hósdagur 21. februar 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 21. februar 1991
eðaa
Bush'sa dilemma
Tað er nógv, sum bendir á,
at tað ikki slepst undan
einum stóru bardaga á
landi um frígerðingina av
Kuwait. Hetta er vorðið
meira skilligt, nú bæði
Bush í USA og Major í
Onglandi so gott sum
hava víst aftur tí seinasta
sovjettiska friðaruppskot-
inum. Sambært uppskot-
inum skal Irak alt fyri eitt
taka seg úr Kuwait uttan
nakrar treytir, men um
somu tíð so skulu russarar
tryggja, at Irak verður
varðveitt sum tjóð við
verandi markum, og at
Saddam Hussein verður
sitandi sum landsins leið-
ari. Meguleiki verður
heldur ikki at fremja at-
gerðir ella at doma Sadd-
am Hussein seinni fyri
krígsatgerðir hansara.
Harafturat stendur í upp-
skotinum, at palestina-
spurningurin skal takast
upp til umreðu.
Bush segði, tá hann
fekk innihaldið í uppskot-
inum at vita, at hann kann
ikki góðaka tað, tí tað er
ikki nektandi. Hann vísti
á, at fyrireikingarnar til
bardagan á landi eru
gjørdar og halda fram.
Teir sameindu fara ikki at
slaka.
Hetta fekk sovjettiska
uttanríkisráðharran,
Bessmertnykh at úttala,
at uppskotið er ikki vent
til USA, men til Saddam
Hussein. Við hesum vildi
hann vísa, at tað mest av-
gerandi er, hvat irakiski
leiðari sigur til uppskotið.
Seint í gjár var uttan-
ríkisráðharri hansara,
Tareq Aziz, á veg aftur til
Moskva við einum svari
frá Saddam Hussein.
Flestu eygleiðarar rokna
við, at Saddam Hussein
fer at ganga við til sov-
jettiska uppskotið, tí tað
loyvir honum jú at taka
seg úr Kuwait við ollum
sínum herdeildum og
hernaðarútgerð. Aziz
segði annars á fundi í
Teheran týsdagin, at góð-
ir meguleikar eru fyri, at
kríggið fer at enda nú.
Tað fer fram eitt stórt
diplomatiskt virksemi í
letuni. Ein týðandi
stjórnarlimur hjá Saddam
Hussein hevur júst vitjað
í Kina. Boðini frá kines-
iska forsetanum vóru
greið: Irak skal taka seg
úr Kuwait beinanvegin.
Meira er ikki komið al-
ment fram um fundin.
Flestu eygleiðarar geva
ikki friðaruppskotinum
hjá Gorbatjov stóran
kjans, um so er, at inni-
haldið er tað, sum er líkið
út. Hóast tað sum heild
gongur ST-samtyktunum
á meti og eisini uppruna-
liga kravinum frá USA,
nevniliga, at Írak skal
taka seg úr Kuwait, uttan
nakrar treytir, so er tað
vorðið alt meira sjónligt,
at eitt nú amerikanarar og
helst eisini bretska stjórn-
in, eru ikki negdir fyrr enn
Saddam Hussein hevur
mist valdið í Irak.
Amerikanski forsetin
sigur, at hann ikki kann
góðtaka at Saddam Huss-
ein skal sleppa at taka seg
úr Kuwait við einum stór-
um parti av stríðsmegi
síni og at hann framhald-
andi skal vera ein hóttan í
økinum við 4. størstu her-
megi í heiminum.
Eygleiðarar siga, at
Bush er komin í eina tor-
føra stødu. Tí ameri-
kanska fólkið fer íkki at
VALUTAKURSIR
USA Dollari ..
Bretland Pund ..
V-Týskland Markur
Svøriki Kréna
Noreg Króna
Frakland Frankur .
Belgía Frankur
Sveits Franku:
Holland Gyliin
Italia Liri ...
Finnland Marku:
Ísland Króna ..
Eysturríki Skillingur
Spanja Pesetas .
Portugal Escudos
Kanada Dollari ..
Japan Yen ..
Írland Pund ..
Grikkaland Drakmur
Kelda: Føroya Sparikassi
Ultimo
20.2 síðsta mán.
573,60 573,50
. 1119,80 1124,30
384,61 384,95
103,00 103,13
98,35 98,47
113,02 113,40
18,690 |
5
10,5 10 í
54,680 54 695
6,175 6,157 |
4,3840 4,3610
49700 493,60
; 4,3685 4,3510
102375 1025,70
3,5930 3,6130
vera nøgt við, at hann nú
góðtekur eina vápnahvíld,
sum ber í sær, at Saddam
Hussein varðveitir sín
politikk og hernaðarliga
vald í økinum. Fólkið fer
tá at spyrja, um tað veru-
liga var tað vert at brúka
so nógvan pening og lata
so mong mananlív at
tvinga Saddam Hussein
úr Kuwait, men at lata
hann varðveita vald sítt
og harvið meguleikan at
endurtaka álop á sínar
grannar.
