Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 23. februar 1991 Liljan Isaksen í Kvívík er ein av mongu føroysku kon- unum, sum hava sjómann. Tey fyrstu árini sigldi maðurLiljan i Grønlandi og var tå burturi triggjar fyra månadir i senn. Sidan før hann vid kraftblokkaskipi, og tå vóru túrarnir fyri tað mesta hálvur annar til tveir mánaðir. Nú fiskar hann undir Føroyum. Hann er vid tvær vikur og er so heima triðju hvørja viku. Skipið kemur inn hvgrja viku, men steðgurin er bara nakrar tímar, og tey síggjast nóg illa tá. Maðurin hevur verið burturi øll árini, síðan tey giftust í 1976. Liljan veit tí emki um at hava mann heima. VON VIÐ TAÐ - Ein kemur í vana við at vera einsamøll um alt. Eg kenni ikki til nakað annað enn, at maðurin er sjómað- ur. Sjálvt um vit kundu hug- sað okkum at havt hann her altíð, hevði tað óivað verið torført at vant seg við at havt heimamann, heldur Liljan. Sjákv sleppur hon undan nógvum av teimum stóru trupulleikunum, sum ofta standast í heimum, har maðurin er burtur í fleiri mánaðir í senn. Liljan dugir Tað gav úrslit, at Felagið Fiskimannakonur fyrr í vikuni sendi út tíðindi um, at tær nú fara at virka fyri tryggari við- urskiftum umborð á skipunum. Liljan var eisini í "Góðan morgun, Føroyar" mikumorgun- in og greiddi frá. Fleiri ringdu ul hennara sama dag, summar fyri at tekna seg sum lim, onnur fyri at geva herðaklapp, tí tey hildu tað vera so umráðandi. Sjálvt um reglur eru Somu mál kortini at greiða frá hesum trupulleikum. ÓRÓGVAR Til dagligt er konan einsamalt um alt. Ger alt sjálv og tekur allar avgerðir sjálv. Tá maðurin hevur verið leingi burturi, kann vera ilt hjá henni at venja seg við, at tá hann kemur heim, er knappliga eisini ein annar, sum hevur eitt orð at siga í húsunum. Hesum hava fleiri sjómannakonur greitt frá. Tað er eisini tað, at tá maðurin er burturi, liva konan og børnini sitt liv heima. So kemur maðurin heim, og á eim hátt verður lívið hjá konuni og búrunum "órógvað". Rytman verður brotin. Maðurin gongur og melur, hevur einki at taka sær til, hevur hann ikki bát at fara út við. Aðrar konur hava greitt frá, at tá maðurin hevur ver- ið burturi, leggjast vin- menninir inn at ballast, og tá verður taðeinki serligt stutt- ligt fyri konuna at fáa mannin heim. MEIRA SJÁLVBJARGIN Liljan ivast ikki í, at konur við sjómanni duga meira um regluligar venjingar umboð, hava fleiri sjó- menn ongantíð verið til nakra venjing. Kravda útgerðin er heldur ikki umborð á øllum fórum. I apríl mánaði fer Liljan sjálv onnur úr Føroyum á fund í Nor- disk Kontakt for Kyst- og Fiskerkvinder, norð- urlendska felagið fyri sjó- og fiskimannakon- ur. Hetta eru áhuga- verdir fundir, tí málini eru tey somu í øllum londum. Mugu duga alt sjalvar - Konur hjá sjómonnum og fiskimonnum hava einsamallar ábyrgd av heiminum tað mestu tíðina. Tær mugu tí duga alt, sum gerast skal, sigur Liljan Isaksen, sum er forkvinna í Felagnum Fiski- mannakonur. Henni tekur synd í børnum, sum illa kenna pápan, tå hann er so nógv burturi. Og heldur ikki er tað stuttligt hjá páp- unum at vera so nógv burtur frå børnunum enn aðrar konur. Tær mugu gera alt sjálvar, sum aðrar konur kunnu fáa mannin at gera. Typpist eitt vask t.d. , ber ikki til at bíða í mánaðir, ul maðurin kemur heim. Hon má bróta upp um armar sjálv. Bórnini = verða eisini meira sjálvbjargin, ikki minst um fleiri børn eru i húsunum, tí tá mamman er einsamøll við teimum, kann hon ikki gera alt KENNAST IKKI Men børmnini missa eisini við, at pápin er so nógv burturi. Tey kenna hann ikki líka væl, sum onnur børn kenna pápa sin. Stedg- urin heima er ofta eisini so stuttur, at tey koma ikki at kenna hann rættiliga. - Og tað er líka synd í nógvum pápum, tá teir koma heim, og børnini ikki vilja kennast við hann, held- ur Liljan. Uppalingin er eisini tor- før í nógvum heimum, har pápin siglir. Mamman setir markini ul dagligt, og er hann lagaliganð, tå hann er heima, duga børnini at spæla foreldrini upp móu hverjum ødrum. Tað kann eisini henda, at konan kennir seg ulsíðissetta, tá maðurin kemur heim, og børnini kasta seg yvir hann. Tey eru góð við pápan, og tá er alt bara hann. Allar hesar trupulleik- arnar hava Liljan og tey ikki, tí hann er so ofta heima. Tað vara bara, tá fyrsta barnið kom, at hann var í Grónlandi. TELEFONIN ER HENT Alt er eitt sindur ødrvisi, nú hann siglir undir Føroyum. Fartelefonin er hent, og tey tosa ofta saman. Tað er so gott at kunna ringja, tå okkurt er åfau. Og ikki minst, tá veðrið er ringt. - Er veðrið ringt á landi, hava teir eisini ringt veður, og tá vilja vit vita, hvussu til stendur, sigur Liljan, sum viðgongur, at hon onkuntíð er bangin. Men tað er fræg- ari at vita hann at vera undir Fóroyum, enn um hann var longri burtur, og tey ikki so frægt sum vistu, hvussu veðrið hjá honum var. Við Føroyar br eisini ul at fara inn onkrastaðni at kroka, um veðrið verður heilt ringt. Liljan og børnini leingjast eftir pápanum, og hann eftir teimum. Hon ivast tó i, um hann kundi hugsað sær at verið heima. At vera sjó- maður er hansara lív, hon. Sigur Liljan gremur seg ikki um at vera einsamøll heima við børnunum, men hon er fegin hverja ferð hon sær skipið stevna inn Myndir: Tekstur: Kalmar Randi