hósdagur 21. februar 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a mi
se
pt,
Kr
Síða 16
Ísrael ímóti seming
Israelska hegrastjórn-
in bíðar við spenningi
eftir avgerðini, nær teir
sameindu fara undir
landbardagan í Ku-
wait. Er tað nakað,
sum ísraelar bera ótta
fyri, so er tað eitt sov-
jettiskt friðaruppskot,
sum ber í sær, at Sadd-
am Hussein verður sit-
andi við
Irak.
Isfaelski verjumåla-
rådharrin dylur ikki
fyri, at tad als ikki
loysir seg at tosa við
tann irakiska einaræð-
isharran. Hann sigur,
at Miðeystur helst fer
at gerast ein nýggjur
valdinum í
vígvellur um nekur ár,
tá russarar aftur hava
gjørt Irak út við vápn-
um
Ísraelar vóna, at
amerikanarar og teir
sameindu ikki blankt
taka undir við einum
sovjettiskum uppskoti,
letur Saddam
Hussein varðveita sítt
vald. Teir halda ikki, at
USA hevur orsek til at
lata seg trýsta av Sov-
jet, tí veruleikin er, at
Sovjet í dag er meira
sum
bundið av hjálp úr
vesturheiminum og
USA enn nakrantíð
fyrr.
Bretsk flogfor raktu
sivil
Ikki færri enn triggjar
av bumbunum hjá
bretskum flogforum
raktu við síðuna av, tá
bretar sunnudagin
gjørdu álop á Fallujah
vestan fyri Bagdad.
Flogferini skutu fýra
bumbur eftir eini
brúgv um ánna Eufrat,
men bara tann eina
rakti. Tvær duttu í
ánna, meðan hin fjórða
rakti eitt handilstorg
meira enn 800 metrar
frá brúnni.
Irakar hava sagt, at
bumban drap meira
enn 150 fólk, flestu
bern og kvinnur. Bret-
ar viðganga, at tann
eina av bumbunum
brast langt frá brúnni
og útiloka ikki, at fleiri
sivil eru deyð.
Saddam Hussein
slapp við lívinum
Tað var um reppið, at
irakiski leiðari Saddam
Hussein varð dripin
fyri 10 degum síðani,
tá flogfør gjørdu álop á
eitt bilfylgi á vegnum
millum Basra og Bag-
dad. Sameindu flogfør-
ini oyðilegdu flestu av
bilunum og fleiri av
vaktarmonnum Sadd-
am Husseins doyðu.
Men sjálvur slapp
hann við lívinum.
Bretska blaðið The
Sunday Times skrivar,
at flogskipararnir
vistu ikki, at Saddam
Hussein var við í bil-
fylginum, tá tey lupu á.
Tað eru andsteðufólk í
Irak, sum seinni hava
sagt vesturlendskum
tíðindamonnum frá
hendingini.
|
EFTIR
| Jan Miller skrivar
Í
æ -
Fyrrv. norski stjørin i Statoil:
Ja til EF — nel
Nr. 36 — 21. februar 1991
til studningsvinnu
— Tað er innanfyri EF, at Norðurlond av álvara verða for
fyri at standa saman. Skal Noreg hava moguleika at vera
við til at ávirka politisku stoðutakanirnar, sum viðvíkja
framtíðini hjá Europa, so gerst tað bara við fullum lima-
skapi i EF, sigur ein kendur norskur vinnulivsmadur við
blaðið Aftenposten.
Kjakið fyri ella ímóti
norskum limaskapi i EF
gongur sum ongantíð fyrr.
Norsku bleðini hava síðu
upp og síðu niður um
spurningin, og norska út-
varpið stendur heldur ikki
aftanfyri.
Kjakið er merkt av teim-
um samráðingum, sum í
letuni eru millum EFTA
og EF. Men tað eru al-
samt fleiri norðmenn, ser-
liga innan vinnulívið, sum
nú tosa opið um limaskap,
skulu vit ganga eftir tí
stóra norska blaðnum Aft-
enposten. Herfyri var
samreða við ein av stig-
takarunum til Statoil,
Arve Johnsen, sum er
greitt fyri norskum lima-
skapi í EF.
— Sek EF-medlems-
skap, fjern landbruks-
overferingerne, serg for
markedsnærhed til gass-
brukene, og eksporter
norsk ingeniørkunnskap.
Hetta eru ráðini, fyrr-
verandi ovasti stjórin í
storfyritøkuni Statiol hev-
ur at geva um tilknyti
Noregs til EF.
Hann heldur tað bara er
ein spurningur um tíð, til
Noreg verður limur í EF.
— Eg trúgvi, at vit fara
upp í EF einaferð millum
1993 og 1997. Tað er í lagi,
at ein EØS-avtala millum
EFTA og EF kemur í gildi
nú, men eg rokni við, at
endaliga loysnin er fullur
limaskapur í EF, sigur
Arve Johnsen við Aften-
posten.
Og hann heldur fram: —
At tosa um eina nýggja
handilsavtalu nú er heilt
burturvið. Hon fer at seta
okkum í eina sera vána-
liga stødu. Ein EØS-av-
tala (t.e. eitt europeiskt
búskaparligt samarbeiðs-
eki) er til at liva við, men
heldur ikki hon er nekur
varandi loysn, sigur Arve
Johnsen.