Men hetta er so ikki í
tráð við bókstavin í ST-
samtyktunum og upp-
runaligu ætlanunum hjá
USA. Tí er Bush komin í
eitt dilemma, har hann —
fyri m.a. at varðveita
popularitet sín í USA — er
noyddur at taka stigið fult
út og vinna bardagan á
landi og harvið taka
grundarlagið undan tí so
tydningarmiklu hermeg-
ini hjå Saddam Hussein.
USA visir eisini å, at sam-
bært samtyktunum hjå
ST, so skal Saddam Huss-
ein standa til svars fyri
oydileggingarnar i Ku-
wait.
Tað eru eisini nógvir
aðrir problemstillingar í
hesum máli. Ein er stødan
millum USA og Sovjet.
Gorbatjov er tvingaður at
lurta eftir hegravonginum
í herinum, sum ynskir at
Sovjet varðveitir steðu
sína í Miðeystri og heldur
fram við samstarvinum
við Irak, sum landið hevur
gjort tað í so mong ár.
Hesin vongurin krevur
eisini av Gorbatjov, at
hann ikki letur alla åvirk-
an í økinum til USA, sum í
letuni hevur hálva mill.
hermenn beint í nánd av
Sovjet.
Um somu tíð sum
Gorbatjov er noyddur at
lurta eftir herinum, so veit
hann eisini, at hann kem-
ur ongan veg við sínum
búskaparliga politikki og
royndunum at fáa landið á
føtur, um hann ikki heldur
seg væl við USA og
vesturheimin.
Bush hinvegin veit, at
hann við at seta hart móti
herðum nú móti tí sovjett-
iska uppskotinum, setir
Gorbatjov í eina torføra
steðu. Tað fer at geva
høgraheykunun meiri
vind í seglini, og hetta fer
aftur at merkja, at tað
góða sambandið millum
USA og Sovjet eitt nú við
avvápnaðaravtalum aftur
fer at kelna
Men Bush veit eisini, at
við Saddam Hussein við
valdið í Irak og sovjett-
isku hermegini sum hans-
ara fremsta stuðuli, fer
amerikanska ávirkanin at
verða nógv skerd í økin-
um. Tann stabiliteturin,
sum USA hevur sagt seg
vilja hava í økinum, fer tá
als ikki at vera til, og
vandin fer ti alla tidina at
lúra fyri nýggjum atgerð-
um frá eitt nú Saddam
Hussein.
Eitt annað dilemma,
sum Bush fer at koma í,
um hann ikki gongur við
til at steðga krígnum eftir
at Saddam Hussein hevur
tikið undir við uppskoti
Gorbatjovs er, hvat hini
londini í samgonguni siga
og annars hvat tey mongu
londini í trygdarráðnum
hjá ST siga, sum hava
samtykt at Irak skal taka
seg úr Kuwait, men einki
hava sagt um, at Saddam
Hussein eisini skal missa
vald sítt. Her kann Bush
vænta mótsteðu og endin
kann verða, at samgongan
fer at rilla. Eygleidarar
eru ti samdir um, at Bush
fyri at forða hesum vil
hava kríggið á landi í
gongd sum skjótast og
vinna á Saddam Hussein,
áðrenn split kann koma í.
Samanumtikið er steð-
an vorðin alt annað enn
hugalig fyri Bush og hans-
ara ráðgevarar. Vilja teir
ofra túsundtals ameri-
konsk lív fyri at gera av
við irakisku stríðsmegina
ella vil hann spara hesi
mannalív og lata Saddam
Hussein sleppa at taka
seg aftur úr Kuwait og
heim til sín sjálvs. Hetta
er spurningurin í einum
neturhylki.
Og alt meðan Bush og
hansara menn royna at
viga allar hesar metingar-
nar, streingja herovastar-
nir í oyðimerkini á at fáa
gongd á bardagan á landi,
sum teir halda kann vinn-
ast eftir stuttari tíð. Tað
eru nevniliga teir, sum
halda, at irakisku her-
deildirnar nú eru so oyði-
lagdar og so illa fyri, at
tann stóri altjóða herurin
fer at vinna kríggið skjótt
og lætt. Men framvegis
lúrir tó hóttanin frá teim-
um kemisku og bakterio-
logisku vápnunum. Hvat
hendir, um irakar fara at
brúka tey? Kann Bush
veruliga liva við, at Sadd-
am Hussein fer at drepa
hundraðtúsund ungar
amerikanarar.
