mikudagur 20. februar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya Landsstýri, her
Nr. 35 — 20. februar 1991
Viðv. logtingsmál nr. 34/1990 Vetrarting: Broytingar í logtingslóg um
upphoggingarstuðul.
Endamálið við hesum
uppskoti er at taka rættin
| minstuløn frá fiski-
reiðarar
hava fingið upphegging-
arstuðul.
Feroya Fiskimannafe-
lag fer við hesum at
krevja, at nevnda mål
verður afturtikið úr ting-
inum á fyrstkomandi ting-
fundi, tá hetta mál annars
skal koma til 1. viðgerð.
Tað skal ikki vera nakað
dulsmál, at vit meta hetta
uppskot at vera í stríð við
stýrisskipanina og grund-
lógina fyri danska ríkið.
Her er beinleiðis talan um
at lógarfesta mannamun
millum borgarar í Feroy-
um, soleiðis at teir ikki
skulu vera líka fyri lógini.
Vit fara í hesum sambandi
at vísa til gr. 70 í grund-
lógini, sum sigur: „Ingen
kan pá grund af sin tros-
bekendelse eller afstamn-
ing berøves adgang til den
fulde nydelse af borger-
lige og politiske rettighed-
er “
monnum, hvers
Tað mál, sum her verður
viðgjert, kann ikki bein-
leiðis førast til hesa grein í
grundlógini. Men her vilja
vit vísa til kommentarin
hjá Karnov til hesa grund-
lógargrein, har saksekjari
hevur víst til ven ligerets-
grundsætning hjemlet i
grundloven og den danske
demokratiske statsform«.
Hægstirættur tók ikki
beinleidis stødu til hendan
spurning. Men hægsta-
rættardómarin H. Scaum-
burg sigur i viðmerking
tó, at „skulle en sådan
grundsætning imidlertid
overhovedet »udfra
grundlovens ånd« eller
demokratiske prinsipper
kunne hævdes som rets-
grundlag for tilsidesætt-
else af en lov (og dermed
som uskreven del af vor
grundlov) måtte det for-
mentlig dreje sig om klare
tilfælde af grov og vilkår-
lig forskelsbehandling af
borgerne«.
Okkara meting er, at
fyriliggjandi uppskot
heilt greitt lykur tær i hes-
um kommentari settu
treytir fyri at stríða móti
grundlógini. Og vilja vit
geva fylgjandi grundgev-
ingar fyri at vit meta
nevnda uppskot fyri at
vera talan um »klare til-
fælde af grov og vilkårlig
forskelsbehandling af
borgerne«, og vilja vit
lysa hvørt av undirstrik-
adu fyribrigdunum soleid-
18:
Klare tilfælde. Her er ju
talan um eitt beinleidis
lógaruppskot, hvert enda-
mál er fullkomiliga
»klart«.
Grov. Tá hugsað verður
um at endamálið við hes-
um uppskoti er at taka ein
rætt frá einum bólki av
fiskimonnum, nevniliga
rættin til minstalenina,
sum í ringasta fall er ein-
asta inntekan hjá hesum
monnum, má ætlanin sig-
ast at vera »grov«.
Vilkárlig. Her er jú tal-
an um, at borgarligu rætt-
indini hjá hesum fiski-
monnum eru treytað av
viðurskiftum, sum teir
einki hava við at gera, og
sum teir onga ávirkan
hava á. Tí má ætlaða
framferðin móti fiski-
monnum sigast at vera
»vilkårlig«.
Forskelsbehandling. At
talan er um mannamun er
eingin ivi um. I årtiggir
hava allir føroyskir fiski-
menn so ella so verid
tryggjadir minstuløn. At
nakrir fiskimenn nú skulu
setast uttan fyri lógina er
heilt greitt >forskelsbe-
handling< og ein manna-
munur, sum okkara sega
neyvan veit um at siga
áður.
Vit halda annars, at
hetta mál er í so stóran
mun í stríð við vanliga
rættaruppfatan = millum
manna um at øll skulu
vera líka fyri lógini, at
landsstýrið av sínum ein-
tingum eigur at meta
hetta uppskot sum eitt
mistak, sum tískil eigur at
verða tikið aftur.
Skeiv samanbering,
Arni Gregersen!!
Sunnudagin samanlíknaði
tú italskan og enskan fót-
bólt við at samanbera
dystirnar ímillum Samp-
doria-Juventus og Chel-
sea-Wimbledon.
Hetta er ein sera, sera
misvísandi samanbering.
Øll, sum fylgja við i fót-
bólti, vita, at Sampdoria
nú liggur sum nr. 1 í
Italia, meðan Juventus
liggur umleið á triðja
plássi.
