leygardagur 23. mars 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 58 = 23. mars 1991
HEVUR I TRY ÁR VITAÐ, AT HANN ER HIV-POSITIVUR:
Hart, tá vinirnir
doyggja av AIDS |
Fyri umleið einum mánaði
síðani hevði føroyska nær-
varpið í Keypmannahavn
samrødu við ein føroying,
sum býr niðri.
Hann flutti niður fyrst í
80'unum, og hevur búð
niðri síðani.
Føroyingurin — vit geva
honum navnið N. P. — er
samkyndur (homoseksuell-
ur), og hevur hann fingið
staðfest, at hann er HIV-
positivur.
Sosialurin fer i hesi grein
vid loyvi at taka nøkur
brot úr hesi åhugaverdu og
álvarsamu samrødu
Tók ikki AIDS fyri fult
Tá eg flutti niður fyri
nøkrum árum síðani, var
tað millum annað við tí í
huga, at tað helst fór at
verða lættari hjá mær at
liva har sum samkyndur,«
greiðir N. P. frá.
Hann sigur, at alt tað
prátið um AIDS og so-
vorðið, ið tók seg upp, ikki
var nakað hann tók í full-
um álvara:
„Ein hevur jú so lætt við
at hugsa, at hatta rámar
ikki meg, men bert hini.
Eg, sum ætlaði mær at liva
lívið lættari niðri, havi
síðani gjørt tær royndir, at
tað ikki skuldi verða so
lætt kortini.«
N. P. greiðir frá, at tað
mundu ganga eini trý ella
fýra ár, frá tí hann fyrstu
ferð hugsaði um at lata seg
kanna, um honum feilti
nakað ella ikki, og til hann
tók seg saman og fór til
lækna fyri at fáa seg kann-
aðan og fáa at vita, hvussu
veruliga stóð til.
Fór til kanningar
>Tað var í 1987, at eg
tók stigið og fór ul lækna
fyri at fáa hetta at vita,<
greiðir hann frá. >Ég hevði
júst tá verið við til Ros-
kilde Festival í eina viku.<
At skula taka hetta stigið
var honum ikki so lætt:
»Eg gloymi ongantíð
hvussu tað var! Og tá eg so
fekk útslitið av kanningini
at vita, var tað positivt. Eg
var HIV-positivur.«
Reaktiénin kom ikki
beinanvegin, hóast hetta
vóru eini skelkandi boð at
Fyrstu tíðina hugsaði N.
P. ikki so nógv um tað av
álvara, og tað gingu einir
tveir ella tríggir mánaðir,
áðrenn tað líkasum veru-
liga rann upp fyri honum,
hvussu vorðið var:
Fortaldi ongum tað
>Tá varð reaktiónin sera
sterk,< sigur hann. >Og tá
eg so av álvara hugsaði um
tað, kundi eg vidhvørt
kenna meg innistongdan,
meðan eg so aftur vidhvørt
var sera agressivur, so eg
var ímóti øllum, toldi einki
av, skeldaði og leikaði í.<
Í fyrstuni, eftir at hann
hevði verið ul hesa avger-
andi kanningina, fortaldi
N. P. ikki fyri nøkrum, at
hann var HIV-positivur
ella nakað sovorðið.
>Tað gingu einir triggir
mánaðir, og eg segði tað
ikki fyri nøkrum. Men so
fortaldi eg tað fyri systir
mini, at eg var HIV-posi-
tivur.«
N. P. greiðir frå, at tað
fyrsta systir hansara segði,
tá hann fortaldi henni
hetta, var um hann fór at
doyggja skjótt.
Kom ikki og vitja
okkum aftur!
Sum tíðin er gingin, hev-
ur N. P. vant seg við, at
hann nú einaferð er HIV-
positivur:
»Eftirhondini hevur ein
vant seg við tað, og lært at
góðtaka tað,< sigur hann.
>Nú hevur ein eisini við
tíðini lært at taka ein dag í
senn og lata vera við at
leggja nakrar serliga ætlan-
ir.<
Eisini hevur N. P. lagt
dent á at røkja sítt arbeiði,
so leingi tað letur seg gera.
Men ikki eru tað øll, sum
hann umgongst, ið duga
eins væl at taka tað, at
hann er HIV-positivur.
»Eg var og vitjadi ein,
sum eg havi kent f eini 17-
18 år,« sigur hann. »Og
har fekk eg at vita, at eg
ikki skuldi koma aftur at
vitja tey, tí tey vóru bangin
fyri, at eg kundi smitta
barnið hjá teimum.<
Hugsar altíð um tað
N. P. sigur, at hann alla
tíðina hugsar um ta stóðu
hann er í, og at hann kann
fáa AIDS.