Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 7. mars 1991 Føroyingar Drekka líti Í mun til hini bæði londini í ríkisfelagsskapinu m eru vit næstan avhaldsfólk Sambært hagtølunum fyri 1989, sum eru útgivin í Nordisk statistisk árbog, eru føroyingar ikki nakrir "drukkinboltar," saman- mett við okkara grannar innan ríkisfelagsskapin. Føroyingar eru teir, sum drekka minst í danska ríkinum. Og hvussu nógv drekka vit so? Hvgr einasti føroyingur yvir 15 ár drekkur millum 6,64 litrar av reinum alkaholi árliga. Grønlendara liggja klárt á odda. Roknað fyri hvgnn einasta grønlending yvir 15 ár , so drekkur hann 17,44 litrar av reinum alkaholi árliga. Síðan koma danir við 11,38 litrum pr.íbúgva. Finnar liggja å tridja plåssinum vid 9,42 litur pr. íbúgva, sviar nummar fyra 6,55, islendara vid 5,52 og normenn eru sambært hagtølunum teir edrúuligastu vid 4,96 litrum av reinum alkoholi fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár. NOGV ØL Føroyingar klåra eisini at drekka eitt slød av øli årliga. Tilsamans drukku føroyingar i 1989 2.165- .000 litrar av øli. Ølnyt- slan hjå føroyingum er vaksin nógv seinastu árini. Í 1984 drukku føroyingar tilsamans 1.692.000 litrar av gli. Roknað um til hvgnn einstakan føroying yvir 15 ár drukku vit í 1989 59,54 litrar av øli, 5,16 litrar av vini og 7,32 litrar av brennivíni. Samanbera vit við grøn- lendarar yvir 15 ár, so drukku teir 237,21 litrar av øli, 29,54 litrar av víni og 5,59 litrar av brenni- vini. Grønlendarar drekka sostatt minni av brennivini enn føroyingar men fleiri ferðir so nógv av øli og víni. Samanbera vit við danir yvir 15 ár, so drekka teir 149,29 litrar av gli, 23,16 litrar av vini og 4,15 litrar av brennivini. Her er aftur sama mynstri. Tad føroy- ingar drekka mest av er brennivín, hóast samlada nýtslan av alkoholi liggur langt niðanfyri grønlend- ingar og danir. jústinus Innan ríkisfelagsskapin eru føroyingar næstan avhaldsfólk í mun til grønlendarar og danir. Men vit drekka meir enn eitt nú íslendingar og norðmenn. Mynd: Hilmar Jan 8,91% 15,21% 10,58% 18,38% 28,16% 10,72% Danir Feroyingar Grenlendingar Finnar Íslendingar Norðmenn Sviar Royal í Keypt Grónlendingar | risa- fyritøku Greenland hevur keypt meirilutan av partabrøvunum í Glyng- ørekonsernini, Priess & Co Grønlendingar hava yvir- tikid eitt av flagg- skipunum innan danskan fiskiidnadin og eru vid at skapa eina risafyritøku innan felagsmarknadin. Royal Greenland eigur nu meirilutan av parta- brøvunum i Glyngøre konsernini Priess & Co sum hevur fleiri enn 700 starvsfólk. Tað er grønlendska heimastýrið. sum eigur Royal Green- land. Hóast Royal Greenland hevur havt fíggjarligar trupuleikar seinastu árini, so hava teir hættað sær at fara undir keypið. Tað er familjan Priess, sum síðan aldarskiftið hevur átt og rikið fyritøkuna. Tað hevur ikki gingið væl hjá Priess seinastu tíðina. Stjórin og parta- eigarin Andres Priess sigur við Politiken, at samstundis sum minni er til av råvøru, hækkar prísurin og tá er ringt at fáa eina rentabla fram- leiðslu. 85 prosent av fram- leiðsluni hjá Priess á Co hevur verið útflutt til risa matvøruhandilsketur. Fyri grønlendingar gev- ur handilin møguleika at hagreida rækjur, tosk og svartkalva å egnari fyri- tøku i felagsmarkn-- aðinum. Royal Greenland er stórsta fyritgkan í Grønlandi við yvir 3000 starvsfólkum. jústinus 386 Teldur 16 — 33 Mhz Desktop Publishing ConCorde Albatros DSI-SYSTEM WordPerfect 2558805 535338 DNS sm BOSGGR SSB MICROFORM Dr. Jakobsensgøta 17-19 " tif. 17211 * fax 10415 Postrúm 198 " FR-110 Tórshavn