hósdagur 7. mars 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 46 — 7. mars 1991
Síða 11
Danir tvifalda fram-
leiðslu av vindmyllum
Danmark er eitt tað landið
í heiminum, sum ger mest
burtur úr vindorku, bæði
hvat viðvíkur framleiðslu
av vindmyllum og egin-
nýtslu av teimum.
Tað verður nú roknað
við, at útflutningurin av
vindmyllum úr Danmark
fer at økjast munandi
komandi árini. Næstu 3-6
árini rokna danir við at
tvífalda útflutningin av
vindmyllum til eina mia.
kr.
Tað eru teir, sum halda,
at orsakað av dálkingini
fer eftirspurningurin eftir
vindmyllum síðst í 90-
unum at vaksa við rúk-
andi ferð.
Danir hava langar tradi-
tiónir fyri at framleiða og
eisini brúka vindmyllur. Í
nógv ár hava teir eisini út-
flutt vindmyllur til fleiri
lond, eitt nú til tær stóru
vindmylluparkirnar í Cali-
fornia í USA. Hetta er so
bara byrjanin, siga fólk í
hesi vinnuni.
Mánadagin var ein
orkuráðstevna í Herning,
har eisini vindmylluídnað-
urin var umboðaður. For-
maðurin í felagnum hjá
vindmylluframleiðarun-
um, Palle Nørgaard, visti
å, at nyggir og størri
marknadir seta krøv til
størri virki.
— Vit siggja, at alsamt
fleiri fólk visa umhvørvin-
um og harvið dålkingini
størri og størri ans. Hetta
fer at hava vid sær, at
eftirspurningurin eftir
vindmyllum fer at vaksa
skjótt, segði Palle Nør-
gaard. Hann visti eisini á,
at vindmyllurnar eru nógv
tryggari í dag og garanti-
og tænastuútreiðslur í
sambandi við vindmyllur-
nar liggja nú á sama steði
sum aðrar vinnugreinir,
skrivar Berlingske Tid-
ende.
Men tað sær ikki bara
ljóst út fyri vindmyllueig-
arum og -framleiðarum í
Danmark. Hetta kemst
av, at elverkini eru ikki
hugað fyri at halda fram
við verandi sáttmálum við
vindmyllueigararnar, eftir
at teir ganga út í 1994. El-
verkini halda, at vind-
myllueigararnir fáa alt ov
góðar treytir, tá teir selja
streym til elverkini.
Rættiligt kjak hevur
tikið seg upp í donsku
pressuni um henda spurn-
ingin og vindmyllufólk
spyrja, um hesi alterna-
tivu orkukeldu er lív lagað
í framtíðini, nú elverkini
jú eru lívsgrundarlagið
hjá vindmyllueigarunum
og harvið eisini framleið-
arunum.
Teir, sum framleiða
vindmyllur og sum ár um
ár ekja um danska út-
flutningin, siga, at tað er
ógvuliga umráðandi, at
eisini fólk í Danmark
keypa hesar vindmyllur
og brúka tær. Á tann hátt
eru framleiðararnir alla
tíðina førir fyri at tryggja
kundanum í útlandinum,
at hann fær eina veru,
sum er roynd og gevur
tað, hon eigur.
Tað hevur ljóðað, at eitt
sokallað grent fleirtal í
fólkatinginum ætlar at
tvinga elverkini til at
varðveita verandi sátt-
málar við vindmyllueigar-
arnar. Men hetta mál er
enn ikki avgreitt.
Hevuðstrupulleikarnir í
vindmylluvinnuni eru fyri
tað fyrsta, at reglugerðin
fyri at seta upp vindmyll-
ur, er ikki nóg góð, fyri tað
næsta, at ein nýggj avtala
við elverkini um at taka í
nýtslu 100 megawatt
vindmylluorku enn ikki er
komin upp á pláss, og fyri
tað triðja er ósemja um,
hvussu vindmyllueigarar-
nir skulu avroknast fyri at
lata streym inn á almenna
elnetið.
Danmark er eitt tað
landið í øllum heiminum,
sum liggur fremst, tá tal-
an er um bæði at troyta
vindorku og framleiða
Danskur vinnulivsmadur:
Norðurlond seta fót
fyri sær sjálvum
Sveríki og Noreg mugu
gevast við EF-mótsteðuni
og sekja um limaskap utt-
an at seta krev. Tað fer at
gagna øllum Norðurlond-
um, sigur danskur vinnu-
lívsmaður á eini leiðslu-
ráðstevnu í Bergen í vik-
uni og sum verður endur-
givin í tí danska blaðnum
Berlingske Tidende.
Hann er bert ein av
mongum vinnulívsmonn-
um, sum í hesum døgum
— bæði í Noregi, Sveríki
og í Danmark — tosa um
steðuna hjá Norðurlond-
um til tann europeiska fe-
lagsskapin.
