Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 23. mars 1991 = Longst til vinstru Løgtingstidindi fyri 1982 í prentaðari útgávu og við greiðum innihaldsyvirliti. Høgrumegin: Løgtingstidindi fyri 1983 í ringbindum uttan innihaldsyirlit tiðindablaðið Almenna politiska upplýsingin av lagi: Løgtingstidindi fyri 1983-1989 ikki tøk Í hvussu er ikki í prentaðum líki. Fyri árini 1983 og fram fært tú seks-átta ringbind stungin í hondina fyri hvørt árið. Einki innihaldsyvirlit er, so tey eru so gott sum Ó- nýtilig at leita sær upplýsing í Meðan flestu blødini spýta í dungavís av sokallaðari politiskari upplýsing út við almennum stuðli, so er trupult at síggja nakað eftir upphæddini, sum Løgtingsskrivstovan fær fyri at spjaða 'politiska upplýsing". Í fíggjarlógini fyri í ár standa 407.000 krónur til prenting av Løgtingstid- indum, og undanfarin år hevur hendan jåttanin ver- ið nakað hægri. Men fer tú á bókasavn at leita tær politiska upplýsing av hesum slagnum, so ert tú illa fyri: tað seinast, sum finst á prenti, eru Løg- tingstíðindi frá 1982; B- bindið við fylgiskjólum o.l. vantar fyri hetta ár. POLITISK TOGTOGAN Løgtingsskrivsstovan eig- ur kortini bert helvtina av æruni fyri hetta jånkasliga lag, ti hon varð ikki sett á stovn fyrrenn í 1987; fyri tað var tað landsstýrið ella fyrisitingin í Tinganesi, ið skuldi greiða Løgtings- tíðindi til prenungar. Eftir tí vit hava skilt, so er ein orsøkin til at hesin parturin av lamennu upp Fietil i 3 p, al poituKKarar nava togast um at prentsmidur at gera ar- beidi; hartil hava BLAÐA OG BLAÐA Sama hvør orsøkin er, so er avleidingin tann sama: Tann åhugadi borgarin, politikkarin, fjølmidla- fólkið, skúlaflokkurin 0.0., ið vilja hava at vita, hvat er skotið upp, grundgivið og samtykt og annað mangt, sum hevur gingið fyri seg á løgtingi og í landsstýri síðani fyrst í åttatiårunum, fær eini seks, sjey ringbind fyri hvert árið stungið í hond- ina: >Ger so væl, finn tað tú skalt brúka!<. Og tað er so gott sum Ogjørligt, tí í ringbind- unum eru sum vera man einki innihaldsyvirlit. Skalt tú t.d. vita hvussu nógv Løgtingsskrivstovan fekk játtað til prenting av løgtingstidindum í 1985, so skalt tú leita leingi, og skalt tú finna tætr við- merkingarnar, sum stovan hevur sent tinginum sum grundgeving fyri sínum ynski um játtanani, so skalt tú leita uppaftur longri. VÁNALIG TÆNASTA Og tá er hetta lutfalsliga lætt at finna, eftirsum tað snýr seg um fíggjarlógina. Vilt tú vita t.d. um nakað var samtykt viðvíkjandi meskavíddum hetta árið, so kanst tú tað sama gev- ast. Og fólk argast eisini inn á hetta óskilið. - Tað er so misjavnt, sum fólk reagera, men yv- irhøvir eru tey tolin, sigur Halldóra Dam, bókavørð- ur á landsbókasavninum, sum harmast um, at savnið ikki kann veita eina betri tænastu. - Hava fólk ikki numm- arið á málinum, tey vilja vita nakað um, so kunnu vit bert geva teimum ringbindini at leita í, og málið kann tað sama standa í bindi nr. 2 sum bindi nr. 5, sigur hon um tvørleikan. ówh Avsláttur á endurbilegging! Bilegg nøkur góð minnir... nú við avslåttri. Tilboðið er gald- andi til 27.03.91 Vit framkalla myndir tinar hjá #2 Kodak Kodalux LITMYNDIR ra Løgtingstidindi: Fleiri å veg Orsøkin til, at stødan er ut av lagi, tå talan er um prentad Løgungstidindi, er, at setingin fer fram á fyritøkum, ið fåast vid bladutgåvu; å hesum prentstødum eru snøgt sagt ikki stundir til at seta fólk burturav til slíkt arbeiði; hetta er øllum greitt, men politisk áhugamál og millumgongur gera sítt til, at tær hava fingið arbeiðið kortini. Hetta er vanliga hugsanin á privatu prentsmiðjunum. - At bladstødini eisini kunnu bjóða lægri enn vit or- sakað av almennum stuðningi, ger ikki okkara forargilsið minni, halda tær privatu, vit hava tosað við. Er stødan út av lagi vånalig í løtuni, tá talan er um prentað Løgungstíðindi, so kann ein ugga seg vid, at fleiri eru á veg. 1983: B-bindið vantar; tað hevur Colour Print v/ Ad- olfi Hansen havt um hendi, og eingi útlit eru fyri, at útgávan fer at koma undan kavi í bræði. 1984: Tá Dagblaðið brendi, tók Einars Offsett um endan og gjørdi A-bindið liðugt. B-bindið hevur Grafo Prent v/ Gunnari Breckmann o.fl. um hendi. Umleið tveir triðingar vóru prentaðir, men brendi saman við Dagblaðs-húsinum; hesin parturi verður nú ljósprentaður eftir teimum eintøkum, sum vóru latin oman á Løgtingsskrivstovuna. Seinasti tridingurin skal setast, men bíðar eftir tilfari frá Løgtingsskrivstovuni; nær B-bindið fyri 1984 verður liðugt valdast hvussu skjótt verður atborið á Løgtingsskrivstovuni, upplýsir Páll Danielsen á Grafo Prent. 1985: Bæði A- og B-bindið eru liðug og latin av hond- um; eintgkini hjá Landsbókasavninum eru til innbind- ingar í løtuni. 1986: Verður greitt til prentingar á 14. September; A- bindið er liðugt prentað, meðan meginparturin av B- bindinum er prentaður; nú verður bíðað eftir onkrum smávegis av Løgtingsskrivstovuni, áðrenn B-bindið kann gerast liðugt 1987: A- og B-bindið skulu sambært avtalu vera greið til prentingar seinast í mai, og av 14. September verður sagt, at tað fer at halda um ikki okkurt óvæntað stingur seg upp. 1988 og 1989 eru ikki boðin út enn. Esther Bæk á Løgtingsskrivstovuni upplýsir, at tey vilja hava bindini til og við 1987 avgreidd áðrenn farið verður undir sein- astu árgangirnar. - Øll eru líka Ofør at byrja, men alt ov ofta er tað komið í drag, sigur hon. Hon upplýsir, at Løgtingsskrivstovan ikki er pliktað at taka við lægsta tilboðnum. ówh Fuglafjarðar Bókasavn Vegna páskafrí er bókasavnið stongt frá mánadegi 25. mars til týsdagin 2. apríl. Fuglafjarðar Bókasavn Endurbíleggingarprísur 10x 15 cm eftir litnegativum, fyri hvert BERT 2 G 5 kr. 4.95 y Tlf. 19820