leygardagur 23. mars 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 58 — 23. mars 1991
Eyðkvæmi er als
ikki at spæla vid
Tíggju fóroyingar eru smittaðir av HIV-virus, og tríggir hava
fingið sjúkuna AIDS. Men hetta eru bert tølini í Føroyum. Eingi
tól eru fyri, hvussu nógvir fóroyingar niðri hava sjúkuna
Nú nøkur ár eru liðin, síð-
ani smitta av HIV-virus og
sjúkan AIDS vórðu stað-
fest, er henda herviliga sótt
eisini komin til Føroya.
Tað, sum í fyrstuni ljóð-
aði sum ein fjartliggjandi
sjúka, ið bert rakti ein ávís-
an bólk av menniskjum, er
ikki longur fjart og fremm-
ant hugtak, ið ikki við-
kemur okkum, ið búleikast
her í miðjum norðuratl-
antshavi.
Í dag er staðfest, at í Før-
oyum eru tíggju fólk smitt-
að av HIV-virus. Í vanlig-
ari talu eru hesi fólk altso
HIV -positiv.
Trý hava fingið AIDS
Trý onnur eru uppaftur
meinari rakt, tí fyri teirra
viðkomandi hevur smittan
gjørt so mikið nógv um
seg, at tey nú eru sjúk.
Tey hava við ødrum orð-
um fingið AIDS — ella
eyðkvæmi, sum sjúkan
nevnist á føroyskum.
Enn er t6 eingin av hes-
um trimum so illa fyri, at
neyðugt er við beinleiðis
sjúkralegu yvir longri tíð-
arskeið á sjúkrahúsi.
Eingi tøl finnast, ið siga,
hvussu nógvir føroyingar,
t.d. niðri, eisini hava fingið
sjúkuna ella eru HIV -posi-
tivir.
Tað, sum hendir, tá fólk
verða smittað av HIV-vir-
us, er at virusið setir seg í
kyknur — tær sokallaðu T-
kyknurnar. Hesar kyknur
verða so spakuliga niður-
brotnar, so náttúrliga verj-
an móti sjúkum og ødrum
viknar og at enda verður at
kalla burtur.
Tola als einki av
Hetta vil siga, at fólk, ið
hava AIDS, ikki kunnu tol-
að heilt vanligar sjúkur, ið
annars ikki volda frískum
nakrar serligar trupulleikar
og als ikki eru lívsvanda-
miklar.
Tríggir smittuvegir eru:
Kynsligt samband, blóð-
geving og við sproytu.
HIV-virusid finst í blóði,
sáði og sevju í m6dur-
skeiðini.
Í fyrstuni varð hildið, at
smittan bert kom við kyns-
ligari samveru millum
menn, men so er ikki.
Kortini er samlega í bak-
tarminum serliga vanda-
mikil.
At fólk verða HIV-
positiv av blóði, er ikki so
vanligt, tí síðani AIDS
byrjaði at gera um seg,
hevur alt blóð verið kann-
að fyri HIV-virus.
Helvt um helvt
Við sproytu eru tað mest
rúsevnismisnýtarar, ið
verða smittaðir, tá teir eru
fleiri um at brúka somu
sproytu, og tað tí er nóg
mikið at smitta allar, um
bert ein av teimum ber
smittuna í sær framman-
undan.
Kynsligt samband verður
roknað sum hgvuðssmittu-
vegurin, tí tað hevur víst
seg, at nógv tey flestu
HIV-positivu eru smittað
við kynsligari samveru.
Meðan tað í fyrstuni
mest vóru menn, ið vórðu
smittaðir, er ikki so longur.
Eins væl og maður kann
smitta mann, og maður
kann smitta kvinnu, ber til
hjá kvinnu at bera smittuna
til mann.
Tað hevur eisini víst seg,
at har sjúkan er mest út-
breidd — í miðafrika og á
Haiti — er helvtin av teim-
um smittaðu kvinnur.
Feskastu tølini úr Dan-
mark siga eisini, at av
teimum, ið seinast eru
vorðin smittað av HIV-vir-
us, er helmingurin kvinnur.
hj.
>Fyri tað fyrsta gongur
ein so og hugsar um hetta
alla tíðina at kalla, og so
eru tað eisini tíðir, hvar ein
hevur tað so ringt, at ein
ikki fær sovið fyri hesum
tankunum.<
Ringasta, hann hevur
verið útfyri, er at hava
tríggjar svøvnleysar nætur
av hesum:
>Tað hevur verið tað
harðast hjá mær, tí uttan at
hava sovið í eini tvey ella
trý samdøgur, er tað um at
gerast ov mikið, og bert
vantar í, at ein verður full-
komuliga frá sær sjálv-
um,« sigur hann.
Vinir deyðir av AIDS
Sum kunnugt er talan um
álvarsama sjúku, tá hon
sleppur at gera um seg, og
eisini hevur N.P. upplivað,
at fleiri av vinum hansara
eru deyðir av AIDS:
„Ein vinur, sum eg havi
kent nokk so væl væl í eini
níggjur ár, doyði í fjør,«
sigur hann. >Tað var hart
at fylgja við honum,
hvussu hann varð sjúkur
og versnaði, og til hann so
at enda doyði av tí.<
Fleiri aðrir av vinum
hansara, sum hann kendi
eitt sindur, eru eisini
deyðir av AIDS, og tað er
nakað, ein hugsar sera
nógv um, tá tað hendir.