Skuldu vit havt ein líkn-
andi dyst úr Onglandi, so
mátti tað blivið t.d. Liver-
pool-Arsenal, og tað veit
Árni líka so væl sum eg,
at tað hevði verið annar
dystur enn tann, sum var í
SvF leygardagin. Chelsea
og serliga Wimbledon eru
ímillum tey minni væl um-
tóktu ensku fyrstudeildar-
liðini.
Trupulleikin er bara
tann, at toppdysturin í
Onglandi hvert vikuskifti
verður fluttur til sunnu-
dag, so dystirnir, sum vit
síggja í SvF leygardagar
úr Onglandi, sjáldan eru
heilt í topp, hóast teir
kunnu vera góðir. — Und-
antek eru, t.d. Liverpool-
Everton, sum bleiv vístur
næstseinasta leygardag.
Tann dysturin var so av-
gjørt tann besti, sum hev-
ur verið at sæð í SVF í vet-
ur.
Enskur fótbóltur er
nevniliga sera undirhald-
andi, bara ein ikki fer ov
langt niður í rekkjurnar
eftir dystum.
Havnarmenn hava Scan-
sat og kunnu tí síggja
enskan toppfótbólt hvenn
sunnudag, meðan bygdar-
fólk bert hava SvF.
Takk fyri upptekuna.
Klaksvík, t. 18. febr. 1991
Jóannes
Dýr cowboykeks
Kapping sigst vera besta
verja fyri bestu prísum
fyri brúkaran. Hetta er so
tað, vit altíð hava fingið at
vita, tá kravdar hava ver-
it »etri umsteður til pris-
rå sum prisansarar at ar-
b<..a undir.
en hetta er ósatt og
de.nini eru mong.
Her skal bert takast
e itans dømi — ikki um
neyðsynjarveru, men
kortini um vælkenda
veru, ið átti at kunnað
kostað tað sama í ellum
handlum, tí talan er um
eina og somu heilselu og
ikki um prísmun, sum
stendst av, at onkrir
handlar keypa inn í so
nógv sterri nøgdum — og
harvið bíligari enn aðrir.
Talan er um cowboy-
keks, sur: í Keypssamtek-
uni í Havn kostar kr. 2,50,
í eðrum líknandi matveru-
handli heilt nær Keyps-
samtekuni kr. 4,25, altso
70 prosent meira.
At veran í eðrum handl-
um kostar bæði kr. 2,75 og
kr. 3,00, er nakað annað,
men ein so fúlan prísmun
kann ongin góðtaka.
So góðu bern, minnist
til hetta, tá tit afiur keypa
cowboykeks.
Karius
Skuldi hetta ikki hent
fer Feroya Fiskimannafe-
lag at taka øll neyðug stig
og eisini rættarstig fyri at
fáa kent hesa lóg sum
stríðandi móti /stýris-
skipanini í danska ríkin-
um. Men vónandi verður
ikki neyðugt at fara so
langt.
Við heilsan
Feroya Fiskimannafelag
Óli Jacobsen
Skortfleingjur
Gamalt er ju, at børn hesa
árstíðina ganga grýlu. Og
skal tað vera ordiligt,
mugu tey sjálvsagt hava
ein grýluskort ella gekka-
skort upp fyri tað fitta
barnasnýðið.
Men tað tykist, sum
onnur, vaksin fólk, nú eis-
ini eru farin at ganga
grýlu. Og hartil alt árið.
Og á teimum mest óvænt-
aðu stoðum.
Ella havi eg misskilt
okkurt?
Eg meini, nú hoyrist so
íðiliga um t.d. bankarán-
arar, sum ræna bankar við
gekkaskorti fyri andlitið.
Er tað í spelni, teir gera
tað? Teir bankaránarar og
aðrir illgerðamenn, sum
eg kenni úr kriminal- og
cowboyfilmum, plagdu at
vera álvarsfólk, sum ikki
spældu grýlu.
Men kanska eru siðirnir
vorðnir mildari í hesi
vinnugrein?
Og nú um dagarnar sá
eg í blaðnum, at fólki verð-
ur mælt til at hava skort,
tá tey arbeiða við ávísum
evni. Fyrst helt eg, at
meiningin var, at arbeiðið
var so súrt, at fólk høvdu
gron, tá tey arbeiddu við
hesum evninum. Men, nei,
hetta er ein álvarslig
grein.
Munnu læknarnir, tá
teir operera nú á døgum so
ganga við gekkaskorti eis-
ini. Jamen, tað verða jú
bart út stuttligar opera-
tiónir, har vit allarhelst
liggja og kódna av látri, so
slett ikki verður neyðugt
at bedøva okkum.
Og teir maskumenn,
sum fyrr i tidini plagdu at
koma fram so javnan, eru
teir nú blivnir til skorta-
menn.
Ella kann tað hugsast,
at teimum, ið skriva
hetta, skortar vitan um
føroyskt mál?
JHJ