Nú bíðar so allur hein
urin eftir svarinum frá
Saddam Hussein. Kanska
hann hevur sæð, hvussu
illa fyri herur hansara er
og longu er farin undir
afturtøkuna, uttan mun
til hvat USA sigur. Man
Bush hava nervar at til-
einkisgera ein her, sum
tekur seg aftur úr einum
hersettu landi — sum
»veittrar« við tí hvíta
flagginum og harvið gong-
ur altjóða samtyktum á
meti!!!
Síða 17
Kaldið friðurin av-
loysir kalda kriggið
Í skrivandi løtu er ó-
vist, hvørja lagnu sov-
jettiska fridaruppskot-
id i Golfkrignum fer at
fåa i Bagdad og i
Washington.
Men eygleidarar eru
farnir at tosa um, at
ein kaldur friður nú
hevur tikið seg upp
millum tey bæði stór-
veldini og hevur loyst
kalda kríggið av.
Og tað er fyrst og
fremst kríggið í Golfin-
um, sum er orsekin,
men steðan í teimum
baltisku londunum
hevur eisini verið med-
virkandi til hesa
nýggju steðuna millum
stórveldini.
Russar halda nú, at
tað hevur stóran týdn-
ing fyri uttanríkispoli-
tikk teirra, at teir
royna at halda seg væl
við bæði arabarar og
londini í triðja heimin-
um. Russiskir eygleið-
arar vísa á, at uttan
mun til, hvussu kríggið
endar, so fara ameri-
kanarar ikki at vra væl
lýddir í Miðeystri, og
tað hevur tí stóran
týdning fyri russarar
at styrkja um steðu
sína í økinum. Tað er
ein av orsekunum til at
russarar nú meguliga
áðrenn kríggið endar,
royna at fáa ein dialog í
lag við Bagdad — og at
vísa á, at bumbingar-
nar i Irak eru ikki í
samsvar við ST-sam-
tyktirnar.
Tað sær ikki mætari
út enn at henda steðu-
takan Gorbatjovs kann
hava stóran týdning
fyri hann innanhýsis
eisini. Ein meira av-
gjørd steða móti USA
kann sissa teir høgra-
vendu í herinum og
geva Gorbatjov betri
møguleikar at fáa skil
uppá í Sovjetsamveld-
inum.
Fjelmiðlarnir í Sov-
jetsamveldinum gera
alsamt meira burtur úr
bumbuálopunum á
Irak, sum teir kalla
»Ovdimarkar-massakr-
an« og ikki >Oyðimark-
ar-Odnin«, soleiðis sum
amerikanarar kalla
kriggið.
Trumfurin hjá sov-
jettiska diplomatinum
í krígnum er tann, at
landið vil halda ST-
samtyktirnar, sum
siga at Írak treytaleyst
skal taka seg úr Ku-
wait.
Eygleiðarar siga, at
kaldi friðurin nú hevur
avloyst kalda kríggið.
Tað er greitt, at stór-
veldini standa ikki so
nær hverjum eðrum
sum tey hava gjert.
Eitt nú hava vit sæð,
at ætlaði toppfundurin
millum Bush og Gorba-
tjov varð útsettur
helst orsakað av Golf-
krignum men eisini av
steðuni í Baltisku lond-
unum.
Eitt, sum eisini hev-
ur birt upp undir kalda
sambandið millum
stórveldini, eru tíðind-
ini um, at russarar urd-
an undirskrivingini av
avvápnaðaravtaluni
herfyri, í leyndum
fluttu ein stóran part
av síni hermegi eystur
um Ural fjellini.
Amerikanskir
politikarar eru eisini
farnir at seta eitt
spurnartekin við, um
hvussu nógv vald
Gorbatjov hevur long-
ur og um hann í veru-
leikanum bert er mario-
net hjá reyða herinum
og ger eftir hansara
boðum.
Nú eru eisini teir po-
litikarar í USA, sum
ongantíð hava verið
negdir við avvápnaðin,
men sum heldur síggja
»Stjørnukrigsætlan-
ina« framda, farnir at
gera vart við seg aftur
og vísa á vandarnar í
Sovjet.
Fleiri amerikanskir
politikarar, serliga
høgraheykar, hava víst
á, at umleið 400 sov-
jettiskir flutningsbilar
hava flutt hernaðarliga
útgerð til Irak frá Iran.
Um somu tíð verður
fyrrverandi sovjettiski
uttanríkisráðharrin
Edward Sjevardnadse,
skírdur landasvíkjari
av hegraheykunum har
fyri at hava gjert loyni-
ligar avtalur við USA.
Verða tað hegra-
heykarir í USA og Sov-
jetsamveldinum, sum
koma at stýra gongd-
ini, so er greitt, at
heimurin gongur aftur
móti myrkari tíðum v'*
sterri spenningi c
dubbing.