Ringast er at vera
innistongdur
N. P. sigur, at tað er verri
at vera HIV-positivur, tá
ein haraftrat er innistongd-
ur og ikki nakað serliga
opin.
»Eg kenni ein í Føroy-
um, sum er HIV-positiv-
ur,« sigur hann. »Tå hesin
so gongur i gøtunum i
Havnini, hugsar hann alla
tidina um og heldur, at øll,
hann møltir, hyggja at hon-
um og vita, hvussu hann
hevur tað, og at hann er
HIV-positivur.«
N. P. heldur, at tå ein
hevur tað soleiðis, må tað
vera sera torført at koma
igjøgnum.
»Ti kann eg ikki annad
enn ráða til, at tey HIV-
positivu, sum eru i
Føroyum, taka seg saman i
ein Positiv-Bólk.<
Hjålpir at hitta onnur
>Tað hevur í hvussu er
víst seg fyri meg, at síðani
eg fyri einum ári síðani
kom upp í ein Positiv-
Bólk, hevur tað lætt nógv
um hjá mær, tí tá sleppi eg
at tosa við onnur um akku-
rát teir trupulleikarnar, eg
havi,< sigur N. P.
Positiv-Bólkurin hevur
einar 180 limir og eini hús
at ráða yvir, har limirnir
savnast javnan.
Opið er trý kvøld um
vikuna, og einaferð um
mánaðin er onkur fyrilest-
ur. Tá tey koma saman so-
leiðis um ein drekkamunn,
kunnu tey vera eini 20,
men tá tey hava veitslur,
kunnu tey gott vera eini
40-50 í senn.
>Vit í bólkinum kunnu
eisini ringja til hvønnann-
an, nær tað skal vera, um
vit hava tað ringt og akku-
rát her og nú hava brúk
fyri at sleppa at tosa við
onkran,< sigur N. P.
Til kanningar
Javnan gongur N. P. til
kanningar hjå lækna, og
fær har at vita, hvussu til
stendur.
>Tað verða gjørdar mål-
ingar av ymsum tølum, ið
so skulu siga eitt sindur
um, hvussu stendur til,«
sigur N. P. »Hesi tølini
kunnu skifta eitt sindur.«
Hann heldur, at tað i øll-
um fórum kann hjálpa
gðrum í framtíðini, um
hann letur seg kanna væl
og virðiliga.
>Men tað kann vera
nokk so hart at koma til
lækna, tí læknarnir eru ikki
altíð teir somu, og haraftrat
virkar tað, sum teir bara
skulu siga, at tær feilar tað
og tað, og so einki meira.<
Koma saman fyri at
tosa um tað
Tá N. P. fyrstu ferð
hevði verið til kanningar,
og hevði fingið at vita, at
hann var HIV-positivur,
mátti hann leita sær hjálp
hjá sálarlækna, ti hann ikki
kendi seg so væl í tíðini
aftaná.
Hetta er tó nú avloyst av
Positiv-Bólkinum, sum jú
er eitt slag av sálarligari
hjálp tey kunnu geva
hvørjum ødrum:
»Ti skulu eisini rådini
frå mær vera til tey smitt-
aðu og sjúku i Føroyum, at
tey skipa seg saman i ein
Positiv-Bólk, so tey saman
kunnu tosa um tað, ið tey
hava uppá hjarta,< sigur N.
P. >Og teimum, ið ikki eru
HIV-positiv ella sjúk av
AIDS, kann eg bert geva
tey stuttu og einfaldu ráð-
ini, at tey skulu brúka hit!«
hj.
Heilautomatiskt
“Gr familjukamera. Vak-
{oto AT y urtsnið við innbygdum
er ve > blitzi og motor.
TLF. 19820
Stjóri á Grann-
skoðanardeild
Landskassans
Starvið sum stjóri á Grannskoðanardeild
Landskassans er leyst at søkja.
Umframt at hava leiðsluna á grann-
skoðanardeildini er stjórin skrivari hjá
løgtingsgrannskodarunum.
Starvið er tænastumannastarv í 36.
lønarflokki.
Tann, sum settur verður í starvið, skal
hava hollan kunnleika til grannskoðan.
Umsøkjarar við útbúgving sum cand.
merc., HD ella líknandi innan roknskap
hava fyrimun.
Umsóknir, stílaðar til Foroya Landsstýri,
skulu vera Landsskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 15. apríl 1991 kl. 16.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Ólav Olsen, stjóra á
grannskoðanardeildini, tlf. 15111.
Landsskrivstovan,
tann 20. mars 1990
Felagið
Føroyar-Kuba
Brigadu-fundur verður månakvøldid 25.
mars kl. 19.00 å Føroya Læraraskula.
Allir limir og komandi brigadistar eru
vælkomnir.
Nevndin
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
HÓVLIGA +