Uppá fyrispurning um
voreg iKKI
megnar
legnar at
standa uttanfyri EF, sig-
ur hann, at Noreg skal
nokk klåra seg, men tad
verður ein steða i isolation
og uttan nakran møgu-
leika at åvirka gongdina i
okkara egna heimsparti.
— Eg verið ræddur við
tankan um, at 17 europe-
iskar tjóðir fara at standa
saman innanfyri felags-
skapin og vit fara at vera
uttanfyri.
Hann heldur tað er sera
umráðandi at eisini Noreg
verður við í teimum stóru
politisku avgerðunum í
Europa komandi árini.
— Hví skal Noreg við
sínum stóru orkukeldum
standa uttanfyri, tá
Europa leggur til rættis
framtíðar orkupolitikkin,
sum tá helst eisini fer at
vera umhvørvispolitikk-
ur, spyr Arve Johnsen.
Hann heldur, at Noreg
best tryggjar sini åhuga-
mål innan olju, gass og
skipaflutning i EF. — Um
vit ikki eru við til at leggja
henda politikkin til rættis
í sjálvum EF, so kann
norskt vinnulív missa fyri
milliardir av kr., og tað fer
at hava við sær vaksandi
arbeiðsloysi.
Arve Johnsen ber ikki
ótta fyri primervinnun-
um, verður Noreg limur í
EF.
— Hvat viðvíkur fiski-
vinnuni, so eru áhuga-
verdir menningarmøgu-
leikar í EF, sum kunnu
hava við sær, at tað verða
skapt fleiri arbeiðspláss.
Norsk landbrúk má fyrr
ella seinni laga seg til
marknaðirnar i eðrum
londum. Hetta verða vit
at sanna uttan mun til til-
knýti okkara til EF. Hetta
fer at henda skjótt og tað
fer at koma sum ein fylgja
av GATT-samráðingun-
um og vanligu liberaliser-
ingini av handlinum.
Arve Johnsen heldur
kki tað er rætt at stuðla
landbrúkinum so nógv.
Hetta fer heldur ikki at
lata seg gera uttanfyri EF
í framtíðini, heldur hann.
Hann sær eisini megu-
leikan fyri, at Norðurlond
av álvara kunnu standa
saman. Men tað fer bara
at henda í Europa, í EF og
vónandi við fullari luttøku
av Noregi.
Johnsen heldur ikki
grundarlag er fyri óttan-
um, at Noreg missir seg
burt í EF.
— Hví bera vit ótta fyri
teimum, sum vit hava so
nógvan felags mentanar-
arv við. Hví vísa vit aftur
og aftur á, at fólkastýrið
stendur veikt í teimum
einstøku EF-londunum.
Tað finst minst líka nógv
fólkastýri í teimum seytj-
an londunum sum hjá okk-
um, sigur hesin kendi
norski vinnulívsmaðurin
víðari.
Arve Johnsen mátti
fara frá sum stjóri í Stat-
oil orsakað av tí sera
kostnaðarmiklu | Mong-
stad-útbyggingini, sum tó
í dag vísir seg at vera ein
skilagóð iløga.
Hvat heldur hann tá um
framtíðar møguleikarnar
hjá Noregi júst í olju-
vinnuni!
Við Aftenposten sigur
Arve Johnsen, at tað
liggja sera stórir megu-
leikar í gassvinnuni. Tað
umræður at koma nærri
marknaðinum á europe-
iska meginlandinum.
Eftirspurningurin eftir
gassi fer at vaksa nógv,
og Noreg fer at verða ein
stórur framleiðari av gassi
í Europa. Sterri kapping
fer at taka seg upp á øk-
inum. Týskland fer at
ganga undan í útbygging-
ini av Europa og við ser-
ligum fyritreytum fyri at
lata upp handilssamband-
ið við londini eystanfyri.
Hetta kann fáa stóran
týdning fyri norska út-
flutningin av gassi.
Eisini á eðrum økjum
heldur Arve Johnsen, at
Noregi hevur góðar møgu-
leikar í framtíðini. Eitt nú
at útflyta norskan verk-
froðingakunnleika. Meira
enn 20 ára royndir á olju-
ekinum hava útvegað
Noregi ein sera góðan stab
av verkfreðingum. Norski
kontinentalsokkulin fer
framvegis at vera mest
týdningarmikla ekið, men
internationalisering er av
stórum týdningi.
— Eg ivist ikki i, at
norskir verkfreðingar
kunnu brúkast í projekt-
um og arbeiða í nógvum
londum. Bara í oljuvinn-
uni fara økini við Kyrra-
havið og Sovjetsamveldið
at bjóða uppá sera stórar -
uppgávur. Men vit mugu
ikki gloyma endurbygg-
ingina av Miðeystri eftir
kríggið. Tað verður ein
stór uppgáva, sum Noregi
eisini kann vera við til at
loysa, sigur fyrrverandi
stjorin í Statoil í Noregi at
enda í samreðu við Aften-
posten.
Bergmenn
eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og
annað.
Njål — Tlf. 198 90