Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 7. mars 1991 | Býráðið tosar um Skipan um at taka upp leysar hundar í Havn og á Argjum er við at koma undir land Tað gongur ikki dagur, uttan at politistóðirnar fáa klagur frá fólki um hundar, sum ganga leysir. Vaksin kenna seg órógva, børnini tora ikki út at spæla, og tað hendir meira enn so, at hundar renna eftir seyði. Løgreglan tekur ímóti klagunum. Tað er brot á hundalógina, men hundar- nir fáa kortini loyvi at ganga leysir, tí løgreglan sigur seg einki kunna gera, og eingin hundafangari er. Men nú noyðast hunda- eigarar í Havn og á Argjum í hvussu er skjótt at hava sínar hundar í bandi. Havnar kommuna og Argja kommuna hava til- evnað eitt uppskot til skip- an, og fundur hevur verið við fútan um málið, tí tað er partvískommunal uppgáva, partvís politiuppgåva at ansa eftir, at hundar ikki ganga leysir. M.a. skal eigarin gjalda, tá djórið verður tikið upp, pengarnir Skulu krevjast inn o.tl. Málið snýr seg tó ikki bara um hundar. Eingi djór mugu ganga leys á gøtum og „vegum og almennum gkjum annars. Nú er málið komið so langt, at býráðið í kvøld fer at viðgera uppskot um til- mæli at senda landsstýr- inum, at hundar á almenn- um gki skulu vera í bandi. Uppskotið skal eisini leggjast fyri bygdarráðið á Argjum. Tórshavnar kommuna er fyrireikað til at hava slíka skipan. Søkt varð í summar eftir hundafangara, men bíðað hevur verið at seta * = =. Sug + 6 Løgreglan fær ofta klagur bæði frá foreldrum og frå barnagørdum um hundar, ið ganga leysir. Børnini mr Síða 3 ræðast og tora ikki út at spæla starvið, til allir spurning- amir — vórðu greiddir. Kommunan hevur eisini hús at hava djórini í, tá tey eru upptikin. Jens Marius Poulsen, skrivstovustjóri í býráð- num, sigur, at avgreiðir landsstýrið málið beinan- vegin, kann skipan koma í gildi, um nakrar vikur. Tá fer ikki at bera til longur at lata hundar og onnur djór gangaleys í býnum. randi Vilja hava somu kor Dagróktarleiðararnir hitta javnan at tosa um felags mál, m.a. um tær stóru sparingarnar, ið teimum er álagt at gera Dagrøktarleidararnir í Før- oyum hava einki felag, men seinasta árið hava tær av sínum eintingum javnan hitst fyri at tosa um ymsar felags spurningar. Týsdagin hittust 15 av teimum 21 dagrøktarleid- arunum í landinum á fundi á Argjum. Eitt evnið, tær hesu ferð vidgjørdu, var ynskið um at fáa felags reglugerð fyri allar dagrøktarskipanirnar í Førovum. Sum er hava kommunurnar hvør sína reglugerð, og tað er nokkso ymist frá kommunu til kommunu, hvussu arbeiðið hjá dagrøktunum er. Lønin er tann sama hjå øllum dagrøktarmammum, men arbeiðstíirnar hjá teim- um eru ymiskar. Ýmist er eisini, hvat foreldrini gjalda fyri at hava barn í dagrøkt. Alt átti at verið eins alla- staðni, halda dagrøktarlei8- ararnir. Eins og gll onnur so skal dagrøktin spara. Og tað er lættari sagt enn gjørt at spara 9,5% eins og dag- stovnarnir. Tí sjálvt um dagrøktarmammurnar ikki longur fáa blæur og leikur til børnini sum áður, so munar tað einki. Annað kann ikki sparast burtur, tí tá eru bara lønirnar eftir, sigur Herdis Weihe, sum er leiðari fyri dagrøktini í Hósvík. Sjálvt um útreiðslurnar til blæur og leikur er spart burt- ur, gjalda onkrar kommunur framvegis dagrøktar- mammunum fyri hetta. randi Nú fáa tær fægstu dagrøktarmammurnar pengar fyri blæur og leikur til børnini.(Arkivmynd) Fjórðu ferð fyri býráðið Havnar Klubbi er aftur í kvóld á býráðsskránni Tað kann taka sína tíð at fáa byggiloyvi. Nú eru meira enn tvey ár liðin, síðan byggi- og býarskipanarneyndin hjá Tórshavnar býráð fyrstu ferð vidgjørdi umsóknina um at taka gamla Klubba niður ogg byggja upp nýggjan bygning á somu grund. Málið er vidgjørt so ofta, tí bæði grannar og tveir býráðslimir hava verið ímóti, at byggi- loyvið varð givið. Eitt byggiloyvi, ið kravdi frávik í byggisamtykt- ini, tí bygningurin verð- ur so stórur. Byggiloyvi varð givið í fjór, men tá umsókn kom inn um at broyta tekningina eitt sindur, varð málið reist av nýggjum. Tríggjar ferðir hevur hetta byggimálið verið fyri í býráðnum, og byggi- og býarskipanar- nevndin hevur havt fimmfundir um tað. Meirluti er fyri atgeva loyvi til at broyta tekn- ingarnar. Meirlutin í byggi- og býarskipanar- nevndini vil tó lækka hæddina nidaneftir nak- að, so eingin altan verð- ur. Smyril nú Í Skotlandi Skal í tvær vikur sigla mill- um Aberdeen, Hetland og Orknoyggjarnar fyri ferju, ið fekk ein sjógv miku- náttina Gjáramorgunin kom ein áheitan úr Norðurskot- landi um at leiga Smyril í tvær vikur. Strand- ferðslan bar skjótt at, og fyrrapartin fór Smyril longu til Skotlands. Á midnátt skuldi hann byrja sigling sína har. Smyril siglir nú fyri ferjuna St Rognvald, sum tíðliga mikumorg- unin fekk ein sjógv. St. Rognvald var tå å veg år Lerwick til Aberdeen. Hon siglir millum Aber- deen, Hetland og Orkn- oyggjarnar. Tad var nokkso dra- matiskt, tá óhappið hendi. Rútarnir á brúnni og í salongini fóru inn. Ferðafólkini vórðu tíkin av skipinum við tyrlu hjá vaktar- og bjarging- artænastuni, skriva skotsk blød. Tad tekur væntandi ikki meira enn tvær vik- ur at umvæla St Rogn- vald. Medan Smyril er i Skotlandi, siglir Teistin rutuna i Føroyum. Teist- in er annars umvældur eftir skadan, hann fekk fyri jól. Teistin skal eisini umbyggjast eitt sindur, td. hava fleiri koyggjur, tí umframt at sigla millum Suður- oynna og Havnina, skal hann eisini nakrar túrar í summar ul Scrabster, ti nú er mestsum greitt, at Smyril verður leigaður út at sigla millum Árhus og Sudurnoreg í longir tíð. Í apríl skal hann fyrst í dokk niðri, og byrjar so at sigla millum Dan- mark og Noreg í mai mánaði, sigur Kjartan Johansen á Strand- ferðsluni. randi