leygardagur 23. mars 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Bussfelag Føroya mótmælir:
Uppseynum
á Bussleiðum
- men tænastustóðið heldur, hóast
skerjingar verða framdar, sigur
Finnur Johansen, leiðari á
Samferðsluskrivstovuni
Í fjór fekk Bygdaleiðir 29
mió. krónur at húsast fyri.
Í ár ljóðar upphæddin
uppá 20,8 mió. krónur, og
hetta hevur við sær, at
fleiri bussførarar skulu
sigast upp og rututalið
minkar
l. apríl er Bygdaleiðir
ysir av sáttmálanum, og
tí hevur Bussfelag Føroya
sent út tíðindaskriv, har
felagið harmast um at tað
einki hevur frætt um kom-
andi ferðaætlanina. Hana
hava teir annars áður altíð
fingið til ummælis, áðrenn
hon hevur verið prentað.
EINGIN FERÐAÆTLAN
PRENTAÐ I FJØR
Finnur Johansen, leiðari
á Samferðsluskrivstovuni,
sigur vid Sosialin, at buss-
førarar ikki hava sæd fer-
daætlanina hesaferð, or-
sakad av at teir i fjør sabo-
teradu ferdaætlanina so
någreiniliga, at eingin fer-
daætlan varð prentað i
fjør, av somu grundum.
- Vit skulu spara, og tað
kunnu vit saktans, eisini
soleiðis at tað ikki gongur
út yvir tænastustødid á
Bussleiðum.
Fyri at spara er neyðugt
at siga einar seks-sjey
bussførarar úr starvi, og
hóast tað er harmiligt, so
er einki at gera við tað.
Samferðsluskrivastovan
rindar 16,5 mió krónur í
føstum útreiðslum til buss-
arnar, umframnt at goldid
verdur fyri hvønn tima og
hvønn km. sum bussurin
er í rutu.
Vit kunnu ikki spara nóg
mikið, uttan so at vit
skerja rututalið. Tí verður
roynt at minka um hallið
og vaksa um inntøkuna,
og tað gerast bert, um vit
hava færri bussar í rakstri.
Hvussu nógv minkar túra-
talið?
- Fyri at taka tær stóru
ruturnar, so minkar talið
t.d. Havn-Vestmanna úr
12 niður í níggju túrar um
dagin. Millum Vág og
Tvøroyri úr 10, niður í átta
túrar og millum Havn og
Leirvík úr níggju, niður í
sjey túrar. Eisini verður
rutan Toftir/Leirvík/Fugla-
fjør skerd, men tað verður
í samband við túrarnar hjá
Dúgvuni, sum eisini verða
færri í ár.
Vil tað siga, at Bygda-
leiðir hevur oyðsla penin-
gin burtur, tá tað ber til at
skerja leiðina við 30%,
uttan at tað nervar sam-
ferðsluna?
- Fyri tveimum árum
síðan var samferðslan so
stór, at vit saktans kundu
minka virksemi við 30%,
uttan at tað nervaði tæn-
Á goymslu hava vit y
hegn og pelar
í ymiskum
tjúkdum
longdum
astustødid. Tað hevur kort-
ini ikki verið gjørligt, av ti
at ósemja hevur verið við
Bussfelagið, sum sjálvsagt
helst vil hava so nógvir
limir í arbeiði, sum gjør-
ligt.
KOYRA Í PENDUL-
FATRI VIÐ
SKULABØRNUM
Verður skúlaflutningurin
eisini skerdur
Skúlaflutningurin er ein
trupulleiki hjá Bussleið-
um, av tí at bussar koyra
til og frá skúla at kalla
allan dagin. Hetta ber í
sær, at bussurin koyrir við
tveimum, trimum næming-
um í pendulfarti, og t.d. í
Vágunum og Suðuroy ver-
ða børnini eisini koyrd
heim á døgurda. Tað er
greitt, at tað ikki er
lønandi vinna. Vit fara
frameftir at skipa skúla-
flutningin, men tað verður
ikki tíkið fyrivarni at
børnini skulu koyrast allar
dagtímar.
- Hugsandi er at tveir
túrar verða á morgni til og
frá skúla, og tveir seinna-
partin.
Bussfelagið vil vera við, at
skerjingin er brot á sam-
gongusáttmálan og løgt-
ingslóg um Bussleiðir?
- Tað er ein spurningur
um tukling av lógini. Er
Nr. 58 — 23. mars 1991
Finnur Johansen, leiðari á Samferðsluskrivstovuni: - Tað ber væl til at veita fólki góða
tænastu, hóast túratalið verður skert. Higartil hevur samstarvið millum stovnin,
bussførarar og busseigarar verið fyrimyndarligt, men tað rakar altíð meint, tá talan er
um uppsagnir
talan um triggiar rutur.
sum koyra somu leið, og
ein ruta verður nidurløgd,
so halda vit ikki, at onnur
yvirtaka rutuna, men bert
at hon verður skerd. Tað
er júst hetta, sum Buss-
felagið vil vera við.
RAKAR EINSTAK-
LINGIN MEINT
Her vil eg leggja dent á,
at vit altíð hava havt gott
samstarv við bussførarnar
og bussleigarar, sum hava
røkt arbeiðið til fulnar,
men tad er altid trupult, tå
sparingar standa fyri fram-
man, ti tær raka tann ein-
staka meint.
Hvi hevur Bussfelagið
ikki fingið ferðaætlanina
til ummælis, áðrenn hon
verður samtykt?
- Tað er heilt einfalt av
teirri orsøk, at einki sam-
band hevur verið mill-
um partarnar.
Bussfelagið kravdi - fyri
at koma til fundar - at
eingin bussførari varð
uppsagdur. Tað kundu vit
av góðum grundum ikki
ganga við til.
Eg kann tó siga, at ferða-
ætlanin fer til prentingar í
FUR
Føroya Ungdómsráð
Landsfundurin
verður
leygardagin 27. apríl
Skrá samb. lógini.
Tid og stað verður lýst seinni.
FUR
næstu viku, og at Buss-
felagið fær ferðaætlanina
til gjógnumlestur áðrenn
hon verðir prentað, sigur
Finnur Johansen.
Dagny
Framhald á síðu 15,
har Svend Age
Ellefsen ger
viðmerking til
bussmálið
Antin — ella—
ikki bæði