Palle Marcus er stjóri í
fyritøkuni Danisco, hann
sigur bart út, at Norður-
londini við undantaki av
Danmark hava steðgað
góðum meguleikum hjá
vinnulívinum við steðu
teirra at halda seg uttan
fyri EF.
Hann heldur, at øll
Norðurlond eiga at fara
upp í EF, tí samlað standa
Norðurlond nógv sterkari
í EF enn uttanfyri. Tey
fara tá at útgera eitt týð-
andi eki í felagsskapinum.
— Bæði Noreg og Sve-
ríki fara skeiv, um tey
halda, at tey kunnu seta
krev í sambandi við lima-
skap í EF. Tað eru so
mong lond, sum í letuni
heldur enn fegin vilja
sleppa upp í EF, at tað
verður beint tverturímóti
EF, sum fer at kunna seta
krev til lond, sum sekja
um limaskap, segði danski
vindmyllur. Ein av teim-
um kendu donsku vind-
myllubyggjarunum, Riis-
ager, var fyri nekrum ár-
um síðani við til at byrja
eina vindmylluframleiðslu
í Feroyum. Hon datt tó
skjótt niður fyri aftur. Síð-
ani tá hevur verið arbeitt
víðari við ætlanunum.
Men enn er hvat skilst
ikki komið heilt á mál.
—————————————————iie"
vinnulívsmaðurin við sín-
ar norðurlendsku starvs-
felagar.
Sambært danska blað-
num hava Noreg og Sve-
ríki so nógvar restriktión-
ir fyri útlendskar fyri-
tekur, at Danisco-fyritøk-
an ikki hevur viljað gjert
ílegur í londunum. Har-
afturímóti hevur henda
danska stórfyritekan, ið
framleiðir matverur, dótt-
irfeløg í nógvum eðrum
londum.
— Tær mongu forðandi
reglurnar í Noregi, Dan-
mark og Finlandi mugu
burtur áðrenn londini
koma upp í EF. Felags-
skapurin byggir jú á eins
treytir fyri okkum øll, og
Danmark sær — mótvegis
hinum norðurlendsku
grannunum — ongan
vanda í tí, at útlendingar
eru við til at eiga í donsk-
um vinnulívi, segði Palle
Marcus.
Hann vísir á, at vóru
Norðurlond savnað í EF,
hevdu fyritekur í Norður-
londum havt ein heima-
marknað við 20 mill. í-
búgvum, og um somu tíð
høvdu londini staðið nógv
sterkari, tá tað kom til
tingingar um tey mentan-
arligu virðini og livium-
steðurnar ennars.
Danski vinnulívsmaður-
in er sannførdur um, at øll
Norðurlond um ikki so
mong ár eru limir av EF
og har verða fer fyri at
gera norðurlendska hug-
takið til veruleika.
Á ráðstevnuni í Bergen
segdu virkisleiðarar bæði
í Sveríki og Noregi seg
vera fyri, at londini gerast
limir í EF.
— EF-limaskapurin fer
at hava við sær sera stór-
ar meguleikar fyri menn-
ing, men politikararnir eru
bangnir fyri at taka av-
gerðir, sum teir ikki
kunnu fáa nakað afturfyri
í valskeiðnum, segði Ja-
cob Palmstierne, fyrrv.
stjóri í svenska SE-bank-
anum.
Hann helt orsekina til
at norðurlendskar fyritek-
ur ikki klára seg so væl
vera, at einki veruligt
samarbeiði hevur verið í
langa tíð.
Iran ynskir ikki
Heldur ikki Iran ynskir at
síggja eitt broyt Irak í
framtíðini. Iranar siga, at
núverandi landamerk eiga
at vera galdandi í framtíð-
ini eisini. Eisini markini
hjá Irak. Iranar hava onga
sum helst ætlan um at
royna at fáa shia-muslim-
ar í Irak at seta seg upp
ímóti Saddam Hussein.
Hver er leiðari í Irak er ein
spurningur, sum fólkið í
Irak má avgera, sigur ein
framstandandi iranskur
diplomatur við BBC.
Hann sigur, at tann
ringasta vanlukkan, sum
kann henda fyri trygdina í
ekinum er, at Irak verður
upployst og fleiri av bólk-
unum í landinum taka
valdið hver í sínum lag.
Iranar ætla sær ikki at
eitt broytt Irak
leggja seg út í innanhýsis
viðurskifti i Irak, men
kemur tað so langt sum til
at Irak stendur til at fara
heilt i upploysing, so er
tad ein spurningur um
iranar bara fara at hyggja
at, sigur iranski diplomat-
urin vid bretska sjónvarp-
id.
sø SE RD
ET