dagurin, tå Jesus vann okkum frelsuna úti á
Golgata. Og tú kanst leggja til merkis, at hasi trý
skipini verða ikki tey ringastu í heyst. Eg legði
mær hesi orðini hjá Jógvani í geyma, og um he-
ystið, tá ið øll skipini vóru afturkomin, og tey
høvdu landað, fór eg at kanna, hvussu stødan
var. Rætt var sum skyldmaðurin hevði sagt, hesi
trý skipini lógu í toppinum sum tey bestu. Ski-
pini vóru Austerlits við Bartal sum skipara. He-
sir tríggir vóru bróður og eisini bróðir í Harra-
num. Sum sagt, høvdu teir við sínum fólki einki
mist, við at halda hvíludagin heilagan. Aftur her
prógvast orð Harrans, soleiðis sum vit lesa tey í
Bíbliuni, Matteus 6,33: „Men søkid fyrst Guðs
ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða
tykkum givið umframt«.
Tá ið eg til jólar hetta heystið fekk avroknin-
gina frá Kjølbro, vísti hon, at eg hevði vunnið
706,00 krónur fyri Suðurlandstúrin og Grøn-
landstúrin. Av hesari avrokning var tað tikið,
*
sum eg hevdi keypt so sum gummistyvlar, stót og
ternis til oljuklædir, sum mamma mín seymaði.
Ég vildi nú geva henni kekkin kr. 5-600,00 kró-
nur, sum var restupphæddin. Tá sigur hon við
meg, nei, onki vildi hon hava peningin, sum eg
hevði vunnið úti á sjónum, men bað hon meg
fara vvir í Sparikassan og seta hann inn, ti um tú
eimaferð ætlar at seta fótur undir egið borð, so
kunnu hesar krónur verða tær til hjálpar. An-
nars kann eg upplýsa, at hetta árið 1937 varð
midalparturin við Fossanes 912,00 kr... og hesar
kronurnar skuldi so tær heimagangandi konur-
nar fáa at røkka til frå nýggjár til nýggjár. Nei,
ikki høvdu allar hesar so nógvar krónur. men
tær dygdarkvinnur, ið tær vóru, so fingu tær tað
at bera til.
Nú tykist aftur verða knýpisligt í mongum før-
oyskum heimi. Mær rennur í hugan eitt privat
brodurkredsmøti, fyri nókrum árum síðani úti á
Skála, har skipari bar fram tað uppskot, at ok-
Kara fiskimenn skuldu halda hvíludagin, so sum
Skaparin fyriskipaði. Einmælt samtykt. og sent
myndugleikunum, men teir vístu tað frá sær, og
vístu á. at hetta jú stóð í sáttmála fiskimannsins.
Nu gráta allir myndugleikar. um niður fisking
og tiskalovsi, og hvat vit skulu finna uppá. Gud
eg ikki spotta. Nevvan hevdi verið Verri
lurtað varð eftir áheitanini av Skála.
Al
tað ikki so neyðugt a nidurfiska og
il inudagar CSI
[ff [— AA [| |[—————